Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 69 - 9. apríl 2003 Nr. 69 - 9. apríl 2003 11 Flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum heldur, at persón- ligt stríð darvar politiska arbeiðnum. Flokstingið heldur eisini, at tað gongur so seint við sjálvstýrismálinum og yvirtøkunum, at flokstingið áleggur umboðunum sínum at skunda undir fleiri yvirtøkur. Teir flestu føroyingar eru samdir við Tjóðveldisflokk- inum um, at tað líkist ongum við teimum persónligu stríðsmálunum. Men hvør er orsøkin til persónsmálini? Jú, Tjóðveldisflokkurin! Samgongan var ikki meiri enn skipað, tá løgtings- maðurin Torbjørn Jacobsen setti fram so grovar skuld- setingar ímóti Anfinni Kalsberg fyri at hava havt ov langar fingrar í 80-unum, at var tað í einum øðrum landi, hevði løgmaður stevnt, og sagt upp samstarvið við Tjóðveldisflokkin. Størsta og syrgiligasta persónsmálið í langa tíð tók seg upp, tá braneggjaði landsstýrismaðurin í mentamálum setti ein dana fram um ein føroying í starv sum lands- antikvarur. Hetta málið hevur avgjørt ikki verið til heiðurs fyri Tjóðveldisflokkin og hesum kann flokkur og formaður takka sær sjálvum fyri. Sum málið leið, gjørdist alt sjónskari, at málið varð stýrt úr erva - frá formanninum. Tað sama siga tey tjóðveldisfólk, sum ikki eru í hallujakórinum - sum ikki eru heilt paralyserað. Hetta málið hevði ikki meira enn lagt seg, tá ein annar landsstýrismaður hjá Tjóðveldisflokkinum hirdi eina sjónvarpskvinnu á dyr, tí tað hóvaði honum ikki at tosa við hana. Hetta man vera eindømi í tí fólkaræðiliga og siviliseraða Vesturheiminum. So grovt, at sjónvarps- stjórin mátti senda eitt mótmælisskriv til floksfor- mannin! Omaná tað heila kemur floksformaðurin við útspilling- um ímóti fjølmiðlunum fyri at lýsa mál einoygt. Men so leingi sum ein partur - í hesum føri formaðurin í Tjóðveldisflokkinum - ikki vil úttala seg, tá tað m.a. snýr seg um persónsmál, verður eitt mál lýst heldur einoygt. So hetta er aftur eitt sjálvmál. Tað er skilligt, at flokstingið er ónøgt, tí nærum einki hendir á sjálvstýrisleið. Tær yvirtøkur, sum eru framdar, hava landsstýrismenn úr Fólkaflokkinum skipað fyri. Tann nýggi "yvirtøkuleisturin" minnir ikki sørt um tey sjónarmið, sum ein landsstýrismaðurin úr Fólkaflokkin- um legði fram fyri einum ári síðani. Tjóðveldisumboðini hava lítið og einki fingið av skafti, tá tað snýr seg um yvirtøkur. Tí er tað ikki so løgið, at flokstingið ótolnast. Tí kann aftur staðfestast, at einum parti floksins hóvar best at rumbla. Teir landsstýrismenn hjá flokkinum, sum hava megnað at loyst okkurt út lagdi, vórðu - um ikki frystir - so køldir út undan og á seinasta vali. Tí liggur flokkurin ídag sum hann hevur reitt! -Rannsakandi floksing, skrivar Dimma. Men sjálvrannsakanin tykist ikki djúptøkin! DAGSINS MEINING Sosialurin Tjóðveldisflokkurin orsøkin til persónsmál og vantandi yvirtøkur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Súsanna Bertholdsen Vit eru uttan iva nógvir føroyingar, sum eru sera ónøgdir við Sjónvarp Før- oya í hesum stjørnu-døg- um. Eg haldi tað vera undir alt lágmark, at tit einki hava megnað at sent beinleiðis av Guðruni Sólju Jacobsen, sum er egin framleiðsla.Vit vóru mong, ið lurtaði eftir ÚF fríggjakvøldi, sum gjørdi nógv burturúr, men hví var SVF ikki tilstaðar á Tvøroyri ? Eg vænti, at vit eru mong, sum heldur vildu síggja myndir frá veitslu- róminum í Tvøroyrar Klubba enn Gekkin. Nú siti eg just og lurti eftir ÚF, sum sendir bein- leiðis frá móttøkuni í Vág- um og í Havn, men enn einaferð er SVF eftirbátur. Tað er sjálvandi kostnað- armikið at gera beinleiðis sendingar, men tað kann ikki verða tað stóra, tit nýta av peningi