Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 69 - 9. apríl 2003 Nr. 69 - 9. apríl 2003 31 Óli Karl Hansen í Hvalvík hevur í longri tíð havt í hyggju at keypa sær eina fína motor- súkklu. Eftir at hava kannað marknaðin fyri brúktar motor- súkklur hevur hann keypt sær eina Honda Goldwing SE 1500 MOTORSÚKKLA Magnus Gunnarsson Tá sagt verður at ein motorsúkkla er stór, kann tað hava tann týdning, at hon hevur stóran motor ella tað at sjálv súkklan er stór í vavi. Honda Goldwing SE 1500 er bæði. Hon er rættuliga nógv annarleiðis enn tað, vit eru von við her um okkara leiðir. Motor- urin er 1500 cc við 174 hk. Fyri at lætta um hjá tí sum koyrir súkkluna hevur hon eisini bakgir. Óli Karl hevur keypt súkkluna brúkta úr Týsklandi. Sum nýggj, við tí útgerð sum hendan súkklan hevur, kostar ein slík súkka yvir hálva millión. Goldwing er tað størsta modelli í seriuni av motor- súkklum hjá japansku Honda-konsernini. Honda Goldwing verða gjørdar í USA. Tær fyrstu Goldwing vórðu gjørdar mitt í 70- unum við 1000 cc motori, síðan við 1100 cc og frá 1984 vóru tær 1200 cc. Allar hesar høvdu 4 syl .motor. Tá tær í 1988 fingu 6 syl motor við 1500 cc, vórðu tær heimsins størstu seriuframleiddu motor- súkklur. Standútgerðin um- fatar t.d. heila kápu, síðu- kassar, toppkassa, radio og bandspælara, 4 hátalarar, samtaluanlegg, elektroniskt cruise-control og elektron- iskt bakgir. Honda Goldwing - størsta motorsúkklan í landinum Honda Goldwing SE 1500 Motorurin: 1,5 litur 6 syl. 174 hk Gir: 6 gir + bakgir Stødd og vekt Longd: 266,5 cm Breidd: 107,0 cm Hædd: 149,5 cm Vekt: 446 kg Bensintangin: 23 litrar Súkklan tekur seg væl út í føroyska landslagnum. Hon er næstan líka stór sum ein lítil bilur. Honda Goldwing er rættuliga nógv annarleiðis enn tað, vit eru von við her um okkara leiðir Óli Karl Hansen við súkkluni Instrumentborðið er sum á einum bili. Hitakanalir eru til beinini Honda Goldwing súkklan er 1,07 cm breið C M Y K 31 30