mikudagur 9. apríl 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 69 - 9. apríl 2003
Sosialurin Nr. 69 - 9. apríl 2003
5
17 ára gamla Barbara Thomsen úr
Havn er ein av 12 føroyskum
ungdómum, sum í summar fer út í
heimin við AFS. Í august mánaði
gongur leiðin til USA, har hon skal
búleikast í eitt ár
– Eg fekk svar fyri stuttum, har eg
fekk at vita, at eg eri sloppin til USA.
Orsøkin til, at eg havi valt at fara eitt
ár burtur við AFS er, at mær dámar
væl at ferðast, og eg haldi, at tað er
sera spennandi at sleppa vekk her
frá, sigur Barbara, sum í løtuni
gongur í FHS í Havn.
Barbara er sjálvsagt ógvuliga spent at
sleppa avstað, og sjálv heldur hon, at
tað er sunt og gott at fara
heimanifrá í eina tíð. Hon hevur
eisini búð í Danmark í 12 ár.
– Fyri meg hevur tað altíð verið ein
dreymur at sleppa yvir har. Tú veitst,
Hollywood, og alt hatta, men tað er
nú ikki tí eg valdi USA.
Unga havnargentan heldur, at ein
búnast og mennist av, at fara til eitt
annað land í eitt heilt ár.
– Tú ert jú púra einsamallur, hittir
nógv nýggj fólk. Tað er jú eisini
stórur munur á at búgva her í
Føroyum og so USA. Tú lærir um fólk
og mentan, og tað er ógvuliga
spennandi, sigur Barbara.
AFS
Orsøkina til, at Barbara valdi, at fara
við júst AFS, sigur hon vera, at
aftaná, at hon hevði gjørt av at fara
avstað, fór hon á alnetið at leita eftir
felagsskapum, sum sendu ung fólk
út í heimin.
– Tað var nógv at lesa um AFS á
netinum, og tey hava sum tey
einastu umboð í Føroyum, og tað
haldi eg vera ógvuliga gott.
Felagsskapurin virkaði eisini tryggur
og óður, so eg helt, at tað passaði
fínt.
Uppihaldið og ferðin kostar tilsamans
46.000 krónur. Tá er alt við uttan
lummapengar.
– Øll mín barnauppsparing fer uppá
hetta, og nú arbeiði eg eisini aftaná
skúlatíð fyri at klára at gjalda.
Foreldrini hjálpa sjálvandi eisini til.
Sjálvt um USA er í kríggi, so er
Barbara ikki bangin fyri at fara. Tað
kann jú eisini væl vera, at kríggið er
liðugt áðrenn hon fer yvir.
– AFS sigur, at tey eru ikki ávirkað av
hesum. Ongar ætlanir eru broyttar,
og ongin, sum er í USA í løtuni er
tikin heim. AFS hevur eisini
ábyrgdina av okkum, og eg vænti
ikki, at tey høvdu sent okkum
avstað, um tað ikki var nóg trygt.
Í ár eru tað 12 ung úr Føroyum, sum
fara út í heimin við AFS. Fimm av
teimum fara til USA. AFS í Føroyum
skipar fyri legum og øðrum bæði
áðrenn og aftaná fyri at fyrireika tey
ungu so væl sum møguligt áðrenn ta
stóru og spennandi ferðina.
Spennandi
So avgjørdur er Símun Joen-
sen úr Klaksvík, sum var AFS
næmingur í einum lítlum býi
í Wisconsin í USA í eitt ár.
Hann letur væl at árinum og
sigur, at tað er eitt stórt
upplivilsi at royna at búgva
aðrastaðni í eina tíð
Símun fór avstað í august
mánaði í 2001, og kom aft-
ur knapt ár seinni í juli í
2002. Hann búði hjá eini
familju við tveimum systkj-
um, sum vóru ávíkavist eitt
ár eldri og tvey ár yngri enn
Símun.
