mikudagur 9. apríl 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 • mikudagur • 9. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
FCK spælari duldi í
sjónvarpssending
mánakvøldið ikki
fyri, at hann saknar
Toda Jónsson, sum
hann metir at vera ein
tann besta álops-
spælaran í Danmark
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Í kvøld bresta Brøndby og
FCK aftur saman. Tey
skulu á Brøndby stadion
(og ikki í Parkini, sum vit
søgdu í gjár), stríðast um
pláss
í
hálvfinaluni
í
donsku steypakappingini.
Roknað verður við, at
áskoðaratalið fer at liggja
um 20–25 túsund, so tað
ber ikki til at siga annað,
enn at tað er stórur áhugi
fyri grannauppgerðunum í
Keypmannahavn. Sunnu-
dagin vóru fleiri enn fjøruti
túsund og hugdi at lands-
kappingardystinum millum
FCK og Brøndby í Parkini.
Í donsku pressuni hevur
verið gjørt nógv burturúr
síðani javnleikin í Parkini
sunnudagin. Mest hevur
verið tosað um listan við
skaddum FCK spælarum,
sum sunnudagin gjørdist
uppaftur longri. Tað er
greitt, at miðvallarin Erik
Mykland og vongverjin í
vinstru, Peter Christiansen,
ikki vera førir fyri at spæla.
Umframt teir báðar eru fleiri
aðrir FCK spælarar skaddir,
eitt nú Thomas Røll og
Christian Lønstrup, sum
hava verið mettir at vera
millum lyklaspælararnar.
Leingist eftir Toda
Lítið hevur leingi verið at
hoyrt um Toda Jónsson,
men mánakvøldið vísti ein
av FCK spælarunum dirvi
at taka til orðanna og siga,
at Todi var nógv saknaður á
FCK liðnum, og at tað av-
gjørt ikki hevði verið
óhugsandi, at Todi Jónsson
kundi verið spælarin, sum
kundi kveikt lív aftur í FCK
spælið.
Tað var Bo Svensson,
sum í sendingini Det 'Bare
Fodbold á rásini Viasport
tók soleiðis til:
– Todi Jónsson er ein av
bestu álopsspælarunum í
superliguni. Hann kundi
sum einki spælt í álopinum
á øllum liðunum í superlig-
uni. Eg sakni hann heilt
nógv á liðnum hjá okkum.
Spælið hjá okkum hevur
ikki riggað í teimum trim-
um landskappingardystn-
um, sum vit hava spælt í
vár. Um Todi hevði havt
verið í FCK álopinum, so
kundi hann við sínum
skjótleika runnið í dýpdina
og harvið verið við til at
lyfta FCK úr leikliga aldu-
dalinum, sum vit eru í.
Soleiðis tók liðfelagin
hjá Toda Jónsson til, og
einki er at ivast í, at eitt
sovorðið alment herða-
klapp fløvar hjá Toda, sum í
vár verður rættuliga eyð-
mýktur av FCK leiðsluni,
ið sektar seg sjálva við at
halda Toda burtur frá liðn-
um, heldur enn at hava
hann á liðnum og harvið
økja um møguleikan fyri at
fáa stigini, sum skulu til,
um FCK skal varðveita
fjarstøðuna til kappingar-
neytarnar og harvið vinna
DM heitið.
Um opinskáraði FCK
spælarin, Bo Svensson, fer
at fáa bót frá leiðsluni í fel-
agnum, tí hann hevur dittað
sær at drigið Toda fram úr
gloymskuni og hagar, sum
hann hoyrir heima, sigur
søgan einki um.
Todi hevur áður sagt, at
hjá honum er einki annað at
gera, enn at røkja skyldur-
nar, sum hann hevur sam-
bært sáttmálan. Mánadagin
var Todi og vandi saman
við eykamonnunum hjá
FCK. Teir, sum vóru á FCK
liðnum í Parkini sunnudag-
in, fingu viðgerð, soleiðis
at teir kunnu vera so væl
fyri, sum tað ber til, tá ið
FCK í kvøld fer á Brøndby
stadion at spæla. Um Todi
hesa ferð fór at fáa boð, var
einki komið fram um, tá ið
hesar
reglurnar
vórðu
skrivaðar.
