leygardagur 15. februar 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
í
[|
Nr. 32 — 15. februar 1992
hesi liva av, men hondin
á veljaranum er stór og
greflig. Væl lýsir mynd-
in teir kostir, vanligi før-
oyingurin hevur í at
velja, tá ið hann verður
kístaður á val og væl
veit, at lítið er í at velja,
myndin er einfeld, men
sigur alt uttan óneyðugt
roks. (s. 12.). Øørvisi
verður tað sagt í aðrari
tekning, har veljarin sig-
ur: — Nú havi eg gjert
mína skyldu, so er bert
eftir at vóna, at tað ikki
fær nakrar avleiðingar.
(s. 24). Hetta er onnur
síða av Óla Petersen, tí
oftani eru viðmerkingar-
nar og tey orð, hann
leggur fólki í munnin,
eins greiðar, speisamar
og rakandi sum tekning-
ar hansara. Hoyr hesa!
Hetta er viðmerking til,
at langt um leingi hevur
eydnast at fáa nýggja
landsstýrissamgongu,
tekningin ber heitið:
Endabrestur (s. 43) og á
henni síggja vit varaløg-
mann og legmann við
hver sínum spanskreri, á
gólvinum liggur heldur
fjákutur, bukaður
føroyingur vid berum
rassi hægst, varaløgma-
ur mælir: Nå mugu vit
heldur taka um endan
Atli. Her er alt vid,
skemt, speisemi, samfe-
Alment innlit
— Tá je havi sløkt ljósið, heldur tú skjølini
fyri nesina á honum í fimtan sekund
"Í tekningunum hjá Óla Petersen stendur føroyingurin
oftani bert sum åskodari i einum samfelag, id ju er okkara
alra, meðan politikarar, vinnulívsfólk, stovnsleiðarar og
neyndarformenn bera seg, sum áttu tey samfelagið
einsamgll."
lagsatfinning og spæl
við orðum. Um ta lítlu
virðing nógvir politikar-
ar vísa fólkinum og
hvussu ið ábyrgdarloys-
ið, ið teir oftast sjálvir
eiga skuldina í, verður
skúgvað yvir á fólkið,
vísa m.a. hesar tekning-
ar; onnur (s. 32) vísir
tveir leiðandi tjóðveldis-
politikarar, ið koma
koyrandi í Tjóðveldis-
bussinum, á ferðaskelt-
inum stendur: Ikki á
leið, samstundis sum
tann, ið koyrir bussin
blinkar til vinstru og
rættir armin út til
vinstru, verður sagt:
Skulu vit royna eitt
vinstrasving. Hetta er
viðmerking til vekkulu
leiðina hjá flokkinum og
sipar til viðmerking hjá
formanni floksins eftir
valósigurin, at kósin nú
kanska skuldi leggjast
til vinstru, sum um tað
at skifta politisk sjónar-
mið er sum at skifta
stúku. Onnur tekning (s.
173) er viðmerking til, at
fyrrverandi
sambandsfloksins í
donskum blað hevur giv-
ið ellum politiskum
flokkum í Feroyum, utt-
an sambandsflokkinum,
formaður .
skyldina í ringu steðuni í
landinum. Viðmerkingin
hjá Óla Petersen er, at
hann teknar fyrrverandi
sambandshevdingin í
veitslubúna framman
fyri hurðina til stóra
veitsluhell, standandi
ovast á reystari trappu; í
hondini hevur hann
langa rokning, niðan fyri
trappuna stendur van-
ligi føroyingurin og glø-
ir. Við sjampagnuglasin-
um hægst og við sigar í
hini hondini sigur sam-
bandshevdingin: — Ball-
ið er búið, ger so væl og
betal, Palleba.
Afturvendandi evni
hjá Óla Petersen eru, at
vanligi feroyingurin
hevur so lítla ávirkan á
gerandisdag sín, hvussu
ið avgerðir verða tiknar
uttan mun til lív og
lagnu hjá fólki. Hvussu
ið tey sum einki fyrilit
hava, hava tikið valdið í
hesum samfelagi,
hvussu lítil virðingin er
fyri demokratinum,
hvussu lítið ið fólk fáa at
vita um tey tiltek, ið
hava ávirkan á lív teirra.
