mikudagur 9. apríl 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 69 - 9. apríl 2003
GÍ fer víðari
Í Gøtu halda tey
framvegis ikki, at
málið um leikloyvi
hjá Súna Fríða
Johannesen er rætt
handfarið, og í løtuni
verður umhugsað,
hvørji stig nú skulu
takast
LEIKLOYVI
Jákup Mørk
Sum nevnt í blaðnum í gjár,
so tóktist føroya mest um-
talaða leikloyvi nú endaliga
avgreitt.
Súni Fríði Johannesen,
sum hevur skift GÍ-búnan
um við tann hjá B68, hevur
fingið leikloyvi útflýggjað
frá Fótbóltssambandinum,
og sjálvur var leikarin ikki í
iva um, at hetta var rætta
avgerðin. Týdningarmesta
skjalið í hesum segðist vera
eitt bræv, sum hann hevði
fingið váttað frá GÍ, har
felagið viðgongur, at leik-
arin ikki hevur nakrar
skyldur mótvegis felagn-
um.
Eingin leyslatan
Sum vit staðfestu í gjár, so
var lítil ivi um, at um
leikarin hevði fingið hetta
váttað frá GÍ, so var hann
leysur, men í Gøtu halda
tey tó ikki, at málið er
somikið einfalt.
Her vilja tey nevnliga
vera við, at brævið, sum
talan er um, als ikki er ein
váttan frá felagnum. Her er
talan hinvegin bert um eitt
bræv frá leikarunum, har
felagið hevur kvittað fyri
móttøku, og so ikki meira
verður sagt.
Í Gøtu eru tey í løtuni í
fer við at viðgera málið,
men hóast henda viðgerð
ikki enn er endaliga liðug,
hava vit fingið niðanfyrst-
andandi viðmerking frá
nevndini.
»Vit eru kedd av at draga
Súna Fríða upp í málið, tí
fyri okkum er tað eitt
prinsipielt mál um virði á
sáttmálum, meira enn eitt
mál um nakran ávísan leik-
ara. Í samband við brævið,
sum tosað verður um, so
hevur formaðurin hjá GÍ
váttað fyri móttøku av
brævinum, á sama hátt sum
var talan um innskrivað
bræv, men har er eingin
váttan um, at leikarin hevur
frítt at fara.
Málið er mánakvøldið
blivið avvíst av kappingar-
nevndini. Til tað siga vit, at
vit skilja ikki, at málið er
viðgjørt
av
kappingar-
nevndini. Tí málið er eitt
mál um sáttmála og tilhoyr-
andi leikloyvi, og tí eigur
málið heima í sáttmála-
nevndini ella í nevndini hjá
FSF.
Málið er eftir okkara
tykki heilt prinsipielt fyri
okkum og fyri føroyskan
fótbólt sum so. Og eru tað í
hesum sambandi ikki peng-
arnir, sum eru avgerandi. Tí
avgerðin hjá FSF er avger-
andi fyri, um leikari hevur
rætt til løn, hóast sáttmálin
ikki verður hildin. Eftir
avgerðini hjá FSF, so er eitt
felag framhaldandi noytt at
rinda leikara løn, hóast
hesin systematiskt ikki
yvirheldur sínar skyldur
mótvegis felagnum. Verður
lønin ikki rindað, er hetta
sambært FSF at meta sum
brot á sáttmálan, og hevur
felagið tá ikki rætt til
endurgjald fyri leikloyvið
hjá leikarunum.
Nevndin
umhugsar
í
løtuni, hvørji stig skulu
takast. Sambært reglugerð-
unum hjá FSF fyri leikara-
sáttmálar, skulu trætur loys-
ast við gerðarætti, og um-
hugsar nevndin í løtuni,
hvørt hetta skal gerast, ella
um málið skal leggjast fyri
sáttmálanevndina.«
Brævið avgerandi
Sostatt tykist lítil ivi vera
um, at tað er áður umtalaða
brævið, sum er avgerandi
fyri málið. Er tað so, at GÍ
bert hevur váttað fyri
móttøkuna, og ikki fyri at
loysa leikaran frá skyldum
sínum, so er talan í hægstu
grad um ein spurning, sum
er sera prinsipiellur fyri
fótbóltsfeløgini.
Kann leikari bara uttan
víðari lata vera við at halda
skyldu
sínar
mótvegis
felagnum, fyri á tann hátt at
verða loystur úr sáttmálan-
um, munnu flestu feløgini
helst vera av teirri áskoðan,
at sáttmálin ikki er stórt
meira verdur, enn pappírið,
sum hann er skrivaður á.
