leygardagur 15. februar 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Nr. 32 — 15. februar 1992
Børn, sjónvarp og video
Føroysk børn síggja bert
5. hvønn film saman við
foreldrum ella ødrum
vaksnum fólkum!
Av hinum fýra film-
unum er helmingurin
forboðin fyri hesi somu
børn!
Okt sjónvarpshygging
er ein av orsøkunum til
at, at ein tridingur av
øllum børnunum i Før-
oyum ikki koma til guds-
tænastur ella kristiligar
fundir.
Hetta er stødan hjå
helminginum av børn-
unum i Havnini og fyri
20 % av børnunum i
Klaksvik!
Táslík tøl, sum hesi verða
løgd á borðið, er lætt at
falla í fátt og ikki síggja
nakran útveg hjá okkum,
ið standa í einum kristi-
ligum barna- og ung-
Men um-
ráðandi er, at mótloysið
ikki fær valdið á okkum.
Heldur eiga vit, hvor í
sínum lagi - og eisini tú, ið
hesar reglur lesur - at fara
til verka, og taka alt hetta
sum eina avbjóðing, - ja,
sum einastóra avbjóðing.
Ein áhugaverdur spurn-
ingur í hesum sambandi
er: Hvat ger sjónvarpið við
børn okkara? Hvat er
okkara mótspæl? Og síðst,
men ikki minst: Hvar er
okkara mótspæl?
dómsarbeiði
FYLGJUR
FYRI BARNIÐ
Øll, ið á ein ella annan
hátt, hava við børn at gera
vita, hvussu løtt tey er at
ávirka. Tey eru løtt at
forma, taka væl ímóti
"inntrykkum", minnast
hesi, brúka og liva út í
spæli tann lærdómin, tey
hava fingið.
Og sigast må, at eydnast
tað fyri børnini í 90'árunum
at skilja og gjøgnum-
arbeiða øll tey "inntrykk"
tey fáa, so eru allar fyri-
treytir skaptar fyri teimum
sum vala samfelags-
borgarar í næstu øld.
Men ein álvarsamur
vandi er fyri, at tað, tey
hava vunnið í kunnleika,
Eftir Snorra Brend, samskiftisskrivara
hjá Heimamissiónini í Føroyum
yvirliti og impulsum, er
mist í holdningum, trygg-
leika og virðum. Avirkanin
frá fjølmiðlunum er í dag
so str, at trupult man vera
hjå børnunum at skilja
hana frå ti, 10 fer fram i
samfelagnum annars í dag
Men lítið er at ivast í, at
soleiðis sum sjónvarp og
video verða nýtt í dag av
teimum allarflestu, hava
hesir fjølmiðlar sera
óhepnar avleiðingar við
sær.
Lesur ein, hvat gransk-
arar siga, so eru teir á
einum máli um, at ein
fylgja av hesum er tað
dovna eygað - t.v.s. eitt
eyga, ið missir evnini at
flytaseg skjótt, ið neyðugt
er t.d. tá ein tekstur skal
lesast.
Teir tosa um ringa hoyrn
av ti syntetiska ljóðinum i
sjónvarpinum. Evnini at
siga, hvaðani ljóðiðkemur,
vikna eisini.
Og granskarar tosa um
evnini at nýta tankar og
talu vikna við stórnýtslu
av sjónvarpi. Táhyggjarin
allatíðina skal innstillaseg
til nýggja ávirkan, nær
hann ikki rættiliga at hugsa
um tað, hann sær. Evnini
at hava samskifti við
onnur hvgrva „og fylgjan
kann tí verða, at tey ungu
verða upplærd í, at
harðskapur - og bert harð-
skapur - kann loysa allar
trupulleikar.
Uppaftur aðrir tosa um,
at við sjónvarpshygging
verður tann parturin av
heilanum og hjartanum, ið
kann móttaka hildin heitur
alla tíðina, meðan hin
parturin, ið er førur fyri at
geva av sær, gerst meiri
og meiri passivur. Hann
verður als ikki aktiveraður.
Verður hetta gongdin og
hetta framtíðarútlitini fyri
vakra ungdóm okkara,
hvussu manso fara at verða
statt í samfelagið okkara,
tá vit skriva ár 2000?
BJARNATÆNASTA
MÓTI BØRNUNUM
Eingin av okkum vaksnu
sleppur heldur undan, tá
tað ræður um at ávirkast
av sjónvarpinum. Men tað
sum ger alt málið meiri
álvarsamt er, at børnini
ávirkast nógv skjótari enn
vit vaksnu. Tey blíva tað,
tey síggja!
Og tí gera foreldur
børnum sínum eina bjarna-
tænastu, sleppa hesi at
hyggja eftir sjónvarpi
einsamøll. Tey lata nevni-
ligabórnini yvirtil sjónvarpið
og til teirra, ið framleiða
sendingarnar. Soleiðis gerst
sjónvarpsmanningin upp-
alarar hjá gørum enn sínum
børnum.
Men hesi fjølmiðlafólk
vórðu ikki sett í hesa verð
sum uppalarar av børnum
og vaksnum. Hetta er
uppgávan hjá foreldr-
unum. Og ikki minst, um
hugsað verður um tey/
okkum foreldur, ið álit sítt
hava sett á Jesus Kristus.
Men "tallenes tale”
visir, at her stendur ikki
væl til í okkara landi. Í
fjølmidlunum hoyrdu vit i
heyst, at uml. 1/3 av
børnunum í Havnini ongan
góðan eiga í upp til 5 tímar
hvønn seinnapart.
Foreldrini arbeiða, til tess
at fáa ráð at keypa Ld.
sjónvarp og video at halda
børnunum heima um
kvøldarnar. Men verða
hesi somu børn so ikki slept
upp á fjall av hesum somu
foreldrum aðrar tíðir á
degnum?!
