mikudagur 9. apríl 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 69 - 9. apríl 2003
Sosialurin Nr. 69 - 9. apríl 2003
7
Robbie Williams fleiri tatoveringar
Robbie Williams hevur
aldrin roynt at liva eftir
krøvunum hjá øðrum. So
tá hann fær hug at koyra
ein túr inn í tey ljótu
kvarterini í Los Angeles
fyri at drekka og fáa
tatoveringar – líka sum í
teimum góðu, gomlu
døgunum, áðrenn hann
bleiv multi millionerur –
ja, so ger hann tað bara.
Robbie fór eitt kvøldi saman við vinum til ein tatovør
Shamrock Tattoo, sum liggur slongt millum vápnahandlar
og stripklubbar á tí skitnu síðuni av Sunset Boulevard í
filmbýnum.
Tað tók nakrar tímar, so kundi Robbie vælnøgdur hyggja at
sínum hálsi, har hann tað varð tatoverað: Chacun à son
gout við rúna skrift. Tað merkir nakað sum: Eg geri sum tað
passar mær. Og tað má sigast at passa til tann freka
sangarin, sum altíð gongur sínar egnu leiðir.
Claire Danes forelska›
Í filminum ”It´s all about
love” spælir Claire Danes ein
ung skoytuprinsessa, sum livir
í eini verð, sum frystir til ís.
Men í løtuni letur til, at kuldi
og ísur eru nakað, sum liggja
langt burtur frá í hugaheimi-
num hjá Claire Danes. Sjón-
leikarakvinnan og sjeikurin hjá henni, tann avstralski
sangarin, Ben Lee, njóta nevniliga tað heita summarið.
Tað er onki at ivast í, at tey bæði eru forelskaði enn, hóast
sambandið teirra millum nú hevur vart í meira enn fimm ár.
Tað varð lagt upp til kærleika teirra millum, tá Ben sang ein
kærleikssang fyri Claire, tá hon fylti 18 ár.
Aftur kaos í lívinum hjá Juliu Roberts
Julia Roberts, 35 ár, hevði
kent tað á sær í eina tíð, men
tá hon skrykti hurðina til ein
av umklæðingartrailarunum
upp og fann mannin hjá sær,
Danny Moder, í ørmunum á
tí 20 ára gomlu Kirsten Dunst
gekk hon amok. Hon fleyg
upp undir loftið yvir, at
maðurin hjá sær lat seg
forføra av eini aðrari kvinnu,
enn henni, sum stendur á
vígslubrævinum.
Tað er tó ironiskt, tí tað var á júst sama hátt, at Julia av
fyrstan tíð fekk fatur á manni sínum, sum tá var giftur við
Vera Moder.
Tilburðurin henda dagin í umklæðingartrailaranum endaði
tó við, at Kirsten Dunst, sum arbeiðir saman við Juliu til
upptøkurnar til filmin Mona Lisa Smile, vissaði Juliu um, at
onki hendi millum tey bæði.
Men vinir hjá parinum siga, at tað skal ikki nógv til afturat,
topp.10/ps2 spøl
01.
Grand Theft Auto Vice City
02.
Splinter Cell
03.
Tekken 4
04.
Ratchet & Clank
05.
The Getaway
06.
Lord of the Rings – the Two Towers
07.
Crash Bandicoot
08.
Pro Evolution Soccer 2
09.
The Sims
10.
Fireblade
topp.10/dvd
01.
XXX
02.
Bourne Identity
03.
Mr. Deeds
04.
Ali G. – Indahouse
05.
Vejen til perdition
06.
Dragejægerne
07.
About a Boy
08.
Signs
09.
Elsker dig for evigt
10.
John Q
topp.10/cd rom
01.
Championship Manager 4
02.
Splinter Cell
03.
C&C Generals
04.
Delta Force
05.
Sims - Unleashed
06.
Warcraft III
07.
Empire Earth – Gold Edition
08.
FIFA Football 2003
09.
Project I.G.I. 2
10.
Total Club Manager
topp.10/fløgur
01.
Ymiskt – Now 3
02.
Linkin Park – Meteora
03.
Ymiskt – Stjerne for en aften
04.
Celine Dion – One Heart
05.
Country Sisters – You Can Make
Me Happy
06.
Ymiskt – Absolute Love
07.
Ymiskt – Absolute Romance
08.
Ozzy Osbourne – The Essential
09.
Ymiskt – Emotions
10.
