Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 69 - 9. apríl 2003 - Landsstýrið eigur beinanvegin at geva rækjuskipunum loyvi at fiska á Grand Bank, sigur reiðaríið hjá rækjutrolaranum, Høgafossi GRAND BANK Vilmund Jacobsen Bæði umborð á rækjutrol- aranum, Høgafossi og hjá reiðarínum, sum eigur skipið, eru teir stak mis- nøgdir við, at landsstýrið nú í meira enn eitt ár hevur noktað føroyskum rækju- skipum at sleppa inn á Grand Bank at fiska. - Hetta hendir, samstund- is sum skip úr øðrum NAFO-londum hava fiskað har alla tíðina, sigur reiðaríið, sum ikki heldur, at nøkur rímilig orsøk er til, at hetta mál hevur drigið so nógv út. Reiðaríið hjá Høgafossi sigur, at fiskileiðirnar í al- tjóða sjógvi á Grand Bank, sum liggur innanfyri Flemmish Kap, høvdu ver- ið kærkomnar, nú tað hevur viðrað so serstakliga illa á Flemmish Kap í vetur. Víst verður eisini á truplu støðuna, sum føroyski rækjuskipaflotin er í. - Vit hava fleiri ferðir vent okkum til landsstýrið fyri at fáa loyvi at fiska á Grand Bank seinasta túr, men vit noyðast at ásanna, at einki spurdist burtur úr hesum, sigur reiðaríið. Rækjuskipini missa í báðum endum Reiðaríið sigur, at rækju- skipini upprunaliga vóru sinnað at liva við, at Kanada stongdi sínar havnir fyri føroyskum skipum. Í staðin vildu skipini fáa atgongd til tey søguligu veiðirættindini, sum føroyski rækjuflotin hevur vunnið sær á Grand Bank. - Men tá ið so landsstýrið í februar 2002 stongdi leiðirnar á Grand Bank fyri sínum egnu skipum, sam- stundis sum skipini heldur ikki sleppa inn í Kanada, rinda vit ein prís fyri nøkur rættindi, sum vit ikki sleppa at gagnnýta. Hetta er ein ótolandi støða hjá rækjuskipaflotanum. Reiðaríið sigur, at tað er bert Kanada, sum vinnur nakað uppá hetta, og í hes- um førinum eru kanadiu- menn væl hjálptir av lands- stýrinum. - Vit krevja tí, at lands- stýrið beinanvegin gevur føroysku rækjuskipunum loyvi at fara á rækjuveiði aftur á Grand Bank, sigur reiðaríið hjá Høgafossi, sum er sera misnøgt við landsstýrið í hesum máli. Umborð á Høgafossi hava teir ikki upp- livað ein verri vetur á Flemmish Kap enn seinasta vetur. - Tá ið tíðindi herfyri bórust um, at tríggir íslendskir rækjutrol- arar høvdu fingið sjógv, var Høgifossur eisini staddur har, sigur reiðaríið RÆKJUR Vilmund Jacobsen Sandavágstrolarin Høgi- fossur, sum hevur verið á rækjuveiði á Flemmish Kap, fór seint sunnukvøld- ið at sigla heim við fullari last, sløkum 600 tonsum av rækjum. Væntandi verða teir í Føroyum komandi vikuskiftið. Reiðaríið hevur bjóðað rækjurnar út, bæði í Før- oyum, Danmark, Íslandi og Noregi, og støða verður í næstum tikin til, hvar selt verður - og um landað verður í Føroyum ella í Danmark. Ringur vetur Høgifossur var fyrsti før- oyski rækjutrolarin, sum legði leiðina á Flemmish Kap í ár, meðan flest allir hinir rækjutrolararnir fóru til Eysturgrønlands í byrj- anini av árinum. Reiðaríið sigur, at fiskiskapurin fyrru helvt av túrinum var sera nógv darvaður av ringum veðri. Umborð á Høgafossi hava teir nevniliga ikki upplivað ein verri vetur á Flemmish Kap enn seinasta vetur. - Tá ið tíðindi herfyri bórust um, at tríggir ís- lendskir rækjutrolarar høvdu fingið sjógv, var Høgifossur eisini staddur har. Sandavágstrolarin er tó so mikið stórur í mun til teir tríggjar íslendsku trol- ararnar, og tí hendi onki við Høgafossi, sigur reiðaríið. Høgifossur byrjaði túrin 18. januar, og henda sein- asta mánaðin hevur fiski- skapurin verið góður. Í løtuni eru Hvilvtenni, Sólborg og South Island á Flemmish Kap. Maður sjúkur Reiðaríið veit at siga, at áðrenn farið varð at sigla heim, gjørdist ein av mann- ingini, sum telur 18, brád- liga sjúkur. Maðurin varð fluttur til lands við kanad- iskari bjargingartyrlu, sum um somu tíð var hjá einum sponskum trolara eftir einum sjúkum manni. - Maðurin á Høgafossi fekk viðgerð á sjúkrahúsi í St. John´s í Ný Foundlandi, hagar hann kom á sjúkrahús bert 6 tímar eftir, at skiparin sendi boð eftir tyrluni. Reiðaríið sigur, at mað- urin hevur tað gott nú. Fer yviraftur Høgifossur fer nýggjan túr, so skjótt teir eru lidnir at landa. Skipið fer yvir aftur á Flemmish Kap, men reiða- ríið væntar eisini, at fiski- loyvið til Grand Bank verð- ur útskrivað. - Nú er ikki forsvarligt at bíða longur við hesum, sig- ur reiðaríið hjá Høgafossi. Høgifossur siglir heim við fullari last Rækjuskipaflotin skilir ikki landsstýrið - Tá ið landsstýrið í februar 2002 stongdi leiðirnar á Grand Bank fyri sínum egnu skipum, samstundis sum skipini heldur ikki sleppa inn í Kanada, rinda vit ein prís fyri nøkur rættindi, sum vit ikki sleppa at gagnnýta. Hetta er ein ótolandi støða hjá rækjuskipaflotanum, sigur reiðaríið hjá Høgafossi Áðrenn Høgifossur fór at sigla heim, gjørdist ein av manningini, sum telur 18, brádliga sjúkur. Maðurin varð fluttur til lands við kanadiskari bjargingartyrlu og hevur tað gott nú Lisbeth Petersen: hendurnar upp ella buksurnar ni›ur Una Olsen Bjarni Mohr: Alt er pliktir Út í heimin vi› AFS C M Y K 17 16