Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 69 - 9. apríl 2003 Nr. 69 - 9. apríl 2003 9 Politisku flokkarnir góðtaka ikki donsku framferðina, tá hon setti eina røð av hernaðarlógum og kunngerðum í gildi fyri Føroyar beint ímóti viljanum hjá løgtinginum. Javnaðarflokkurin hevur sett uppskot fram um at taka lógirnar av, men eitt sindur av iva er um, hvussu mótmæli skal sendast avstað til donsku stjórnina KONFRONTATIÓN Ingi Rasmussen Løgtingið setir hart ímót hørðum. Tað vil ikki góð- taka, at danska stjórnin hevur lýst nakrar hernaðar- lógir fyri Føroyar uttan at spyrja løgtingið eftir. Og enntá beint ímóti einari løgtingssamtykt frá 26. november 2001. Javnaðarflokkurin leggur eitt uppskot til ríkislógar- tilmæli fyri løgtingið um at taka lógirnar av aftur bein- anvegin. Sostatt nærkast fólkavalda tingið í Føroy- um eftir øllum at døma einari konfrontatión við donsku stjórnina. Tað ljóðar sum eitt stríð um paragraffir, men tað er tað ikki. Tað er eitt stríð um vald. – Vit mugu fáa staðfest myndugleikan hjá løgting- inum, sigur Kristian Magnussen úr Javnaðar- flokkinum, sum hevur átikið sær leiklutin at savna undirskriftir fyri uppskotin- um, so tað kann vera lagt fram, hóast farið er um freistina fyri at leggja upp- skot fram í hesari tingset- uni. 17 undirskriftir skulu til, og tær skuldu fáast til vega týsdagin. Spurdur, hví júst Javnað- arflokkurin leggur uppskot- ið fram, sigur Kristian Magnussen: – Vit hava faktiskt bíðað og bíðað. Vit væntaðu, at samgongan fór at gera okk- urt. Men har kom onki, og nú mátti okkurt henda, sigur Kristian Magnussen. Krevur respekt Nógv hevur verið tosað um, hvørt valdið yvir Føroyum er latið føroyingum av døn- um at umsita. Um talan er um eina delegatión. Kristi- an Magnussen hevur ong- antíð trúð uppá, at danir kundu funnið uppá at tikið valdið aftur. Men nú danska stjórnin av sínum einting- um setti eina røð av lógum og kunngerðum í gildi fyri Føroyar ímóti vilja løg- tingsins, mugu føroyingar beinanvegin rópa varskó, heldur uppskotstillarin. – Nú er nakað hent, sum setir 55 ára praksis til síðis. Hetta er sera álvarsligt. Tað kunnu vit ikki góðtaka. Hetta mugu vit mana í jørð- ina umgangandi. Løgtingið má seta seg í respekt, sigur ein avgjørdur Kristian Magnusssen. Honum er greitt, at hetta kann føra til ein politiskan samanbrest við Danmark. Men hann er til reiðar at taka dystin upp, um tað er neyðugt. – Tað gera vit. Tað má eingin ivi vera um autorit- etin hjá løgtinginum. Vandi er fyri, at hetta gerst eitt fyridømi. Um vit lata tað ganga hesaferð, so kann tað henda aftur, sigur Kristian Magnussen, sum heldur, at danska hervaldið í Føroy- um kann klára seg við van- ligari sivilari lóggávu. Stuðla og tó... Sjálvt Sambandsflokkurin stuðlar framløguni, men hann vil kanna málið nærri, áðrenn hann tekur støðu til uppskotið. – Uppskotið skal fáa okk- ara undirskrift fyri at vera lagt fram. Vit vilja ikki halda nøkrum niðri, men vit vilja kanna málið nærri, áðrenn vit taka støðu til tað. Vit vilja hava at vita hvat er hent. Um málið er ignorer- að frá landsstýrisins síðu, so er tað okkara egni feilur. Men tað veit eg ikki. Tí mugu vit vita meira, sigur Lisbeth L. Petersen, for- kvinna Sambandsfloksins, sum sjálv ætlar at spyrja seg fyri, tá hon fer niður á Fólkating í vikuni. Formaðurin í tingbólki Fólkafloksins dregur eisini eitt sindur á bæði. Flokkur- in hevur prátað um málið, men hevði ikki tikið eina felags støðu, tá vit tosaðu við hann fyrrapartin týs- dagin. – Vit eru øll samd um, at tað er prinsipielt skeivt, at lógir vera settar í gildi í Føroyum ímóti vilja løg- tingsins. Hetta er eitt gott tiltak frá Javnaðarflokkin- um, men nú fáa vit at síggja, hvussu besti mátin er at takkla hetta. Um landsstýrið skal melda greitt út, ella um vit í løg- tinginum gera tað saman við Javnaðarflokkinum. Vit hava ávís atlit at taka, tá vit sita í samgongu, sigur Óli Breckmann. Neyðtikin tjóð Hergeir Nielsen úr Tjóð- veldisflokkinum hevur longu verið frammi og gjørt vart við síni sjónarmið. Hann hevur kallað fram- ferðina hjá stjórnini fyri eina neyðtøku av føroysku tjóðini. Hann stuðlar tank- anum um, at løgtingið setir føtur í spenni, men hann ivast samstundis í, hvussu tað skal gerast. – Vit skulu leita alt løg- tingið saman og fáa staðfest eitt álvarsligt mótmæli ímóti at vera neyðtikin av donsku stjórnini. Tað skal ikki standa á. Eg kundi hugsað mær ein øðrvísi hátt at gjørt tað, men vit skulu nokk semjast um ein leist, sigur Hergeir Nielsen. Hansara sjónarmið er, at løgtingið longu