Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SS sense, |—$———|—m— ————————V";——"—(—||||[lm— ||| Nr. 33 — 18. februar 1992 Åt seta vitnum nevan fyri næsarnar heldur Karsten Hansen, syslumadur i Klaksvik vera sera ålvarsamt. Tilvildarliga vald; mynd Spsialurin Terror-bandin í Klaksvík slær nú aftur frå sær Sjalvt vaksnir á menn óttast bandan Talan er um beinleiðis terror, heldur politiið Øll óttast hin nógv um- talaðu terror-bandan í Klaksvík. Sjálvt vaksnir menn tora ikki at greiða politinum frá, um teir hava sæð nakað, sum hevur við bandan at gera, av Ótta fyri at verða álopnir. Og tað hava øll allar orsøkir til at bera ótta fyri. Tí bandin er lívsvandamikil og arbeiðir miðvíst. Tveir álopnir Bandin í Klaksvík smæðist ikki vid at gera vart við seg har hann kemur framvið. Um hálvguntólv tíðina friggjakvøldid hendi tað aftur. Tveir mans vóru álopnir av tveimum ung- um monnum. Orsgkin var, at annar av teimum, sum vóru álopnir, skal vitna í rættinum móti gðrum teirra, sum leyp á. Fyri umleið fjúrtan døg- um síðani fór líknandi hending fram í Klaksvík. Ein ungur maður var álopin. Alopsmadurin tå var beiggi hendan, sum hesaferð brúkti nevarnar. Orsgkin var, at hin álopni skuldi í rættin at vitna móti hesum sum nú sló. Slags- brødurnir munnu halda, at bert er bróðurleyst bak, so teir stuðla hvønn annan. Fólk óttast Men politiið í Klaksavík er alt annað enn fegið um hendan bróðurkærleikan. Karsten Hansen, sýslu- Mynd: Kalmar maður sigur, at tað er óhugnaligt at fólk ikki kunnu kenna seg tryggan at vitna. -Tað er jú ikki altíð, at tað eru fólkini sjálvi, sum boða frá, at tey hava særð nakað, og ti vilja vitna. Ofta er tað politiið, sum kemur fram á fólk og biður tey sum vitni. Verða tey biðin at vitna, hava tey eisini skyldu til tess, sigur Karstan Hansen. Hann leggur aftrat, at fólk mangan óttast fyri at skulu vitna móti hesum ófriða- kroppum. Sjálvt vaksnir menn óttast fyri fylgju- num, sigur sýslumaðurin. -Eitt er tað, at tveir mans fara upp at keglast, men tá ALTID EITT RIMMAR * BRUKTBILATILBOD ! + WS pf. wenzel petersen, tif. 13873 Síða 5 menn fara so målvist tram sum hesir at leggja á fólk fyri at fáa tey at tiga, er ovboðið, sigur Karsten Hansen. Hann sigur, at ófriðarkropparnir hava fleiri syndir á síni sam- vitsku og hann roknar við, at málið kemur skjótt fyri í rættinum. Nú má hetta fáa ein enda, tá tað er eitt ræðuligt press, sum liggur á ósekum fólkum, sigur sýslumaðurin. -Kunnu vit kalla tað terror? -Ja, hetta er sera álvarsligt. tór.-