Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sterri stuðul il einkjur Kristiligi Fólkaflokkurin hevur á tingid skotið upp, at hækka veitingina til einkjur. Millum annað at hækka uppískoytisveitingina úr slgkum 2.000 krónum, upp í góðar 4.000 krónur um mánaðan. Harafturat verður mælt til at víðka heimildina til at rinda hetta uppískoytisgjald. Flokkurin sigur, at einkjupensiónin er so lítil í dag, at tær klára seg ikki við henni, og noyðast at fara út at arbeiða. Hildið verður, at betri er, at pensiónin er so fræg, at tær, sum vilja vera heima hjá børnunum, fáa møguleika til tess, og lata onnur sleppa fram at á arbeiðsmarknaðinum. Haraftrat eru einkjur, sum onga pensión fáa, tí tær eiga eingi børn undir 18 år, og eru ikki komnar til pensiónsaldur. Eftir uppskotinum hjá Kristiliga Fólkaflokkkinum skulu eisini hesar einkjur koma upp í part til at fáa pensión. tór.- Fóru teir seytjan kassarnir av dynamitti í luftina her í grótbrotinum á Bumshamri, heyði neyvan nakar rútur verið heilur í allari Klaksvikini Mynd: Kalmar Stórvanlukka kundi hent av berum gáloysni Eitt satt undur al nakar rútur er heilur í Klaksvík -At nakar rútur er heilur í Klaksvíkini í dag er eitt satt undur sigur politiið, sum fríggjadagin kom fram á 17 kassar av dynamitti og perlum í grótbrotinum á Bumshamri Eitt gáloysni kundi havt sera álvarsligar avleiðingar fyri alla Klaksvíkina um vikuskifti. Hóskveldið fekk politiið í Klaksvík fráboðan um, at onkur var komin fram á dynamit og perlur í tyrv- ingarplássinum í gamla grótbrotnum á Bumshamri. Myrkt var tá politiid kom á staðið hetta kvøldid, og téir fóru ti út aftur fríggja- morgunin. Tá komu teir fram á stórar nøgdir av hesum sera vandamikla spreingi- evninum. Seytjan kassar av dynamitti og nóg mikið av perlum til at spreingja alt dynamittið. Karsten Hansen, sýslu- maður greiðir frá, at dyna- mitt og perlur lógu hvert um annað. Tá teir kannaðu hetta nærri, vóru teir varðugir við, at ein ar- beiðsskúrur lá skamt frá. Við at leggja tvey og tvey saman, fekst greiða á, hvussu dynamittið var komið í ruskdungan. Gáloysni Landsverkfrødingurin, sum hevur havt arbeids- skúrin standandi á byggi- plássinum við Anavegin við bergholið bað ein lastbil um at fáa skúrin burtur. Bilførarin gjørdi sum hann var bidin, men eingin hevði hugsað um at hugt hvat var í skúrinum áðrenn hann var beindur burtur. Karsten Hansen sigur, at tað var eitt satt undur, at alt ikki fór í luftina tá skúrur við dynamitti og perlum varð stoyttur teir umleið fimm metrarnar oman í grótbrotið. Eisini tá hugsað verður um, at dynamittið tolir ikki stórri trýst enn 12 kilo. Sprongd- ist tá, hevði neyvan nakar heilur rútur verið eftir í Klaksvík, heldur sýslu- maðurin. Hetta var timburskúrur, so hann skuldi av réttum farið í ruskovnin í Leirvík. Fór hann heilur í IRF ovnin kunnu fólk helst gera sær tankar um hvat. kundi hent. Karsten Hansen sigur, at talan er um gáloysri. Hetta hevur eingin gjørt við vilja, men slíkt eigur skálvandi als ikki at koma fyri. Hann heldur ikki, at lastbilafgrarin hevur nakra ábyrgd av tí sum hendi, men at ábyrgdin liggur hjá landsverkfrødinginum. tór.- Stuðlar framvegis Samgonguni Í samband við tað nógv umtalaða brævið sum Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur herfyri lat løgtngsformanninum, og sum setti samgonguna meira ella minn: f vanda, hevur Javnadarflokkurin sent ut hetta skriv: Nevndin i Norðoya Javnaðarfelag hevur vidgjørt steðuna hjá vinnulívinum í Norður- oyggjum og politisku støduna, sum hevur tikið seg upp. Tó at nevndin ikki kundi góðtaka, at kvot- an, sum Nónhamar vanliga fiskaði av í Ba- rentshavinum, varð latin til aðra síðu, held- ur nevndin, at vinnu- lívspolitikkur sam- gongunnar samanum- tikið fer at gagna Norð- uroyggjum og landin- um sum heild, og at tað er týdningarmikið, at løgtingsumbod felag- sins hevur meguleika fyri positivt at ávirka henda politikk. A fundi í kveld hevur nevndin í Norðoya Javnaðarfelag tí heitt á Vilhelm Johannesen um framhaldandi at stuðla samgonguni og hevur hann játtað hes- um. Vísast kann serstak- liga á, at tað við tvung- nu uppboðsseluni fara at verða 35—40.000 tons av fiski fri at bjóða uppá, at øktir meguleikar fyri meir- viðgerð av veiði — eitt nú úr Barentshavinum — verða, nú ílegustuð- ul upp til 40% kann veitast til góðskingar- ” útgerð. Tað er serstakliga týdningarmikið at tryggja, at fortreyt landsstýrisins, um at Skálafjall landar helm- ingin av Barentshavs- veiðini í Klaksvík, verður hildin. Nevndin fegnast um ætlanina at lata Nón- hamar royndarveiða í altjóða sjógvi, men leggur dent á, at roynt verður av ellum alvi at útvega føroyskum skipum — berundir ser- liga Skålabergi I og Nénhamri — megu- leika at luttaka i sam- starvi vid onnur lond (joint ventures) og visir her serliga til foroysk/ russisku samstarvsav- taluna. Virkast má eisini fyri at endurnýggja niður- slitin vinnutól og fyri at stuðla serstøkum góðskingartiltekum, so ekt virksemi og løn- semi fæst í vinnulívið. Norðuroya Javnað- arfelag hevur greitt leiðslu = javnaðarflok- sins frá niðursteðu síni og hevur floksleiðslan tikið hetta til ettirtekt- ar og vil hon fyri sín part medvirka til, at góða samstarvið við Vilhelm Johannesen kann halda fram ó- broytt. Tórshaun 15. febr. 1992 Vegna Feroya Javnaðarflokk Atli P. Dam