Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. februar 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 29 — 12. februar 1992 Atli Dam, lógmaður: Onki hoyrt frå norðmonnum --Norðmenn hava ikki enn svara tí notati, sum landstýrið hevur sent í samband við friðing av fiskileiðum við Svalbard Á middegi í gjár hevði landstýrið ikki fingið svar frá norska fiskimála- ráðnum um eitt mótmæli, sum føroysku myndu- leikarnir hava sent, nú norðmenn ætla at friða týdningarmiklastu rækju- leiðirnar við Svalbard í Óásetta tid. Hava norðmenn rætt til at friða hesar leiðir? --Tá lond, harímillum Føroyar, gera fiskiveiðu- avtalur við norðmenn um Svalbard, so hava vit góð- tikið, at teir hava heimild at regulera fiskiveiðuna, serliga tá tað snýr seg um at verja ein stovn, sigur Atli Dam, løgmadur. Friðingarnar raka serliga fóroyingarnar hart, vilja norðmenn við hesum leggja fót fyri føroysku rækjuveiduni við Svalbard? --Hatta eru ikki mini orð, men tað líkist nakað hesum og tað hava vit eisini víst á í okkara skrivi, sigur Atli Dam, løgmaður. --Tað er serliga tann eina leiðin, sum kemur illa við hjá føroysku rækju- bátunum. Vit hava sent eitt uppskot til norsku mynduleikarnar um frið- ingar við Svalbard. Hetta er gjørt av fiskivinnu- umsitingini saman við føroyskum rækjumonnum. At vit ikki enn hava fingið svar frá norðmonnum er einki óvanligt, skrivið varð ikki sent fyrr enn seinasta fríggjadag, sigur Atli Dam, løgmaður. Norðmenn halda at før- oysku rækjubátarnir fáa ov nógvan toskayngul sum hjáveiði, tá teir royna eftir rækjum. Hetta avvísa føroyingar. Norðmenn vilja friða leiðirnar við Svalbard í óásetta tíð. Slaka teir ikki fer løgmaður at biða um nýggjar fiskiveiðusamráð- ingar. jústinus Atli P. Dam, lógmaður Síða 7 Nim til Skotlands Skal nýtast sum vaktarskip —okkum væntar bert at undirskriva såttmålan vid nyggju eigararnar, sigur Gudmund Mortensen, stjóri á Mortensen Av tekniskum orsøkum er eingin læknateig- ur her í blaðnum í dag. Í staðin verður hann í blaðnum í morgin. Umberið okkum! á PIF N.J. Síðan P/F N. J. Mortensen keypti Føroying hevur Nim ligið við bryggju. Hesin fyrrvernadi línu- bátur og ídnaðartrolari er tikin úr føroyska fiski- flotanum. Hann hevur ikki fiskiloyvi longur. Men keyparar uttanlanda hava synt skipinum åhuga og nú er komið so langt, at eitt skotskt felag skal keypa Nim. --Nim skal nýtast sum hjálparskip hjá einum vaktarskipið í skotsku oljuvinnuni. Skipið skal ikki umbyggjast, men verður nýtt sum tað er. Okkum væntar bert at undirskriva sáttmálan, sigur Gudmund Morten sen. Hvat selja tit bátin fyri? Talan er næstan um eina "forering". Vit lata Nim fyri næstan onki, men eg haldi ikki, at eg farið ikki at upplýsa keypsprísin, Sigur Gudmund stjóri. Mortensen, Ídnaðarskip síðan 1970 Nim hevur roynt eftir ídnaðarfiski næstan síðan føroyska ídnaðarveiðan byrjaði, og hetta var seinast í sekstiárunum. Fyrr royndu føroysku ídnaðarbátarnir næstan bert í Norðsjónum og tí kundi manningin á Nim ofta verða leingi burtur. Teir plagdu at landa í Hanstholm og væl hevur ligið fyri at fáa fisk. --Og tað er næstan sama manning, sum var við Nim, sum nú mannar Føroying. Føroyingur sum er komin istadin fyri Nim roynir eftir idnadarfiski. I løtuni royna teir undir Føroyum, men seinni i vår gongur leidin nidur i Norðsjógvin og har plaga teir eisini at royna um summarið. Føroyingur er ein gamal línubátur. Men hann hevur eisini roynt eftir ídnaðar- fiski, áðrenn hann gjørdist ísfiskatrolari og hoyrdi heima í Vík. Nú er hann so aftur á ídnaðarveiðu. Nim er bygdur í Ul- steinsvik i 1961. Tad vórðu kvívíksingar sum lótu hann byggja og tá æt hann Hjalnafossur. --Idnaðarveiðan er eitt sindur trek i løtuni, tað hevur ikki gingið so væl við fiskiskapinum, sigur Gudmund Mortensen. jústinus 3. Bókhald $% Grannskoðan 3 Roknskapur 3 Ráðgeving Avgreiðsla: Mán.-fríg: kl. 8.00-17.00 Pf. SANDOYAR BÓKHALDSVIRKI tlf. 61376 — 210 Sandi —þn33——