Todi kundi verið
bjargingarmaðurin
Todi Jónsson sleppur fram-
vegis ikki upp í part í FCK,
men sambært FCK-verjuleik-
aranum, Bo Svensson, so er
føroyingurin júst leikarin, ið
kann lyfta FCK úr leikliga
aldurdalinum, sum teir í
løtuni eru í.
INTERTOTO CUP
Páll Holm Johannesen
Mánadagin var lutakastið
til Intertoto Cup kapp-
ingina. Lutakastið var í
sveisisiska býnum Nyon.
GÍ er føroyska umboðið í
kappingini í ár, og teir
skulu møta einum felagið
úr
Moldova.
Av
tí
landskappingin í Moldova
ikki er avgreidd enn, er
ikki avgjørt enn, hvat fel-
agið verður. Fyrri dyst-
urin verður i Moldova 21
ella 22 juni, og retur-
dysturin verður í Føroy-
um eina viku seinni.
Skuldu
tað
eydnast
gøtumonnum at vinna seg
víðari í kappingini, so
møta teir antin einum fel-
agið úr Ísrael ella úr
Albania.
GÍ møtir felagi
úr Moldova
Bárður Mikkelsen
og Holte møta nú
Ålborg í dysti um
triðja plássið
ÚTISETAFELAG
Páll Holm Johannesen
Sunnudagin var felagið
hjá Bárða Mikkelsen á
vitjan í Århus fyri leika
avgerandi hálvfinaluna í
bestu donsku flogbólts-
deildini. Dysturin gjørdist
eitt satt vónbrót fyri Bárð
og Holte, tí teir taptu
sannførandi
3-0
fyri
Skovbakken, og gjørdist tí
ov stuttir til finaluna á
hesum sinni.
Holte stóð seg væl í
fyrsta sett, men settið
glapp teimum av hondum,
og Holte megnaði ikki at
reisa seg aftur í dystinum.
Ein stúgvandi full høll í
Århus sá heimaliðið vinna
25-22, 25-21 og 25-17.
Skovbakken skal nú
møta Odense í finaluni,
meðan Holte má taka til
takkar við at leika um
triðja plássi ímóti Ålborg.
Holte tapti av-
gerandi dystin
25
8
Sosialurin Nr. 69 - 9. apríl 2003
At kenna sannleikan
Tann í Føroyum so væl dámdi
leikstjórin Nils Malmros er aftur at
finna í Føroyum við einum filmi.
Hesaferð er hann ikki her, men
filmurin “At kende sandheden”
hjá honum verður so vístur í
Havnar Bio.
Talan er um filmin At kende
sandheden. Filmurin er ikki heilt
nýggjur, men hetta ger kortini
minni.
Filmurin snýr seg serliga um pápa
Nils Malmros, Richard Malmros.
Vit fylgja honum í fleiri pørtum av
hansara lívi, men tað er serliga
tíðarskeiðið sum neurokirurgir og
yvirlækni á Århus Kommune
Hospital, sum hann er vorðin
víðagitin fyri.
Og reyði tráðurin í filminum snýr
seg um eftirkanningar av arbeið-
inum hjá honum í fjørutunum –
við radioaktivum evni til røntgen-
myndir. Hetta endar við einum
rættarmáli, tá tað vísir seg, at fleiri
sjúklingar hava fingið krabbamein
seinni í lívinum.
Sum útgangspunkt er tað hetta,
filmurin snýr seg um.
Men filmurin er so nógv meira.
Filmurin hevur nógv løg, sum
fylgir tær langt eftir, at tú hevur
reist teg úr reyða stólinum.
Filmurin fylgir, hvussu ein serstøk
menniskja lagna flættast inn við
aðar. Filmurin er fiktión, men
byggir á ávísar veruligar
hendingar.
Og tey, ið dáma filmarnar hjá Nils
Malmros ella góðar filmar
yvirhøvur, kunnu trygt fara til
hendan filmin.
Høvuðspersónurin Richard Malm-
ros er ein genialur kirurgur, men
ein ikki serliga góður pápi. Hann
stríðist alt, hann eigur, fyri sínar
sjúklingar, men stongir samstundis
seg sjálvan alsamt meira inni frá
umheiminum og gerst torførur at
hava við at gera.
Stílurin er ótrúliga greiður uttan at
gera ov nógv burturúr. Allur
filmurin er í svørtum og hvítum,
men litirnir mangla ikki. Søgan
litar filmin frálíka væl.