Hann gekk í high school
saman við 400 øðrum í
aldrinum
15 til 18 ár. Tað verður ikki
mett at vera ein serliga stór-
ur skúli í USA. Símun greiðir
frá, at bara søga og enskt
vóru lærugreinar, sum tey
skuldu hava, hinar vóru allar
vallærugreinar. Møguleikar-
nir vóru nógvir í tali.
Men tað var ikki bara stutt-
ligt at vera so langt burtur í
einum øðrum landi millum
onnur fólk við øðrum siðum
og aðrari mentan.
– Um eg skal lýsa árið í
stuttum, so var tað eitt fan-
tastiskt upplivilsi, men sjálv-
andi vóru summir dagar
sera harðir at koma ígjøgn-
um, serliga tí tað var torført
at venja seg við teirra vanar
og mentan, greiðir Símun
frá. Men honum longdist
slettis ikki heim, so tað var
ein styrki hjá honum.
– Amerikanarar eru løgn-
ir, heldur Símun fyri og
flennandi greiðir hann
frá, hvussu tey bara
skulu vera eitt sindur øðrvísi.
– Vit hava tvey hol í vanlig-
um A 5 blokkum, men sjálv-
andi skulu amerikanarar
hava trý hol, sigur Símun og
peikar á ein blokk á borði-
num. Hann nevnir eisini
onnur einkul ting, sum eru
øðrvísi í USA.
AFS er sakin
Símun gekk í 1. g á Kambs-
dali, tá hann av álvara byrj-
aði at umhugsa at fara út í
heim í eina tíð. Tað var tó
mest av tilvild, at hann júst
valdi AFS. Tað vóru fýra
onnur í hansara flokki, sum
skuldu avstað, og tá Símun
viðgekk fyri sær sjálvum, at
hann var vorðin sera skúla-
troyttur, freistaðist hann av
ætlanunum hjá floksfeløg-
unum og setti seg í sam-
band við lestrarvegleiðaran.
Har fekk hann at vita, at
hann skuldi seta seg í sam-
band við formannin í AFS í
Føroyum. Tað gjørdi hann so
í mars mánaði í 2001. Hetta
er í seinna lagi, tá ein ætlar
sær avstað, men hann var
heppin og slapp sum tann
seinasti í ríkinum saman við
107 øðrum til USA sum AFS
næmingur.
– Um ein gongur og hugsar
um at fara, so er bara at
fara, tí tað er sera spenn-
andi og læruríkt. Sjálvt um
eg var so skúlatroyttur, so
var tað heilt øðrvísi at royna
ein skúla í útlandinum,
greiðir Símun frá.
Hann sigur, at ein fær nógv-
ar nýggjar vinir og lærir
nógv av einum tílíkum uppi-
haldi.
– Mítt mál var fyrst og fremst at
læra málið og at koma í
samband við nýggj fólk, sigur
hann. Men hann fekk nógv
onnur góð og minni góð
upplivilsi og minnir heim við
aftur í viðførinum. Millum
annað var hann staddur í USA
tann minniliga 11. septembur í
2001.
– Hóast vit vóru so langt
burtur, so var tað ein skelk-
ur fyri øll, sigur hann.
Símun kom heimaftur á
klettarnar meira enn 11
mánaðir eftir, at hann var
farin. Men tað var als ikki
torført at koma aftur. Hann
fór í ein nýggjan flokk á
Kambsdali og byrjaði aftur
at venja fótbólt við fyrstu
deild hjá KÍ beinanvegin.
– Eg ætli mær yvir aftur
einaferð, tað er púra vist,
men um tað verður so
longi, tað veit eg ikki, sigur
Símun Joensen at enda.
Hevur tú hug til AFS – far so avsta›
»Graduationday«
Tríggir AFS næmingar
og ein lærari
Símun og ein
vinmaður í Chicago í
eyðkendum jakkum
»Prom-night«
Símun í New York eftir 11.09.01
C
M
Y
K
21
20