Tí bendir nógv á í løtuni,
at gongdin í hesum málin-
um fer at fáa stóran týdning
fyri, hvussu leikarasátt-
málar og treytirnar í hesum
verða skipaðar framyvir.
Málið um leikloyvið hjá Súna Fríða
Johannesen líkist alt meira einum máli, sum
kann fáa sera stóran prinsipiellan týdning fyri
framtíðar leikarasáttmálar
Brot úr reglunum fyri leikarasáttmálar
GREIN 5
Um leikarin hevur forfall til venjingar ella dystir,
skal leikarin beinanvegin geva formanni og
venjara felagsins fráboðan um hetta.
GREIN 11
Leikarin hevur rætt til løn undir sjúku, treytað av
at leikarin heldur reglurnar í grein 5. Felagið hevur
rætt til at krevja læknaváttan.
Grein 15
Stk. 3
Leikarin og felagið hava rætt til at gera avtalu um,
at leikarin í sáttmálaskeiðinum kann skifta felag
og gera nýggjan leikarasáttmála við annað felag.
Stk. 4
Felagið hevur rætt til at treyta frítøku av skyldum
leikarans sambært hesi avtalu við, at nýggja
felagið rindar felagnum eina upphædd, sum í
minsta
lagi
svarar
til
higartil
útgoldnu
samsýningina í avtalutíðarskeiðinum, umframt
eina upphædd, sum svarar til tær positivu
útreiðslurnar, felagið hevur havt av leikaranum í
avtalutíðarskeiðinum.
GREIN 16
Henda avtalan kann hvørki av leikara ella felag
sigast upp í avtalutíðarskeiðinum, sí tó grein 15,
stk. 3 um avtalaða uppsøgn.
Stk. 2
Um annar parturin munandi misheldur sínar
skyldur sambært hesi avtalu, kann hin parturin
hóast ásetingina frammanfyri, skrivliga siga avtal-
una at fara úr gildi beinanvegin, og krevja endur
gjald eftir vanligum reglum.
Stk. 3
Leikarin hevur ikki krav uppá at fáa útflýggjað sítt
spæliloyvi, áðrenn leikarin hevur avgreitt alt sítt
fíggjarliga millumverandi við felagið sambært
hesi avtalu, herundir eisini møguligt limagjald til
felagið.
GREIN 17
Allar ósemjur millum leikara og felagið, herundir
ósemjur um tulking av hesi avtalu, ella um annar
parturin hevur mishildið hesa avtalu, verða at
leggja fyri ein gerðarrætt, har hvør parturin út-
nevnir sín gerðardómara. F.S.F. útnevnir ein
ástøðumann, ið er formaður gerðarrættarins. For-
maðurin skal vera løgfrøðingur.
Fakta
C
M
Y
K
28
Nr. 69 - 9. apríl 2003
29
Trø & runnar
Besta plantutíð
Eisini stórt úrval av staudum
Vit senda um alt landið
Vit síggjast
Íslendskan Píl, Alaska Píl, Lærk, Bjørk, Ribes,
Lonicera, Spirea, Hyld, Røn, Ribsbær, Sólber,
Hindber, Poppel, Rabarbur og nógv nógv onnur
Annars alt annað til urtagarðin s.s. Kálk,
gjøtning, móti mosa og ókrúti, græsfræ,
blómuleyk, fræ, spagnum o.a.
Fa. Karl Øster
Blómuhandil
Tvøroyri
Tlf. 37 10 94
Sig
tað
við
bló
mu
m
Sosialurin 311820
v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171 • 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Góðir brúktir bilar
Gevið gætur: Bilarnir á listanum kunnu verða seldir
Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo
Nissan Primera 2,0 SE
Leður setur, aircon, grønur, árg. 1998.
4 hurðar, km. 105.000
118.000
Nissan Primera 2,0 Dieselturbo
bronze, árg. 1999.