Brandur Enni – Brandur
<n‡tt - n‡tt>
now 3
bólkar: T.A.T.U, Nik & Jay, In-
grid, Robbie Williams,
Sugababes, Pink, Eminem,
Westlife o.o.
skeringar: 19
plátufelag: now music
roxette
heiti: the pop hits
skeringar: 15
plátufelag: capitol records
celine dion
heiti: one heart
skeringar: 14
plátufelag: columbia records
linkin park
heiti: meteora
skeringar: 13
plátufelag: warner bros
records
mr deeds
høvuðsleiklutir: adam
sandler og winona ryder
longd: 93 minuttir
prod. ár: 2002
Longfellow Deeds er ein
elskuligur, fittur og bláoygdur
drongur, sum livir ein heilt
vanligt lív, sum eigari av
einasta pizzastaðnum í
býnum. Men ein dag fær
Deeds at vita, at hann hevur
arvað 40 milliónir dollarar. Tá
Deeds flytir til Manhattan fyri
at fáa sítt nýggja arbeiði í fjølmiðlafyritøkuni, sum fylgdi
við í arvinum, broytir hann fullkomiliga uppá tingini og
ger arbeiðsplássið um til eitt »klemmiøki«. Men tað eru
fólk, sum eru úti eftir honum, og skjótt má hann
prógvað, at sjálvt um pengar broyta alt, so broyta teir
ikki øll...
8 mile
høvuðsleiklutir: eminem,
kim basinger, brittany
murphy og mekhi phifer
longd: 111 minuttir
prod. ár: 2003
OBS! Region 1
Fyri Jimmy Smith, Jr. er lívið
ein dagligur bardagi bara
fyri at halda vónini uppi. Á
pallinum í Detroit fær hann
sínar tónleikadreymir
uppfyltar, og Jimmy fer
ígjøgnum eitt persónligt
stríð fyri at finna sína egnu
rødd og eitt pláss í heiminum, har tónleikurin ræður,
legendur verða føddar og hvør løta er ein nýggjur
møguleiki.
ali g indahouse
høvuðsleiklutur: sacha
baron cohen
longd: 83 minuttir
prod. ár: 2003
Hann hevur verið sjafførur
fyri Madonnu, rappað við
Shaggy. Nú hevur tú høvi
at uppliva tann bretska
komikaran og
superstjørnuna, sum tú
ongantíð hevur sæð hann
fyrr í hesum kontroversiella
skemtifilminum.
cm4
- championship manager 4
heimsins best umtókta
fótbóltsspæl nakrantíð er
aftur. við 39 altjóða
fótbóltsdeildum og yvir
200.000 spælarum og
hjálparfólkum hevur tú
allan fótbóltsheimin við
tínar føtur. Flytingar,
taktikkur, venjing, venjarar
og dystir. Tað er onki
annað manegaraspæl, sum
er so fullkomið. Við tí heilt
nýggju 2D vísingini kanst
sú síggja jút hvar tín
taktikkur eydnaðist og hvar
hann miseydnaðist.
<n‡tt - n‡tt>
so flytir Julia Roberts frá manni sínum. Men tað vildi verið
ein sera óheppin støða, tí parið hevur tosað nógv um at fáa
børn, og søgur vilja vera við, at Julia Roberts longu er við
barn.
Sostatt letur ikki til, at Julia Roberts er í ferð við at fáa stýr
upp á sítt lív enn.
J-Lo n‡ggjan partnara
Jennifer Lopez hevur funnið
sær ein nýggjan partnara,
men hann er avmarkaður til
venjingarhølini. Talan er um
gamla musklakongin Sylvester
Stallone, sum framyvir skal
hjálpa Jennifer at venja.
Jennifer og Stallone lata til at
koma væl útav tí, og tey
trívast saman. Sly, sum hann ofta varð kallaður, fegnast
eisini óivað um sín nýggja vin at venja saman við.
Jennifer Lopez hevur verið meira ella minni besett av at
venja í longri tíð nú, og hon heldur ikki, at nakar kundi
verið betur at vant saman við enn Sylvester Stallone.
Kylie tosar opi› um gamlan sjeik
Kylie Minoque er rasandi ill, tí
fyrrverandi sjeikur hennara,
James Gooding, hevur selt sína
síðu av søguni um sambandið
teirra millum til eitt bretskt
blað. So nú hevur hon tikið
hevnd og er farin at tosa,
hóast hon í fyrsta umfari hevði
ætlanir um at tiga.
– í byrjanini var eg púra vekk í
James. Eg var so forelskað,
men so byrjaði tað at ganga
galið. Hann klárar ikki at liva
uttan at sniffa kokain ella drekka, sigur Kylie sambært
Sunday People.
Leysatí›indi:
Liz Hurley fer ikki at mangla pening fyribils. Hon hevur júst
skrivað undir ein modellsáttmála áljóðandi 40 milliónir
krónur við Estee Lauder
Russell Crowe fer at giftast við unnustu sínari, Danielle
Spencer, tann 7. apríl. Sama dag, sum hann fyllir 39 ár.
Brúdleypið verður eitt av teimum minnu við ”einans” 80
gestum.
