Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Stórur meiriluti í víðkaðu Rættar- neyndini fyri nýggjari rúsdrekkalóg: FS SOSialUrn BR Nr. 30 — 13. februar 1992 Matstovurnar fáa útskeinkingarloyvi og burtur við kassa- mentalitetinum -Einkarsøla setast á stovn heldur enn at lata postverkið umsita eina postordrasølu. Høvudsinnihaldid í uppskotinum um nýggja rúsdrekkalóg er einkarinnflutningur, einkarsøla, útskeinking og eingin skamtan Víðkaða Rættarnevndin legði í gjár seinrapartin uppskot á ting um nýggja rúsdrekkalóg. Hóast nevndin hevur býtt seg í fýra minnilutar er alt sum bendir á, at vit á hesum sinni fáa broytingar í rús- drekkavidurskiftum okk- ara, tí so mikið lítið skilur meginpartin av nevndar- limunum Nevndarlimirnir Jóannes Dalsgaard, Birgir Daniel- sen, Bjarni Djurholm, Signar Hansen, Lisbeth L. Petersen og Helena Dam å Neystabø eru samd um, at seta fram nytt lógarupp- skot i stadin fyri uppskot landsstyrisins. Tey eru tó ikki samd í øllum fórum. Sjeyndi limurin, Tordur Niclasen, mælir í staðin til at gera broytingar í gald- andi rúsdrekkalóg. Rusdrekkasøla Landsins Breið semja er um, at setast skal á stovn einkar- sela, hvørs uppgáva er at innflyta og selja rús- adrekka í Føroyum. Skotið verður upp, at rúsdrekka- søla verður skipað í hvgrjari sýslu. Haraftrat kunnu útjaðaragkini bí- leggja rúsdrekka við posti frá einkarsøluni. Í uppskotinum verður sagt, at allur ella partur av vinninginum skal nýtast til fígging av upplýsandi virk- semi um skaðarnar við nýtslu av rúsdrekka, og til viðgerð av rúsdrekkamis- nýtarum. Upprunaliga mætti landsstýrið til eina post- ordrasølu gjøgnum post- verkið, men hetta halda allir nevndarlimir í víð- kaðu Rættarneyndini uttan Tordur Niclasen ikki vera gott hugskot. Fáa vit eina postordrasølu varðveita vit kassamentalitetin, og so er einki vunnið, verður sagt. Ølid sum nú Í fyrsta lagi er ikki ætlanin at lata ølsøluna fara um einkarsøluna, men lata bryggjaríini útflýggja ølid sum tey nú gera. Hildið verður, at verandi skipan skal varða í mesta lagi í fýra ár aftrat. Tá er ætlanin at eisini ølid skal fara um einkarsøluna. Tó gera nevndu limirnir vart við, at einkarsølan skal hava ábyrgdina av útflýggjanini av ølinum, so skjótt sum einkarsølan er sett á stovn. Utskeinking Breið semja er í víðkaðu Rættarneyndini um at geva loyvi til útskeinking á matstovum. Onkur minni- luti heldur tó, at loyvt skal ikki vera at skeinkja sterkt. Sett verður ein loyvis- nevnd við embætisfólki, sum skal taka stóðu til umsóknir um útskeinking- arloyvi. Loyvi at hava útskeinking kunnu feløg fáa, sum reka hotell og Í gjár varð uppskotið til nýggja rúsdrekkalóg lagt fyri tingið ESRA RS matstovuvirksemi. Aðrenn nakar fær loyvi sitt ummæli Eftir uppskotinum koma sokalladu ølklubbarnir undir lógina. Hesir skulu søkja um utskeinkingarl- oyvi. Tað verður tó einki krav um, at hesi felag skulu borðreiða við mati ul tess at fáa útskeinkingar- loyvi. Signar Hansen og Lis- beth L. Petersen halda tó ikki, at loyvt skal vera at skeinkja rúsdrekka, sum er sterkari enn 23 vektpro- sent. Hetta merkir, at tey eittnú ikki mæla ul at loyvt verður at skeinkja brenni- vín. Minnilutin Jóannes Dalsgaard, Bjarni Djur- holm og Birgir Danielsen gera vart við, at tað verður Ogjørligt hjá myndugleik- unum at umsita eitt tilikt avmarkað utskeiningar- loyvi. Helena Dam å Neystabø tykist at vera samd í hesum sjónarmiði. 18 ella 20 ár Limirnir í Rættarnevnd- ini eru ikki samdir um aldursmarkið skal vera 18 ella 20 fyri at kunna keypa rúsdrekka. Onkur minniluti mælir til 18 ár og annar til 20, men i gllum fórum verður tað aldursmarkið, sum ungið fer at samykkja avgerandi fyri hvør hevur atgongd til rúsandi drykk- ir. Tað verður ikki loyvt at reklamera í føroyskum fjølmiðlum og tíðarritum fyri sølu, skeinking ella útflýggjan av rúsdrekka. Seinasta greinin í lógar- uppskotinum sigur, at landsstýrið skal aftur í 1995 leggja lógina fyri tingið til viðgerðar. . tór.-