leygardagur 15. februar 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
tíðindablaðið
Nr. 32 — 15. februar 1992
sr Á -
1 *
..
Ummæli av tekningunum hjá Óla Petersen:
Boðberin hjá
okkum ollum
-Tekningar hansara eru tað andarúm, ið er
neyðugt hjá okkum øllum, skulu vit ikki gerast
———— ————
ør í eini verð, ið krevur viðmerkingar, men har
ið tann sum viðmerkir vanliga verður
knúskaður; á tann hátt er Oli Petersen boðberin
hjá okkum øllum skrivar Rógvi Thomsen í
ummæli av bókini "Skemt 91". Hetta er sama
ummælið, sum var í útvarpinum nú um
dagarnar.
Tað man neyvan vera
mansbarn í Feroyum, ið
ikki á ein og annan hátt
er komið fram á onkra
tekning hjá Óla Peter-
sen. Nú er hann eina
mest kendur sum
skemtiteknari, fyrst frá
Rukkulakkanum í eitt
mannaminni og seinni
árini við sínum bein-
raknu viðmerkingum til
dagsins mál á baksíðuni
á Sosialinum, har stórt
og smátt í samfelagi
okkara fær eitt skot,
eina mest politisk viður-
skifti
Men at Óli Petersen
eisini hevur evni um-
framt tað bera skemtið,
bera aðrar bekur og rit
boð um. Hann hevur
gjert framúr góðar tekn-
ingar til táttin Jákup á
Men, til Grindavísuna
hevur hann eisini tekn-
að, hóast mær tykist, at
hann her hevur verið
minni heppin, tær tekn-
ingarnar fanga líkasum
ikki hátíðardámin í
Grindavísuni. Beint fyri
barnabók
Joensen:
jól kom út
eftir Sigurð
| Litli Sjúrður á látrinum,
myndirnar hevur Óli
Petersen teknað, her
sýnir hann evni til at
myndskrýða á annan
hátt enn bert skemt.
Harumframt kenna vit
hann í nógvum ymiskum
våsi, í blødum, tíðarrit-
um, teknireðum og ikki
minst í skemtiligum lýs-
ingum, kéndast man
tann vera frá eðrum av
bryggjaríum okkara.
Nú vit tosa um skemt,
so er rættast nú beinan-
vegin at siga, at Óla Pet-
ersen er tað rættari í
mongum førum at kalla
satirikara ella speitekn-
ara heldur enn skemti-
teknara. Tað er so ymis
ligt, hvussu ið teknarar
greiða at bera fram boð-
skap sín, skemtitekning-
ar eru oftast tað slagið
av tekningum, ið trupl-
ast er at greina; hava
tær, sum hjá Óla Peter-
sen, ein sosialan og sam-
felagsligan brodd, so
kemur broddurin hjá
summum teknarum at
doyva sjálva tekningina;
hetta tvíbýtið dugir Óli
Petersen sera væl at
handfara. Nú er tað ikki
so, at ikki fleiri royna
seg á hesum økinum í
Feroyum, men Óli Peter-
sen skarar framúr. Leðr-
ingar hansara eru oftani
av slíkum slag, at tær
eiga at níta fast hjá
onkrum, hóast tey ikki
látast um vón. Orsekin
til, at tann góði teknarin
sleppur at tekna sum
hann vil er, at tað er illa
umtókt í okkara mentan
ikki at tola skemt, hver.
kennir ikki hetta brotið
úr sanginum:
Tann, ið av lítlum varð
argur,
varð hildin fyri spott,
At Óli Petersen ikki al-
tíð bert niltast er eyð-
sýnt. Tekningar hansara
eru tað andarúm, ið er
neyðugt hjá okkum øll-
um, skulu vit ikki gerast
er í eini verð, ið krevur
viðmerkingar, men har
ið tann sum viðmerkir
vanliga verður knúskað-
ur; á tann hátt er Óli
Petersen boðberin hjá
okkum øllum
Oli Petersen er maður
við margtáttaðum evn-
um. Í bókini "Skemt 91"
er skemt, keipumyndir
og speisemi á høgum
stigi. Hann dugir at bera
seg sum
skemtarin, samstundis.
við at álvari býr undir
skrivar Rógvi Thomsen í
ummæli sínum av bókini
tann stort
Hesi seinastu trý árini hevur Óli Petersen teknað umleið 500 tekningar í Sosialinum.
