Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 i BØD Nr. 32 — 15. februar 1992 filmar, børnini hyggja eftir, sfggja tey bert tann eina saman vid foreldrum sínum. Man tað ikki manga- staðni vera so, at video- spælarin er barnagentan, og als ikki verður brúktur til tað, hann kundi, nevni- liga sum ein møguleiki til tos og virksemi. Væl ber jå til at stedga video- spælaranum og tosa um tað, sum fram er farið. Men hyggja vit so yvir til grannan “over there" fyri vestan, so kunnu vit als ikki sammeta okkum á nakran hátt. Har hava børn undir skúlaaldur møguleika ai síggja sjónvarp i 9 1/2 tíma um dagin. Og hittir tå ein 17 åra gamlan ungling å gøtuni í New York, so hevur hann sæð sjónvarp í 18.000 tímar, meðan hann samstundis “einans" hevur sitið 11.000 tímar á skúlabeinki. Her er lætta at skilja, at vit eru “eftirbátar". Men hetta átti heldur at gjørt okkum fyrireikaði til fram- tíðina. Og stødan er jú rættiliga álvarsom hjá teimum, ið skulu taka við, tá vit onnur leggja frá okkum. Og her hugsi eg ikki minst um tey ungu, ið koma - ella rættari sagt ikki koma! - til guds- tænastur og møtir her á landi. TVÆR FERÐIR Í EITT GUDSHÚS Nú havi eg nevnt kann- ingina hjá Terja frá 1986, men í 1981 varð ein onnur kanning gjørd, og tí ber væl til atsammeta á hesum økjum. Í 1981 visti kanningin, at 10 % av teimum ungu undir 14 år, ikki komu til guds- tænastur ella møtir. Fimm år seinni var hetta talið komið uppá 30 %, t.v.s. at triðja hvørt barn als ikki, eila hægst tvær ferðir um árið, leitaði sær í eitt Gudshús. Serliga stór var økingin í høvudsstadi okkara, har helvtin av børnunum kundu skrå- setast undir hesum teigi. Tølini fyri bygdirnar, Klaksvik undantikin vistu, at fimta hvørt barn als ikki komslik stød. Menskuldin kann ikki leggjast einsa- møll á Sjónvarp Føroya,” men må heldur siggjast sum ein samanrenning av øktari sjónvarpshygging gera vid okkum. og øktu sekulariseringini i samfelagnum. Men teir kristiligu aktivitetirnir eru ikki einans teir, ið merkja til hetta. Hóast øktar ítróttar- ligar møguleikar og fleiri b6kasøvn, so er eisini afturgongd at merkja í teirra undirtóku. Tað kundi bent á, at fólk fyrst hugsa um sjónvarpið, og síðani, um tíð og umstødur loyva tí, velja sær annað virk- semi. Jú, vissuliga hevur sjónvarpið ávirkan á okkum. Hvat kunnu vit gera við tað? Lata alt standa til ella fara til verka? Uppgeva ellauppgáva?! Taðer spurningurin! And the answer is blowing in the wind....... Síða 15 Mong bera ótta fyri, hvat tær mongu SV-rásirnar Nei, eingin okkara skal gevast at hyggja í sjónvarp. Men sigast má, at hvgrja ferð víð gera okkurt menniskja- ligt, okkurt nærverandi saman við gðrum menn- iskjum - og herundir eisini børnum okkara - er tað av nógv størri týdningi, og nógvar ferðir meiri gevandi, enn at hyggja óvirkin eftir tí, ið sjónvarpið hevur at bjóða. Sum borgarar - og trúgvandi menniskju - í føroyska samfelagnum kann eingin okkara melda seg út úr heim- inum. Hinvegin skulu vit gerast virkin, í tí heimi, vit liva í, og hyggja í sjónvarp, um vit hava hugtiltess. Men viteiga at gerast tilvitandi um, hvat hendir við okkum. Tað er tilvitanin, ið er tann týdningarmiklasta. At vit fáa greiðu á, hvat vit eru og hvgrji, vit eru. Hvat kann gerast? EIN DONSK FAMILJA