Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 9. apríl 2003 27 Kristian Suni Høgnesen endurvann Føroyameistaraheitið fyri einstaklingar í billiard BILLIARD Tíðindaskriv Um vikuskifti var einstak- lingakappingin í billiard avgreidd á Tvøroyri. Vinn- arin gjørdist tann sami sum í fjør - navniliga Kristian Suni Høgnesen úr Klaks- víkar Klubba. Við sínum róliga og brillierandi spæli dró hann longsta strái. Í finaluni vann hann sikkurt á Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billiardfelag. Dysturin gjørdist ongantíð spennandi. Kristian Suni byrjaði væl og sum dysturin leið gjørdist munurin alt størri og størri. Við góðum serium og tolni fekk Kristi- an Suni 710 eygu. Hetta man sigast at vera sera flott. Max fekk ongantíð sítt annars sera góða spæl ígongd. Hepni, sum skal til, var ikki við honum hendan dystin. Í kvartfinalubólkin- um hevði Max annars kvøldið fyri vunnið á Kristian Suna við heili 772 eygum móti 586 í einum sera drúgvum dysti. Dystin um 3. plássi varð leiktur millum Bjarna Skaalum úr Kagganum og Ólavur Kjølbro úr Klaks- víkar Klubba. Dysturin byrjaði javnur. Munurin var ikki stórur í fyrra hálveiki. Í seinna hálvleiki fór Ólavur eitt sindur framum. Bjarni, sum annars er kendur fyri sínar stóru seriur, megnaði ikki at fáa nakra góða seriu í hesum dystinum. Ólavur økti síðani um munin og vann tískil dystin og harvið bronsuna. Jan Muller úr Kagganum, Niels Nielsen og Carsten Hansen úr Havnar Klubba og Jens Pauli Poulsen úr Tvøroyrar Billiardfelag, sum eisini høvdu kvalifis- erað seg til kvartfinalu- bólkarnar, vóru ov stuttir hesuferð at náa hálvfinal- unum. Tað vóru teir somu fýra, sum kvalifiseraðu seg í ár sum í fjør til hálvfinal- urnar. Klaksvíkingar hava ann- ars vunnið alt, sum er at vinna, í ár. Ólavur vann Haldor Holm Cup kapping- ina í oktober, liðkappingina í 1. og 3. deild vann Klaks- víkar Klubbi, Kristian Suni vann sum kunnugt kapp- ingina fyri einstaklingar og steypið fyri hægstu seriu vann mín sann eisini Kristi- an Suni við 224 eygum. Claus Bech Jørgensen sett met í Onglandi Kristian Suni Jacobsen vann annað árið upp í slag FM- heitið fyri einstaklingar í billiard. Saman við Klaks- víkar Klubba vann Kristian Suni eisini FM-heitið fyri lið í ár, so ikki kann sigast ann- að, enn at kappingarárið í ár hjá Kristiani Suna hevur verið sera væl eydnað TÍÐINDABRÆV FRÁ MJØLNIR Peningurin frá tiltakinum fer til útreiðslur í samband við, at gentir og dreingir 14 ár hjá MJØLNIR fara at luttaka í altjóða kapping í Ubberud í Odense í døg- unum 1.- 6. maj 2003.03.26 Seinastu tíðina hava hesi ungu verið runt í býnum hjá fyritøkum og privatum við stuðulsbrøvum til maratondyst, fyri á hendan hátt at fáa pening til vega, sum kann fíggja eina tílíka danmarkarferð. Samstundis sum maraton dysturin byrjar kl. 10, verður loppumarknaður og kaffisøla í hinari fimleikar- høllini, sum foreldrabólk- urin skipar fyri. So, um tú ruddar kjallar- an, skápið ella loftið, eru vit áhugaði í at móttaka: jakkar, frakkar, húgvur, hattar, taskur, leikur og prýðislutir/búnýtir Meiri fæst at vita við at venda sær