Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nýggjur vinnu- politikkur TAÐ var sum at vísa hundi brand, tá vit í oddagrein í síðstu viku skriv- aðu, at javnaðarflokkurin ávaraði móti tí búskaparpolitikki, sum for- maður tjóðveldisfloksins setti sær fyri at reka í Tinganesi. HANN roynir at snúgva sær undan, og sigur tað vera eina fúla snaring at skuldseta tjóðveldisflokkin fyri at reka sama politikk sum Marga- reth Thatcher. Somuleiðis verða javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin skuldsettir fyri at vera gubbar at loftingarpolitikkinum. FYRI tað fyrsta skuldsettu vit ikki tjóðveldisflokkin fyri at reka sama politikk sum Thatcher, men vístu á, at hesin politikkur var miseydnað- ur. TAÐ slepst ikki uttanum, at tá tjóð- veldisflokkurin og fólkaflokkurin kastaðu saman í 1989, bremsaðu teir harðliga uttan at geva sær far um avleiðingarnar og uttan at seta nakran politikk ístaðin. FLOKKARNIR góvu ikki føroysku vinnuni skotbrá til eina tillaging, so hon kundi fóta sær, og teir settu ikki nakran miðvísan alternativan politikk út kortið. HESUM ávaraðu bæði javnaðar- flokkurin, sjálvstýrisflokkurin og kristiligi fólkaflokkurin ímóti, og hesir flokkarnir fingu rætt í nógvum av ti, sum teir søgdu. VIT billaðu ikki fólki inn — ímóti betri vitandi — undan løgtingsvalin- um í 1990, at bara vit komu framat, so bar til at »fåa hjólini at mala aft- ur«, sum Fjårtandi sigur. JAVNADARFLOKKURIN fór til val uppá at fáa hjólini at mala. Vit høvdu ein alternativan politikk til undanfarnu samgongu — uttan og við sambandsflokkinum — sum sigldi frå eini kreppu til aðra, meðan vinnan lá í andaleypi. OG tað var fyrst og fremst at virka nógv, nógv meira burtur úr okkara fiskavørum. Samstundis sum roynt verður at reka ein varligan búskap- arpolitikk, so verður í dag roynt at reka ein nýggjan vinnupolitikk á fleiri økjum. HETTA verður partvís gjørt fyri at útvega fleiri fólkum arbeiði í fiski- vinnuni og hetta verður partvís gjørt fyri at fáa eitt stórri útflutn- ingsvirði. EITT størri útflutningsvirði er neyð- ugt. Partvís fyri at reka hetta samfe- lagið á einum høgum stødi. Partvís fyri at halda fíggjarligu skyldurnar, samfelagið hevur. Og partvís fyri at fáa møguleikar fyri nýggjum inntøk- um at fíggja henda tillagingarpoli- tikk. LONGU nú sæst, at nøgdin av virk- aðum lidugvørum er meira enn tví- faldað. Og halda forsøgnirnar fyri 1992, fer henda nøgdin at tvífaldast einaferð afturat. NÚ fer tjóðveldisformaðurin at siga, at alt hetta er einki nýtt, tí hesar ætl- anirnar høvdu teir. Hann fer at vísa á »fiskivinnuuppritid«. Men tað mesta, sum almenningurin hoyrdi ta tidina var innanhysisklandur um »rå- fiskabytid« skuldi verða roknað eftir prosentum ella tonsum. Men hetta mettaði so ikki føroyingin ella botti um búskapin. OG bara at skuldseta verandi sam- gonguflokkar fyri at vera gubbar at loftingarpolitikkinum er at leggja á- byrgd frá sær sjálvum. Var tjóðveld- isflokkurin ikki í landsstýri frá 75 til 80. Frá 85 til 90? Og hevði tjóðveldis- flokkurin ikki búskapar- og fíggjar- mål um hendi helvtina av åttatiårun- um? Hatta var ris til egna reyv! Mugu hava greid mål og strategiir -Tad er alneydugt, at mål verda sett fyri vinnulivspolitikk, sølupolitikk, og mål, sum øll kunnu samstarvast fram ímóti í felag, bæði tann politiski myndugleikin og sølufyritøkur og framleiðslufyritókur skrivar Tummas Arabo, landsstýrismaður í 2. parti av greinaróð um vinnulívspolitik. miklum 2. partur Tummas Arabo, lands- stýrismaður: -Vit mugu gera okkum greitt, at við kræsnum og krav- marknaðum, fána framleiðslurnar burtur, um vit ikki lúka krøvini, ið sett verða Øll idnadarmenning bygg- ir å, at tå finnur og elur fram ein tørv hjå ti enda- liga brúkaranum fyri júst tí veru, tú framleiðir, og at tú finnur teir distribu- tiónshættir, ið fera tína veru til endaliga brúkar- an. Endaligi brúkarin keypir ikki 5 Ibs. blokk ella 25 Ibs. saltfiskaeskj- ur. Hann keypir 200—250 gramm hverja ferð, og hann vil annaðhvert kenna veruna aftur frá re- klamu ella búmerki og/ella frá egnum royndum, ella hann vil kenna seg tryggj- aðan í sínum veruvali í álitinum á verubúðini. Hverjar møguleikar hava vit so til at finna fram og ala ein tørv hjå ti endaliga brúkaranum fyri júst okkara veru? Hugsa vit