Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 30 — 13. februar 1992 Klubbar... góðkendum goymslum undir somu treytum, sum rúsdrekka annars verður innflutt undir. Í hægstarættardómi frá 1924 er staðfest, at stýrið fyri ein klubba í Føroyum framdi brot á bannið í lógarinnar $ 1, stk. 1, tá ið tað skipaði fyri, at skonkt varð til limirnar ímóti gjaldi. Í dóminum varð upplýst, at klubbin tók ein vinning upp á 25%, tá ið innkeypsprísur, tollur og flutningskostnaður var goldin. Vinningurin varð brúktur til viðlíkahald av helunum, og fyri at gjalda ókeypis skeinking til veitslur. Ølklubbarnir Hóast henda hægstarætt- ardóm, so tóku seg upp fyrst í 1960 árunum hinir sokallaðu ølklubbarnir í Feroyum, sum skeinktu til limirnar ímóti gjaldi, og har selumynstrið var nakað hitt sama sum nevnt í ådurnevnda hægstarættardómi. Hesir virka sum kunnugt enn eftir sama mynstri. Løgfrødingar meta, at tå hesir klubbar hava virkad 6tarnad i nærum 30 år vid myndugleikanna kunnleika og i strid vid orðaljóðið av $ 1, stk. 1 sbr. hægstarættardómin- um frá 1924, so er nú skapað ein vanarættarlig regla, sum setir til viks 8 1, stk. 1 á hesum eki. Henda vanarættarliga regla er tó tulkað sera av- markað, soleiðis at hon bert kemur upp á tal í teim forum, tá id skeinkt verður til límirnar í klubba ímóti gjaldi, hetta rúsdrekka bert verður drukkið í hølum ølklubb- ans, og at støddin av vinn- inginum við søluni ikki er størri enn neyðugt er fyri at gjalda vanliga løn til barrverð, høli, reingerð, sum er ájevn við løn fyri annað arbeiði av líknandi slag her í Feroyum, har rúsdrekka ikki er uppii. Skamtan Lógin frá 1980 um skamt- an av rúsdrekka ásetir skamtan fyri rúsdrekka soleiðis, at ongum er loyvt at flyta um ársfjórðingin meira enn 9 litrar av rús- drekka við meiri enn 23% alkoholinnihaldi og/ella 9 litrar av heitvíni ella likøri. Eisini er í somu lóg ásett, at um mánaðin er ikki loyvt at flyta inn ella keypa frá feroyskum bryggjaríum meira enn 4 kassar av gulleli. Vín og vedraøl/silvurstyrki er ikki skamtað. I lógini er landsstýrinum heimilað at geva undantak frá skamt- annarreglunum, og hevur henda regla seinastu árini verið fyrisitin soleiðis, at eykaloyvi hevur verið I veitt til fødingardagshald 40, 50, 60, 65, 70, 75 ár o.s.fr., brúdleyp, silvur- brúdleyp og gullbrúdleyp, minningarhald fyri at hava sitið í starvi hjá sama arbeiðsgevara í 25, 30, 35 ár osfr, års veitslur hjå feløgum i teim førum, har ikki fleiri av limunum eru undir 20 år, minningarhald hjå hand- ilsfeløgum eftir virki i 25, 50 og 60 år, té treytad av, at haldini ikki eru fyri at stimbra vinnuvegin. Eis- ini er veitt eykaloyvi til umbodan hjå almennum myndugleikum, eitt nu landsstyri, kommunum og konslum. Ikki sterkari enn 60% Í lógini frá 1950 um inn- flutningsgjøld v.m., sum seinast broytt 1991 er á- sett, at ikki er loyvt at framleiða rúsdrekka í Fer- oyum. Eisini er í somu lóg Fyrsta skeinkiloyvi... drekka. Í 1936 var rúsdrekka- málið til umreðu á tingi, har uppskot vóru um stór- ar broytingar. Mælt varð til at seta á stovn einkar- selu fyri innflutning og selu av rúsdrekka. Málið var útsett og ongantíð av- greitt. Um hetta mundið varð greitt, at rúsdrekka- lóggávan varð vorðin ein blanding av forboðslóg- gávu og skattalóggávu Rúsdrekkanýtslan var vorðin ein týðandi inn- tekukelda hjá Føroya løg- tingi. Í 1944 varð lógin broytt til, at rúsdrekka var skamtað soleiðis, at ikki varð loyvt at bíleggja og avgreiða meir enn 9 litrar pr. fólk pr. fjórðings- ár. Árið eftir var lógin aftur broytt, soleiðis at skamtanin varð tikin av og aldursmarkið sett til 20 ár. Í 1949 kom serstek lóg, ið aftur skamtaði rús- drekka til somu negd sum í 