Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 32 — 15. februar 1992 Ed SOSÍalurin | Síða 7 Gunnar Bendixen, yvirlækni og professari i medisini: Mikudagin kom danski yvirlæknin, professarin i medisini og serfrødingurin i giktarsjúkum, Gunnar Bendixen, til Føroya á vitjan hjå Giktarfelag Før- oya. A ferdini skal hann hava fleiri fyrilestrar, og byrjaði hann longu seinnapartin i gjár, tå hann hevði fyri- lestur í læknafelagnum. Í dag kl. 16 hevur hann fyri- lestur í Norðurlandahús- inum í Havn, og mána- kvøldid kl. 20 verður hann í Gistingarhúsinum í Øra- vík og greiðir frá um gikt. >Giktsjúkur kunnu vera so mangt,< greiðir Gunnar Bendixen frá. >Tað mest vanliga er kronisk lidagikt, | Giktsjúka kann Vera so mangt 10 rakar millum eitt og tvey prosent av øllum fólkum, men so eru eisini onnur sløg, so sum slitgikt, ið tey flestu fáa við aldrinum, barnagikt og annað.< It í seks vikur Hvussu gjørt verður av, hvat er gikt og ikki, er í hvussu langa tíð ein hevur kent pínu á sær. >Vanligt er at siga, at tá ein hevur havt ilt í rørsluapparat- inum í seks vikur saman- hangandi, er talan um gikt.« Eitt annad slag av gikt, ið eisini kann vera rætti- liga vanligt, er gikt, ið stendst av, at ein stendur illa og er í ringari krops- stóðu undir arbeiði, og er ikki óvanligt, at pína i rygginum av hesum áðum verður roknað fyri gikt. »Men sum heild ber ikki so væl til at siga, at nøkur beinleidis læknalig diag- nosa finst fyri, hvat gikt er,« sigur Gunnar Bendix- en. »Hetta er meira eitt navn á stødugari pínu i rørsluapparatinum, og eru tískil eisini ymsir hættir, ið verða nýttir fyri annað- hvert at linna um pínuna ella at lekja giktina.« Millum annad verdur hiti nýttur at linna um pínu við, eitt nú í svimjihylum, sum verða hitaðir frá teim- um vanligu 22-24 stig- unum upp í 32-34 stig, so giksjuk kunnu kenna sær linna við at fara útí. Hitin linnar pinuna Hitin í vatninum lekir ikki gikt, men í sé at siga øllum fórum linnar hann pínuna so mikið, at gikt- sjúk fólk kunnu fáa eitt betri lívsinnihald, tá tey fáa slíka viðgerð við heit- um vatni. Tey kunnu eitt nú fáa betri møguleikar fyri at arbeiða og klára alt tað vanliga, um tey fáa hesa viðgerð,< greiðir Bendixen frá. >Summi, ið kanska mest kenna til gikt í hondunum, hava nóg Danski yvirlæknin, professarin í medisini og serfróðingurin í giktarsjúkum, Gunnar Bendixen, sum í hesum dógum vitjar í Føroy- um. Mynd: Kalmar mikið við at hita sær hend- urnar í heitum vatni í vaskinum um morgnarnar, og kunnu harvið arbeiða, uttan at kenna so nógva pínu, tey annars høvdu gjørt.« Gunnar Bendixen visir eisini á, at giktsjúk ofta fáa hug at halda minnin um seg sjálvan, enn tey hava orsøk til, eitt nú halda tey seg ikki vera so vakran og atdragandi, sum tey kanska hava verið áð- ur, og hesin hugsunarhát- tur kann soleiðis gera teimum fortreð. »Men so er tó ikki, tí tey halda ofta nakað annað um seg sjálvan, enn tey í veru- leikanumáttu at gjørt, og hóast mong á hendan hátt kanska hava hug at av- skriva seg sjálvan fyri tíð- ina, hava tey onga grund til tess,< sigur hann. Undirvísing til eitt betri kynsliv Til dømis fæst ráðgev - ing, ið er serliga ætlað hjúnum, so tey kunnu finna útav tí saman í kyns- lívinum, hóast kanska ann- að teirra ikki hevur somu rørslumøguleikar, tað hev- ur havt fyrr, og at viðkom- andi ti kanska fer at hugsa meira nidursetandi um seg sjålvan, enn gott er, og neyðugt við,< sigur Gunn- ar Bendixen, ið leggur stóran dent á, at fólk — hó ast tey eru rakt av gikt saktans kunnu hava eitt fullkomuliga kynsliv normalt bert tey ett nú finna útav, hvussu tey skulu halda seg yvirfyri hvørjum ødrum, so eitt nú tann giktsjuki kann sleppa undan pínu, tá tey eru saman á tann hátt. »Ikki hevur verið óvanlgit, at slík terapi hevur verið latin fleiri kvinnum saman í bólki, ið stríðast við slíkar trupulleikar, og eisini eru skeið og undirví- sing fyri tey, ið skulu hjálpa giktsjúkum, eitt nú læknum, seksologum og ødrum.« Gunnar Bendixen, ið kom til Føroyar mikudag- in, fer heimaftur komandi mikudag. hj. Eisini i år verdur samskipad innskriving til hesar miðnámsútbúgvingar: FHS-stødisår, fiskivinnuskúla, HF-skeið studentaskúla Umsóknir-/raðfestingarbloð til allar 4 útbúgvingarnar fáast á ollum framhalds- skulum og annars á viðkomandi útbúgv- ingarstovni frá TO. februar 1992. Leiðbeining um t.d. upptøkutreytir, út- fylling av umsóknar-/raðfestingarbloð- um fæst á skúlunum. Umsåéknar-/radfestingarblød skulu vera Landsskulafyrisitingini i hendi i seinasta lagi 17. mars 1991. Umsóknir, innkomnar eftir 17. mars, kunnu ikki væntast at verða vidgjørdar. Landsskúlafyrisitingin | | | Suðurstreymoyar | Javnaðarfelag | | hevur aðalfundur í helum felagsins á Argjum mánakveldið 17. februar kl. | | Skrá samb. lógini. | | | | Nevndin | ) Blindastovnur Føroya hevur opið månadag—friggjadag kl. 9—16. | Telefonir: 18222 og 19288. | '92 — norðurlendskt - giktarár burturav | Norðurlandaráðið hev- ur samtykt, at árið 1992 skal vera norðurlendskt giktarår burturav. sær, at í ollum teimum norðurlendsku londun- um verður skipað fyri ymiskum tiltøkum, ið øll hava sama endamál: At fáa fólk at hugsa um giktsjukuna, at fáa til vega meira hjálp, peng- ar, fatan og gransking. »Fyri okkum í Før- oyum merkir hetta, at vit fara í royna at upp- lýsa meira um gikt, og Hetta ber eitt nú í eisini skipað fyri onkr um tiltøkum,« sigur Jákup Højgaard, ið er ein av nevndarlimunum i Giktarfelag Føroya. Eitt nú kunnu vit fara undir at fáa betri møgu- leika hjá giktarsjúkum at sleppa í upphitaðar svimjihylar, ið eru upp í eini 32-34 stig heitir.< Royndir við hesum hava eitt nú verið gjørdar í svimjihylun- um í Leirvík og á Toft- um. hj.