Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 69 - 9. apríl 2003 Nr. 69 - 9. apríl 2003 7 Tað fall kirkjugangar- unum í Havnar kirkju tungt fyri bróstið sunnumorgunin, tá tey komu úr kirkju, at síggja mann smíða við nýggja skrivstovu- bygningin hjá Løgtinginum HALGIDAGSLÓGIN Solby A. Eliasen Tá kirkjufólkið kom aftur frá gudstænastu úr Havnar kirkju sunnumorgunin, sást maður til arbeiðis við nýggja skrivstovubygning- in hjá Føroya Løgtingi. Sum vera man, undraðust fleiri stórliga, tí ikki er van- ligt, at tað verður arbeitt í kirkjutíð í Føroyum. Og harafturat er tað sambært halgidagslógini ikki loyvt. Men eyðsæð var tað so onkur, sum annaðhvørt ikki hevur virðing fyri lógini ella ikki visti av henni. Edmund Joensen, løg- tingsformaður, sigur við Sosialin, at hann ikki visti av hesum, fyrr enn Sosial- urin gjørdi vart við tað, men at tað undir ongum umstøðum kann góðtakast, at tað verður arbeitt sunnu- dag. Hann sigur, at tað frá løgtingsins síðu ongantíð hevur verið nakar slingur í valsinum hesum viðvíkj- andi. – Tað skal ikki verða arbeitt sunnudag, sjálvandi kunnu viss undantøk ger- ast, men hetta má sigast at vera eitt vanligt byggimál, so tað kann ikki góðtakast, at tað verður arbeitt í kirkjutíð, sigur Edmund Joensen. Hann var, sum sagt, ikki greiður yvir hetta, men hann sigur, at tað frá Løg- tingsins síðu eru strangir ordrar um at halda seg til galdandi lógir og reglar hesum viðvíkjandi. Edmund sigur, at hann fer nú at fregnast um, hvat hetta er fyri nakað, og hví tað er komið fyri. Regluligir byggifundir eru við fyritøkuna, sum hevur verkætlanina um hendi, og har fer løgtings- formaðurin so at gera vart við hetta og royna at finna út av, hví fólk var til arbeiðis ein sunnudag í kirkjutíð. Øgiligt mistak Tað er byggifyritøkan Arti- con, sum hevur byggimálið um hendi. Stjórin, Jón Danielsen, sigur, at tað er ein føst regla hjá fyritøk- uni, at ongin arbeiðir sunnudag. Men hann hel- dur, at tað er ein møguleiki fyri, at tað hevur verið ein danskur arbeiðstakari, sum hevur verið til arbeiðis henda sunnumorgunin. Stjórin á Articon sigur, at hann sjálvandi fer at kanna at vita, um tað er so. Um so er, fer hann at kunna við- komandi um halgidagslóg- ina í Føroyum. – Hatta góðtaka vit ikki, og tað er púra vist, at hatta fer ikki at endurtaka seg, sigur Jón Danielsen. Hann leggur afturat, at tað kann ikki vera uppgávan hjá Articon at halda vakt við bygningin sunnudagar og syrgja fyri, at tað ikki verður arbeitt. – Sunnumorgnar eru vit heima hjá familjunum, tá standa vit ikki vakt við bygningin, men tað kann absolutt ikki góðtakast, at tað verður arbeitt í kirkjutíð ein s u n n u d a g . Tað hava vit aldrin prakt- iserað her á Articon, sig- ur Jón Dani- elsen, sum heldur hetta vera eitt øgil- igt og harmi- ligt mistak. Men tað er ikki bara ar- beiðsfólk hjá Føroya Løg- tingi, sum gongur ímóti halgidagslóg- ini. Sunnudagin sóust eisini fólk hjá Tórshavnar komm- unu til arbeiðis við nýggju atløgubryggjuna til Nor- rønu, sum kemur til landið hósdagin seinnapartin. Heðin Mortensen, virk- andi borgarstjóri, sigur, at tað hevur ongantíð verið politikkurin hjá Tórshavnar kommunu at lata fólk ar- beiða sunnudag, men í hes- um førinum var eitt undan- tak, tí her er talan um eitt arbeiði, sum skal verða liðugt til ávísa tíð. – Atløgubryggjan skal verða liðug hósdagin, og arbeiddu fólk sunnudagin, tí vit eru í tíðarneyð, sigur Heðin Mortensen. Hann leggur tó afturat, at tað varð ikki arbeitt