1943. Henda lóg varð í 1980 avloyst av løgtings- lóg frá 1980 um skamtan av rúsdrekka. Endamálið við lógini frá 1980 var at minka um ólógligu seluna av rúsdrekka, at minka um nýtsluna sum heild hjá tí einstaka og at royna at benda nýtsluna móti veikari rúsdrekka. Uppskot um nýggja lóg Tann 19. desember 1972 legði landsstýrið uppskot til nýggja rúsdrekkalóg fyri legtingið. Sambært hesum uppskoti mælti landsstýrið til stovnset- ing av einkarselu við rús- drekka, eins og tað var heimilað landsstýrinum ásett, at ikki er loyvt at flyta inn rúsdrekkaleg, sum er sterkari enn 60% og heldur ikki er loyvt at flyta inn ella í Føroyum at bryggja øl við hægri styrki enn hitt sokallaða gullølid. Revsingin fyri brot å rúsdrekkalógina er sekt, hefti ella fongsul uttan at åsett er, hvør mesta heim- ilada fongsulsrevsingin er. Í dómsvenju hevur harð- asta revsing fyri brot á rúsdrekkalóggávuna verið fongsul í upp til 4—6 mán- aðir í forum, har vinning- ur við seluni hevur verið o.u. kr. 200.000,00 til kr. 300.000,00. Eftir lógini verða brot á rúsdrekka- lóggávuna mett so álvar- som, at serlig rættarráð eru heimilað fútanum við góðkenning sorinskrivar- ans, tá ið rúsdrekkamál verða eftirkannað m.a. haldlegging, rannsókn og varðhaldsfongsling o.a.« sambært lógaruppskotin- um at loyva feroysku bryggjaríunum at bryggja sterkt øl við styrki upp til 5 vektprosent í Føroyum. Lógaruppskotið frá 1972 varðveitti skamtanina frá 1949, eins og aldursmark- ið var verandi óbroytt. Lógaruppskot landsstýri- sins um nýggja rús- drekkalóg varð við ymisk- um broytingum samtykt við 3. viðgerð í apríl mán- aða 1973. Samstundis sum uppskotið varð sam- tykt, avgjørdi legtingið, at lógin bert kundi verða lýst, um lógin eisini varð samtykt við fólkaat- kvødu. Sum kunnugt datt lógin burtur við tað, at uppskotið varð felt við fólkaatkveðuni 8. no- vember 1973. Í 1980 varð rúsdrekka- lógin frá 1928 broytt so- leiðis, at loyvt var før- oysku bryggjariunum at bryggja og útflýggja øl vid upp til 5 vektprosent- um i. I sama vidfangi var tað sterkasta øliå bannað og tað sterkara ølid (gull- øl) skamtað. Við heimild í somu lóg varð við kunn- gerð í 1980 loyvt feroysk bryggjaríunum at út- flýggja el Seinni er skattaváttanin = avtikin, men annars eru ongar álv- arsamar broytingar hend- ar rúsdrekkamálinum, fyrr enn verandi uppskot varð lagt fyri Feroya log- ting tann 10. apríl 1991. BESTAR VINNINGAR ! Síða 7 Biltrygging 60% dýrari í Foroyum enn í Danmark Meðan oll vinnurekandi í Foroyum við logtingslóg eru álogd vinningssteðg bæði í krónum og í prosentum, himprast Trygg- ingarsambandið ikki, vart av logtingslóg, at hækka biltrygging- ina upp í 100%. Felagið fyri Bilhandlarar og Verkstaðseigarar, FBV, átalar harðliga tær broytingar í tryggingar- viðurskiftunum, sum Tryggingarsambandið einvíst hevur sett í verk, uttan nakað sum helst fyrilit fyri teimum álvars- ligu avleiðingunum, hetta fær fyri ta vinnu, vit eru í, eins og fyri brúkaran sum heild. Hevði Tryggingarsam- bandið havt gingið ynski okkara á meti um at vera við til at forma ta nýggju tryggingarskipanina, hevði hon óivað eisini verið eðrvísi. Men í rett- um monopolsanda, valdi tryggingin at vísa hesum samstarvi frá sær. Úrslit- ið er eisini hareftir. Aftan á sleiki- sneisina kom rokningin Fyri at taka broddin av síni ódámligu framferð, sendi Tryggingin nekrum fáum tryggingartakarum eina lítla sleikisneis til jóla. Men stutt eftir kom rokningin. Og hon var stór, tí eftir teirri nýggju skiparini er tryggingin í flestu forum hækkað mun- andi, og í nekrum førum er talan um eina hækking uppá 100% og meira. Tað, sum tú beinanveg- in leggur til merkis, er, at tað serliga eru