Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftirskúlar, háskúlar, skiftisnæm- ingar, au pair og annað er nakað av tí, sum ungdóminum stendur í boði um 17-18 ára aldur. Nøkur velja sjálvsagt eisini at leita sær á miðnámsskúla. Men ongin ivi skal vera um, at eitt ár uttanlands, hvar tað enn er, er og verður eitt upplivilsi fyri lívið. Vinirnir, upplivilsini, longsulin, høgtíðirnar og so framvegis er nakað heilt serstakt, sum kemur at standa sum ein varði í lívinum hjá tí unga. Vit hava í hesi útgávuni av <ph_1> valt at nema við AFS. AFS er altjóða felagsskapur, sum eisini virkar í Føroyum. Enda- málið hjá felagsskapinum er at senda ungdómar út í heimin til eitt upplivilsi fyri lívið. Tann ungi sleppur til eitt land, har hann skal liva seg inn í mentan og siðir hjá eini familju í landinum. Skúlagongd og frítíðarítriv koma at vera karmur um eitt ógloymandi uppihald. AFS hevur ígjøgnum ár og dagar sent fleiri túsund ungfólk kring allan heimin, og hevur føroyskur ungdómur eisini verið víða um við felagsskapinum. Tað er mong, sum velja at fara til USA, men onnur er eisini sum halda seg til ymisk lond í Evropa. Tey eru burtur í eitt knapt ár. Ganga í skúla, læra eitt nýtt mál og fáa eina nýggja familju saman við nógvum nýggjum vinum. Onkur hevur tikið til, at AFS er ein tann besti hátturin hjá ungfólki at mennast og nýta teirra tíð til beint eftir loknan fólkaskúla. Summi eru sera skúlatroytt eftir tíggju ár í fólkaskúlanum, men hóast tey ganga í skúla, tá tey eru skiftisnæmingar, so kann tað ikki samanlíknast við vanliga skúlagongd, tí alt er so nýtt og spennandi í einum øðrum landi. Og harafturat uppliva tey nógv ymiskt saman við øðrum skiftisnæmingum í sama landi. Felags er fyri so gott sum øll, sum hava roynt AFS er, at tey eru øll á einum máli um, at tað er eitt stórt upplivilsi. Tað sigur eisini, Símun Joensen úr Klaks- vík, sum var í USA í eitt ár, skúl- aárið 2001/02. Hann valdi at fara ímillum fyrsta og annað árið á student, og tað ber eisini væl til. AFS er ein gyltur møguleiki til at víðka um sjónarringin hjá ein- um. Og sambondini, sum verða knýtt á einum tílíkum túri, eru ofta so at siga fyri lívið. Tey flestu hava samband við teirra familju í útlandinum og summi fara enntá aftur at vitja. Onk- untíð kemur eisini fyri, at verts- familjur vitja skiftisnæming í heimlandinum. Summi, sum hava roynt AFS, siga, at tá tíðin kemur til at skula heimaftur, er tað sera torført, tí tey hava knýtt seg tætt at fólkunum, men samstundis er tað sera spennandi at koma heimaftur eftir at hava verið burtur í eitt heilt ár. Heiðursmerki hava altíð eina baksíðu, og skrekkurin hjá einum skiftisnæmingi man vera, um ein ikki trívist har ein er. Men tílíkar søgur eru so gott sum ikki at hoyra, og tað kemur av, at felagsskapurin ger eitt stórt arbeiði fyri at tryggja sær, at ein skiftisnæmingur kemur til eitt gott stað, eina góða familju, har møguleikin fyri trivnaði verður settur í hásæti. Harafturat eru fólk frá felagsskapinum, sum ein kann seta seg í samband við, meðan ein er í útlandinum. AFS leggur seg eftir at geva teimum ungu ein gyltan møguleika fyri at uppliva nakað, sum er øðrvísi og spennandi, og út frá talinum á teimum sum hava roynt tað og vilja royna tað, kann ikki sigast annað, enn at tað eydnast teimum væl. Vit skriva: 2 Sosialurin Nr. 69 - 9. apríl 2003 Tíðindablaðið Sosialurin Postsmoga 76 100 Tórshavn Tlf. 31 18 20 Fax 31 47 20 Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjórn: Ingrid Bjarnastein Solby Anna Eliasen <ph_1> er ein partur av Sosialinum annanhvønn mikudag. Evstamark er á middegi fríggjadag Lýsingar til <ph_1> skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin áðrenn blaðið kemur út. Lýsingarnar skulu ikki vera størri enn 254 mm breiðar og 70 mm høgar. Hendurnar