Eingin fær meg at trúgva,
at hesi "lyklabørn” bara
gera heimaarbeiði frá
skúlanum hesar tímarnar
við hús.
Heldur havi eg ein
varhuga av, at flestu teirra
setaseg í ein stól, og hyggja
eftir tí, ið tær ymsu
kanalirnar hava at bjóða,
ella hvat gott er á onkrum
sjónbandi. Neyvan er tað
bert ítróttur, tíðindi og
líknandi tey hyggja eftir.
Nei, fóru vit at kanna,
man so ikki harðskapur,
partering, morð og
forbronglað kynslív vera
nakað av tí, tey nýta - ella
misnýta - tíð sína til?!
GUDSTÆNASTA
OG DALLAS
Eg kann her nevna eitt
dómi, eg fann í danskari
bók, og sum vísir, at
bórnini og tey ungu lata
seg ávirka av sjónvarps-
filmum.
Ein 16 ára gamal danskur
drongur fer úr tokinum í
heimbýnum, og fer á
súkklu síni til hús. Hann
koyrir fram við eini ungari
gentu, steðgar á, og letur
gentuna fara fram við aftur.
Hann fer so aftan á henni
við knívi í hond, stingur
hendan í ryggin á henni.
Hesin fer tætt fram við
hjartanum, og tað er bert
eitt undur, at gentan enn er
á lívi.
Ungimaðurin hevði einki
útistandani við hesa gentu,
hevði einki motiv, hvorki
fíggjarligt, kynsligt ella á
annan hátt. Hann súkklaði
víðari, og legði seg trygt at
sova í song síni, uttan
skuldarkenslu. Á kamari
sínum hevdi hann hóp av
litaðum bløðum, og hugdi
ofta eftir blóðdryppandi
filmum.
Hettakvøldid hevði hann
sæð filmin “Zorros sorte
pisk” har ein scena er við
dolking í ryggin. Hann
hevði lært hetta kynstrið á
filmi, og hevði nú hug at
royna tað í verki. Hann var
ein stak fridarligur
drongur, men nakað inni-
sluttadur. Seinni kom tó
fram, at hann var andaliga
afturútsigldur og upp-
vaksin ringum fumhvørvi.
Men sjónvarpið hevur
eisini ein hóp av gðrum og
góðum møguleikum. Tað
gevur teimum ungu vitan
og upplýsing, gevur
teimum innlit í vaksna-
mannaheimin, gevur mál-
búning og sosiala sam-
veru. Og undirhaldið er
eisini skiftandi, frá Dallas
til eina guds-tænastu í
bygdini Fjalsvík.
At vit - og børn okkara -
eru greið yvir, at sjón-
varpið kann ávirka okkum,
átti at gjørt okkum meiri
kritisk. Eingin ivi er heldur
um, at sjónvarpið er ein
pe
sterkur midil, og kann ti
vera vandamikil í skeivum
hondum, meðan hann
samstundis gevur ótaldar
møguleikar í réttum og
góðum hondum.
14 TÍMAR
UM VIKUNA
Terji á Lakjúni úr
Fuglafirði gjørdi í 1986
eina kanning um sjón-
varpsvanarnar hjá ungum
fólki. Hetta var í samband
viðendaligu roynd hansara
á hægri donskum skúla.
Kanning hansara vísti
m.a., at flestu børnini
síggja sjónvarp um
seinnapartarnar - onkur
enntá áðrenn farið varð í
skúla kl. 8.
Tað tey síggja, er í flestu
fórum leigaðir filmar, sum
aftur fyri størsta partin eru
forbodnir fyri teirra aldurs-
bólk. Fyri at gera tað meiri
itøkiligt og seta tøl uppá,
so hugdu føroysk børn i
miðal í sjónvarp 8 1/2 tíma
um vikuna.
Hetta er kanska á
rimiligum stødi, - ein góður
tími um dagin! - men so
skal leggjast aftrat 5 t. 20
min. fyri videofilmarnar.
Og tå er alt ødrvisi.
Núnærkast vit knappliga
teimum 14 tímunum um
vikuna, ella tveimum
tímum um dagin.
Henda kanningin hjá
Terja varð gjørd fyri fimm
árum síðani, men neyvan
man nakar ivi vera um, at
hesi tíma- og minutttøl eru
nógv, nógv hægri í dag við
øktu rásunum og fleiri
sjónvarpstólum!
ANNARHVØR
FILMUR FORBODIN
Sjålvandi kunnu hesir 14
tímarnir brúkast til góðar
og uppbyggjandi filmar.
Men so er tíverri ikki. Fleiri
teirra eru skrásettir hjá
Filmseftirlitinum, men
nógvir teirra eru als ikki at
finna í hesum yvirliti.
Hesin sami Terji vísir á,
at 1/3 av filmunum, tey 8-
14 ára gomlu hyggja eftir
høvdu 18 ára aldursmark.
Aftrat hesum vóru 60 %
for-bodnir fyri tey undir
12 ár. Leggja vit tølini
saman, koma vit fram til,
at annarhvør filmur - 50 %
! - er forboðin fyri tey, ið
hyggja. Eg skal ikki leggja
skyldina á nakran, men
man hon ikki liggja onku-
staðni á heimvegnum
millum foreldrini og
videohandilin!
LÍKAGLAÐ
FORELDUR?!
Eru foreldrini so likaglad
við, hvat børn teirra hyggja
eftir, tå skúladagurin er av?
Kanningin hjá Terja kundi
bent á tað borðið. Tað vísir
seg, at fyri hvørjar fimm
LD