tryggingar- nar av teimum bíligu bil- unum, sum eru hart rakt- ar, hóast talan er um eina munandi hækking fyri bil- ar í ellum príslegum, við onkrum einstøkum undan- taki, sum ikki er vert at nevna. Veruleikin er, at taka vit ta hægstu tryggingina å avslåttarstigi 0, eru tryggingarnar hækkadar i miðal '37% eftir teirri nýggju skipanini, afturí- móti teirri gomlu. Men hækkingin er ógvuliga ymisk, alt eftir hverjari príslegu, bilurin er í. Taka vit ein brúktan bil, sum er undir 25.000 krónur, er tryggingin hækkað 100%, og taka vit ein bil, sum er verdur 300.000 krónur, er talan um eina hækking uppá »einans« 10%. Fara vit mitt i avslått- arstigan, er myndin tann sama: Fyri ein bil, sum er verdur 25.000 krónur, hækkar tryggingargjaldið 96%. Hinvegin hækkar tað 4% fyri ein bil, sum er verdur 300.000 krónur. Taka vit so hækkingina í teirri nýggju skipanini, afturímóti teirri gomlu, so vísir tað seg, at har er talan um ein lutfalsliga dýran bil, og har trygg- ingartakarin er á teimum lægstu avsláttar- stigunum, at tryggingar- takarin fær fyrimun av teirri nýggju skipanini. Hjá øllum ødrum verður tryggingin nógv dýrari. Skoytast kann uppí, at tað hevur altíð verið væl dýrari at tryggja bilar í Feroyum, enn tað hevur verið í Danmark. Men nú hendan nýggja skipanin varð sett í verk á nýggj- árinum, er tað vorðið upp- aftur nógv dýrari. Taka vit ta hægstu tryggingina, kostaði tað í miðal 23% meiri at tryggja ein bil i Føroyum eftir teirri gomlu skipan- ini, enn tað kostar í Dan- mark. Men nú tann nýggja skipanin er komin, kostar tað í miðal 60% meira at tryggja ein bil í Feroyum, enn tað ger í Danmark. Fara vit so aftur mitt í avsláttarstigan, var tað 25% dýrari í miðal at tryggja ein bil i Feroyum eftir teirri gomlu skipan- ini, men nú er tað heili 52% dýrari. Forkemur handlinum við brúktum bilum Tann mest álvarsliga av- leiðingin av hesi nýggju tryggingarskipanini er, at hon hevur skert meguleik- arnar at handla við bilum munandi, bæði hjá brúkar- anum og hjá bilhandlar- unum. Handilin við brúktum bilúm - er - en - lutfalsliga stórur partur av okkara virksemi. Men tað er eyð- sýnt, at tað er trupult hjá fólki at keypa sær ein brúktan bil, nú tað heilt órímiliga kann henda, at tað verður eins dýrt um árið at tryggja bilin, sum hann kostaði at keypa. Í hesum viðfangi skal bert verða mint á, at fyri at fáa fígging til ein bil, er tað ein treyt, at bilurin er skrokktryggjaður. Hin meguleikin er so at keypa bilin kontant, men í hesum tíðum er óneyðugt at umreða tann meguleik- an gjellari. Hetta fer so aftur at ávirka handilin við nýggj- um bilum, tí í allarflestu forum verða brúktir bilar tiknir inn fyri nýggjar bil- ar. Og tað sigur seg sjålvt, at bilaselur mugu verða nógv varnari at taka brúktar bilar inn, nú vand- in fyri at brenna inni við teimum er munandi ektur. Niðursteðan er, at hand- ilin við bilum, serliga brúktum bilum, kann steðga heilt. Hendan vinnan er frammanundan illa sperd. Fáa vit hetta bakkastið afturat, er vandi fyri, at fleiri hóra ikki undan. Hverjar avleiðingar tað fær fyri aðrar tættir í samfelagnum, tollinntek- ur landskassans, arbeiðs- loysi og á annan hátt, kann ein og hver so hugsa sær. Osømilig framferð Eitt annað er so tað ósemiliga í framferðini hjá Tryggingarsambandin- um. Tað kann ikki góðtak- ast, at monopolið Trygg- ingarsambandið Feroyar, vart av legtingslóg, uttan at himprast áleggur tryggingartakarunum — borgarunum — munandi hægri tryggingargjeld, ja, í nógvum ferum tvífaldar tey, samstundis sum ein onnur legtingslóg hevur á- sett vinningssteðg, bæði í krónum og í prosentum, fyri bilasølurnar eins og allar aðrar vinnurekandi. Tað kann heldur íkki Framhald á síðu 15