mikudagur 9. apríl 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 69 - 9. apríl 2003
Nr. 69 - 9. apríl 2003
5
Ongin annar hevur
megnað at savna so
nógv fólk í SMS, sum
Guðrun gjørdi
sunnukvøldið. Fyri-
reikararnir meta, at
tað hava verið millum
3000 og 4000 fólk á
torginum henda
dagin
STJØRNURÓMUR
Ingrid Bjarnastein
Sunnukvøldið var tiltak í
SMS við Guðrun Sólju
Jacobsen, Stjerne for en
aften vinnaranum. Har
vóru røður hildnar fyri
stjørnuni, gávur handaðar
og so skuldi hon sjálvsagt
eisini syngja vinnaralagið
og skriva autografar.
– Sum eg veit um, so
hava tað ongantíð verið so
nógv fólk í senn í SMS. Eg
havi eisini spurt onnur fólk
í húsinum, sum hava verið
her longur enn eg, og tey
vita heldur ikki um nakran,
sum hevur megnað at savn-
að fleiri fólk, sigur Rógvi
Róin, marknaðarleiðari í
SMS.
Rógvi sigur, at fyrst í 80
árunum vóru tað tó tiltøk,
har ung upptraðkaðu, sum
kláraðu at savna nógv fólk
saman, men ikki í nær
námind av, hvussu nógv
vóru sunnudagin.
– Vit hava teljarar á hurð-
unum, sum telja, hvussu
nógv fólk koma inn og út.
Nøkur ganga sjálvandi
nakrar ferðir, men eg meti
altso, at har hava verið
millum 3000 og 4000 fólk,
sigur Rógvi, og tá kann ikki
sigast annað, enn at talið
vit skrivaðu í Sosialinum í
gjár var heilt av leið.
Tiltakið gekk eisini upp á
stás sambært marknaðar-
leiðaranum. Fyrireikararnir
høvdu skipað tiltakið væl,
og alt klappaði, sum tað
skuldi. Eisini seldi 3´arin
Stjerne for en aften fløgur,
og sum Sosialurin skilir á
lagnum vóru tær rivnar
vekk eftir stuttari tí, og tá
hevur talan verið um 400
fløgur. Hetta merkir tó ikki,
at um onkur skuldi ynskt at
ogna sær eina Stjerne for
en aften fløgu, at hetta er
ómøguligt, tí nýggj sending
kemur, sambært Rógva
Róin aftur til landið.
Meginfelag Føroyskra
Studenta hevur nú
givið út fyrsta Fjølnir
blaðið í ár
ÚTGÁVA
Ingrid Bjarnastein
Fyrsta Fjølnir blaðið í ár,
sum er blaðið hjá føroysk-
um lesandi uttanlands, er
nú komið út.
Í blaðnum verður millum
annað skrivað um trupla
lestrarvalið, og eisini hevur
Jákup Sverri Kass hug-
leiðingar úr Århus.
Í eini lýsing í blaðnum
verður søkt eftir blaðstjóra
og skrivstovufólki til skriv-
stovuna í Keypmannahavn.
Eisini er prát við Guðrið
Weihe og Hallu Nolsøe
Poulsen, sum báðar lesa
stjørnumálafrøði og eru í
starvsvenjing í ávíkavist
Berlin og Washington.
Fyri lesandi í Danmark
er hetta blaðið fínt, og nógv
er at frætta um føroyska
lestrarlívið á flatlondum.
Fyrsta Fjølnir blaðið í ár
Guðrun
setti met
í SMS
Millum 3000 og 4000 fólk vóru
sunnudagin komin saman í SMS.
Hetta er tað mesta nakrantíð
Mynd: Jens Kr. Vang
– Maskinmeistararnir
hava gjørt sáttmála
við SEV og arbeiðara-
feløgini skulu ikki
hava minni enn tað,
sigur Ingeborg
Vinther, nú samráð-
ingarnar við arbeiðs-
gevararnar eru
byrjaðar
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
Ein lønarhækking upp á 10
%.
Tað er minsta kravið, nú
samráðingarnar
ímillum
Arbeiðarafeløgini og Før-
oya Arbeiðsgevarafelag eru
byrjaðar um nýggjan sátt-
mála.
Øll tey fimm arbeiðara-
feløgini, Føroya Arbeiðara-
felag, umframt arbeiðs-
manna- og arbeiðskvinnu-
feløgini í Havn og í Klaks-
vík samráðast saman hesu-
ferð.
Fyrsti samráðingarfund-
urin var mánamorgunin og
tá løgdu báðir partar síni
krøv fram og annað hendi
ikki á tí fundinum.
Ingeborg Vinther vil ikki
siga so nógv um krøvini
enn.
Men hon vísir á, at ein
sáttmáli er longu gjørdur og
at tað hevur verið gamalt,
tann fyrsti sáttmálin leggur
støðið fyri teir sáttmálarnir,
sum koma aftaná.
Sáttmálin, hon sipar til,
er tann, sum varð gjørdur
herfyri ímillum maskin-
meistararnar og SEV.
