Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 69 - 9. apríl 2003 Nr. 69 - 9. apríl 2003 3 C M Y K Størsta einstaka verk- ætlanin í føroyskari handilssøgu nakran- tíð, gjørdist veruleiki mánadagin, tá Smyril Line tók yvir nýggju Norrønu NýGGJA NORRØNA Eirikur Lindenskov og Jan Müller Travemünde: Um mid- dagsleiti týsdagin 8. apríl legði nýggja Norrøna frá bryggju í Travemünde við kós móti Havnini. Við skipinum eru umleið 250 ferðafólk, teirra millum eisini innbodnir úr gestir úr Føroyum, Íslandi, Hetlandi, Týsklandi, Danmark og Noregi. Umframt føroysk tíðindafólk eru um hálvt- hundrað útlendsk tíðinda- fólk við. Samstundis sum føroy- ingar kunnu fegnast um at hava fingið hetta glæsiliga far, so harmast arbeiðs- fólkið á Flender Werft, tí við yvirtøkuni av Norrønu, fer skipasmiðjan samstund- is í søguna, og øll arbeiðs- fólkini missa størv síni. Flender Werft er farið á húsagang, og var byggingin av Norrønu seinasta uppg- ávan hjá búnum. Nýggja Norrøna kostar umleið 700 mió krónur. Skipið er fíggjað í Týsk- landi, og er tað bankin FKW, sum samskipar fígg- ingina. Lánið er 520 milli- ónir krónur, restin er egin- fígging. Rentan er 4,5 % og fyrsta árið er avdráttarfrítt. Skipið var formliga tikið yvir kl 15:56 mándagin á høvuðsskrivstovuni hjá Flender Werft í Lübeck, har nevndarformaður, stjóri, skipasmiðju- og bankaum- boð skrivaðu undir skjølini, og har Óli Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipasýninum, eisini góðkendi pappírini. Norrøna er 36.000 brt, og er hon tríggjar ferðir so stór, sum gamla Norrøna. Hetta er størsta einstaka privata verkætlan í før- oyskari søgu nakrantíð.. Norrøna er 164,5 m long, hon er 30 m breið. Deyð- vektin er 4.300 tons og ferðin er 21 míl Høvuðsmotorar hava 30.000 HK, bógskrúvur 6.000 HK. Skipið tekur 1.482 ferðafólk, og mann- ingin telur 118. Skipið tekur 800 bilar ella 130 trailarar. Flaggskip føroyinga á veg heim Norrøna við bryggju í Travemünde í Týsklandi, har fyrstu bilarnir komu umborð mánakvøldið. Skipið fór frá bryggju um middagsleitið týsdagin við kós móti Havnini, har skipið væntast hósdagin kl 15 Mynd: Eirikur Lindenskov Flaggskiftið á níggjunda dekki á nýggju Norrønu mánadagin eftir at endaligu skjølini vórðu undirskrivað Mynd: Eirikur Lindenskov Ólavur Hovsgarð er skipari á nýggju Norrønu fyrsta túrin. Hann verður eisini skipari fyrstu tíðina. Mynd: Eirikur Lindenskov »Norrøna Buffet« kallast fínara matstovan umborð á nýggju Norrønu. Myndin er frá samkomuni umborð mándagin, beint áðrenn skipið varð handa Smyril Line Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn og konan, Elsa Mariu Bærentsen. Við liðuni á borgar- stjóranum situr Dagmar Joensen, stjóri í Rúsuni og forkvinna í Framtaksgrunninum Sera rúmliga bildekkið á Norrønu, sum kann taka heilt upp í 800 persónbilar. Bildekkið er í tveinum hæddum við eini eykalyft til einar 90 bilar Rampan upp á ovara bildekkið á Norrønu C M Y K 3 2