til egnar fram- leiðslur. Endursendingar kosta sum kunnugt einki ! So hvat blívir hækkaða sjónvarpsgjaldið nýtt til ? Eg vil leggja avtrat, at eg gjaldi útvarpsgjaldið við gleði. Tað sama kann eg ikki siga um sjónvarps- gjaldið - tað verður goldið við ringum tannabiti, tí SVF er út av lagi vánaligt. Og eg eri vís í, at mong eru samd við mær ! Eitt herðaklapp til ÚF, men hvar bleiv SVF av? Í hesum árinum, sum er ár teirra brekaðu í Europa, vil Norðurlenska giktaráðið (Nordisk Reumaråd) gera vart við tann veruleika, at giktarakt (reumatikarar) hava ovurstórar trupulleik- ar, tá tey skulu lata vanligar húsarhaldspakkar upp. Grípmegin í hondunum hjá giktraktum (reumatikarum) er viknað og tað pínir í fingraliðunum. Tað er trup- ult hjá okkum at grípa, vinda ella lyfta við hond- unum. Sambært upplýsing- um frá felagslimum okkara eru til dømis kaffipakkar, gataðar plastinnpakkingar, barnatryggjaðir proppar á vaskievnum og blikkamat- arblikk við upplatingar- stykki ringast at lata upp. Tað er ikki so frægt, at heilivágsinnpakkingarnar eru gjørdar soleiðis, at tey, sum skulu nýta heilivágir- nar kunnu lata pakkarnar upp. Sambært brúkarakann- ingum halda brúkararnir, at tað er av stórum týdningi, at innpakkingar eru lættar at lata upp og aftur. Mat- vøruídnaðurin hevur sjálv- ur ført fram, at innpakk- ingarframleiðslan skal mennast fyri at lætta um hjá brúkarabólkum, sum halda tað vera trupult at lata innpakkingar upp. Millum slíkar brúkarabólkar verða børn og gomul fólk tikin fram um kroniskt sjúk og virkistarnað. Hjá mongum kroniskt sjúkum og virkistarnaðum fólkum eru innpakkingar, sum eru ringir at lata upp, ein dagligur trupulleiki. Tó er hesin trupulleikin ikki kannaður regluliga. Norðurlendska giktaráð- ið (Nordisk Reumaråd) heitir á matvøruídnaðin at hava virkistarnað og kron- iskt sjúk - sosum giktarakt ella reumatikarar - í huga, táið innpakkingar til húsar- haldið verða framleiddar. Hetta krevur eina miðvísa skráseting av teimum trupulleikum, sum gikta- rakt ella reumatikarar hava av innpakkinum og teimum loysnum, sum vit sjálv mæla til. Umleið tíggjunda hvørt fólk í Norðurlondum líður av onkrum av teimum 200 ymisku giktasjúkunum. Norðurlendski Reuma- ráðsfundurin í Føroyum 05.04.2003. Leila Solmunde er ráðs- limur fyri Føroyar. Yvirlýsing frá norðurlendskum giktafeløgum TÍÐINDASKRIV Eftir Páskir hava fólk á bygd møðuleika at síggja skemtileikin " Einki er sum mammusa gras" eftir Dario Fo, og sum Jákup Veyhe hevur leikstjórnað. Ætlanin er at fara at ferðast við leikinum runt í Føroyum, men einki er orduliga avgjørt enn hvar fari verður at ferðast við leikinum. Tað fáa fólk at vita eftir Páskir. Leikurin hevur verið sýndur í Sjónleikarhúsinum nú nakrar ferðir og seinastu sýningarnar áðrenn Páskir vera týsdagin, mikudagin, fríggjadagin og leygardag- in, allir dagar kl. 19.00. Atgongumerkit á kr. 100,- kunnu keypast á Kunningarstovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýn- ing, siga tey úr Sjónleik- arhúsinum í tíðindaskrivi. Einki er sum mammusa gras TÍÐINDASKRIV Fíggjarmálaráðið kannar møguleikar at talgilda al- mennu umsitingina. Málið er at økja um tænastustøðið mótvegis borgarunum og lætta um arbeiðsgongdina í umsitingini. Talgildan fevnir millum annað um: Elektronisk oyðubløð, sum geva borgarum møguleika at avgreiða mál, tá ið best liggur fyri hjá teimum. Hetta ger samskiftið ímillum borg- arar og almennar stovnar liðiligari og sparir tíð og orku fyri allar partar. Elektronisk handfaring av málum og skjølum. Hetta skal taka burtur óneyðug lið í arbeiðs- gongdini í almennu um- sitingini og geva borgar- um skjótari og betri tæn- astu. Endurnýtsla av grund- upplýsingum. Í