mikudagur 9. apríl 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 9. apríl 2003
15
UTTAN ÚR HEIMI
Lívlanga arbeiðslegu
Russiska dómsvaldið hevur dømt ein mann lívlanga
arbeiðslegu, eftir at maðurin varð funnin sekur í at hava
pínt og myrt fimtan fólk seinastu tíggju árini.
Tann 39 ára gamli Alexander Borovkov búði í býnum
Jaroslavl, sum er einar 300 kilometrar í landnyrðing úr
Moskva. Har gjørdi hann seg inn á fólk, og serliga vóru
tað tey, sum áttu stór ella dýr hús, sum liðu undir
ágangi hansara. Í 1994 varð hann tikin, men flýddi úr
fongslinum.
Meðan hann sat í fongslinum, hevði hann gjørt av at
beina fyri teimum, sum hann fyrr hevði gjørt seg inn á,
tí á tann hátt kundi hann sleppa undan, at nakar teirra
fór at vitna ímóti sær. Úrslitið varð, at hann myrdi fimt-
an fólk. Undir rættarmálinum ímóti honum kom fram,
at nakrir aðrir menn høvdu hjálpt honum. Fýra teirra
hava nú fingið millum 22 og 25 ára fongsul.
Boston Globe heiðrað
Tá amerikansku fjølmiðlarnir í fjør avdúkaðu eina
sexgølu fyri og aðra eftir í katólsku kirkjuni í USA, var
tað blaðið Boston Globe, sum gekk á odda.
Og nú hevur blaðið fingið samsýning fyri arbeiði
sítt. Mánakvøldið varð kunngjørt, at Boston Globe
hevur fingið ta virðismettu Pullitzer-heiðurslønina aft-
ur arbeiði sítt at avdúka loynidómarnar aftan fyri amer-
ikansku kirkjudyrnar.
- Tit skrivaðu søgu í fjør. Tit gjørdu, at heimurin er
vorðin betri, tryggari og meiri menniskjaligur at búgva
í, segði blaðstjórin á Boston Globe, Martin Baron, í
einari heilsan til blaðfólkini.
Drúgvur vetur
Veturin hevur havt óvanliga ilt við at sleppa takinum á
Suðurevropa í ár. Vanliga plaga tað at vera umleið 20
hitastig í italska landspartinum Apulia hesa tíðina á
árinum, men tá fólk har komu upp mánamorgunin, var
avkavað. Longur norðuri, í italsku Alpunum, ávaraðu
myndugleikarnir um vanda fyri skalvalopum.
Í Suðurtýsklandi hevur ferðslan verið nógv darvað av
kava og hálku teir seinastu dagarnar. Hetta er ikki van-
ligt, og tí høvdu nógvir bileigarar sett sær summardekk
undir bilin. Tá so hálkan kom, endaðu nógvir bilar við
síðuna av vegnum, og aðrir stoyttu saman.
Eisini longri norðuri í Týsklandi hevur hálkað órógv-
að ferðsluna, og løgreglan sigur, at nógv ferðsluóhapp
hava verið á motorvegunum við Berlin og Dresden. Í
Danmark hevur tað verið kalt seinastu dagarnar, og í
gjár boðaðu veðurmenninir har frá kava.
Skotar jaga tindasvín
Bretsku umhvørvismyndugleikarnir eru farnir undir at
jaga tindasvín á oynni North Uist úti fyri skotsku
vesturstrondini.
Myndugleikarnir hava gjørt av at taka 200 tindasvín
í ár. Trupulleikin er, at tindasvínini gera seg inn á fugl-
in, sum eigur á oynni. Tindasvínini loeggjast á reiðrini,
og tað hevur havt við sær, at fuglurin á North Uist er
nógv minkaður. Bretsku umhvørvisverndarfelagsskap-
irnir siga seg skilja, at tað er neyðugt at bjarga fuglalív-
inum á oynni, men teir halda tað kortini ikki vera rætt
at avlíva tindasvínini. Tí verður roynt at taka tey liv-
andi, so tey møguliga kunnu flytast aðrastaðni, har tey
ikki gera fugli opg øðrum ónáðir.