4 hurðar, km. 88.000
139.000
Nissan Sunny 1,6 St. Car
reyður, árg. 1993,
5 hurðar, km. 146.000
39.000
Peugeot 106 XR 1.4
reyður, árg. 1997,
km. 80.000
69.000
Peugeot 306 Diesel
bláur, árg 1996, 4 hurðar,
km. 130.000
65.000
Peugeot 306 Diesel
grønur, árg 1996,
km. 155.000
75.000
Peugeot 206 CC 1.6
árg 2001
155.000
Peugeot 306 DT 1.9
grønur, árg 1996,
4 hurðar, km. 163.000
75.000
Opel Astra 1.7DT St. car
reyður, árg 1999,
5 hurðar
115.000
Peugeot 406 TS6 3.0 V6
v/klimaanleggi
gráur, árg 2001, 4 hurðar, km. 57.000
210.000
Peugeot 406 ST 2.0 Hdi
v/aircon.
vínreyður, árg 1999, 4 hurðar, km. 120.000
154.000
Peugeot 406 ST 2.1 DT.
bláur, árg 1998,
km. 153.000
127.000
Opel Vectra 2.0 Aut.
brúnur,
4 hurðar, km. 195.000
57.000
Opel Vectra 1.6 GLi
svartur, árg 1994,
4 hurðar, km. 122.000
59.000
Opel Vectra 1.7 Diesel
reyður, árg 1995,
4 hurðar, km. 118.000
66.000
Opel Vectra 1.6 Elegance
Station Car
gráur, árg 2001, km. 21.000
165.000
Opel Vectra 2.0 Diesel
St. Car
bláur, árg 1997, 5 hurðar
125.000
Toyota Avensis Sol 2.0 DTI
grønur, árg 1998,
km. 185.000
130.000
Citroen Xantia 1,9 T,
Station Car
gráur, árg 1998, km. 89.000
140.000
Kia Sephia
grønur, árg 1997, km. 88.000
60.000
Mitsubishi Galant 1.8
gráur, árg 1991,
km. 161.000
43.000
Ford Escort 1.8
svartur, árg 1998,
5 hurðar, km. 123.000
85.000
Ford Escort 1.8 Diesel
grønur, árg 1995,
4 hurðar, km. 158.000
65.000
Saab 900i, aut
grønur, árg 1987,
4 hurðar, km. 92.000
25.000
Ford Escort 1.6 St. Car
reyður, árg 1996,
5 hurðar
65.000
Peugeot 607 Ebene 2.2 Hdi
aut. v/klimaanl.
gráur, árg 2001, 4 hurðar, km. 105.000
259.000
Opel Corsa 1.7 DTi
grønur, árg 2002, 5 hurðar
132.000
Opel Corsa 1.4 Sport
árg 1995,
km. 68.000
50.000
Toyota Corolla 1.3
hvítur, árg 1996,
km. 105.000
67.000
Ford Mondeo DT 1,8
Diesel Turbo Station Car
hvítur, árg 1995, km. 135.000
95.000
Ford Escort Van 1.8D
gráur, árg 2000,
3 hurðar, km. 74.000, nýsýnaður
68.000
Opel Astra 2.0 Dt
grønur, árg 2001,
5 hurðar, km. 40.000
155.000
Opel Astra 1.7DT Van
bláur, árg 1998,
5 hurðar, km. 82.000
v/mvg 78.000
Opel Astra 1.7DT
brúnur, árg 1996,
4 hurðar, km. 156.000
75.000
Fráboðan um
umhvørvis-
góðkenning
Við hesum verður gjørt
kunnugt,
at
Heilsu-
frøðiliga starvsstovan
tann 4. apríl 2003, við
heimild í grein 26 í løg-
tingslóg nr. 134 frá 29.
oktober 1988 um um-
hvørvisvernd og kunn-
gerð nr. 54 , grein 1, stk.
4, hevur góðkent:
Kryvjivirkið hjá
P/F Viking Seafood
á Strondum
Góðkenningin liggur al-
ment frammi á Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni.
Avgerðin kann kærast
til Landsstýrismannin í
u m h v ø r v i s m á l u m .
Møgulig
kæra
skal
sendast Heilsufrøðiligu
starvsstovuni, Falkaveg-
ur 6, 2. hædd, FO-100
Tórshavn, í seinasta lagi
fýra vikur frá dags dato.
Góðkenningin
kann
somuleiðis síggjast á
heimasíðuni hjá Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni,
www.hfs.fo
Heilsufrøðiliga
starvsstovan
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2932,
P/F Repro-Z, 100 Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
28.01.2003.
Nýtt navn: P/F Reproz
Nevnd:
Farin úr nevndini: Gunri
Johannesen, Blankagøta 10,
100 Tórshavn.
Innkomin í nevndina:
Erling Jóannesarson
Eidesgaard, Oman Viðarlund
6, 100 Tórshavn.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Jákup
Zachariassen, Mækjugøta
17, 100 Tórshavn.
Innkomin sum stjóri:
Erling Jóannesarson
Eidesgaard, Oman Viðarlund
6, 100 Tórshavn.
Skráseting Føroya tann 7.
apríl 2003
Kristin Balle
_______________________
www.sosialurin.fo
29