Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 69 - 9. apríl 2003 Nr. 69 - 9. apríl 2003 13 Jógvan við Keldu løgtingsmaður, í Norðoyggjum Strandferðslan varð skerd við 10 milliónum krónum ella við 6 pro- sentum. Stovnurin hevur í inntøkum slakar 160 milliónir krónur. At Leir- víksfjarðaleiðin var ætl- að at bera slakan helm- ing av skerjingini er reint vitloysi. - At Gunnleivur Dals- garð, formaður Starvs- mannafelagsins ikki vil skilja málið, sum tað liggur, er onnur søk. Leygarmorgunin 5. apríl vórðu endurgivnar sam- røður úr Dimmalætting og Sosialinum við ávíkavist stjóra Strandferðslunnar Kristian Davidsen og Gunnleiv Dalsgarð, for- mann Starvsmannafelag- sins. Eg fari at koma við nøkrum rættleiðingum og viðmerkingum til hetta prátið, sum var sera eins- táttað, og málið er ikki so einfalt, sum tað verður gjørt til. Tað er rætt, at eftir at løgtingsfíggjarlógin fyri 2003 hevði fingið fyrstu viðgerð og kom aftur til aðru viðgerð, hevði fíggjar- nevndin skert hana við 80 mió. krónum, harav Strand- ferðslan skuldi spara íalt 10 mió. krónur ella stívliga 6 prosent av játtan stovnsins. Strandferðslan hevur á dagførdu fíggjarætlanini fyri 2003 í inntøkum slakar 160 mió. krónur. Stovnurin fær sostatt 92,3 mió. krónur í søluinntøkum, meðan hinar 66.6 mió. krónurnar verða játtaðar afturat á fíggjarlógini. Av hesum 10 millión- unum skuldi helmingurin sparast á Leirvíksfjarðar- leiðini. Tann sum veruliga hevur sett seg inn í ruðuleikan, ið hevur valda á Leir- víksfjarðarleiðini nú í mong ár veit, at ein tílík sparing á júst hesi leiðini, er vitleyst, og givið er, at inntøkurnar høvdu minkað munandi við at sett" Tern- una" inn fyri "Dúgvuna". Tað tykist ikki, sum um formaður Starvsmanna- felagsins, Gunnleivur Dals- garð hevur áhuga fyri at seta seg inn í veruligu støðuna, sum Norðoyggjar eru í. Dúgvan og Ternan skuldu sigla Í august mánaði í fjør, tá Vágatunnilin varð latin upp, varð avgjørt, at "Tern- an" skuldi koma afturat "Dúgvuni" at røkja Leir- víksfjørð. Henda loysn hevur ikki verið framd, men afturat "Dúgvuni" hevur "Sam" siglt. – Hetta hevur ikki og kemur ikki at nøkta hesa leið. Tað tykist tí ómetaliga løgið, at Strandferðslan hevur lagt helmingin av sparingini á júst Leirvíks- fjarðarleiðina, sum framm- anundan er ein ruðuleiki, tí ferðslan er ov nógv. Lat tað eisini verða sagt, at bilrøðirnar standa íðiliga eftir einum høvuðsvegi, nevniliga norðureftir Stangarvegnum, tí allir básar eru fullir. At ikki løgreglan hevur gjørt vart við hesa hættisligu gongd, undrar mangan. Skuldi "Ternan" og "Sam" røkt hesa leið, var uppaftur nógv verri statt. Norðoyggjar ofta lagdar lamnar Nú tekur Gunnleivur Dals- garð soleiðis til, at "framd- ur verður sálarligur yvir- gangur" ímóti almennum starvsfólki. Í Norðoyggjum búgva 6 túsund føroyingar, sum bert hava eina farleið inn á megin-landið, tað er Leirvíksjfarðaleiðin. – Hesin partur av landinum er ikki týdningarleysur. Formaður Starvsmanna- felagsins hevur ikki bert eina og tvær ferðir, men fleiri ferðir í vikuvís lagt hesa farleið - og við tí allar Norðoyggjar - lamnar, uttan at vinnulívið og skúla- ungdómur okkara, sum ferðast millum Norð- oyggjar og Kambsdal, og eysturoyingar ferðast til skúlar