Men tað er ikki vist, at tað verður so lætt at fáa fatur
á tindasvínunum. Víst verður á, at veturin hevur verið
rættiliga kaldur har á leiðini, og tí verður hildið, at
tindasvínini liggja framvegis í dvala. Og tá eru tey ikki
løtt at finna.
Tá amerikanskir her-
menn funnu tunnur
við einum flótandi
evni, hildu teir seg
hava fingið prógv
fyri, at Irak hevur
evnafrøðilig hópoyð-
ingarvápn. Men inni-
haldið í tunnunum
vísti seg at vera eitt
evni ímóti illgrasi.
KRÍGGJ Í IRAK
Árni Joensen:
- Umfatandi kanningar
hava víst, at tað, sum vit
funnu sunnan fyri Bagdad,
var eitt evni ímóti illgrasi
og ikki nervagass, segði
Adam Mastrianni, talsmað-
ur hjá amerikansku her-
monnunum í Irak í gjár.
Amerikanararnir hildu í
fyrstani, at teir vóru komnir
fram á eina goymslu við
evnafrøðiligum vápnum,
og fleiri fjølmiðlar mettu
tunnurnar sum prógv fyri,
at Irak veruliga hevur hóp-
oyðingarvápn. Hildið varð,
at talan var um nervagassið
sarin, men kanningar hjá
amerikanskum serfrøðing-
um vístu, at so var ikki.
Arabisk bløð hava sein-
astu dagarnar gjørt nógv
burturúr, at amerikanarar
og bretar framvegis ikki
hava funnið nøkur hópoyð-
ingarvápn í Irak, og fleiri
av bløðunum skriva, at
kríggið við Irak hevur sín
uppruna í einari lygn.
Fyri nøkrum døgum síð-
ani søgdu amerikanskir
talsmenn, at hermenninir
høvdu funnið hópoyðingar-
vápn við býin Najaf, men
tað avsannaði bretski verju-
málaráðharrin,
Geoff
Hoon, seinni.
Tá kríggið brast á, fingu
amerikansku og bretsku her-
menninir serligar trygdar-
búnar, sum skuldu verja teir
ímóti møguligum evnafrøði-
ligum ella lívfrøðiligum
vápnum. Men amerikanarar-
nir munnu kenna seg tryggar
nú, tí mánadagin fingu
20.000 flotahermenn boð
um, at teimum nýtist ikki at
vera í verndarbúna longur.
- Vit halda ikki, at vandin
fyri evnafrøðiligum álop-
um er serliga stórur, segði
talsmaðurin hjá flotaher-
monnunum.
Tað var ikki nervagass
Bumbaðu Saddam og synirnar
Amerikanarar vistu,
hvar Saddam Hussein
og synir hansara
vóru. Stutt eftir raktu
fýra sterkar bumbur
húsini.
KRÍGGJ Í IRAK
Árni Joensen:
Fyrrakvøldið boðaði fregn-
artænastan CIA amerik-
ansku herleiðsluni í Qatar
frá, at irakski leiðarin Sad-
dam Hussein, og synir
hansara, Qusay og Uday,
vóru farnir á ein fund í
kjallaranum á einari mat-
stovu í Monsur-býarpartin-
um í Bagdad. CIA visti eis-
ini at siga, at einir 50 limir
í Bath-flokkinum hjá Hus-
sein vóru eisini á fund-
inum.
Herleiðslan í Qatar bar
skjótt at, og 40 minuttir
seinni
slepti
eitt
B1-
bumbuflogfar fýra sterkum
bumbum niður yvir bygn-
ingin, sum hýsti matstov-
uni. Bumburnar vigaðu 900
kilo hvør, og spreingirnar
vóru so ógvusligar, at
bygningurin varð javnaður
við jørðina.
