Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. februar 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

siða Ungir foroyskir popparar royna seg * Mikukvøldid verður aftur ungdómskonsert i Utvarpshøll- ini. Bólkarnir Arsenic, Wolf-gang og Rock Men luttaka. tíðindablaðið |sosialurin he . Í Nr. 29 — 12. februar 1992 Ungdómskonsertirnar í Utvarpshølini eru nú komnar í eina rættuliga fasta legu, og tær hava eisini fingið góða undir- tøku millum ung. Til kon- sertina seinast var út- varpshøllin fullsett, og tað verður hon helst eisini mikukveldið við teimum bólkum, sum verða um- boðaðir. Sum vanligt byrj- ar konsertir kl. 19.30 og Útvarpið sendir beinleiðis frá henni frá kl. 20. Bólkarnir, sum verða á skránni hesaferð, eru Arsenic úr Havn, Wolf- Frá seinastu konsertini í Utvarpshøllini Gang av Skålafjødinum og Rock Men úr Havn. Hetta verður fjórða kon- sertin í reðini við ung- dómskonsertum, sum Út- varp Feroya skipar fyri saman við Skansastovu. Tiltakið verður skipað sum almenn konsert, sum samstundis verður send beinleiðis í Útvarpinum. Frásegumaður til konsert- ina og í útvarpinum verð- ur Rasmus Magnussen. Myndir Jens Christian Vang »Øll í verkfalla í Norðurlandahúsinum Mánaðarskráin fyri Norð- urlandahúsið er send út, men tað er komið eitt týð- andi ískoyti: friggjadagin 28. febr, leygardagin 29. febr. og sunnudagin 1. mars spælir Ungmannafe- lagið »Eydnan« sjónleikin »Øll í verkfall«. Sjónleik- urin gongur nú fyri fullum húsum á Oyrabakka. Sú- sanna Tórgarð hevur sett leikin upp. Kunngjert verður fyri ætt og kenningum, at kæri sonur mín og bróðir okkara NIELS OLSSON andaðist 9. februar, 70 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahús- inum í dag kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum hósdagin kl. 14.00. Sanna Frá >Tónleika- og Sjónleika- bólkinum umborð á Høganesi«: »Wolfgang«: Heavy-rockur umborð á Høganesi« Nú fríggjakveldið 14. febr. klokkan 21.00, verður fyri fyrstu ferð høvi at hoyra veruligan »heavy-rock« umborð á sluppini Høganesi, sum nu seinastu mánaðirnar annars hevur hýst nógvum rættiliga ymiskum tón- leikaframførslum 0.ø. Lastarúmið i slupp- ini er, sum vera man, ikki so størt, og skuldi tá kanska ikki verið tað heilt rætta til so harðan tónleik, ið slíkir heavy-bólkar = spæla. Men tað halda >Wolf- gang« so ikki. >Wolf- gang“ er bólkurin, sum skal spæla umborð á Høganesi í Runavík nú fríggjakveldið. »Aku- stikkurin er framúr góður, og við einum sindri av tillaging, ber eisini til við hesum tón- leikinum<, siga Wolf- gang aftan á at hava vant umborð á sluppini nakrar dagar. Wolfgang er mann- aður av fimm dreingj- um í aldrinum 16—20 ár, og allir eru teir av Skálafjorðinum. Enn hava teir bert spælt einaferð alment áður — hetta var í Skansa- stovu — og bólkurin er heldur ikki meir enn 4 mánaðar gamal. Teir spæla bert heimagjørd- an tónleik, og hevuðs- ambitiónin er, »at finna sín egna tónleik<, sum teir sjálvir siga tað. Teir leggja seg serstak- liga eftir diversiteti í bæði tónleiki og tekst- um. Tekstirnir eru á enskum. »Vit vilja allarhelst skapa sjålvir. Tad er tad, vit eru her til«, siga teir fimm eystur- oyingarnir, ið manna bólkin Wolfgang. Teir eru annars: Bergmann Finnsson, el. guitar, Heri Joensen, el. guit- ar, Gunnar Thomsen, el. bass, Robin Lev- højten, sang, keyboard & akk. guitar, og Kåri Streymoy, trummur. Framførslan byrjar kl. 21.00 friggjakvøld- id, og kostnadurin er 40 kr., sum vanligt. Kaffi & køkur er ókeypis. UTSØLA Reint NATURTUNDUR 6 mm tjúkt, 30X30 cm fyri m?, fyrr kr. 178.- Núkr. 120: Eitt minni partí av KORK'O'PLAST & LINOLEUMSFLISUM 3,2 mm tjukt, 30x30 cm fyri m?, fyrr kr. 295.- Núkr. 150: Nakað av 2 (0) TAPETI + 50 % (eisini sjálvlímandi) ælabogirn tlf. 12120 — Sverrisgota 20 á horninum Sverrisgota/ Magnus Heinasonargøta