Ì sínum stíli fær filmurin eisini eitt
filosofiskt eyðkenni. Hann viðger
grundleggjandi tilveru spurningar.
Tí hvør vil ikki kenna sannleikan?
Hvat er sannleikin?
Filmurin hyggur kritiskt eftir bæði
fjølmiðlum og læknum, sum hvør í
sínum lagi ikki kenna allan
sannleikan.
At gera ein film um pápa sín er
eisini rættiliga sermerkt. Hetta ger
seg eisini galdandi í hesum
filminum. Hvussu Nils Malmros
upplivir pápa sína eiga vit mest at
síggja við at leggja hendingarnar í
filminum saman, men hetta er
heldur ikki so lætt.
Teirra samband er tað mest
undarliga av øllum í filminum. Og
tað bara sum um, at tað vantar
okkurt – vit mangla at kenna
sannleikan.
Tað verður givin ein biti her og ein
har, men samlaða myndir um teir
báðar fæst ikki rættiliga upp á
pláss.
Hetta er kortini ikki nakað, sum
eigur at halda nøkrum afturi.
Filmurin er frálíkur við einum
góðum stíli, góða sjónleikarum og
tematiseringum og abstratiónum,
sum veruliga skara framúr.
Í eina tíð, har
filmsmentan er
amerikanskt
Hollywood svans
er tað svalandi
og kveikjandi at
síggja ein tílíkan
film.
Danska filmslistin
er á høgum
støði. Og tað er
stórt spell, at
summi ikki kenna
annað til danska
mentan enn tílíkt humbuk sum
Nick og Jay, ella hvat teir nú
einaferð eita.
Havnar Bio eigur rós uppiborið fyri
at seta hendan filmin á skránna, tí
skapar ikki júst bíðirøðir við
lúkuna.
Vit vóru bara nøkur heilt fá í
salinum, og hetta er lítið annað
enn stórt spell tí dygdirnar í
hesum filminum eru so serstaka
og sterkar.
Fyrst og fremst skal hesin filmurin
síggjast, tí hann er knasandi
góður. Talan er um reina filmslist.
Lívið kann í stóran mun vera ein
leitan eftir sannleikanum, og
boðskapurin í hesum filminum er,
at helst eingin veruliga veit, hvør
sannleikin er. At kende sandheden
kemur tær nógv meira enn filmar
flest.
Heri á Rógvi
Fakta um <At kende sandheden>
leikarar: Jens Albinus, Lise
Stegger, Birthe
Neuman, Ida Dwinger
o.o
longd:
100 min
sta›:
havnar bio, um tú ert
12 ár ella eldri
1. Heldur tú sjálvur, at tú ert húsligur?
– Ja, tað haldi eg, at eg eri. Eg plagi at rudda og vaska upp
av og á. Uppvaskið sleppur ikki at standa longi.
2. Hvørja uppvaskisápu nýta tit heima, og hvussu
vorðin er uppvaskibustin?
– Vit nýta hasa har frá Kemilux, Sitrónuppvask, og
uppvaskibustin er hvít og grá.
3. Hvussu ofta gert tú mat um vikuna?
– Tað man vera einar tvær ferðir um vikuna.
4. Hvussu longi kókar tú eplir?
– Tað er altíð 35 minuttir. Eg veit ikki, hví júst 35 minuttir,
men tað fer altíð upp um hálvan tíma.
5. Og egg?
– Tað er nóg longi – einar 12 minuttir, tí bleyttkókað skal
tað ikki verða. Tað leggi eg ikki so nógv í.
6. Hvørja húsarhaldsplikt dámar tær minst at fáast
við?
– Vaska wc-ið. Tað geri eg faktiskt ongantíð.
7. Og hvørja dámar tær so best?
– Eg havi ongan favoritt, tí tað er jú alt meira ella minni
pliktir. Og eg gleði meg ongantíð til at gera
húsarhaldspliktir. Tær skulu bara gerast.
8. Hvat borðreiðir tú við, tá tú hevur gjørt okkurt
serstakliga leskiligt?
– Tá er tað ræstur hálsur og eplir, og so øl og ein snaps
afturvið. Tað er altíð gott.
Útvarpsma›urin: Bjarni Mohr:
Alt er pliktir
C
M
Y
K
24