Spurningurin í gjár var,
um Saddam Hussein veru-
liga var í húsunum, tá
bumburnar fullu. Amerik-
anarar søgdu seg ikki vita
tað við vissu, men hinvegin
vóru teir sannførdir um, at
var irakski leiðarin har, tá
bumburnar raktu húsini, er
hann neyvan á lívi longur.
Bretska blaðið The Gu-
ardian skrivaði í gjár, at CIA
visti ikki einans, at Saddam
Hussein og synir hansara
vóru í húsunum í Monsur-
býarpartinum,
men
at
fregnartænastan visti eisini,
hvat teir og Bath-limirnir
tosaðu um. CIA lurtaði eftir
orðaskiftinum, og sambært
The Guardian snúði fundur-
in seg um, hvussu tað mundi
bera til at sleppa til rýmingar
úr Bagdad. Hetta vildu am-
erikansku myndugleikarnir
tó ikki vátta í gjár.
Tað var ikki nervagass, men eitt evni ímóti illgrasi, sum var í tunnunum, sum amerikansku hermenninir funnu.
15
14
Nr. 69 - 9. apríl 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Vandi er fyri, at 40
milliónir afrikanarar
fara at líða hungur í
ár, fáa tey ikki hjálp
frá altjóða samfelagn-
um. Men altjóða sam-
felagið hevur ikki
sama ans fyri neyð í
Afrika sum
aðrastaðni.
HUNGURSNEYÐ
Árni Joensen:
- Hvussu ber tað til, at
altjóða samfelagið er til
reiðar at góðtaka neyð og
líðingar í Afrika, sum vit
ikki høvdu góðtikið, var tað
nakra aðrastaðni á Jørðini?
Spurningin eigur leiðarin
fyri heimsins matvøru-
stovni WFP, James Morris,
sum skýrir hetta dupult-
moral, ið ikki kann halda
fram.
Oman á støðuna í Afrika
kemur Irak, har stórur tørv-
ur er á hjálp aftan á kríggið
og tólv ár við tiltøkum.
WFP hevur biðið um at fáa
10 milliardir krónur til at
hjálpa irakska fólkinum,
men enn hevur stovnurin
bert fingið smáar tvær milli-
ardir. Tær eru komnar úr
USA, Bretlandi, Avstralia,
Týsklandi, Kanada, Spania,
Ný Sælandi og Italia.
Samstundis eru tað aðrir,
sum fýlast á, at USA nýtir
455 milliardir krónur til
kríggið í Irak, meðan land-
ið bert er sinnað at veita
irakska fólkinum 3,8 milli-
ardir krónur til neyðhjálp.
Tveir heilsuserfrøðingar á
lærda háskúlanum í Lond-
on, Jaime Miranda og Dav-
id Barr, siga í einari frá-
greiðing, at heilsa og væl-
vera hjá fólki er avgerandi
fyri trygd og støðug viður-
skifti.
- Men kortini leggur am-
erikanska stjórnin minni
dent á hesi grundleggjandi
viðurskiftini enn á tað,
sum stjórnin rópar bardag-
an ímóti yvirgangi, siga teir
báðir bretsku serfrøðing-
arnir.
Hungur hóttir 40 milliónir fólk í Afrika
Uppaftur eitt deyðiligt virus funnið í Vietnam
Í Vietnam eru minst
tíggju børn deyð
hendan seinasta
mánaðin av einum
løgnum virus. Tað er
ikki SARS.
VIRUSSJÚKUR
Árni Joensen:
Sambært
heilsumyndug-
leikunum í Vietnam høvdu
tey tíggju børnini nógvan
fepur, tá tey vórðu løgd inn
á barnasjúkrahúsið í Ho
Chi Minh. Eftir stuttari tíð
fingu tey magapínu, fullu
síðani í óvit og fingu trup-
ulleikar við andadráttinum
og at enda hjartasteðg.
