týsdagur 18. februar 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 33 — 18. fébruar 1992
Síða 3
Rakstrarúrslitið hjá Fossbankanum fýra milliónir betri enn í 1990
Aftrar seg vi
Versnaðu búskaparviður-
skiftini hava eisini merkt
Fossbankan, ið hevði aðal-
fund fríggjadagin. Innlán
bankans minkaðu úr 298,4
mill. krónum í 1990 og
niður í 278,4 mill. krónur í
fjør; hetta svarar til 6,7%.
Við hesum varð eisini
táttað í útlánsvirksemi. Ut-
lánsupphæddin minkaði
við 2,9% frá 1990 til 1991:
úr 268,5 mill. krónum og
niður í 260,7 mill. krónur.
Gott gjaldføri
Í ársfrágreiðingini sigur
bankin, at tann varni út-
lánspolitikkurin hevur
tryggjað bankanum eitt
framhaldandi gott gjald-
føri, ið var níggju milliónir
krónur betri 31. desember
samanborið við somu
dagfesting fyri ári síðani.
Rakstrarúrslitið hjá
Fossbankanum var 16 mil-
iónir krónur, áðrenn av-
skrivingar, burturleggingar
og virðisjavnan; hetta er
4,1 milliónir krónur meira
enn fyri 1990.
1,8 at býta
1,8 milliónir ella 6% av
teimum 16 mill. krónunum
verða býttar út sum vinn-
ingsbyti til partaeigararnar;
10 verða lagdar burtur at
standa ímóti útlánum og
ábyrdum.
Bankin hevur sett átta
prosent av samlaðu útlán-
unum og ábyrgdarskuld-
arum at standa ímóti tapi.
17 milliónir til at taka
Fíggjarjavni bankans er
hinvegin minkaður við
Reiðiliga 8000 fólk hava
samskifti við Fossbankan.
Tey seta minni inn, enn
tey hava gjórt. Hetta
hevur ført við sær, at
Helgi Fossadal, stjóri, og
hansara manning eisini
læna minni út
2,2% í mun til 31. des-
ember 1990: úr 478,5 mill-
iónum krónum niður í 468
mill. krónur.
Eginpeningurin hjá
Fossbankanum er 47,5
mill. krónur. Av hesum eru
30 milliónir krónur parta-
peningur, meðan 17 milli-
ónir standa i tiltaksgrunni.
15 fólk starvast í Foss-
bankanum, ið hevur reiði-
liga 8000 viðskiftafólk.
ówh
Friðað
Eitt strekki í høvudsstad-
num, ið telist milum tey,
sum hava mestu ferðsluna,
er vegurin fram við lands-
sjúkrahúsinum.
Umframt at nógv
ferðsla — bilar, súkklur og
gongu-fólk — er eftir veg-
num, so er eisini nógv
gongd yvir um vegin: til
og frá bussinum, ið steðg-
ar beint vid, til og frå
kantinuni oman fyri vegin
og til og frá ambulatori-
inum.
Gonguteigur er við am-
bulatoriið. Gongdin
tvørtur um vegin úti við
sjálvan garðin — til og frá
bussi og kantinu — hevur
afturímóti verið ad libitum
g til stóran ampa fyri all-
ar partar; minst ein álv-
arsligur skaði hevur verið.
Nú hava myndugleikar--
nir tíkið avleiðingina av
hesum og hava gjørt ein
gonguteig á hesum staðn-
um. Gonguteigurin er væl
frámerktur: skelti, endur-
skinssteyrar og ljós siga
frå, at hetta er friðað øki,
ið er ætlað teimum, ið
Skulu yvirum...
Nýggi gongu-
teigurin er
væl frámerkt-
Ur, SO gOngu-
fólk eiga at
kunna fara
yvirum í náð-
um, — eisini
tey, ið ikki
eru fullfør til
gongu og
skulu hava
serliga góða
tid
0 T
Try nývald
Å adalfundinum hjå
Fossbankanum friggja-
dagin vard nyggj nevnd
vald. Í nevndini sita nú
Hjarnar Djurhuus,
Svend Sigvardsen, Ola
Hendrik av Fløtum,
Vagn Erik Michelsen,
Julianna Leonsson,
Bjartur Dalgard, og
Robert Brockie.
Tey trý, ið eru seinast
nevnd, eru nývald fyri
Bjørg Lassen, ið er flutt
av landinum, Petur
Reinert, ið andaðist 28.
juli, og Heina Nyggard
Olsen, ið ikki ynskti
afturval; tey hava gll
sitið í nevndini tey seks
árini, bankin hevur
verið til.
Tiltakslimir eru
Margit Hansen, Bjørg
Lassen og Jóni Mohr
Olsen.
Nýggjan formann
Búskapar- og løgfrødinga-
felagið hevur fingið
nýggjan formann. For-
maðurin síðstu tvey árini
Hans Pauli Strøm hevði
boðað frá, at hann tók ikki
við afturvali.
Nýggi formaðurin eitur
Rúni Joensen. Eisini
kassameistarin er nývald-
ur; hann eitur Jóannes
Madsen, ið tekur við eftir
Kurt Madsen, ið ikki
ynskti afturval.
Inger Christiansen er
skrivari; tiltakslimur er
Poul Geert Hansen.
Aftur skot í Vágum
Legreglan í Vágunum
fekk fyrrapartin í gjár
fráboðan um, at onkur
hevði verið úti um seg við
skjótivápnum. Hesa ferð
var tað umsitarin av Før-
oya Bjór-goymsluni, ið
hevði varnast, at ljósini
utta fyri goymsluna eru
skotin í petti.
Fríggjadagin og leygar-
dagin gjørdi løgreglan
ferdslukanningar. Einir
20-25 førarar komu i ta
svørtu bókina fyri at koyra
ov skjótt, fyri ikki at hava
koyrikort uppi á sær, fyri
at koyra uttan at hava
spent trygdarbelti og fyri
brek á bilunum. Av teim-
um 10, ið koyrdu ov
skjótt, var kortini eingin,
ið hevði koyrt skjótari enn
110 km/t og harvið spældi
av við kortið.
Leygarnáttina varð løg-
reglan boðsend at koma til
SIF-husid, ið hevði disko-
tek. Har vóru menn vorðn-
ir fastir. Tveir mans vórðu
skuldsettir fyri herverk;
teir høvdu brotið eina
hurð og eitt vindeygað.
Løgreglan frættir eldur
enn gjarna frá fólki —
eisini foreldrum — ið vita
um fólk, ið liggja inni við
riflum ella revolvarum, —
við navnloynu, um tey
helst vilja tað.
Atgongumerki
Tá aðalfundurin hjá
Starvsmannafelagnum
endar leygardagin, kann
tað vera hent, at felagið
hevur fingið nýggjan for-
mann; ímóti sitandi for-
manni stillar Indgrid Jen-
sen upp.
Sama hvussu hetta end-
ar, so verður nakað spildur
nýtt við aðalfundinum
longu tá hann byrjar: lim-
irnir skulu hava persónlig
atgongumerki fyri at koma
inn!
Nýggjasta Starvsblaðið
veit at siga, at røddir hava
verið frammi um, at per-
sónar, sum ikki kunnu
hava limaskap sambært
lógum felagsins hava
verið á felagsfundum og
atkvott.
ówh
BE