mikudagur 19. februar 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6 i
— Genturnar í
Dr. Jakobsensgøtu
Tad er ein vøkur stand-
mynd, ið komin er at
standa framman fyri
Keypssamtekuni í Havn.
Ikki er hetta nakað tignar-
ligt torg við hábærsligum
hevuðsstaðarhúsum utt-
anum, men hóast prýtt
við nossligum gongugøtu-
hellum eitt nådiligt små-
býartún við andlitsleys-
um húsum og avmarkað-
um meguleikum. Men
teir, ið stílað hava fyri,
hava dugað at brúkt
plássið á skynsaman hátt.
Staðið er tað rætta og
steddin á myndini er tann
rætta til rúmdina uttan-
um, og genturnar standa
væl á stættinum. Úrslitið
er ein væleydnað heild og
ein vakrari býarmynd.
Listaliga myndevnið er
tvær gentur, rættiliga
átekar, haldandi hver um
aðra. Hugskotið er, at
tveir líkir formar spæla
hver ímóti eðrum — tættir
verða viðgjerdir tvær reis-
ur, javntekt og mótsett.
Javnfjarðar linjur svara
hver aðrari aftur ella
spennast hver móti aðrari.
Vekur er gongdin gjegn-
um mjúku kvinnuformar-
nar.
Listamaðurin er tann
ungi havnarmaðurin
Andreas Andreasen, ið
hevur nomið sær útbúgv-
ing innan myndheggara-
listina á akademinum í
Árhus. Í teimum stand-
myndum, vit hava sæð frá
hansara hond her heima —
higartil eru tær tíverri
ikki so mangar — hava
rerslur og rýtma eitt
dveljandi kensluligt lag,
ið geva stillfort hvílandi
samljóð, men fastleika og
tyngd. Hetta er ein bund-
in monumentalitetur, ið er
sannur mótsetningur til
hvepnu impressionistisku
listina hjá hinum gávaða
myndaheggaranum úr
Havn, Hans Paula Olsen.
Takk fái Tórshavnar
Býráð fyri hesar báðar
framúrskarandi stand-
myndirnar — traðarmann-
in hjá Hans Paula framm-
an fyri býráðshúsunum og
genturnar hjá Andreasi í
Dr. Jakobsensgetu. Hetta
er ungu myndaheggarum
okkara avbjóðing og stuð-
ul av stersta týdningi,
men fyrst av øllum eru
listaverkini til gledi fyri
okkum, ið búgva í hevuðs-
staðnum ella vitja higar.
Bárður Jákupsson
ea 55
Mynd: Kalmar
Nr. 34 — 19. februar 1992
Torfinn frá
Månakvøldid hevði Sud-
urstreymoyar Javnadarfel-
ag aðalfund. Hóast for-
maðurin síðstu trý árini,
Tórfinn Smith, ikki stóð
fyri vali, er hann ikki long-
ur formaður.
Torfinn Smith bað um at
sleppa úr stólinum, tí hann
helt tað vera óheppið, at
hann var formaður í fel-
agnum samstundis sum
hann var valdur í býráðið.
— Ein av høvudsuppgåv-
unum hjá feløgunum er at
halda valdu umboðum
floksins í oyrunum, segði
Tórfinn Smith í síni grund-
geving.
Í nýggju nevndini sita
Hallstein Sigurðsson, for-
maður, Elin Lindenskov,
kassameistari, Bente Kjær,
Jákup Dam og Sommer
Winther. Tey eru øll ný-
vald, Bente Kjælr undan-
tíkin. Eykalimir eru Dion
Splidt og Steingrim Vang.
ówh
Tórfinn Smith: — Tað er
óheppið, at bæði at sita
í býráðnum og í felagn-
um.
Trongstødan í alivinnuni breiðir seg
SUm ringar
Í valninum
Kreppan innan ta nógv
umtalaðu alingina vísir seg
í tveimum fórum í blað-
num dag. Fútarætturin lýs-
ir ognir hjá tveimum ali-
brúkum á tvingsilssølu.
Atta aliringar, átta ali-
brúgvar, nótir og botnfestir
hjá Vesturaling í Sørvågi
verða lýst til sølu eftir
kravi frá veðhavara.
Somu lagnu fær Faroe
Fish Farming í Søldarfirdi:
heilir 30 aliringar verda
lystir å tvingsilssølu. Ikki
nóg mikið vid ti: eisini
fiskurin, sum svimur í ali-
brúkinum verður lýstur til
sølu.
ówh
Í dag verða ringar hjá
tveimum alistóðum lýstir
á tvingsilssølu. Teir eru
ikki teir fyrstu, men
valla teir seinastu held-
ur
- Sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - Sosialurin - sosialurin - sosialuri
Navn:
Bustadur:
Bygd/byur:
Kannad postverkinum
sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin
Eg gerist haldari av Tidinda-
Ja / blaðnum Sosialinum og fåi
, æ blaðið 5 ferðir um vikuna.
fyri kr. 205,- (haldarar í Føroyum)
fyri kr. 240,- (haldarar í Skandinaviu)
Goldið verður bert fyri blødini restina
av hesum ársfjórðinginum.
—i———wiiewewwewwewewe——
1 7 0 Tórshavn