mikudagur 19. februar 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——— |
s
on
se
Nr. 34 — 19. februar 1992
Dynamittt-málið i Klaksvík
Langt uttan
fyri alt mark
tíðindablaðið
Landsverkfróðingurin hevur nú biðið um at fáa
eina frágreiðing frá arbeiðsformanninum í
Klaksvík
Henning Jacobsen, lands-
verkfrødingur, gjørdist
sum vera man sera skelk-
aður tá hann í Sosialinum í
gjár las tíðindini um
dynamittið í Klaksvík.
-Hetta er ræðuliga be-
klagiligt. Hetta eigur als
ikki at koma fyri. Hetta er
langt uttan fyri alt mark.
Fleiri viðmerkingar vildi
hann ikki gera.
Henning Jacobsen sigur,
at hann hevur biðið um
eina frágreiðing frá sínum
fólki í Klaksvík um hvussu
hetta er komið fyri, og fyrr
enn tað er gjørt er Óvist
hvørjar fylgjur hendingin
fær.
Hendingin, ið sipað
verður til, er tá politiið í
Klaksvík kom fram á ikki
færri enn 17 kassar av
dynamitti og perlum, sum
lógu hvørt um annað í
ruskdunganum í gamla
grótbrotnum á Bumshamri
í Klaksvík.
Tað, sum tykist at vera
hent er, at teir hjá lands-
verkfrødinginum hava
boðsent einum kranabili at
beina fyri einum arbeiðs-
skúri. Tad gjørdi lastbila-
førarin eisini, uttan nakar
Henning Jacobsen,
landsverkfrøbingur, fer
nú at kanna orsøkina til
tað sum hendi í
Klaksvík um vikuskiftið.
Mynd: Kalmar
var greiður yvir, at í skúr-
inum var ein rúgva av
bæði dynamitti og perlum.
Politiið í Klaksvík segði
í gjár, at tað var eitt satt
undur, at dynamittið ikki
fór í luftina.
tór.-
Kanningar og avhoyringar í
dynamit-málinum
Politiið í Klaksvík er nú
farið undir kanningar í
dynamit-málinum. Fólk,
sum á ein ella annan hátt
hava við málið at gera
verða avhoyrd, og ymiskar
kanningar verða gjørdar.
Karsten Hansen, sýslu-
maður sigur, at teir hava í
fyrstu atløga talt sama
hvussu mikið var av
dynamitti og perlum og
komnir til, at har vóru 16
kassar ella tilsamans 400
kilo av dynamitti og
stívliga 1700 perlur. Poli-
tiið hevur eisini verið í
samband við Arbeiðseftir-
litið á staðnum.
Bátur rak á land
Mánadagin rak ein stórur plastikkbátur á land við
byrgingina um Haraldsund.
Teir høvdu verið við goggulinu tá maskinan
gekk fyri. Báturin rak síðani í byrgingina og fór
illa. Mansskaði var eingin.
tór.-
| ; |
| Amriesty International
Skrivstovan í Vågsbotni er opin mánadag. miku-
dag og fríggjadag kl. 11—16. TH. 15816.
Innilæst
Arbeiðseftirlitið i Klaks-
vik hevur eisini verid uppi
í málinum. Teir vóru
saman við politinum á
Bumshamri og fingu dyna-
mit og perlur til høldar. Alt
er nú innistongt í tryggum
skúri hjá Klaksvíkar
Kommunu, verður sagt.
|
Arbeidseftirlitid i Klaks-
vik upplysir annars, at
skúrurin, sum varð burtur-
beindur, var í 1986 góð-
kendur at goyma spreingi-
evni í. Tá var hann nýtur í
samband við Kunoyarberg-
holið.
tór.-
=
Síða 5
Pengaskápið
var sterkari
enn tjóvarnir
Sunnunáttina var innbrot í timburhandlinum hjá
Kjølbro í Klaksvík.
Hann, hon, teir, tær ella tey vóru komin innar í
kjallarahæddina gjøgnum ein rút. Á eini skrivstovu
har vóru 400 krónur horvnar.
Hetta hava óbodnu gestirnir ikki hildið at vera nóg
mikið, og fóru tí uppá. Ein dupultur rútur inn á eina
aðra skrivstovu varð brotin, og pengaskápið tikið út
á gongina, fyri at fáa betri arbeiðsfrið. Men ólukku-
tíð fyri tjóvarnar var pengaskápið, sum ætlanin var
at lata upp við kúbeini, sterkari. Politiið sigur, at
tjóvarnir høvdu órudda nærum øll húsini áðrenn teir
sluppu sær til rímingar.
Umframt innbrotið í timburhandilin hjá Kjølbro
var eisini brotið inn í eini privathús í Klaksvík um
vikuskiftið, har 700 krónur vóru stolnar.
tór.-
400 krónur, tað var alt sum tjóvarnir fingu við sær
aftur úr timburhandlinum hjá Kjølbro. Mynd-Kalmar/
Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49
Møti er hvørt leygarkvøld ki. 19.00
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis.
Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 ella
031-578999.
Motorcraft
EYKALUTIR TIL
FLEIRI BILMERKI
OLLSS0:0 000 0000
suge
pf. wenzel petersen, tif. 13873