fleiri førum senda fyritøkur og borgarar somu upplýs- ingar inn til almennar stovnar fleiri ferðir. Endurnýtsla av grund- upplýsingum kann spara bæði borgarum og al- mennu umsitingini tíð og orku. Heili 52% av Føroya fólki nýta alnótina at leita sær vitan og annað hjá tí almenna. Hetta eru 82% av øllum teimum, sum hava atgongd til alnót. Í altjóða høpi liggja Føroyar ovar- laga við nýtslu av alnót til almennar heimasíður og verður tí mett, at hetta er eitt gott útgangsstøði fyri eini talgildis gongd. Talgildis verkætlanin er ein liður í einari rationali- sering av almennu umsit- ingini, sum Fíggjarmála- ráðið hevur sett í verk. Á heimasíðuni hjá Fíggj- armálaráðnum www.fmr.fo ber til at lesa um føroysku og altjóða Gallup kann- ingarnar um alnóta nýtslu. Meira fæst at vita um hesa verkætlan við at venda sær til Duritu Eliasen, full- trúa, í Fíggjarmálaráðnum, tlf. 35 20 05. Talgildan VIÐMERKINGAR Evald Rasmussen Rás Tórshavn slóknaði, og gamli stjórin í Svf fekk teymarnar, og skuldi skapa føroyingum eitt nýtt, betri og meira mentað sjonvarp. Borgarstjórin í Havn blakaði Rásmilliónina í "Skendsil Føroya Fólks" Poulsvøll, og noktaði teimum "fáu" at renna um Skendslið. Hesi fáu eru tó fleiri í tali enn teir føroysku fótbóltsleikarar, ið hava verið á Tórsvølli, og latið aðrar skotið upp á mál. Men hvat hendi so. Jú, sjónvarpsgjaldið hækkaði, og sum okkum lovað fingu vit tvær nýggjar ikki-end- ursendingar. Allir miðla- menn sjónvarpsins løgdu høvdini í blot, og trúgvi tí ella ei, úrslit kom burturúr: Ein ítróttasending - ein fótbóltssending - ein háan móti restini av føroyska ítróttinum. Og so ein ítróttasending, har allur ítróttur skal sleppa við, men har høvuðsvektin er á? Ja git. Pól F lýsir hugsunarhátt programleiðarans og vert- sins í spurnarsendingini væl í yrkingini "Sambands- politikkarin". Her lagað til høvið, men eg ivist ikki eina løtu í, at yrkjarin, hvar hann so enn er, hevði tikið undir við sjónarmiðinum. Er soðið ov tunt, koyr fótbóltar í, So slúkar fjøldin, tað kann ikki feila, Tí hon hevur runu, hann gólvsóp til heila, Øld eftir øld. Annað var ikki væntandi, tí ALLIR ítróttablaðmenn, bæði hjá Svf og ÚF eru einsporaðir og so fantasi- leysir, at um ikki Sjónvarps og Útvarpsnevndirnar vakna, so síggja og hoyra vit runt inn í næstu øld. Enn einaferð Heri Simonsen Nøkur loftmiðlafólk hava roynt at kriminalisera Kára P. Højgaard fyri at virka fyri broytingum í ferðslu- lógini, men einki kann verða meira skeivt! Undir- ritaði hevur í minst tveim- um førum heitt á Kára P. Højgaard, sum mín starvs- felaga, sum eisini livir av sínum koyrikortið (mótsatt t.d. Høgna Djurhuus, tíð- indamanni!), um at virka fyri at broyta ferðslulógina. Fyrstu ferð longu í fjør. Soleiðis at vit fáa eina rættvísa ferðslulóg, sum ger mun millum vilja brot og óvilja brot, ger mun millum tað, sum verður gjørt í óflýggjaskapi, og tað sum verður gjørt í ósketni. Kári P. Højgaard hevur so- leiðis arbeitt við málinum longu langt áðrenn hann sjálvur kom út fyri at gera eitt brot í ósketni, í ferðsl- uni. Ella sagt við øðrum orðum: Kári P. Højgaard er talurørið hjá øllum, ið eru rakt av víkiskyldispara- graffuni. Liva av koyrikortinum! Eg eri álitismaður hjá post- monnunum í útberingini í Suðurstreymoy, sum eins og hýruvagnsførarar, buss- førarar, sølufólk, portørar, lastbilsførarar o.o. liva av sínum koyrikortið. Uttan koyrikort verður livibreyð- ið skrætt undan okkum. Tað var eisini, sum táverandi varaálitismaður, at eg heitti á Kára P. Højgaard í fjør, um at virka fyri, at henda hóttanin ímóti livibreyði okkara var strikað í ferðslulógini. Eitt mistak undir arbeiði.......og ein kann missa arbeiðið við tí revsingar-taksering núver- andi ferðslulóg leggur upp til. Kári, starvsbróðir (og tingmaður) hevur frá fyrsta degi eg nevndi hesa ólukku víkisskylduparagraffina fyri honum havt 100 % forstáilsi, at livibreyðið hjá m.a. okkara starvsbólki er hótt við hesu óetisku ferðslulóg. Men hetta er óiva ringt at skilja fyri fólk, sum hava mussaskøðið og telduna, sum sítt livibreyð! Samtykti ikki lógina! 