fríggjadagur 21. februar 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
Nr. 36 — 21. februar 1992
Í
——
Nú er skommin komin í hæddina:
Máttu seta
gassovn í
MBF-bussin
-tí pengar vóru ikki at umvæla hitaskipanina i
bussinum. Tað luktar ræðuligt, men okkurt
mugu vit gera fyri at fólk ikki skulu doyggja í *
kulda, sigur Andrias Poulsen á brandstødini
Fyri einum hálvum ári
síðani gekk hitaskipanin í
Havn
fyri. Skilamenn rokna við,
at umvælingin kostar einar
MBF-bussinum i
Eykaaðalfundur
Hølunum í Bøgøtu
månakvøldid 24.2., kl. 20
vid hesi skrå:
verður í
1. Lógarbroyting
2. Politiska stødan
3. Ymist
Nevndin
1500 krónur, men tað eru
sum skilst ikki pengar til.
Nú hava brandmenninir
funnið eina loysn, sum teir
halda er eitt sindur frægari
enn einki, men so ótrúliga
langt frá nóg góða. Teir
hava sett ein gamlan gass-
ovn inn i bussin, men
vansin er, at tað luktar so
illa, at tað er næstan ikki
verandi í bussinum. Har-
aftrat mugu teir hava
okkurt vindeyga eitt sindur
opið, so vandi ikki er fyri,
at bussurin fer í luftina.
Stór skomm
Andrias Poulsen á brand-
stóðini heldur hetta vera
stóra skomm og undir all-
an kritikk.
-Nú hava teir skarvad so
nógv burturav í samband
við bussin hjá teimum
brekaðu, at næstan einki er
eftir. Fyrr var bussurin
sera nógv brúktur, men nú
hava tey brekaðu bert
møguleika at brúka bussin
í vanligari arbeiðstíð. Skal
hann brúkast uttan fyri
hesa tíð er prísurin sera
Gassovnin hava teir
bundið á fremsta setrið.
Illa luktar, so okkurt
vindeyga má standa
opið so alt ikki fer í
luftina. Mynd: Kalmar
høgur, sigur Andrias
Poulsen.
-Um vit yvirhøvur long-
ur kunnu kalla hatta
lasafarid fyri buss longur,
tekur Andrias aftur i aftur.
Bussurin hevur koyrt
170.000 kilometrar og
nærkast tiggju årum. Buss-
urin er i ringum standi og
hurdarnar afturfyri eru i
fillum. Og nå hevur hita-
skipanin ikki rigga i hålvt
ár, og eingir pengar at
umvæla tad, sigur Andrias
Poulsen, sum sigur seg
leingjast eftir einum nyggj-
um bussi, sum hann heldur
skuldi verið komin fyri
fleiri árum síðani.
tór.-
Nýggj politistød
í Klaksvík
Nýggj politistød skal byggjast í Klaksvík í staðin fyri
hana niðan fyri sjúkrahúsið
Arbeiðið verður boðið út í ár
Í løtuni eru umboð fyri danska lógmálaráðið og
íbúðarmálaráðið í Føroyum fyri at gera endaligu
avtalurnar um bygging av nýggjari politistød í
Klaksvík.
Umboðini hava havt millum annað havt fund við
Klaksvíkar Býráð og politiid. Óli Heinesen, býráðs-
formaður sigur, at býráðið hevur sent umsókn til
Matrikulstovuna um fråmatrikulering til nýggju
stødina, sum skal byggjast beint nordan fyri post-
húsið.
Grundstykkið kostar eina millión, og roknað
verður við, at sjálv politistødin fer at kosta einar
fimm milliónir at byggja. Nú verður farið undir
detajlprojekteringina, og roknað verður við, at bjóða
arbeiðið út síðst í árinum.
Pengar eru avsettir á donsku fíggjarlógina, men
málið skal fyrst fyri i figgjarnevndina hjá fólkating-
inum.
tór.-
Ruskplássið
ikki grótbrotið
Í samband við skrivingina um dynamitt-málið í
Klaksvík hevur onkur fingið ta fatan, at talan er um
grótbrotið hjá Klaksvíkar Kommunu norðuri á
Strond. Tað er tað avgjørt ikki. Har goyma teir einki
dynamitt.
Talan er um nidurlagda grótbrotið á Bumshamri.
og sum nú er ruskpláss.
Haldið sostalin
. —.-