her, hava tikið hetta sum "sálarligan yvirgang", hóast hetta eftir termino- logiini hjá formanninum kundi verið kallað so. – Hetta hevur bert verið dagligur veruleiki. Vit skulu eisini minnast til, at henda atgerð hevur rakt øki okkara meint, og hevur sjálvandi ikki havt somu ávirkan fyri høvuðs- staðin, men har búgva jú flestu limir starvsmanna- felagsins. Tað var ikki burturvið Tá formaðurin sigur, at tað er burturvið, tá eg segði á tingi, at "tað almenna hevur stolið hendan vinnuvegin", fari eg at gera vart við, at tað var rætt, sum eg segði, og fari at geva eitt dømi. Í 1961 læt Kjølbro byggja ein nýggjan "Pride", til at røkja farleiðina millum Tórshavn og Klaks- vík, sum hann hevði gjørt í mong ár. Stutt eftir verður nýggjur "Smyril" bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju. – Hann var so mikið stórur og dýrur, at umframt at røkja Suðuroyarsiglingina, varð hann eisini settur í rutu millum Havnina og Klaksvík. Hetta gjørdi, at henda almenna ruta – við al- mennum peningi - tók lívið av "Pride" soleiðis, at Kjølbro bert hevði eitt at gera, tað var at bjóða landinum skipið. Eg kenni hetta málið, tí eg arbeiddi hjá Kjølbro tey árini. – Hetta var tað eg á tingið meinti, tá eg segði, at henda ger var, sum "tá leyva fer eftir zebra". Bilar, bussar o.a. Eg skal ikki leingja nógv um hesaferð. Tó lat meg siga, at tað undrar mangan, tá vit síggja bilar, bussar og postbilar í kapping koyra um landið – fleiri tómir ella hálvtómir – og at í staðin fyri veruliga at gera upp í hesum trupulleika, at skerja Leirvíksfjarðarleiðina, sum liggur undir tí, ið ætlanin var í tænastu. – Tí gjørdist alt so ótrygt. Lat meg eisini siga, at Norðoyggjar var helst einasta økið, sum ongantíð mótmælti hækkaðu ferða- seðlaprísunum, men bert kravdu regularitet, fleksi- bilitet og at farðleiðin virk- aði, so vinnulív okkara kann virka og okkara skúla- ungdómur kann ferðast undir nøkulunda góðum viðurskiftum. Broytingartíð Lat meg til seinast hesaferð koma við einum hugskoti, sum kanska kundi birt upp undir eitt frægari kjak. Nú Vágatunnilin er komin, og Norðoyatunnilin verður verðuleiki um tvey ár, eru bert tvinnar rutur eftir av teimum stóru, nevniliga Suðuroyarleiðin og Sandoyðarleiðin. Tað kundi tí verið rætt, at lagt skrivstovuna fyri Suður- oyarleiðina í Suðuroy og skrivstovuna fyri Sand- oyarleiðina á Sandoynni, meðan skrivstovan fyri tær smærru ruturnar fram- haldandi kundi hildið fram, har hon nú er. Einki hevði verið í vegin fyri at samskipa hesar tættir í hesum teldutíðum. Hetta hóvar helst ikki formanni Starvsmannafe- lagsins, men hevði verið í tráð við politikk samgong- unnar, og hevði helst verið ódýrari loysn. Men lat tað verða sagt bæði yvirfyri stjóra Strand- ferðslunnar og ikki minst formanni Starvsmanna- felagsins, at tað er vitleyst at seta "Ternuna" inn fyri "Dúgvuna", tað havi eg grundgivið fyri fyrr, og at Leirvíksfjarðaleiðin skal bera um helmingin av skerjingini er at halda klaksvíkingar og norð- oyingar fyri tað turra spott. Viðmerkingar um Leirvíksfjarðaleiðina Rættleiðingar og viðmerkingar til einfaldgjørdar samrøður VIÐMERKINGAR Lisbeth L. Petersen Sambandsflokkurin Síðan Útvarp Føroya bar tey tíðindini, at fíggjar- nevndin hevði sent