í kirkjutíð. Herfyri varð skipað fyri ølsmakking í danska felags- skapinum Selskab for Vestjysk Ølkultur, og páskabryggið frá Føroya Bjór varð best umtókt í sínum klassa ØLSMAKKING Solby A. Eliasen Eini 100 fólk vóru við til smakkiroyndirnar, sum vórðu hildnar í sambandi við aðalfundin hjá felags- skapinum. Smakkiroynd- irnar vóru sokallaðar blind- smakkiroyndir. Tað vil siga, at fólkini ikki vistu, hvat slag tað var, sum tey valdu at vera best. Men tá avtorn- aði høvdu tey valt Páska- bryggið frá Føroya Bjór at vera tað besta í klassa II, sum er gull-klassin. Ølið verður klassað eftir styrki. Føroya Bjór var somu- leiðis nummar eitt til jóla- smakkiroyndirnar hjá sama felagsskapi, tá skipað varð fyri jólabryggjsmakki- royndum í november í fjør. Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, fegnast um góða úrslitið hjá Páska- brygginum. Hann sigur, at tað staðfestir, at páska- bryggið er gott, og at onnur eisini halda tað. – Tað, at páskabryggið eisini verður dømt at vera best í eini smakkiroynd í Danmark, er prógv um, at tað ikki bara eru tey lokalu, sum halda tað vera gott, heldur stjórin á Føroya Bjór, Einar Waag. Páskabryggið varð valt fram um átta onnur sløg í sama klassa. Tað er gott PR fyri Føroya Bjór aðrastaðni, at teirra øl fær viðurkenning, tí tað verður kunngjørt fyri almenninginum. Til dømis er tað lagt út á fleiri heima- síður á netinum. Einar Waag sigur, at tað eru nógv tílík feløg í Dan- mark, sum skipa fyri øl- smakking. Hesi feløg royna allatíðina at kanna og vita, um tey smærri bryggjaríini ikki eru líka góð, sum tey stóru. Einar Waag sigur, at sjálvandi eru tey fegin um úrslitið á Føroya Bjór, tí her verður ølið smakkað av fólki, sum samstundis smakka onnur sløg, og tá tað tá verður mett at vera best, má tað kunna sigast at vera eftirfarandi. Arbeiðsfólk hjá Løgtinginum breyt halgidagslógina Páskabryggið frá Føroya Bjór best Páskabryggið frá Føroya Bjór var tað mett at vera tað besta í sínum klassa til eina øl- smakkiroynd í Vesturjútlandi herfyri Tað fall kirkjugangarum í Havnar kirkju tungt fyri bróstið, at síggja mann til arbeiðis i kirkjutíð sunnumorgunin Sunnumorgunin í kirkjutíð var maður til arbeiðis við nýggja skrivstovubygningin hjá Føroya Løgtingi Sum Sosialurin skilir, so kann tað vera, at talan er um ein danskan arbeiðstak- ara, sum var til arbeiðis Útstykk- ingin á Gadd undir landi Bygdaráðsformað urin í Nes komm- unu væntar, at útstykkingin fer at nøkta tann tørv, sum er á grundøkjum í løtuni ÚTSTYKKING Vilmund Jacobsen Í løtuni er ikki so nógv sethúsabygging í Nes kommunu. Onkur hús standa í gerð, og kommunan liggur inn við nøkrum umsókn- um um byggiøki. Nøktar tørvin Marjun Gaardbo, bygdaráðsformaður, sigur, at útstykkingin, sum fer fram innanfyri húsini á Gadd, er undir landi. - Vit vænta, at grundøkini, sum eru við í hesi ætlan, verða klár at selja um heilt stutta tíð. - Kommunan liggur inni við nøkrum um- sóknum um byggiøki, men hesar eru ikki so nógvar í tali. Marjun væntar tí, at útstykkingin, sum nú er undir landi, fer at nøkta tann tørv, sum er á grundøkjum í løtuni. - Tey grundøkir, sum í fyrsta lagi verða klár, eru tey, sum liggja fram við nýggja veg- num, ið er bygdur av Gadd og heim í Heyg- arnar. Næsta stigið Bygdaráðsformaðurin sigur, at nýggja byggi- ætlanin røkkur av Gadd og nakað heim um húsini í Forna. - Hvat næsta stigið verður, tá ið útstykkj- ast skal av nýggum, er ikki greitt enn. Men vit fara at umrøða, hvussu farast skal