til Sigrun tel. 75 73 84 ella Merry 45 66 89. Í farnu viku høvdu vit eina samrøða við hálva føroy- ingin, Claus Bech Jørgen- sen, sum spælir í enska 1. deildarfelagnum Bradford. Tað hevur gingið rættiliga væl hjá hálva føroyinginum í Bradford í ár, og Bradford leikarin er í løtuni mest skorandi danski leikarin uttanfyri Danmark. Ikki nokk við tí, hann hevur í løtuni eisini eitt met í enskum fótbólti. Claus Bech Jørgensen hevur stotið mál í átta teimum síðstu útidystunum hjá Bradford, og tað hevur ongin gjørt undan honum í enskum fótbólti. 26 apríl leikar Bradford aftur úti- dyst, og tá hevur Claus Bech Jørgensen møguleika at betra um metið hjá sær. -páll HSF AÐALFUNDUR Páll Holm Johannesen Hondbóltssamband Føroya skuldi eftir ætlan havt aðal- fund seinasta vikuskiftið, men fundurin varð avlýstur. Formaðurin í HSF, Petur Ove Petersen, sigur, at enn er ongin nýggjur dato fast- settur. Viðtøkan sigur, at aðal- fundurin skal vera í apríl mánaði, men hetta verður torført, sigur Petur Ove við Sosialin. - Um vikuskiftið verður endabrakið hjá teimum eldru, so tá liggur ikki fyri og nú eru páskirnar í nánd, so tað verður torført at að- alfundin avgreiddan í apríl mánað, og tí er mest sann- líkt, at fundurin verður hildin í mei, greiðir for- maðurin í HSF frá. Enn eingin nýggjur dato fastsettur Maratondystur og loppu- marknaður í fimleikarhøllini 27 26 Nr. 69 - 9. apríl 2003 Kvinnurnar klárar til hálvfinalurnar Finalistarnir í fjør, KÍ og HB, vunnu sannførandi sínar fjórðingsfinalur FSF-STEYPIÐ Páll Holm Johannesen Kvinnurnar hava tvey tey undanfarnu vikuskiftini leikt ávíkavist áttandaparts- og fjórðingsfinalurnar, og nú er greitt hvørji feløg bresta saman í hálvfinal- unum. Greipuvinnararnir úr KÍ møta B36, meðan HB og AB bresta saman í hinari hálvfinaluni. Fleiri feløg hava longu tikið seg úr kappingini, og tað hevur eisini sett sín dám á steypakappingina hjá kvinnunum higartil. Bert tvær fjórðingsfinalur vórðu leiktar um vikuskifti, tí í hinum báðum dystunum hava feløgini tikið úr kappingini. Finalistarnir í fjør, KÍ og HB, vunnu bæði sannfør- andi á ávikavist B68 og GÍ. AB og B36 komu víðari til hálvfinalurnar uttan at leika, tí VB og Skála seta seg ikki fyri at manna lið til kappingina hjá kvinnunum í ár. Eftir lutakastið til hálv- finalurnar er greitt, sæst at møguleiki er fyri eini endurtøku av steypafinal- uni í fjør millum KÍ og HB. Hesi feløg hava spælt steypafinalu síðan 1999, og vinna tey hálvfinalurnar, so verður tað fimta árið á rað, at steypafinalan stendur millum KÍ og HB Leggja til brots um vikuskiftið Nú verður steðgur í steypa- kappingini hjá kvinnum til miðskeiðis í mei-mánað. Um vikuskiftið verður farið undir landskappingina. Landskappingin hjá kvinn- um verður í ár skipað sum ein deild við tíggju feløg- um. Dystirnir í 1.umfari eru Sumba-EB/S, KÍ - FS Vág- ar, B36-HB, AB-B68 og GÍ-B71. Fjórðingsfinalurnar í tølum: KÍ-B68 7-1 (2-0) KÌ: Rannvá Andreasen 2, Bára S. Klakkstein 2, Malena Josephsen, Vivian Bjartalíð, Maria við Neyst B68: ? Skála-B36 Skála tikið seg úr kappingini AB-VB VB tikið seg úr kappingini