lands- stýrismanninum við heilsu- málum bræv við góðum ráðum, hevur tann fatan verið millum fólk, at tað er ein samd fíggjarnevnd, sum hevur skrivað brævið. Eg skal við hesum av- sanna, at Sambandsflokk- urin hevur tikið undir við nøkrum brævi. Mær vitandi er tað meirilutin í nevndini, t.v.s. Fólkaflokkurin, Tjóð- veldisflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin, sum standa aftanfyri brævið, og ikki minnilutin, sum andstøðu- flokkarnir umboða. Tað er rætt, at øll nevndin hevur vitjað sjúkrahúsini, og tað er gott hugskot, tí fyri politikarar er tað ein fyrimunur at síggja og hoyra nakað av tí, tey skulu viðgera og taka avgerðir um. Fíggjarnevndin, sum sat áðrenn, var eisini og vitjaði sjúkrahúsini í síni tíð. Trupulleikarnir, sum heilsuverkið hevur at dragast við eru nógvir, og soleiðis er ikki bara í Før- oyum, men tað er føroyska heilsuverkið vit skulu virka fyri, og sostatt er tað okkara ábyrgd at leggja støðið. Sambandsflokkurin hev- ur raðfest heilsuverkið frammarlaga í hesum val- skeiði, men tíverri fingu vit ikki møguleikan fyri ávirk- an, sum vit høvdu ætlað. Vit ásanna eisini, at tað ikki bara er ein spurningur um pening, tí fyrst og fremst má hyggjast eftir, hvussu peningurin verður brúktur. Vit eru væl vitandi um, at nútíðin og tekniska menningin krevur nógva fíggjarliga orku, sum førir við sær, at vit sjálvi mugu seta mørkini hvar og hvussu langt vit vilja fara. Eitt er vist, tað er ikki nóg mikið, um nakrir yvirlækn- ar eru nøgdir, tí tað skulu onnur starvsfólk helst eisini vera og ikki minst sjúkling- urin og tey avvarðandi. Vælferðarsamfelagið kostar Tað kostar at reka eitt væl- ferðarsamfelag, og tað er bláoygt at billa fólki inn, at alt verður líka gott ella kanska betri við minni av peningi. Tað, sum um ræð- ur, er at meta, hvat vit fáa fyri pengarnar, og hvørji úrslit vit kunnu røkka. Bara at krevja kvalitet og so finnast at teimum, sum erliga siga frá, hvørjar fylgirnar verða, tá sparast skal ella sparast skal meira, m.a. tí sáttmálabundnar lønir hækka, er órímiligt. Ein orsøk til nógv um- røddu umbønirnar um eykajáttanir á løgtingi stava vanliga frá tí veruleika, at ov lítið er játtað, hetta fyri at prógva fyri Føroya fólki, at tað ber væl til at fíggja føroyska fullveldissamfe- lagið ! Sum eitt dømi kann nevnast tað, sum nú hendir við siglingini til Norður- oyggjar! Eru tað ikki júst sam- gongumenn, sum sjálvir hava ávirkað og góðtikið fíggjarlógina, ið ikki vilja góðtaka úrslitið ? Nú verður bíðað eftir, hvat annað øki í landinum skal gjalda tann prísin ! Heilsuverkið er takksamt øki at fara eftir, tí tað er so komplekst, at peikast kann ikki rættiliga á enn, hvar pengarnir fara, og tí eigur fyrsta stigið júst at verða ein kanning av tí spurning- inum. Síðan mugu politik- arar saman við teim, ið starvast innan heilsuverkið, seta út í kortið, hvar støðið skal leggjast. Brævið til lands- stýrismannin Eitt hitt størsta mistakið hjá hesi samgongu var at skerja okkara inntøkur við næstan 400 mill. kr. uttan at seta nakað annað í staðin, bert fyri at prógva at vit vóru so røsk og dugdu best. Men nú stendur á, og tey tómu orðini skapa onga vælferð ella nøgd men ónøgd, fyri ikki at tala um klandur millum