týsdagur 18. februar 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Tíðindaskriv
|
Skotlandssiglingin
hjå M/F Smyrli
Hin 20. mars i år fer
Smyril i fasta sigling
alt árið millum Føroyar
og Bretland. Siglt
verður av Tórshavn
fríggjadagar kl. 15.00
og úr Aberdeen leygar-
dagar kl. 19.00.
Frá 15. juni og til 24.
august verður eisini
siglt til Scrabster — úr
Feroyum mánadag kl.
19.00 og úr Scrabster
týsdag kl. 19.00.
Soleiðis sum Feroyar
liggja í mun til Europa,
er tað heilt natúrligt at
beinleiðis farma- og
ferðafólkaflutningur
eisini fer fram um
nærmasta grannaland
okkara, Skotland.
Áður hava feroying-
ar havt regluligt sam-
band við Bretland —
tað var tá ferðaskipini
um Leith, og somuleið-
is, tá siglt varð á
marknað við ísfiski.
Tað er tískil eitt
seguligt og natúrligt
samband, sum her
verður tikið upp aftur
— eitt samband, ið utt-
an iva fer at fáa stóran
vinnuligan og mentun-
arligan týdning fyri
feroyska samfelagið.
Bretland er stórt
land, og haðani er gott
samband inn á europe-
iska meginlandið — tí-
skil er hetta nýggja
sambandið við Bret-
land einar dyr til ótald-
ar meguleikar hjá teim-
um, ið ynskja at menna
feroyska vinnulívið
gjegnum inn- og út-
flutning.
Verður arbeitt mið-
víst við tí, kann hetta
nýggja sambandið eis-
ini gera ferðafólkavinn-
una til eitt munandi í-
skoyti hjá landshúsar-
haldinum.
At tervur er á einum
tilikum beinleiðis sam-
bandi millum Feroyar
og Bretland alt árið, er
mangan komið til
kennar, tá vit hava
havt samband við
enskar og skotskar
fyritekur, ið hava sýnt
feroyska vinnulívinum
áhuga. Somuleiðis er
tað eitt gamalt ynski
hjá føroysku vinnuni,
at tað gerst hegligari
at rekja sambandið við
bretsku vinnuna.
Nú rutusambandið
til Skotlands verður
upp aftur tikið, hevur
Strandferðslan sett
serkønt fólk at veg-
leiða viðskiftafólkum
okkara í ollum spurn-
ingum viðvíkjandi
flutningi.
Eins og árini framm-
anundan fer Strand-
ferðslan at skipa fyri
bólkaferðum til Bret-
lands.
Nr. 33 — 18. februar 1992
Norðurlandahúsið við
fjølbrovttari várskrá
Aftan á ta sera góðu uppmetingina til
filmirnar,
sum Norðurlandahúsið visti
saman við Filmsfelagnum í seinastu viku
(2100 born sóu >Fólk og dólgar í Karda-
mummubyi«),
sendir
Norðurlandahúsið
eitt yvirlit út yvir tiltokini frá nú av og til
summar.
Fleiri barnatilboð
Mikudagin 26. februar
vísir Norðurlandahúsið
filmin >Pippi pá rømmen«,
ið er kendur fyri at vera
ein av teimum allarbestu
fiimunum við Pippi
Smokkuleggi. Filmurin
verður vistur mikudag
seinnapart á tí sokallaða
stórskíggjanum. Aðru-
hverja viku frá nú av og
til í summar fer Norður-
landahúsið at vísa
OKEYPIS barnafilmir á
stórskíggja antin miku-
dagar ella leygardagar.
Hetta verður gjert í sam-
starvi við Norðurlanda-
húsið í Reykjavík og norð-
urlendskar filmsframleið-
arar fyri steðugt at beta
um barnamentanina.
Í apríl kemur íslendski
dukkuleikurin >Músin
rósina<, ið er týddur til
foroyskt, á vitjan. Í sam-
starvi við MáF verður
leikurin í Norðurlandahús-
inum, og fer á drúgva
rundferð kring Feroyar. Í
mai eru fleiri av tiltøkun-
um í barnafestivalinum
»Barnafagnadur« legd í
Norðurlandahúsið.
Eisini verður arbeitt við
fleiri barnatiltøkum til
heystið, og Húsi fer eisini
at halda fram við at vísa
filmir tvær ferðir um mán-
aðin.
Filmir
Sunnudagin 15. mars er
frumframfersla av filmin-
um um bendan Jógvan Jo-
hansen á Signabe, og í
mai/juni verður væntandi
frumframfersla av barna-
filminum úr Skúvoy hjá
Katrini Ottarsdóttur og
av filminum um Mykines
hjá Ulla Boje Rasmussen.
Stórar kór-
konsertir
Tann stersta kórkonsertin
í vár verður duputkon-
sertin við »Carmina Bu-
rana< undir leiðslu av
Willi Gohl og Ólavi Hátún
sunnudagin 23. februar.
Hetta verður tann stersta
kórkonsertin í Feroyum
higartil, við fleiri út-
lendskum solistum saman
við føroyskum kórum og
tónleikarum. Fyrireikarar-
nir vóna at fáa pláss fyri
ellum, sum ynskja at
hoyra kórverkið á teimum
tveimum konsertunum.
Í apríl mánaði verður
bæði kórskeið og konsert
við Goteborgs kammar
kør undir leiðslu av Gunn-
Cantus
Borealis er vertur fyri tað
kenda svenska kórið, sum
eisini skal hava konsert í
Vágunum í samstarvi við
Vágakórið. Eisini tað
rytmiska kórið hjá Jógv-
an Telling fær vitjan úr
útlondum í apríl, og skal
ari Eriksson.
hava konsert í Norður-
landahúsinum.