okkum, at vit á Fer- oyaleiðini, um rætt verður atborið, kunnu veiða 125.000 tons av rundum, sleddum fiski, og at úttek- an kann gerast 40%, hava vit eini 50.000 tons av matveru at selja. Siga vit, at vit selja alt hetta á EF-marknaðinum, ið telur eini 330 mió. fólk, so kunnu hesi einans fáa eini 150 gramm í part. Seta vit okkum hetta sum mál at geva ellum hesi 150 grammini, so koma vit at fáa eina alt ov dýra marknadarføring í mun til seluna, og ein alt ov lágan prís. Hyggiráðini eru tá at royna at finna ein meira avmarkadan marknaða ella avmarkað tal av enda- ligum keyparum, ið vit kunnu fáa at venda sínum eygum og hugi at okkara verum. Um vit t.d. hyggja at Fraklandi við 150 mió. íbúgvarum, so unnast teimum bert eitt kilo í part av okkara veru, um vit bert venda okkum til teirra og rekka teir allar. Um vit venda okkum bert til henda marknaða, so skuldu vit havt fatur í nógvum fyritøkum og nógvum sáttmálum uppá 1.000 — 2.000 tons árliga, og hugsandi hevði verið, at ílegurnar, ið kravdust fyri at lúka avtalur í eini slíkari skipan gjerdust so stórar, at ein slík seluav- tala hevði verið tapgev- andi. Ei undur í, at vit higar- til hava í mestan mun framleitt hálvfabrikata og ráveru, og latið aðrar finna fram ein marknaða, og aðrar um at finna fram ein terv á endaligum keyparum fyri ta veru, sum vit saman við eðrum hava leverað ráveru til. Størfyritøkurnar i dag verða eggjadar í herðu kappingini sínámillum steðugt at finna og ala fram nýggjar, og serligar tervir hjá endaligu keyp- arunum, ið geva honum eina kenslu av uppliving, sjálvsvirði ella samanhald við onnur, sum hann vil kenna seg sum ein part av. Uttan mun til hvat gjørt verður, so vil kapp- ingin millum stórfyritek- urnar gera, at aðrar stór- fyritøkur framleiða líkar verur, og tá verða hesar verur tilgongiligar hjá øll- um keyparum og minka tí í virði. Í ellum hesum meldrin- um av kapping millum risafyritøkur og stórsam- sterv í vaksandi og steð- ugt meira einstáttaðum marknaðum, finnast smá- ir marknaðir við serliga strongum krevum. Hesir marknaðir kunnu eina tíð rinda sera góðan prís, men teir eru viðbreknir, tí teir byggja ofta á serligan dugnaleika og persónligar eginleikar hjá einstakling- um. Ringt er sostatt at velja ímillum stórar marknaðir og smáar marknaðir. Alt týðir uppá, at vit skulu satsa uppá bæði sløgini. Aðalreglan eigur at vera, at okkara vera skal fram um framleiðsluliðið í keyp- aralondunum og inn í distributiónsliðið. Tað verður so upp til okkara vinnufólk at finna útav, hvussu nær endaliga keyparanum tað er mest lønsamt at fara. Hetta er neyðugt. Tad vísa dømini omanfyri um EF og Frak- land týðuliga. Eitt hevur stóran týdn- ing, og tað er at gera okk- um greitt, um vit satsa uppá marknaðir medvitað ella ómedvitað. Ein kann siga, at velja vit ómedvit- að, so er tað mest sann- líkt, at málsetningurin verður ógreiður, og at strategiin verður ógreið, og at orkan, vit leggja í, verður illa nýtt. Vit hava í tí forinum alt ov ógreið mál, og tí onga veruliga kós. At gera medvitað val av málinum ber sjálvsagt í sær ein vanda við at velja skeiv mál. Tí krevur eitt slíkt mál gjella fyrireiking og kanning av meguleik- unum, so ein ikki bert set- ur kós út í bláan heim. Tá er tað av alstórum týdn- ingi, at tá valt er, at ein steðugt eftirkannar, um kósin er rett, og um málið er rætt, soleiðis at, um tað er neyðugt, so kann kósin rættast og evt. nýtt mál veljast. Men greitt er, at skulu vit nýta ta teku ork- una, sum vit hava, bæði menniskjaligt, tekniskt og í aðrar mátar, so er neyð- ugt at hava greið mál og greiðar strategiir og ætl- anir um hvussu ein vil fara inn í framtíðina. Vit mugu gera okkum greitt, at við kræsnum og krav- miklum marknaðum, fána framleiðslurnar = burtur, um vit ikki lúka krevini, ið sett verða. Tað er eingin ivi um, at best er tannn framleiðslan fyri, ið elur fram nýggjar tervir og nýggj krev, ið tín fram- leiðsla er fer fyri at lúka fram um aðrar. Eingin ivi er um, at tað er torfert at fáa sum best burturúr, men sum eg havi nevnt omanfyri, so er tað neyð- ugt, at mál verða sett fyri vinnulívspolitikk, selu- politikk og mál, sum øll kunnu samstarvast fram ímóti í felag, bæði tann po- litiski myndugleikin og sølufyritøkur og fram- leidslufyritøkur. (framhald) Thomas Arabo