samgongupolitik- arar. Sambandsflokkurin kann ikki taka undir við meiri- lutanum í fíggjarnevndini og teirra støðu til sjúkra- húsini. At samgongan sam- skiftir við sín landsstýris- mann er ikki óvanligt, men hon skal ikki gera sínar viðmerkingar fyri okkara rokning og harvið binda okkum onnur niður. Fíggjarnevndin og sjúkrahúsini Yvirlýsing Av ymsum orsøkum fingu vit ikki tikið yvirlýsingina frá Flokstingi Tjóðveldis- floksins við í blaðnum í gjár. Vit prenta hana ístaðin í fullum líki. 1. Flokstingið ásannar, at persónligt stríð í samgonguni farnu mánaðirnar hevur forðað fyri veruligum politiskum orðaskifti, og veruligum politiskum arbeiði. Hetta forðar fyri, at politisku málini verða nádd og brýtur niður álit veljaranna á sjálvstýristilgongdina og alla ta politisku skipanina. Flokstingið heitir staðiliga á samgonguflokkarnar um at bøta um samstarvslagið. Føroya fólk hevur krav uppá, at tey politisku málini aftur seta dagsskránna í føroyskum politikki, tí har er ovmikið at takast við. 2. Flokstingið ásannar, at síðani samgongan varð skipað, hevur gingið ov seint at røkka teimum sjálvstýrismál- um, hon setti sær. Flokstingið áleggur floksins umboðum at skunda undir yvirtøkuna av hesum málum: Løgreglu og rættar- skipan, útlendingamálum, fjølmiðlaábyrgd, persóns- familju- og arvarætti, vinnulóggávuni, fíggjareftir- litinum og fólkakirkjuni. 3. Flokstingið ásannar, at lógin um vinnuligan fiskiskap er ógreið og elvir til tilvildarliga umsiting av okkara fiskivinnuríkidømi. Flokstingið mælir til at endurskoða og broyta lógina soleiðis, at fiskiríkidømið verður umsitið á tryggan og burðardyggan hátt, og soleiðis at fólk kunnu kenna seg vís í, at øll eru líka fyri lógini. 4. Flokstingið ásannar, at danska stjórnin ikki virðir, at Føroyar eru sjálvstøðugt løgdømi, og rætt føroyinga at verða hoyrdir í uttanlandsmálum. Hetta er brot á tjóðskaparrættindi føroyinga. Flokstingið fegnast um, at fólkatingsumboð floksins reisti málið beinanvegin, so at Fólkatingið fær høvi at seta henda órætt úr gildi. Flokstingið tekur undir við mótmælunum frá umboðum floksins um at danska stjórnin hevur sett hernaðarligar revsilógir í gildi fyri Føroyar beint ímóti løgtingsins samtykt, og uttan at føroyskir myndugleikar eru kunnaðir um hetta framman undan. 5. Flokstingið fegnast um, at gongd nú aftur kemur á grundlógararbeiðið, sum kann skapa semju um tjóðarrættindi føroyinga og áseta rættartrygdina hjá øllum í Føroyum. Flokstingið eggjar umboðum floksins at taka virknan lut í hesum arbeiði og at gera sítt til, at Grundlóg Føroya verður liðug í 2005. 6. Flokstingið fegnast um, at danski blokkstuðulin er minkaður og støðugt lækkar orsakað av, at hann er fast- frystur á sama krónutali. Samstundis ásannar floks- tingið, at gera vit okkum ikki leys av danska stuðulin- um, kollsiglir samfelagið búskaparliga, eins og allir føroyingar kendu á egnum kroppi, tá allur blokk- stuðulin varð brúktur. Flokstingið áleggur í hesum sambandi umboðum floksins at virka fyri, at laga almennu skipanina til føroysk viðurskifti og føroyskan tørv. 7. Flokstingið fegnast um, at lóg er løgd fyri løgtingið um at fáa gongd á at byggja ellis- og røktarheim og sam- býli; at serlig tilboð verða veitt ungfólki við