upp ella buksurnar niður 1. Kall ella Føroya Tele? - Føroya Tele 2. Jolly ella Coca Cola? - Jolly 3. Rás 2 ella útvarp Føroya? - Útvarp Føroya 4. Quality ella Roses? - Quality 5. Siemens ella Nokia? - Nokia 6. Loysing ella samband? - Samband 7. Flúgva ella sigla? - Flúgva 8. Føroya Bjór ella Restorff? - Restorff´s 9. Fótbóltur ella honbóltur? - Fótbóltur 10. Dimma ella Sosialurin? - Dimma 11. Tomat ella agurk? - Agurk 12. Svart ella hvítt? - Hvítt 13. Pizza ella grill? - Grill 14. Fløgu, band ella plátu? - Fløga 15. Kaffi ella te? - Kaffi 16. Jakka ella frakka? - Jakka 17. Lissur ella karalás? - Karalás 18. Rock ella popp? - Popp 19. Mamma ella babba? - Mamma 20. MacIntosh ella PC? - PC 21. Per ella Pól? - Pól 22. Um tú var ein bilur, hvat slag skuldi tú so verið? - Eg skuldi verið ein Citroén 23. Hvør hevði sloppið at koyrt ella hvør hevði als ikki? - Eg sjálv hevði sloppið at koyrt, men sonurin hevði ikki. #7 Lisbeth L. Petersen Síðani 20 ára gamla Una Olsen var 11 ára gomul hevur hon spælt hondbólt og fótbólt. Hon hevur verið ársins stjørnuskot innan hondbóltsheimin. – Eg elski at spæla hondbólt – eg elski spælið og eg havi altíð tímað tað væl, sigur Una. Una Olsen úr Klaksvík er 20 ára gomul. Hon spælir hondbólt við Stjørnuni og fótbólt við kvinnun- um hjá KÍ. – Mær dámar báðar ítróttargrein- irnar væl, men hondbólt eitt sind- ur betri, sigur Una Olsen. Hon er í løtuni í frisørlæru hjá Vera Klipt í Klaksvík. Una sigur tó, at stórur tørvur er á hondbóltsleikarum, tí tá genturnar gerast 14-15 ára gamlar, so dettur áhugin fyri hondbóltinum burtur. Hon vísir á, at Stjørnan hevur ong- ar gentur 16 og onki kvinnuung- lingalið í ár. – Men tað er stuttligt. Øll fylgja við, og nógvir áskoðarar eru altíð til dystirnar, og tað ger tað stutt- ligt at spæla, sigur Una, sum legg- ur afturat, at tað eru fleiri trúgvir áskoðarar, sum ferðast við liðnum, tá tað ikki spælir á heimavølli. – Sjálvt um tað ikki altíð gongur so væl, so koma teir altíð aftur. Ongin áhugi Áhugin er lítil hjá konufólki at spæla hondbólt. Og hjá Stjørnuni hevur staðið illa til. – Ein noyðist at gera okkurt fyri ungdómin, so deildirnar tíma at hanga í. Vit hava havt nógva frá- gongd í hesum kappingarárinum, og tí hava vit onki væntað, og vit ætlaðu enntá at melda okkum úr, sigur Una, sum sjálv heldur, at tað var deiligt, at Stjørnan ikki tók seg úr kappingini. – Vit skulu heldur kempa enn at gevast, og tí er tað gott, at vit ikki bakkaðu út. Una hevur sjálv altíð tímað væl at spæla hondbólt. Tá hon var lítil og eisini byrjaði at spæla fótbólt fekk hon at vita, at hon noyddist at velja. Men eftir eitt sindur av júk- an, so slapp hon at spæla bæði. – Nógvar gentur velja heldur fót- bóltin, og tað dámar mær eisini væl. Hjá KÍ kvinnum hevur tað eisini gingið framúr væl seinasta kapp- ingarár, har tær vóru mestsum einaráðandi og fóru við øllum. Una gjørdist annars ársins stjørnu- skot fyri kappingarárið 2000- 2001. – Tá ein gerst ársins stjørnuskot, so vænta fólk meira av tær, og seta hægri krøv. Soleiðis er ein noyddur at gera ein ordiligan inn- sats, sigur Una. Hon sig- ur annars eisini, at tað kom ógvuliga óvart á hana, at hon fekk tann heiðurin. Hvussu leingi 20 ára gamla klaksvíksgentan ætlar sær at halda fram við ítróttini veit honikki. – Eg skal so vera í Vera Klipt í trý ár afturat. Eg spæli fyri stuttleikar, men eg elski at spæla og eg elski spælið. Eg havi gingið í skúla í Havn í 20 vikur, og tá havi eg ferðast ímillum, so eg havi ongar ætlanir um at fara at skifta felag. Sosialurin Nr. 69 - 9. apríl 2003 3 Navn: Una Olsen Føðingardagur: 18.11.1982 Starv: Frisørlærlingur hjá Vera Klipt Yndisorð: Fínasta slag Hvat vildi tú verða, tá tú vart stór, tá tú vart lítil? Frisør Vangamyndin: Una Olsen 18111982 Eg elski spæli› C M Y K 19 18