mikudagur 19. februar 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 34 — 19. februar 1992
Ólógligt at
sova Saman?
Heit um
føturnar
Ein stuttur spurningur:
Hví eri eg so heilt øgiliga
heit um
føturnar um
kvøldið? Tað eri eg
annars ikki um morgunin
ella um dagin.
Spurnarteknið
Sum tað skilst á spurning-
inum, eru tygum konufólk,
men tygum nevna einki
um, hvussu gomul tygum
eru, og tí er tað rættiliga
trupult at svara spurningi
tygara, tí vanligt er, at hjá
gomlum fólkum eru føt-
urnir kaldir um kveldið,
meðan tað gvugta ofta er,
um ein er ungur. Men ann-
ars er hetta Ogjørligt at
svara uppå uttan vidari, so
ti vil eg råda tygum til at
fara til lækna at verda
kannað fyri hetta.
Marner
Hví er tað
ólógligt?
Vit eru ein drongur (17
ár) og ein genta (14 ár), ið
hava gingið saman í eina
tíð. Vit hava verið í song
saman nakrar ferðir, men
hava enn ikki havt sam-
legu, tí vit hava bæði hoyrt
og lisið, at tað er ólógligt,
tá annað er yngri enn 15
ár. Hví er tað ólógligt, tá
vit eru góð við hvørt ann-
að og kenna okkum búgvin
til at hava eitt egið seks-
uallív eins væl og onnur?
Tey ungu
Ein kann ikki siga, at tað
er ólógligt, tá tit eru so til
aldurs, at hann er 17 ár og
hon er 14 ár, um tit eru
samd um tað. Sjálvandi er
slíkt ólógligt, tá maðurin
er tilkomin, og gentan er
bert 14 ár, men tað vildi
eg ikki sagt í hesum føri.
Men eg haldi, at tað er
dekan ov tíðliga, at gentan
byrjar longu sum 14 ára
gomul. Eg hevði bíðað eitt
sindur, tí sjálvt um hon er
útvaksin, so er hon ikki
fullbúgvin. Hon hevur
betur av at bíða nøkur ár
enn, men í hvussu er eigur
hon at hava onkra fyri-
byrging, so hon ikki gerst
við barn.
Marner
Fái so ilt av
mánasjúkuni
júk
Tá ið eg var yngri, heyði
eg altíð nógva pínu teir
fyrstu dagarnar, tá eg fekk
mánasjúkuna. Eftir at eg
fekk børnini hjá mær,
hevði eg tað nógv betri, tá
ið mánasjúkan kom, men
nú havi eg tað aftur nokk
so ringt. Eg verði rættiliga
móð dagin fyri og havi ilt
teir fyrstu dagarnar. Hví
er pínan afturkomin?
Kona
£
=>
Hetta er eitt vanligt fyri-
brigdi, at tá konufólk
koma til árs og hava átt
børn, so fáa eitt annað slag
av pínu í sambandi við
mánasjúkuna. Ein heilt
onnur orsøk er til hetta, og
tí eiga tygum at lata tygum
kanna, um tað er gjørligt
at finna orsøkina, tí um ein
åvis orsøk er til hesa pínu,
kann hon verða vidgjørd
við heilivági.
Marner
Hostin og
sigarettirnar
Eg havi nú i ein góðan
mánað hostað nógv. Eg
var forkøladur, men eri nú
frískur aftur, burtursæð
frá hostanum. Eg royki
einar tíggju sigarettir um
dagin, men tað er ikki so
nógv, at eg haldi tað vera
orsék til hostan. Men kann
tað kortini vera tað?
39 ára gamal maður
Sjálvandi eru tað sigarett-
irnar, ið hava gjørt, at tyg-
um hava áhaldandi hosta.
Hava tygum roykt alla tíð-
ina, meðan tygum hava
havt krím — og halda fram
við tí — so vil hostin eisini
halda fram. Sjálvandi
kunnu eisini aðrar orsøkir
vera til at hostin heldur
fram, og tí eiga tygum at
lata tygum kanna á lung-
unum, tí tygum eru jú 39
ára gamal og hava kanska
roykt í eini 20 ár, so vandi
kann saktans standast av
ti.
Marner
Brunligt
útflot í neðra
Eg eri ein 33 ára gomul
kona, sum havi havt útflot
í neðra í nakrar mánaðir
Tað er brúnt og luktar illa
Hvat man tað vera?
Xenia
Tá ið tygum hava havt út-
flot — myrkt, brúnligt — í
fleiri mánaðir, so er um-
ráðandi, Mygum fara til
lækna og lata tygum kanna
skjótast gjørligt, tí tað
kann vera ein ávís orsøk,
og hon er løtt at finna og
møguliga eisini løtt at við-
gera.
Marner
AIDS frá
tannlækna
Nú ein dagin hoyrdi eg, at
ein kona í Amerika var
deyð av AIDS, sum hon
hevði fingið av tannlækna-
viðgerð. Eg loyvi mær at
spyrja, hvussu tað kann
bera til. Kann tað eisini
henda hjá okkum?
I døpurhuga
Tad ber til at fåa AIDS
ella HIV-smittu vid tann-
viðgerð, har ein kann
koma at skøva tannhaldið,
og har arbeiðstólini ikki
hava verið sóttreinsað.
Hetta kann tó neyvan fara
fram hjá okkum, tí øll við-
gerðartól verða neyvt
reinsað hvgrja ferð, tey
hava verið brúkt. AIDS
ella HIV-virus smittar
lættliga við skitnum inn-
spræningaramboðum. Tað
er væl kent millum eitt nú
narkomanar.
Marner
Síða 11
Tá ið Interrail varð stovn-
ad í 1972, var tað bert
sum ein roynd; men líka
síðani, hevur eitt nú
norska felagið NSB selt
yvir 327.000 ferðaseðlar
og Interrail er blivið ein
ferðaháttur fyri seg.
Við einum sokallaðum
»Fjållråven« á rygginum
og einum tjaldi undir arm-
inum fara ungdómar í
hundradtali avstað hvert
summar við Ínterail, men
nú er hetta kanska komið
at enda.
Spania og Italia hava
bodad frå, at tey eru sera
misnøgd við at teirra part-
ur av køkuni er so lítil og
at tey ikki ætla sær at
vera uppii aftan á års-
| skifuð 1992/93.
Frankaríki, Grikkaland
og Sveits hava eisini víst
seg at vera Onøgd við
samgonguna.
Men Wenche Berger úr
NSB sigur, at tey fara at
berjast fyri at hava sam-
Í
gonguna
kanska
gangandi, so
sleppa vit aftur
við Interrail aftur nesta
summar — kanska ikki.
in
VERÐUR Í RÓÐRARNEYSTINUM
A ARGJUM
MIKUDAGIN 19. FEB. KL. 1922
INN
HÓPUR AV GÓÐUM VINNINGUM
A
a SJ
FERÐ FYRI 2 VÍÐ SMYRILLINE ==
- - NN
A! TåRSHAVN- BERGEN - TORSHAVN
SKERPIKJØT- KROV- ÓLJA - BENSIN - TELE
FONIR = KAFFI MASKINUR = NÓGV GÁVOKORT.,
BÚ - 04 STARVSFÓLK Á"SAMBÝLIÐ viÐP. MOHRSV. '2 "
( SERSTOYNUR UNDIR ANDVEIKRARVERNDINI )
pa
É