breki, og at alt sernámsøkið verður endurskoðað. Flokstingið áleggur tingsins umboðum áhaldandi at virka fyri, at bøtt verður um umstøðurnar hjá hesum samfelagsbólkum. Norska fyritøkan FloodRocks bjóðar føroyskum fyritøkum intensiv skeðir, sum skulu betra kapping- arføri munandi. Eisini verður farið undir at bjóða eina master grad í kapp- ingarføri ÚTBÙGVING Heri á Rógvi Umboð fyri norsku fyritøk- una FloodRocks hava sein- astu dagarnar verið á vitjan í Føroyum. Ørindini hava verið at halda skeiðir og kunna um teirra virksemi í Føroyum. Við í ferðalagnum er stovn- arin av fyritøkuni Morten A. Selven og føroyingurin Kaj Magnus Klein, ið starvast sum kundaráðgevi hjá FloodRocks. Talan er um eina lutfals- liga nýggja fyritøka, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani. Árið í fjør var tað fyrsta fulla árið, felagið hevur virkað. Og higartil hava úrslitini verið góð, siga teir báðir. Workshops Skeiðini, FloodRocks bjóð- ar, eru sokallað workshops. Tað sermerkta við hesum workshops er, at tey eru bert í fimm tímar hvør. Morten A. Selven heldur ikki, at hetta nøkur orsøk at halda seg aftur – heldur tvørturímóti. Endamálið er at betra kappingarføri og effektivit- etin hjá virkjum og starvs- fólkum. – Royndir hjá okkum í Norra vísa, at vinnast kunnu 60.000 fyri hvørt starvsfólki við hesum skeiðunum, sigur Morten A. Selven. À skeiðini verða øll starvsfólk eggja til at koma – ikki bert eind deild ella leiðsla. Persjónsanalystur av øllum luttakarunum verður gjørd. FloodRocks nýtir ein nýggjan hátt inn- anfyri hesar analysur, men Morten A. Selven heldur, at hesar borga fyri góðsku og eru betri enn tær vanligu. – Sum heild geva skeið- ini ein nógv betri effektivi- tet, sum geva arbeiðsgevar- um og starvsfólkum nógv. Endamálið hjá okkum er at betra tey ymsu liðini í einari fyritøku og at gera øll meira effektiv fyri har- við betri at kunna røkka teirra málum, sigur Morten A. Selven. Seinni í ár verður farið undir eina master útbúgv- ing í Oslo innanfyri kapp- ingarføri og sølu. Hetta er fyrstu ferð, at tað verður roynt, og norrmenn eru sera áhugaðir at fáa føroyingar við. Ùtbúgvingin er fyri fólk innan sølu, sum ynskja at mennast og gerast betri. Út- búgvingin er ikki ókeypis, men tað kann gott loysa seg væl, sigur Morten A. Selv- en. Tey, ið ynskja at lesa meira, kunnu fara inn á floodrocks.com. Betri H Ein av teimum fyritøkun- um, sum hevur verið á skeiði hjá FloodRocks, er Snikkaravirki á Vatnsoyr- um – H-vindeygu. Øll 24 starvsfólkini hjá fyritøkuni hava verið á skeið. – Vit vænta at fáa nógv burturúr, sigur Heðin Poul- sen, fyrisitingarleiðari. Mánadagin vóru nakrir sokallaðir fadrar á skeiði. – Uppgávan hjá teimum verður at fáa tað, tey hava lært á skeiðinum, at virka og halda tað við líka, so- leiðis tað kanst halda tí upp, sigur Morten A. Selven. Og tey á Vatnsoyrum rokna við betri effektiviteti, eftir at øll hava verið á skeiði. Morten A. Selven heldur eisini, at tað er rætta stigið, tá øll starvsfólkini koma við á skeiðini, soleiðis at menningin hendir í felag. Effektivari skeiðir Morten A. Selven greiðir her leiðsluni og á Snikkararvirkinum á Vatnsoyrum saman við Kaj Magnus Klein frá um FloodRocks. Mynd: Jens Kristian Vang. C M Y K 13 12