– Tað er ein tvey ára sátt-
máli, sum gevur maskin-
meistarunum eina lønar-
hækking upp á 10,6% til-
samans, tá ið eftirlønin er
tald við, sigur Ingeborg
Vinther.
Og hon sigur, at hetta
verður minsta kravið frá
arbeiðarafeløgunum til ein
nýggjan sáttmála.
Men hon vísir samstun-
dis á, at verkamannalønin
er tann lægsta av øllum og
tí er tað misvísandi at rokna
lønarhækkingina út í pros-
entum. 10% av eini lágari
løn er nógv minni lønar-
hækking enn 10% av eini
høgari løn og tí skal lønar-
hækkingin hjá arbeiðarafel-
øgunum roknast út í krón-
um og ikki prosentum, sig-
ur IngeborgVinther.
Men talan er eisini um
onnur lønarkrøv, men hel-
dur ikki tey vil Ingeborg
Vinther siga nakað um enn.
Arbeiðarafeløgini
Arbeiðarafeløgini hava eis-
ini fingið mótkrøv frá ar-
beiðsgevarunum, men hel-
dur ikki tey krøvini eru so
nógv sagt alment um enn.
Men við Dag og Viku
mánakvøldið segði Vilhelm
M. Johannesen, at eitt av
krøvunum hjá arbeiðsgev-
arunum er rúmari ræsur at
leggja arbeiðstíðina til rætt-
is.
Samstundis sigur Inge-
borg Vinther, at onkur av
krøvunum frá arbeiðsgev-
arunum fara arbeiðarafel-
øgini ikki at góðtaka.
Seinni verður so fundur
aftur og tá byrja samráðing-
arnar av álvara.
Skulu ikki vænta
undantøk
Tær seinastu ferðirnar,
samraðingar hava verið, eru
tær endaðar við verkfalli.
Og tá hevur stórt trýst verð-
ið lagt á Føroya Arbeiðara-
felag um at geva undantøk
frá verkfallinum til eitt og
annað.
Serliga hevur verið tosað
um at tað hevur verið neyð-
ugt at geva alivinnuni und-
antak, tí stór, samfelagslig
virði eru í vanda.
Men Føroya Arbeiðara-
felag hevur víst á, at undan-
tøk taka skorðarnar undan
einum verkfalli. Og Inge-
borg Vinther sigur aftur nú,
at verður verkfall, eigur
ongin at seta nøsina upp
eftir, at arbeiðarafeløgini
fara at geva alivinnuni ella
øðrum vinnum, undantøk.
– Fyri at verkfallið skal
vera so effektivt sum gjør-
ligt, og sostatt so stutt sum
gjørligt, er neyðugt at halda
fast um, at ongi undantøk
verða givin og tað haldi eg
ikki, at nakar skal vænta
heldur hesuferð, kemur tað
so langt.
Einastu undantøkini, sum
verða givin, er har lív og
heilsa er í vanda.
Okkurt tilfar, sum
verður brúkt í undir-
vísingini er tað reina
porno og Jenis av
Rana vil nú hava at
vita, um nakrar
reglar eru fyri, hvussu
undirvísingin er
skipað
SEKSUAL-
UNDIRVÍSING
Áki Bertholdsen
Jenis av Rana, løgtings-
maður er so ónøgdur við
seksualundirvísingina
í
skúlanum, at hann nú fer at
reisa málið í ringinum.
Sostatt ætlar hann nú at
seta landsstýrismanninum í
mentamálum, Høgna Hoy-
dal, nakrar spurningar um
seksualundirvísingina
í
skúlunum.
Hann sigur, at hann ger
hetta eftir áheitan frá fleiri
foreldrum, sum hava vent
sær til hansara, tí tey eru
heilt ólukkulig av teirri
undirvísing,
sum
børn
teirra fáa í skúlanum.
– Trupulleikin er, at vit
taka útlendskt tilfar til okk-
ara, heilt ókritiskt og hann
saknar, at Landsmiðstøðin
fyri Undirvísingaramboð
hugsar seg betri um, áðrenn
hon bjóðar skúlunum útl-
endskt undirvísingartilfar á
hesum øki.
– Tað skerst ikki burtur,
at donsk og føroysk mentan
eru heilt hvør sítt. Og tað
ber ikki til at taka tilfar,
sum er sprottið úr eini aðr-
ari mentan, inn á okkum
ókritiskt, sigur løgtings-
maðurin.
Hann envnir sum dømi
tveir sjónbandsfilmar, sum
hann hevur sæð.
– Eg vil kalla hesar báðar
filmarnar fyri tað reina
porno.
Hann vísir eisini á, at tað
er ymiskt, hvussu skúlarnir
fara fram, tá ið teir verða
undirvístir í nøring og
seksuallæru.
– Í summum skúlum
verða hesir filmarnir vístir í
9. flokki. Á øðrum skúlum
verða teir vístur fyri børn-
um í 7. flokki. Og at vísa
teir fyri børnum í 7. flokki
og at fóðra tey við slíkum,
er at meta sum harðskapur
ímóti børnum, tí tá eru tey
ov lítil og og óbúgvin til at
taka ímóti slíkum.