Kate Winslet og hennara tvey ára gamla dóttir, Mia, vóru
herfyri umborð á einum flogfari, sum mátti neyðlenda.
Orsøk: Starvsfólkið óttaðist, at tað møguliga vóru
yvirgangsmenn umborð
Meg Ryan heldur, at mannfólk er alt ov nemm.
– Tað einasta, sum skal til er, smyrsl, langar negl og ein
forførandi rødd, sigur hon. Og hon skuldi vita, hvat hon
tosar um, tí líka síðani hon og Dennis Quaid vórðu
sundurlisin, hevur hon so at siga ikki gjørt annað enn at
royna eftir mannfólki.
– Eg plagdi at hata at gera meg so nógv til, áðrenn eg
skuldi út, men eg havi funnið út av, at ein kann koma
rættuliga langt við nøkrum fáum og einklum ráðum, sigur
hon flennandi.
Brad Pitt er í kjallaranum fyri tíðina. Hjúnalagið við Jennifer
Aniston hongur í einum klønum trá. Keldur vilja vera við, at
parið hevur tosað álvarsamt um skilnað. Men tað letur tó
til, at parið í fyrstu atløgu hevur gjørt av at geva tí ein
møguleika afturat. Men í seinastuni hevur Brad Pitt sæð so
keddur út, og tað boðar neyvan frá góðum.
Slatursøgur ganga heitar um, at Backstreet Boys hava
ætlanir um at finna saman aftur. Tað ljóðar, at dreingirnir
vilja grava fíggindaskapin niður og fara í upptøkuhølini at
spæla eina fløgu inn síðst í hesum mánaðinum.
Eminem er ikki altíð tann sami…Rapparin hevur nevniliga
ein, sum líkist sær so nógv, at hann nýtir hann sum ”stand-
in”, um hann kennir seg hóttan.
Russel Crowe er byrjaður at ganga til undirvísing í
boksing. Endamálið er ein nýggjur leiklutur í einum filmi,
men man hann ikki eisini kunna brúka okkurt av tí, sum
hann lærir har privat?
David Hasselhoff var herfyri við at koma heilt illa fyri.
Saman við konu síni bleiv hann tveittur av motorsúkkluni.
Men bæði sluppu tó við smærri snuddum.
Valentine´s Day gav Britney Spears øllum sínum vinum,
sum hon vanliga fylgist við eina bróstpiercing. Men hon
vildi tó ikki hava eina sjálv
Brad Pitt er bangin fyri yvirgangsmonnum. Hann er so
bangin, at hann hevur noktað blankt at luttaka í
upptøkum, sum vóru tilrættislagdar í Marokko
Lara Flynn Boyle er fullkomuliga býtt, tá tað kemur til
tøkni. Hon hevur havt ein DVD spælara standandi í fleiri
mánaðirnar, sum henni ikki hevur eydnast at fáa at virka
Jennifer Lopez fekk herfyri yvirtalað ein biograf í London
at tveita allar kvinnurnar út úr damu-wc-inum, tí frúan vildi
ikki pissa, meðan onnur vóru í sama rúmi
Christina Aguilera hevur trupulleikar við tí eina bróstinum
eftir at ein nærgangandi persórnur, sum hon dansaði við
kom til at bíta hana so hart, at blóðið fleyt frá piercingina
Onkur hevur stolið fartelefonina hjá Eminem. Trupulleikin
er ikki telefonin, men øll telefon nummurni hjá nógvum
kendum fólkum, sum hann hevði goymt inni á telefonini
Tom Cruise hevur ikki bara stóra ávirkan í Hollywood.
Eisini í Ný Sælandi hoopa og leypa tey á leistum fyri
manninum. Hann hevur frábiðið sær alla flúgving oman fyri
húsinum, sum hann leigar á oynni, meðan hann arbeiðir við
upptøkunum til filmin The Last Samurai. Og tískil hava ný
sælandsku myndugleikarnir sett flúgviforboð millum
klokkan átta á morgni og til níggju á kvøldi í øllum økinum.
So nú hevur Tom Cruise okkurt tilfelags við Saddam
Hussein, sum eisini hevur eina no fly-zonu.
Matthew McConaughey deilir sína íbúð við einum 80 ára
gomlum spøkilsi.
– Eg síggi hana so at siga hvørt kvøld, kanska tí eg altíð
gangi runt nakin heima….Kanska hann átti at vita, um tað
ikki er hansara gamla grannakona, sum ikki hevur ein
eykalykil.
Harrison Ford heldur sær væl. Hóast hann er 60 ár, so er
hann framvegis ein flottur maður. Loynidómurin er, sigur
hann, nógv vatn, svart kaffi og einar 200 búkvenjingar um
dagin.
C
M
Y
K
23
22