Tónleikur
Kári P. hevur konsert í
samstarvi við Norrøna fe-
lagið 22. februar, og í sam-
arbeiði við konsertfelagið
skipar Norðurlandahúsið
fyri fleiri konsertum við
góðum norðurlendskum
nevnum. Marselius kvar-
tettin kemur úr Árhus og
heldur konsert í Mykinesi,
Norðurlandahúsinum og
meguliga tvær-tríggjar
aðrar staðir í mars.
Kammersveit Reykjavík-
ur fer at halda fleiri kon-
sertir síðst í apríl, og í juni
fáa vit eina ergrynnu av
góðum útlendskum tón-
leikabólkum. M.a. sym-
foniorkestrið hjá bæði
Álesund og Trondheim í
Noregi, floytukvartettina
hjá Ib Nielsen og song-
kvinnuna Kirsten Dolberg
úr Senderjyllandi.
Føroya Symfoniorkest-
ur hevur sina vårkonsert
sunnudagin 14. juni.
Sjónleikur
Bæði kvívíkingar og
klaksvíkingar hava spælt
í húsinum í vetur, og sein-
asta vikuskifti í februar
spælir »Eydnan« á Oyra-
bakka »Øl í verkfalla.
Fyrsta vikuskifti í apríl
verður høvi at síggja
>Tann ósjónliga býin< við
sjónleikarum í Skálavík.
— Eitt viðkomandi og
samfelagsrevsandi stykki
um lívið á einum ellis-
heimi. Í síðstu viku í apríl
er eisini hevi at uppliva
eitt sindur av donskum
kvinnuskemti við Chili
Turéll og Kirsten Lock-
hardt i »Parfumeret sild«,
ein syning, sum hevur ver-
ið sera væl umtókt i stór-
um pertum av Danmark í
vetur. Chili Turéll er eisini
kend sum hevuðspersón-
urin »Eva« í tí fínu
donsku sjónvarpssendi-
reðini »Bygdin«, sum
Sjónvarp Føroya just hev-
ur vist.
21., 22. og 23. mai koma
uml. 25 sjónleikarar frå
Grønnegårdsteatret i
København vid Holberg-
stykkinum »Maskerade«.
Vitjanin i Havn er ein
partur av trikantssam-
starvinum millum
Grønnegårdsteatret, Fest-
spillene i Bergen og
Norðurlandahúsið.
Festivalar
Barnafilmsdagarnir eru
farnir, og í mai verður
samiskur festivalur við
listamanninum Nils-Aslak
Valkeapåå, tónleikarum
og joikarum. Valkeapåå
fekk bókmentavirðislon-
ina hjá Norðurlandaráð-
num í fjør, og er kendur
bæði sum rithøvundur,
tónleikari og myndlista-
maður á altjóða steði.
Eisini jassplakatin í ár
verður gjørd av hesum
stóra samiska listamann-
inum.
Jassfestivalurin verður
sum vant mitt í august
mánaði við stórum nevn-
um, sum áttu at fylt Hús-
ið. Seinast í juni verða
summartónleikadagar
fyriskipaðir av felagnum
fyri føroysk tónaskeld, og
fleiri av hesum konsertun-
um verða í Norðurlanda-
húsinum.
Dansifelagið í Vágum er
vertur fyri gestum úr Fin-
landi, Sveríki, Noregi og
Danmark mitt í juli, og í
samstarvi = við hetta
verður skipað fyri fleiri
stórum dansitiltøkum
bæði í Norðurlandahúsin-
um og aðra staðir. »Dansi-
nåttin«, sum er við at
verða fastur táttur,
NN NN
verður frá kl. 22.00 til
03.00 friggjadagin 10. juli.
Svensk, norsk,
samisk og
føroysk list
28. februar letur svenskar-
in Lars Lerin upp eina
framsyning vid vatnlits-
myndum, og i døgunum
aftan á heldur hann skeið
fyri føroyskum listafólki.
Lars Lerin hevur skapt
sær eitt stórt navn bæði í
Sveríki og Noregi, og hev-
ur givið út fleiri lista-
bekur, m.a. frá Norður-
Noregi og Antarktis.
Seinast í mars kemur
ein norsk tekstilframsýn-
ing, sum felagið fyri
tekstil-listafólk í Mið-
Noregi skipar fyri. Í mai
hevur Niels-Aslak Valkea-
páá sína framsýning, og 5.
juni letur Tróndur Paturs-
son upp eina stóra fram-
sýning við bæði glasmáln-
ingum og eðrum sløgum
av listaverkum. Norður-
landahúsið selir bæði bók
og plakat í sambandi við
framsýningina hjá Tróndi.
Føroysk kveld
Tey feroysku kvøldini
undir leiðslu av Mikkjal
Helmsdal og mati frá Fer-
oya Fiskaselu hava fingið
so góða undirteku, at
Norðurlandahúsið skipar
fyri føroyskum kveldum
9., 16., 23. og 30. juni, 7.
og 14. juli, 18. og 25.
august og 1. september.
Prísirnir verða sum í fjør,
kr. 150,00 fyri bæði mat
og undirhald, og kr. 50,00
fyri tey, sum bert vilja
hava undirhald. Tey fer-
oysku kveldini verða løgd
til rættis í samstarvi við
Ferðaráð Føroya.
Afturat teimum nevndu
tiltøkunum er ein mongd
av åhugaverdum tiltøkum
vid bædi føroyskum og ut-
lendskum luttakarum.