Tann seinasti tilburðurin
var mánadagin, tá eitt
sekstan mánaðar gamalt
barn doyði ellivu tímar eft-
ir, at tað var komið á
sjúkrahúsið.
Teir vietnamesisku lækn-
arnir halda, at tað nýggja
virusið er eitt enterovirus,
sum ger seg inn á gøgnini
og elvir til magapínu,
spýggju og lammilsi.
- Vit halda ikki, at hetta
er lungnasjúkan SARS. Vit
hava eisini kannað, um tal-
an er um nakað virus, sum
læknavísindin veit um, men
allar hesar kanningarnar
hava verið úrslitaleysar,
sigur stjórin á sjúkrahúsin-
um í Ho Chi Minh, Tang
Chi Thung.
Hann sigur, at eingin
heilivágur vísti seg at
hjálpa sjúklingunum, men
at teir tvørturímóti doyðu
eftir stuttari tíð.
Í 1998 doyðu 50 børn, og
253 onnur gjørdust sjúk av
einum
enterovirus
á
Taiwan.
Í Fjareystri ganga nógv fólk
við verndarmasku ímóti
SARS. Nú er enn eitt
deyðiligt virus farið at gera
um seg í Vietnam.
Ein lágmæltur maður
við blíðum, men
álvarssomum eygum.
Kofi Annan, ST-aðal-
skrivari, fylgir í hes-
um døgum gjølla við
tí, sum hendir í Irak. Í
gjár fylti hann 65.
FØÐINGARDAGUR
Árni Joensen:
Kofi Annan hevur fyrr sagt,
at tá viðurskiftini í heimin-
um eru serliga trupul,
plagar hann at ganga langar
tíurar, tí tá fær hann møgu-
leika og stundir til at hugsa.
Einki at ivast í, at hann hev-
ur tørv á fleiri slíkum túr-
um í hesum døgum, tí hann
hevur ikki dult fyri, at hann
metir kríggið í Irak sum eitt
sera álvarssamt mál fyri alt
heimssamfelagið.
Kofi Annan er ættaður úr
Ghana. Pápi hansara var
høvdingur í einum ættar-
bólki har. Sjálvur er hann
vorðin friðarhøvdingur hjá
øllum heiminum. Hann
sigst vera ein hóvligur,
blíður og klókur maður.
Hann tykist varin og aftur-
haldandi, men eingin skal
vera í iva um, at hann veit,
hvat hann vil. Tey eru
mong, sum halda, at hann
er tann besti aðalskrivarin,
sum ST hevur havt síðani
svian Dag Hammerskjøld,
sum doyði í einari flogvan-
lukku í 1961.
Kofi Annan hevur tvær
amerikanskar universitets-
útbúgvingar, hann tosar
enskt, franskt og fleiri
afrikansk mál. Sum aðal-
skrivari hevur hann staðið
fyri fleiri nýskipanum í ST-
skipanini. Eitt nú hevur
hann tryggjað kvinnunum
betri atgongd til størv hjá
heimsfelagsskapinum.
Kofi Annan hevði fleiri
álitisstørv í ST, áðrenn
hann gjørdist aðalskrivari í
1997. Hann hevur verið
hákommiserur í flóttafólka-
málum, næstovasti fyri
teimum friðarvarðveitandi
deildunum hjá ST, serligur
sendimaður í Irak og Jugo-
slavia og varaaðslskrivari.
Í hesum døgum liggur
kríggið í Irak honum fremst
í huganum, og tað er einki
at ivast í, at hann fer at gera
alt, sum gerast kann, til tess
at tryggjua, at heimsfelags-
skapurin skal verða við til
at tryggja friðin, tá kríggið í
Irak einaferð er liðugt.
Kofi Annan 65
C
M
Y
K
14