Latum okkum støkka inn å gólv hjá eini danskari familju - Husted, ið eru leiðarar á Soldaterhjem- met í Rønne á Bornholm. Saman við teirra fýra børnum - 7, 5, 3 og YA ár hava tey sett fastar reglur fyri, hvat tey hyggja eftir í sjónvarpinum. Við Indre Missions Tidende sigur Hans, at tað finnast nógvir filmar, ið vilja ávirka okkum negativa vegin. Vit mugu skilja sundur, hvat vit ynskja at síggja. - Hjá okkum hava vit sett sjónvarpið soleiðis, at vit ikki bert tendra impulsivt. Vit velja kritiskt, hvat vit ynskja at síggja. Tí sjón- varpið er ein freisting fyri okkum. - Tá børn okkara skulu síggjasjónvarp, hyggja vit vaksnu við. So vita vit altíð, hvat tey síggja, og vit kunnu tosa um tað. Men taðer ikki altíð lætt at stýra, hvat vit skulu síggja. - Børnini plága og greiða okkum frá, hvat vinfólkini sleppa at síggja í sjón- varpinum. Tað kann eisini vera ein trupulleiki, hvat okkara børn síggja hjá teimum. - So er tað gott, at vit kunnu tosa við hini for- eldrini um hetta, og fáa ráð og vegleiðing hvør frå gørum. Ikki er altíð lætt at metaum,hvaterskaðiligt. Eru vit fiva, sosløkkja vit! - Tad er altíð best at gera okkurt itøkiligt, saman vid børnunum enn at hyggja eftir sjónvarpi. Vit hava roynt mangt og hvat: súkklutúrar, húsdjór, spøl, fiskitúrar, upplestur, barnaarbeiði, barnalegur Ø. S. fr. - A henda hátt fáa børnini nakað sunt at takast við, ístaðin fyri at hanga framman fyri sjónvarpið. Góð ráð um børn og sjónvarp Sita børnini, sum límaði føst framman fyri skíggjan? So kann tað vera viðkomandi at hoyra, hvat amerikanskir sálarfrgð- ingar siga og hvørji ráð teir kunnu geva: - Tosa hvørja viku við børnini, tå sjónvarpsskráin verður lyst. Hyggið eftir henni, og avgerið í felag, hvørjar sendingar talan kann verða um. - Merkið hesar í skránni við litblýanti - ymiskan lit til hvørt barnið. - Loyvið aldrin ngkrum barni at fáa sær sjónvarp á kamarið. - Um ein sending, ið barnið sær, fer ein óhepnan veg, fá so barnið at gera okkurt annað, helst okkurt spennandi ítriv. - Hyggja eldri børn saman við vaksmum eftir eimi sending, tosa so um innihaldið aftaná. - Ger tær greitt, at ein regla um tveir tímar við sjónvarpshygging um dagin ikki kann haldast, um barnið er einsamalt heima eftir skúlatíð. Mong eru einsamøll, og kanska eisini bangin. - Tá barnið sigur: Niklas í grannahúsinum sær hasa sendingina!, - svara so: Familjur eru so ymiskar. Vit hava aðra meting av, hvat tú skalt síggja. - Børn halda vanliga uppat at júka um eina ávísa sending, um foreldrini geva sær tíð at greiða frá, hví henda sending ikki er egnað fyri tey. Ur J yllandsposten VALUTAKURSIR USA Dollari .. Bretland Pund .. V-Týskland Markur . Sveríki Króna Noreg Króna .. Frakland Frankur . Belgía Frankur . Sveits Frankur . Holland Gyllin ... Italia búri ..... Finnland Markur Ísland Króna .. Eysturríki = Skillingur Spania Pesetas . Portugal Escudos Kanada Dollari .. Japan ; VGA .. Írland Pund .. Gríkkaland Drakmur 14.2. síðsta mán. 628,80 625,60 1114,04 1115,57 387,43 387,61 106,73 106,76 98,84 98,85 113,78 113,78 18,832 18,821 431,16 436,72 344,32 344,27 0,5159 0,5158 142,13 142,34 10,75 10,76 55,066 55,085 6,166 6,162 4,500 4,504 53019 532,20 „. 49240 4,9869 . 1033,68 1033,62 3,352 3,358 Kelda: Føroya Sparikassi ve