Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. februar 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 EA SOSÍalUrin Nr. 34 — 19. februar 1992 Fimm byggifeløg buðu seg fram at gera arbeiðið at leingja ytra molan í Havn. Lægst var E. Pihl & Søn og ul hæststa bod, sum norska felagid Selmer A/S hevdi, var langt lop. Hesir vóru næstan dupult so dýrir. Tilboðini vóru í uimum møguleikum. Í øllum trim- um førum, at leingja at- løgubryggjuna við 80 metrum, men grótkastið við 100, 150 og 200 metrum. Tilboðini hjá E. Pihl & Søn vóru åvikavist hesi: 28,7 milliónir, slakar 35 og stívliga 44 milliónir. Næst bíligast var Kanjon, sum bjóðaði 31 milliónir, 39 og slakar 49. Síðani Højgaard & Schultz A/S við stivliga 38 milliónum, 49 og 61,4 milliónum. Dekkon bjóð- aði 48,6 milliónir, 56,5 og 67,7 milliónir, og dyrast var Selmer A/S úr Noregi vid åvikavisk 51,4 milli- ónum, stivliga 67 og 84,5 milliónum Eitt sindur bíligari Tad er Landsbyggifelag- ið sum, saman vid býar verkfrødinginum, sum hevur gjørt projekt og kostnaðarætlan. Vøgg Guttesen, byarverk frøding- ur sigur, at lægsta tilboðið, sum inn kom, liggur nakað niðan fyri tað sum mett var frammanundan. Men hann leggur aftrat, at enn hevur hann ikki kannað tilboðið fyri møgulig fyrivarni. Spurdur um hvussu tað ber ul, at eitt felag sigur seg kunna gera eitt arbeiði fyri 44 milliónir sum eitt annað byggifelag skal hava 84 milliónir fyri at -men torfórt verður at fáa . . o figging gera sigur Vøgg Guttesen, at nógvar orsøkir kunnu vera fyri tí. Millum annað at Selmer A/S eru ókunn- ugir vid føroysk við og hava ti vilja uyggja seg bæði væl og virðiliga. Kanska hava teir eisini roknað við, at nýta norska arbeiðsmegi, og verður sum tað var tá norðmenn løgdu asfalt á byrgingina í Villingardali, skulu teir heim vid leiguflogfari annað hvørt vikuskifti. Haraftrat skulu teir koma higar vid øllum arbeids- ambodum. Hinvegin heldur Vøgg Guttesen, at E. Pihl & Søn vóru væl fyri at bjóða. Teir Frá almennu licitatiónini á havnaskrivstovuni mánadagin, tá býráðsformaðurin við borðendan las upp innkomnu tilboðini meðan teir, sum høvdu bjóða, spentir lýddu á. Myndir: Kalmar hava gjørt tað arbeiði, sum frammanundan er gjørt i samband við molan. Torført at fáa fígging Páll Petersen, formaður í Havnanevndini sigur, at Havnanevndin fer fyrsta dagin at viðgera innkomnu tilboðini, men fyrst av øllum má greiða fáast á fígging. Hann heldur ikki, at tað verður lætt, og innan fyri vanligu karmarnar, sum Havnanevndin arbeið- ir, er einki at heinta. Havnanevndarformaðurin heldur annars, at verður farið undir arbeiði, er helst beinast at fáa longt grótkastið 200 metrar. tór.- Fáa nú skil á idnadar- ruskinum IFR vónar, at reglugerðin í samband við umhvórvislógina fer at fáa skil á ídnaðarrusk- inum, sum eisini fer at geva renovatiónsfelagsskapinum stórri inntókur Hóast roknskapurin hjá IRF fyri seinasta ár ikki enn er heilt liðugur heldur nevndarformadurin, Jákup B. Mohr seg kunna siga, at talan verður um eitt minni hall. Næstan allar imakomm- unurnar gjalda til tíðina, og tað vera øll lán eisini. Tó rindar landsstýrið fyri- bils fyri hálendska lánið, sum er hitt fyrsta, IRF tók, og sum nærum varð brúkt upp, áðrenn spakin varð settur í jórðina har brenni- stødin nú stendur. IRF hevði nevndarfund fríggjadagin. J. B. Mohr sigur, at teir kanna eftir hvar sparast kann. Júst hvar spariknívurin verður settur á, vil hann tó ikki siga. Høvudsinntøkan hjá felagsskapinum er gjaldið, limakommunurnar lata. Hetta gjaldið verður undir ongum umstýðum hækkað í ár. Nevndarformaðurin Sigur, at nevndin vónar at sleppa undan at hækka gjaldið næsta ár, men um hetta fer at eydnast er enn ikki greitt. Hinvegin roknar hann við stórri inntgkum frá burturkastinum frá arbeiðs- plássunum. Hetta fer í mongum førum í verandi byngjupláss, ella brent onkustaðni. Tað er ikki loyvt, og tá reglugerðin í samband við umhvørvis- lógina kemur, roknar J. B. Mohr við at fáa meira skil á ídnaðarruskið. Tá kemur alt á stødina, og stødin fær tå stórri inntøkur. Ruskinnsavningin hjå IRF kostar 13 milliónir árliga. Nevndarformaðurin sigur, at hon riggar væl, og tað ger sjálv brennistødin í Leirvík eisini. Annars játtaði nevndar- fundurin í prinsippinum eini alistød avlopshita frå brennistgðini. Av hesum fær brennistødin neyvan nakra inntgka í ár, men verður ætlanin av ngkrum, verður roknað við, at brennistødin kann fáa einar tríggjar milliónir í inntøka av at selja avlopshita. tór.- Við reglugerðini í samband við umhvórvislógina verður roknað við, at ídnaðarruskið fer á brennistødina heldur enn at verða brent á tilvildarligum stóðum. M:nd:Ka!r