Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 — 13. februar 1992 0) Sosialurin i enn lógloysi Síða 5 -Skal rúsdrekkanýtslan skipast við lóg, er hetta tað frægasta vit kundu koma til, sigur for- maðurin í Rættarneyndini, Jóannes Dalsgaard -Eftir umstødnum eri eg væl nøgdur við úrslitið, sum nú liggur á borðinum frá víðkaðu rættarnevnd- ini. Skal rúsdrekkanýtslan skipast við lóg, so er hetta tað frægasta, sum vit kundu koma til. Verður lógin samtykt, fáa vit eink- arinnflutning, einkarsølu, skamtannina burtur, ald- ursmarkið broytt og loyvi til útskeinking. Hetta sigur Jóannes Dalsgaard, formaður í Rættarnevndini, nú upp- skotið um nýggja rús- drekkalóg liggur á borð- inum. Hann vísir serliga á, at eftir uppskotinum slepst nú undan postordrasølu, og haraftrat fáa vit eina skilagóða skiftisskipan fyri glið, soleids at bryggjaríini fáa góða tíð at fyrireika seg til nýggju vidurskiftini. Lóglig viðurskifti Rættarnevndarformaðuri n fegnast eisini um, at hetta lógaruppskotið ber í sær, at vit nú fáa greið, skipaði og lóglig viður- skifti, í staðin fyri tað óskil og lógloysi, sum valdar á rúsdrekkagkinum. Jóannes Dalsgaard vísir eisini á, at tilmælid frá honum sjáv- um, Birgiri Danielsen og Bjarna Djurholm, sum Helena Dam á Neystabø eisini tekur undir við, er meinlíkt teimum tilmæl- um, sum Rúsdrekka- og Narkotikaráðið kom við. -Hetta merkir, at okkara tilmæli og lógaruppskot hava fulla undirtøku frá fremsta sakkunnleika inn- an rúsdrekkaviðurskifti í Føroyum, sigur Jóannes Dalsgaard. Breið semja Rættarnevndarformaðuri n kann ikki hugsað sær annað enn, at uppskotið verður samtykt í tinginum, tí breið semja tykist at vera millum tingmen. Tó er okkurt, sum ávísir ting- menn hava sett spurnar- tekin við. Millum annað um útskeinkingina. Jó- annes Dalsgaard sigur, at har hevur nevndin sett sera strangar reglur fyri hesi skeinkiloyvi. Hesar eru reglur, sum skulu tryggja, at ikki ov mong skeinki- loyvi verða givin, og at strong krøv verða sett til hóli, loyvishavaran, upp- og afturlatingartíðir, og onnur viðurskifti í hesum sambandi. Tí heldur hann, at tingmenn hava einki at óttast fyri við at atkvøda fyri uppskotinum. Virkar í summar Verður uppskotið sam- tykt í vár, roknar Jóannes Dalsgaard við, at partar av lógini kunnu fara at virka longu í summar. Her hugs- ar hann fyrst og fremst um útskeingkingarloyvini til hotellir og matstovur. Hin- vegin fer einkarsøkan ikki at virka fyrr enn hon veruliga verður før fyri at røkja sina uppgåvu. Nær tað verður, velst um hvussu skjótt tað fer at eydnast landsstýrinum at seta á stovn eina lands- dekkandi útflýggingarskip- an. Nú gekk puslispælið upp Tað var 10. apríl í fjør, at landstsýrið legði sítt upp- skot um broytingar í rúsdrekkalógini fyri tingið. Samtykt varð tá, at lata Rættarnevndina viðgera málið. Fyri at allir flokkar kundu verða umboðaðir í nendini í hesum málið varð samtykt, at víðka Rættarnevndina. Nevndin hevur hesa tíðina havt eitt ótal av fundum við feløg og stovnar. Vit spurdu Jóannes Dals- gaard hví arbeiðið hevur tikið so langa tíð. -Orsgkirnar eru fleiri. Millum annað, var lógar- uppskot landsstýrisins ikki samtykkja í tí líki tað varð lagt fram. Haraftrat er hetta eitt sera fløkt og kensluborið mál, sum nevndarlimirnir vildu hava góða tíð at viðgera. Og umframt hetta nemur rúsdrekkalógin við ein Jóannes Dalsgaard heldur, at talvan greitt vísir, at verandi lóg hevur ikki havt tálmandi ávirkan á rús- serliga væl egnað at 5 2 drekkanýtsluna. ett alkoholtilgongd pr. íbúgva, alt fólkatalið og fólkatalið yvir 15 ár , I. |8 | | | {| | a | alk pr ib | — | (7 fri me Alk pr y15 H+— > | | |! JL || | i5 7 + —— i | heilan hóp av lógum, reglum og kunngerðum, so tað hevur verið nakað av einum puslispæli at fáa alt at hanga saman, sigur Jó- annes Dalsgaard. Hann sigur seg vóna, at málið verður samtykt, so- leiðis at vit í staðin fyri tey O6sømiligu og mangan lóg- leysu viðurskifti, ið virka niðurbrótandi fyri fólksins LL | | |pf. wenzel petersen, tíf. 13873 | -Skal råsdrekkanytslan skipast vid lóg, er hetta tað frægasta vit kundu koma til, sigur formaðurin í Rættarnevndini, Jóannes Dalsgaard rættarhugsan, kunnu fáa skipaði og lóglig viður- skifti. tór.- EG KEYPTI BRÚKTAN BIL FRÁ WENZEL... „Við våttanum í allar endar og kantar. 0 |