hevur sam- tykt einmælt, at tað ikki vil hava hernaðarligu revsilóg- irnar settar í gildi. Hann heldur onga orsøk vera til, at løgtingið enn einaferð samtykkir eitt ríkislógartil- mæli, sum sigur tað sama, tí tað minkar eisini um virðingina fyri løgtingin- um. – Eg haldi tað hevði ver- ið betri, um løgtingið í ein- um uppskoti til samtyktar heitti á landsstýrið um beinanvegin at boða frá mótmælinum hjá løgtingin- um og beinanvegin krevur lógirnar at vera tiknar av. Eg kundi hugsað mær at sloppið at broytt uppskotið eitt sindur. Men tað skal ikki skilja okkum, sigur Hergeir Nielsen. Eitt stríð um vald Nakrar lógir fyri hervaldið í Føroyum liggja í buktini, men tað er sjálvur myndugleikin hjá løgtinginum, sum stendur upp á spæl Nú er nakað hent, sum setir 55 ára praksis til síðis. Hetta er sera álvarsligt. Tað kunnu vit ikki góðtaka. Hetta mugu vit mana í jørðina umgangandi. Løgtingið má seta seg í respekt. Kristian Magnusssen, Javnaðarflokkurin. „ NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 9. apríl. Procopius. Talan er kanska um tann Prokorus, sum er nevndur í Ápostlasøguni 6,5. Segðist at vera bróðursonur Stefans. Rørsmiðir staðið sveinaroynd Seinasta fríggjadag fingu tríggir rørsmiðir prógv á Tekniska Skúla í Havn. Teri vóru Meinhard H. Joensen úr Norðragøtu, ið hevur lært hjá P/f Zacharias Leit- isstein í Runavík, Rólant Michelsen úr Havn, ið hevur lært hjá P/f Mariu Poulsen & Co. í Havn og Thorleif Eyðun Petersen úr Klaksvík, ið hevur lært hjá Sp/f Victor á Lakjuni í Klaksvík. Hesir hava staðið sveinaroynd sum rørsmiðir: f.v. Meinhard H. Joensen úr Norðragøtu, Rólant Michelsen úr Havn og Thorleif Eyðun Petersen úr Klaksvík Jóanes Nielsen 50 ár Leygardagin 5. apríl fylti Jóanes Nielsen rithøvundur í Havn 50 ár. Jóanes er sonur Marjun, f. Kjærbo, og Svend Nielsen í Havn. Umframt at verða rithøv- undur hevur Jóanes verið fiskimaður og arbeiðsmað- ur. Hann hevur útgivið fleiri bøkur og yrkinga- søvn, sum t.d. yrkinga- søvnini Trettandi mánaðin, Pinnabrenni til sosialism- una, Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin, Naglar í jarðarinnar hús, Kirkjurnar á havsins botni og skaldsøguna, Gummi- stivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar við eiga í Føroyum. Hann hevur eis- ini skrivað sjónleikin, Eitur nakað land weekend. Í 1996 fekk hann starvsløn frá Statens Kunstfond. Jóanes Nielsen og Rannvá Mortensen búgva yviri við Strond. Hann eigur døtur- nar Beintu og Katrin og abbasonin William. Poli- tikken skrivaði seinasta leygardag, í sambandi við føðingardagin hjá Jóanesi, "Havde han skrevet på engelsk eller fransk, ville hann være berømt". Nýggir hallar- vørðar á Hálsi Fríggjadagin var lítil samkoma á Tórshavnr Ítróttar- og Samkomuhøll, í sambandi við at fyrrverandi hallarstjórin Birgir Sondum og Hákun Mikkelsen hall- arvørður, hava sagt seg úr starvi og tveir nýggir hall- arvørðar hava tikið yvir. Birgir og Hákun fingu handaða gávu frá starvs- nevndini fyri Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll fyri góða og trúgva tæn- astu. Nýggjur hallarstjóri er Frank Mikkelsen og hallar- vørður er Dánjal Samuel- sen. 17. mars bleiv Dánjal Samuelsen settur sum hallarvørður við Tórshavn- ar Ítróttar- og Samkomu- høll á Hálsi í Havn. Dánjal, ið er 44 ára gamal, er fødd- ur og uppvaksin í Sanda- vági. Hann er útbúgvin bygningssnikkari og ar- beiddi sum sjálvstøðugur bygningssnikkari og timb- urmaður í Vágum. Í 1994 flutti hann til Danmarkar at búgva, har hann arbeiddi sum timburmaður, til hann flutti heimaftur til Føroya at búgva í 2002 og búsettist í Havn. Dánjal er giftur við Katrin, f. Johannesen, úr Havn, og eiga tey tveir synir og tvær døtur. 1. apríl bleiv Frank Mikkelsen settur sum hallarstjóri við Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll á Hálsi í Havn. Frank, ið er 45 ára gamal, er føddur og uppvaksin í Havn. Hann flutti sum ungur til Dan- markar at búgva, tó ar- beiddi hann í Føroyum okkurt tíðarskeið. Frá 1980-85 búði hann í Spanien, har hann arbeiddi sum rørleggjari og lærari í træsmíð. Frá 1985-91 arbeiddi hann í Grønlandi og sigldi sum kokkur við grønlendskum rækjuskipi. Síðan 1991 hevur hann búð í Danmark, har hann fekk sær skiparaútbúgving og arbeiddi sum húsavørður á einum ellis- og røktar- heimi, til hann flutti heim aftur til Føroya síðst í mars. Frank er giftur við Fíu, f. Husgaard, úr Havn, og eiga tey ein son og eina dóttir. Frank Mikkelsen hallarstjóri og Dánjal Samuelsen hallarvørður við Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll C M Y K 9 8