23 av teimum núverandi 32 tingmonnunum, ið sam- tyktu lógina sita enn á tingi. Kári P. Højgaard sat ikki á tingi á vári í 2000 tá henda fyri mong vanlagnuliga ferðslulógin bleiv samtykt 32-0, og sett í gildi 1. juli 2000. Kári P. Højgaard eigur sostatt ikki lut í hesi løgtingssamtyktini. Men hetta yvirsær ella yvir- hoyrir almenni loftmiðilin, sum forrestin noktaði post- boðunum í Havn at senda einum starvsfelaga, ið fór úr starvi eftir 30 ára tæn- astu, eina heilsan í "Mál- tráðnum" og "Tit skriva, vit spæla!", men vit eru jú eins og Kári P. Højgaard bara nakrir gemenir postmenn!. Offur og fríkendur! Undirritaði kennir víki- skyldisbrot á sínum kroppi, betri enn nakar annar. Eingin er dripin av einum víkiskyldisbroti, men tann, sum hevur verið nærmast er undirritaði sjálvur. Eg eri eisini ein av teimum heilt fáu hepnu, sum ikki hevur fingið koyrikortið frádømt í Føroya Rætti fyri eitt víkiskyldisbrot. Bæði hesi brot hendu undir tí arbeiði, sum er livibreyðið hjá mær, eins og tað er tað hjá Kára P. Højgaard. Tískil vendi eg mær til júst Kára P. Høj- gaard, um hetta málið, og havi eg sent honum onkrar "rykkjarir" um hetta málið, fyri at brúka eina post- termologi. Alt langt áðrenn hann ólukkutíð bleiv raktur av lógini sjálvur! Hygg eftir Svøríki! Tann annars dugnaligi journalisturin Høgni Djur- huus er eisini skrivari hjá Norrøna Felagnum. Sum norrønur skrivari átti at verið upplagt at kanna t.d. ferðslulógirnar hjá hinum norðanlondunum. Um ein setur sjóneykuna á svensku ferðslulógina, so hevði t.d. ein journalistur sæð, at víkiskyldisbrot verða ikki eins hart revsaði í Svøríki, sum í Danmark, og í før- oysku "bastard-lógini". Svenskarar, sum loftmiðl- arnir kalla: "Sviar" (Bert fólk í Mið-Svøríki eru svear!!) hava hinvegin valt at sláa hart niður á t.d. rúsdrekkakoyring og hasardkoyring. Og eg kann lova tykkum fyri, at svensk- arar hava virðing fyri síni ferðslulóg! Hetta kann ikki sigast um føroyingar og føroysku ferðslulógina! Føroyska ferðslulógin síðu- stillar 0,79 í promillu, og ferð við 150-200 km/t ájavnt við víkiskyldisbrot. Hetta er tað, sum nærum allir bilførarar - Kári P. Højgaard íroknaður - ynska at broyta, og hvat er skeivt við tí? Ein kennur mein í annans bein, tá ein er raktur sjálvur! Góða eydnu Kári! við stríðnum fyri eini meira rættvísari ferðslulóg, sum verður skorin eftir føroysk- um leisti og umstøðum. Við rættvísiskvøðu. Bað Kára P. Højgaard virka fyri broytingum í ferðslulógini longu í fjør! Fríggjakvøldið 21. apríl verður so aftur tann ár- liga gospelkonsertin, sum HeimaMissións Ungdómur skipar fyri. Undanfarin ár hevur hon verið í Ítróttarhøllini í Runavík, men av tí Mentanarhúsið í Fugla- firði, ta seinastu tíðina, hevur fingið so gott ummæli at hava kon- sertir og líknandi tiltøk í, var avgjørt at royna hetta staðið í ár. Bólkarnir sum vera við í ár eru: I am og MMM, sum báðir hava luttikið í Prix Føroyar kappingum, umframt G- sus og gospelkórið VOX. Umframt hesar fýra bólkarnar luttekur eisini lovsangsbólkurin Prayz á konsertini. Av tí at bólkarnir eru sera ymiskir í tónleika- og sangstíli, kann ikki annað enn væntast at vit fáa eina sera fjølbroytta konsert. Atgongumerki fáast við dyrnar. Gospelkonsert í Ment- anarhúsinum í Fugla- firði í vikuskiftinum C M Y K 11 10