Hann sigur, at bara tað, at
tað er ymiskt, hvørjum
aldursflokki ymsir skúlar
vísa hesar filmarnar fyri,
sigur mær so mikið sum
tað, at tað eru ikki nóg
greiðar reglar fyri undirvís-
ingini.
– Tað er sjálvsagt, at
børnini skulu hava seksual-
undirvísing , tað er ikki tað,
sum er trupulleikin. Men at
tað er so ymiskt, hvussu
aldursmarkið er í ymsum –
skúlum fyri at vísa slíkar
filmar, sigur mær, at linj-
urnar eru ikki nóg greiðar.
Jenis av Rana fer tí at
spyrja landsstýrismannin í
mentamálum, hvørjar linjur
eru lagdar fyri undirvís-
ingini í nøring og um,
hvørjar reglugerðir, undir-
vísingin byggir á.
Hann vil eisini hava at
vita, hví føroyskt tilfar ikki
verður gjørt ikki hesa
undirvísing, tí talan er ikki
um so fløkt tilfar.
Og hann vil eisini hava at
vita, um landsstýrismaður-
in heldur tað vera ílagi, at
vit ókritiskt geva føroysku
skúlunum undirvísingartil-
far, sum er sprottið úr eini
heilt øðrvísi mentan, sum
ikki hóskar til okkara ment-
an.
Á hesum báðum filmun-
um eru tað tveir læknar,
sum sita og greiða frá
nøring og so verður tað víst
við ymsum dømum í film-
inum.
– Men eitt er innihaldið í
filmunum. Eitt annað er, at
teir eru ógvuliga illa úr
hondum greiddir. Eg havi
sæð enskar, upplýsandi til-
far í sjónvarpinum og tað er
á einum heilt øðrum, hægri
støði enn hesir báðir film-
arnir.
Arbeiðsfólk skulu hava
minst 10% í lønarhækking
Mánamorgunin hittust arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir á tí fyrsta samráðingarfundinum
um nýggjan sáttmála. Sáttmálin er úti 30. apríl og hetta er fyrstu ferð í langa tíð, at øll
arbeiðarafeløgini samráðast saman
Jenis av Rana ónøgdur við
seksualundirvísing í skúlunum
Summir skúlar vísa filmar,
sum eru harðskapur ímóti
børnum, sigur Jenis av Rana.
Hann vil tí hava at vita,
hjvørjar reglar eru galdandi
fyri seksualundirvísingini í
skúlanum
Í teimum syðru
bygdunum í
Suðuroy, hava tey
stovnað eitt felag
sum skal stuðla
virkseminum hjá
VB
ÍTRÓTTARSTUÐUL
Áki Bertholdsen
Tað eru fleiri og fleiri
sum
ásanna,
hvussu
stóran týdning tað ar-
beiðið hevur, sum ein
ørgrynna av fólki kring
alt landið, fyri tað mesta
sjálvboðið, leggja í at
skipa fyri ítróttarvirk-
seminum
av
øllum
handa slagi.
Tað ásanna tey eisini í
syðru helvt í Suðuroy.
Tí hava fólk i teimum
syðru bygdunum í Suð-
uroy nú stovnað felag,
sum skal virka fyri at
útvega Vágs Bóltfelag
fíggjarligan stuðul til tað
stóra virksemi, sum har
er.
Felagið ætlar serliga at
stuðla ungdómsarbeiðn-
um hjá VB. Ætlanin er
ikki, at felagið skal lata
VB stuðul til vanliga
raksturin. Heldur er ætl-
anin, at Vágs Bóltfelag
skal søkja felagið um
stuðul til ávís endamál.
Ætlanin er so, at Vágs
Bóltfelag kann søkja fel-
agið um stuðul til ávís
endamál.
Limagjaldið
áseta
limirnir at kalla sjálvir,
teir kunnu binda seg til
at betala eina ávísau
upphædd til felagið um
mánaðin og Finn Olsen,
sum er ein av nevndar-
limunum, sigur, at alt er
kærkomið. Onkur er,
sum betalir 25 krónur
um mánaðin, og onkur
betalir eitt meir, tað er
alt eftir sum hugurin og
ráðini eru til.
Men felagið ætlar eis-
ini at skipa fyri ymsum
tiltøkum fyri at savna
inn pening.
Í nevndini í felagnum
sita Hans Jacob Bech í
Vági, sum er formaður,
Harriet Joensen í Vági
er næstformaður, Ás-
bjørn Berg í Hovi er
kassameistari og Finn
Olsen í Vági er skrivari.
Hinir
nevndarlimirnir
eru Sólgerð Sørensen í
Porkeri, Jeanna í Lágabø
í Vági, Petur Ludvig í
Vági og Hans Nielsen í
Vági.
VB fingið
fleiri stuðlar
C
M
Y
K
5
4