Nú er útvarp kanska
ikki besti miðilin at við-
gera myndir í, men at
viðgera boðskapin hjá
Óla Petersen, ið er so al-
gongdur, man fara at
bera til, soleiðis at lurt-
arin kann ímynda sær
myndina.
Á permumyndini síggja
vit Atla Dam, legmann,
avmyndaðan sum ta nið-
urbundnu kempuna í
Gulliver í Pinkulinga-
landi. Uttan um hann
strevast fólkafloksmenn
við at binda kempuna
niður, og í útjaðaranum
standa vanligu føroying-
arnir, við hondunum í
lumma, andlitsleysir, og
gána.
Longu her hava vit
eina politiska viðmerk-
ing, ið, uttan at tað er
neyðugt at brúka tey
nógvu orðini, sigur alt
um hvussu ið Óli Peter-
sen metir lands-
stýrissamgonguna. Tí
tað sum eyðkennir tekn-
ingarnar hjá Óla Peter-
sen er, at tær eru við-
merkingar, lætnar í ein
búna av skemti, oftani
bera tær á brá, at vera
tað slagið av skemti, ið
hesa
nevnt hevur verið gálga-
humor. Ikki ber til at
taka hverja mynd fram
einsæris, men kanska
heldur at vísa á nekur
høvudseydkenni, eisini tí
at ikki allar myndiranr
eru eins væleydnaðar,
Sumba er ímillum, hóast
u.stið er gott. Bestur
tykist mær Óli Petersen
vera í teimum einfald-
astu tekningunum uttan
ov nógvar smálutir. Her
dugir hann á einfaldan
hátt, at gera eina bein-
rakna og skemtiliga við-
merking til dagsins mál,
viðmerking ið teyggjur
av serfreðingum hevdu
nýtt alinlangar greinar
at lýst. Demini eru
mong og eg skal taka
onkur fram. Men fyrst
nekur eyðkenni við tekn-
ingunum. Meðan politik-
arar, embætisfólk og
annað gott fólk í Feroy-
um á tekningunum hjá
Óla Petersen hava and-
lit, ið væl ber til at kenna
aftur, hóast oftani ødr-
vísi ílætin enn vanliga
herbúnan, klædning og
slips, so er vanligi for-
oyingurin ein keipu-
mynd, ið gongur aftur
og aftur, oftast í posa-
troyggju, í feroyskari
húgvu ella keppi, í
gummiskóm ella av og á
í húðarskóm, við selum,
oftani í knæbuksum, sjó-
maðurin oftast í niður-
rullaðum klovstivlum,
andlitini eru undrandi
ella heldur fávitskut,
uttan hjá teimum, ið
duga at geða seg av
landskassanum, har er
andlitið snúðið. Politik-
ararnir hava oftani eisini
fingið ein fastan form,
summar politikarar er
Óli Petersen vorðin
sannur meistari í at
tekna, serstakliga Jógv-
an Sundstein.
Valdagin 17. novemb-
er 1991 er viðmerkingin
hjá Óla Petersen ein
heldur fjálturstungin
føroyingur, ið einsamall-
ur skal seta kross sin,
uttan um eru seks hótt-
andi fremstafingrar, allir
eyðvitað í mansjett-
skjúrtu og hendurnar
eru merktar av, at tað
ikki er handaligt arbeiði
"Óli Petersen dugir á einfaldan hátt at gera eina
beinrakna og skemtiliga viðmerking til dagsins mál,
viðmerking, ið teyggjur av serfróðingum høvdu nýtt
alinlangar greinar at lýst."
á
á
+]