víðari við byggingini, sigur Marjun Gaardbo, bygdaráðsformaður í Nes kommunu. - Sambært byggiætl- anini stendur heimið, sum fer at hava 16 bú- pláss, liðugt um eitt ár, sigur Marjun Gaardbo, bygdaráðs- formaður í Nes kommunu ELDRARØKT Vilmund Jacobsen Innanfyri Føroya Banka á Toftum er stórt byggivirk- semi í løtuni. Fyrra grundin, sum er stoypt upp, er nýggja húsið hjá brøðrasamkomuni, Nebo í Nes kommunu; seinna og norðrara grundin er eldrasambýlið, sum Nes kommuna letur byggja. Tað er byggifelagið, KBH á Toftum, sum stend- ur fyri stoypingini og timb- urarbeiðinum av eldrasam- býlinum. 16 búfólk Marjun Gaardbo, bygda- ráðsformaður í Nes komm- unu, sigur, at eldrasambýlið verður bygt upp í tveimum hæddum við lágari reising. - Sambært byggiætlanini stendur sambýlið klárt at taka í nýtslu um hesa tíðina komandi ár, og pláss verður fyri 16 fólkum. Hon sigur, at øll arbeiðini í sambandi við byggingina eru boðin út, og avgjørt er, hvør kemur at taka sær ymisku uppgávunum. - Avgjørt er, at KBH skal gera bygningin lidnan; síðan hava vit aðrar ar- beiðstakarar, sum skulu syrgja fyri el, hita, saniteti, málaraarbeiði og gólvá- legging. Marjun sigur, at pláss er fyri at útbyggja sambýlið, um tørvur skuldi verið á tí í framtíðini. - Men í hesum umfarin- um konsentrera vit okkum um at fáa verandi projekt frá hondini, sigur hon. Nes kommuna er við í Røktar-og ellisheiminum í Runavík, har teir "tyngru" brúkararnir eru. - Vit eru eisini við í teirri útbygging, sum fer fram í Runavík, leggur hon aftrat. 13 milj. krónur Sambýlið í Nes kommunu fer at kosta einar 13 milj. krónur, og tað er nakað meira, enn upprunaliga mett. Bygdaráðsformaðurin sigur, at dýrkingin stendst av ymiskum hækkingum, eitt nú lønarhækkingum, men hon heldur kortini, at prísurin er innan rímiligar kamar. Tað er Fuglø Arkitektar í Klaksvík, sum hava teknað sambýlið í Nes kommunu, og felagið hevur eisini eftirlitið við byggingini. Marjun Gaardbo heldur, at eldrasambýlið er væl plaserað innanfyri Føroya Banka, og útsýnið yvir havnalagið og fjørðin er gott. Byggja eldrasambýli á Toftum BÚSTEVNAN Vilmund Jacobsen Í blaðnum í gjár høvdu vit grein um bústevnuna, Hús og Innbúgv 2003, sum var í Ítróttarhøllini í Runavík seinasta vikuskiftið. Í samrøðuni, segði ein av stigtakarunum, Hans Petur Ellingsgaard, at ein eftir- meting skuldi gerast, áðr- enn sigast kundi endaliga, hvussu tiltakið hevði vignast. Hann helt tó, at bústevn- an hevði eydnast til fulnar. Framsýnararnir, hann hevði tosað við, vóru væl nøgdir, og karmarnir uttan um bústevnuna vóru góðir. Hans Petur segði, at nógv fólk vitjaðu, serliga leygar- dagin og sunnudagin, tá ið veðrið var so óføra gott. Hann dugdi tó ikki at siga neyvt, hvussu nógv fólk høvdu verið inni á gólvinum stevnudagarnar. Nakað eftir, at vit høvdu gjørt samrøðuna, og greinin var farin í blaðið, ringdi Hans Petur Ellingsgaard aftur og segði, at talið av vitjandi lá onkustaðni mill- um 4000 og 5000. Hetta er eitt stórt tal á eini sølustevnu. 4000-5000 fólk á bústevnu Neyvari metingar siga, at eini 4000-5000 fólk vitjaðu á bústevnuni, Hús og Innbúgv 2003, sum var í Ítróttarhøllini í Runavík seinasta vikuskiftið. Mynd: Jens Kr. Vang Nógv bygging fer fram innanfyri Føroya Banka á Toftum í hesum døgum. Fremra grundin á myndini er nýggja húsið, Nebo, hjá brøðrasamkomuni í Nes kommunu; seinna og norðrara grundin er eldrasambýlið, sum Nes kommuna letur byggja. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 7 6