HB-GÍ 9-1 HB: Gunn Müller 2, Hall- tóra Joensen 2, Eyðfríð Kristiansen 2, Vivian Una- dóttir, Malan á Dunga, Randi Wardum Gí: Heidi Heinesen Finalistarnir í fjør, HB og KÍ, vunnu sannførandi sínar fjórðingsfinalur um viku- skiftið. Við lutakastinum til hálvfinalurnar er møguleiki fyri eini endurtøku av steypafinaluni í fjør millum KÍ og HB. MYND: Savnsmynd BRIDGE Bogi Simonsen Leygardagin 5. apríl var finalan um føroyameistara- heitið fyri pør í bridge leikt í Bridgehúsinum í Tórs- havn. Kappingin var skipað sum ein barometurkapping, leikt vóru 19 umfør á 4 spøl, tilsamans 76 spøl. Byrjað var at spæla kl 10:00 og ikki var liðugt fyrr enn kl 21:30. Kappingin er sera drúgv og skiftust fleiri pør um at hava oddasessin. Tá ið kappingin var hálv- runnin, sá tað út til, at vinn- ararnir frá í fjør, Bogi Sim- onsen og Rói á Rógvu Joensen fóru at vinna aftur, men skjótt vísti tað seg, at Jóannes Mouritsen og Heð- in Mouritsen fóru at blanda seg. Við góðum spæli fóru teir eisini frá hinum pørun- um og vunnu sannførandi. Liðfelagarnir hjá Jóannes og Heðin, Per Kallsberg og Dánjal Pauli Mohr, góvu teimum ta drúgvastu mót- støðuna, sjálvt um teir gjørdist ov stuttir. Hetta spælið er frá umfar- inum millum Boga Simon- sen og Róa á Rógvu Joensen móti Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen, sum teir síðst nevndu vunnu tepurt. Í hesum spælinum fingu føroyameistararnir ein deildan botn. Kortfordeilingin er: Gevari: Suður/EV Útspælið gekk via sp 4 og bónda til frúgv. Heðin spældi nú ein lítlan rútara til bóndan, sum átti stikkið, tað sama gjørdi rútar kong- ur!! Nú spældi Heðin kleyvara frúgv frá borð- inum, Rói legði kl 9, og eg fall frá. Kleyvara bóndi varð síðani spældur, og átti hann eisini stikk. Nú kundi Heðin vunnið við at spælt kleyvara ess, men hann valdi heilt nátúrligt at knípa Róa fyri kleyvar kong, men tá ið hesin sat hjá eystan, endaði Heðin við at fara ein niður, tí hann ikki slapp heim til kleyvar ess, hetta kostaði Heðin -7 á barometrinum. Endaliga støðan í FM finaluni fyri pør, 10 tey fremstu pørini av 20. Miðal er 0: 1. Heðin Mouritsen - Jóannes Mouritsen 143 2. Dánjal Pauli Mohr - Per Kallsberg 122 3. Hans Jacob Petersen - Arnbjørn Sivertsen 44 4. Atli Hansen - Jógvan Ranghamar 43 5. Helgi Joensen - Eyðun Joensen 38 6. Símin Lassaberg - Eyðun Anthoniussen 37 7. Petur Annfinn Johanne- sen - Eilif Petersen 21 8. Bogi Simonsen - Rói á Rógvu Joensen 18 9. Árni Dam - Marner Joensen 13 10. Fríðhild Petersen - Jákup Hjaltalin 6 Heðin og Jóannes vunnu FM fyri pør Norður: Sp: D76 Hj: 63 Rú: D752 Kl: E1042 Vestur: Eystur: Sp: B93 Sp: K1052 Hj: D82 Hj: 1054 Rú: E1084 Rú: 963 Kl: 983 Kl: K75 Suður Sp: E84 Hj: EKB97 Rú: KB Kl: DB6 Meldingarnar eru: Jóannes Rói Heðin Bogi S. V. N. Ey. 1hj pass 1ut pass 3ut pass pass pass Útspæl sp 5 (3. ella 5. hægst) Málskjúttar í Steypakappingini: Halltóra Joensen HB 5 mál Eyðfríð Kristiansen HB 3 mál Gunn Muller HB 3 mál Rannvá Andreasen KÌ 2 mál Bára S. Klakkstein KÍ 2 mál Heidi Heinesen GÍ 2 mál Vinnararnir í FM fyri pør: f.h. Heðin Mouritsen og Jóannes Mouritsen C M Y K 26