Hvussu ið summir po-
litikarar, almennir leið-
arar og nevndarfor-
menn, liva og látast sum
teimum lystir, uttan
virðing fyri fólkaræðis-
ligum meginreglum um
virðing fyri eðrum
menniskjum, um alment
innlit og almenna ávirk-
an, at taka onnur menn-
iskju við upp á ráð og
ikki minst, at tað eru
menniskju tey hava við
at gera. Nú arbeiðsloysið
ríður landinum sum
marran, hevur tað ikki
minni týdning, at gera
vart við fólkaræðisliga
grundarlagið, og við tey
mannarættindi, ið sam-
tykt eru, tá mong av
teimum, ið valdið hava,
tykjast at halda, at fólk
bert eru finnur í leiki
teirra og ikki einstakar
lagnur í hverjum føri. Í
tekningunum hjá Óla
Petersen stendur foroy-
ingurin oftani bert sum
áskoðari í einum samfe-
lag, ið jú er okkara alra,
meðan politikarar,
vinnulívsfólk, stovns-
leiðarar og nevndarfor-
menn bera seg, sum áttu
tey samfelagið einsa-
møll. Hesi viðurskifti
geva Ola Petersen høvi
til at koma við oftani
beiskum viðmerkingum
til, hvussu ið sjálvsogd
demokratisk rættindi
14. juni 1991.
Landsstyrid hevur gjørt uppskot um alment innlit
har undantøkini eru fleiri enn rættindini
verða traðkað undir fót.
Í hesum ferinum verður
tað skemtiliga, spei-
semið, til beinleiðis lut-
teku í tí alneyðuga kjak-
inum í einum fólkaræðis-
ligum samfelag, men lat-
ið í skemt. Ein framúr
góð lýsing av tí vantandi
demokratinum og innlit-
inum í almenn viður-
skifti er tekning hjá Óla
Petersen frá 14. juni
1991, (s. 129), har hann
vísir á, sum hann sjálvur
sigur: At landsstýrið
hevur gjørt uppskot um
alment innlit, men und-
Tómur bussur -
antekini í tí eru fleiri enn
rættindini. Á myndini
síggja vit vanligu keipu-
myndina av feroyingin-
um, sitandi við bindi fyri
eyguni, væl bundin á
stóli, og uppi yvir hon-
um hongur ber pera.
Honum við lið standa
løgmadur og varaløg-
maður, varalegmaður
heldur aftan fyri bak
skjal, á teimum stendur
m.a. S.E.V. og Heyga-
drangur, meðan legmað-
ur stendur við hondini á
kontaktini á vegginum
til reiðar at slekkja,
— Skulu vit royna eitt vinstrasving?
„S0817
hann sigur við varalog-
mann: Tá je havi sløkt
ljósið, heldur tú skjølini
fyri nesina á honum í
fimtan sekund. Henda
tekning sigur nógv
meira enn orð um stødid
undir fólkaræðinum her
á landi.
Mangt annað kundi
verið at trivið í burtur úr
bókini, men evnini eru so
mong og tekningarnar
so nógvar, at ikki verða
stundir og umsteður til
tað ber. Bert tað, at best
líkar mær sjálvum tekn-
ingarnar hjá Óla Peter-
sen av vanliga feroying-
inum uttan tað, at eg
haldi, at av og á er at-
gerðarloysið hjá honum
ov stórt. Men kanska er
tað tann syndarligi veru-
leikin, at tað er neyðugt
fyri betri at fáa lýst
hvussu hann verður við-
farin. Og kanska er hann
ikki uttan skuld sjálvur.
Fólkaræðið krevur
virkna luttøku. Oli Peter
sen tekur lut, gera hini
tað?
Fongur er í hesum
tekningum hjá Óli Peter-
sen, og ikki dugi eg at
síggja, at teknarin er
bundin av, at tekningar-
nar eru almannakunn-
gjerdar í flokspolitisk-
um blað, um so var, so
hevdu tekningarnar eis-
ini mist broddin, nei, her
fær hver sítt uttan mun
til politiskan lit og sann-
føring; men samhugi
merkist i tekningunum,
samhugi við vanliga
fólkinum.
Samanumtikið er Óli
Petersen maður við
margtáttaðum evnum. Í
hesum savni av tekning-
um hansara er skemt,
keipumyndir og spei-
semi å høgum stigi.
Hann dugir at bera seg
sum tann stóri skemtar-
in, samstundis við at
álvari býr undir. Men
tað er við myndunum
hjá Óla Petersen, sum
við myndunum hjá eðr-
um listafólki, myndirnar
skulu síggjast.
Rógvi Thomsen
"Fongur er í tekningunum hjá Óla Petersen, og ikki dugi
eg at síggja, at teknarin er bundin av, at tekningarnar eru
almannakunngjørdar í flokspolitiskum blað."
SG be