týsdagur 2. mai 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 83 - 2. mai 2000
Næstu ferð...
Gott at eg keypti
H-vindeygu við
Orkuspariglasi
Døggi› ver›ur minni,
vælveran ver›ur størri
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Sjálvberandi búskapur
tryggja vælferð
Í gjár var 1. mai og er hetta dagur arbeið-
aranna. Hesin dagurin verður hildin kring
allan heim, og eisini her hjá okkum - bert
viku eftir flaggdagin verða røður hildnar
kring landið. Vit kunnu siga, at hóast
Flaggdagurin og 1. mai ikki hava nakað
beinleiðis við hvør annan at gera, so er
kortini tætt samband millum teir, nú stórur
partur av Føroya fólki ynskja størri sjálv-
ræði.
Á flaggdegnum verður mint á tann týdning
mál og mentan hava fyri okkara land, og
hvussu vit við hesum varðveita og menna
okkara samleika og tjóðareyðkenni. Og
henda dagin verður eisini stungið út í
kortið, hvussu vit í framtíðini kunnu gerast
enn meira vitandi um egnan mátt og megi,
og hvussu vit taka størri ábyrgd av okkum
sjálv.
Arbeiðaradagurin 1. mai skal minna okk-
um á tann týdning og tey virði, sum ar-
beiðarafjøldin skapar. Hann skal minna
okkum á tey sjálvsøgdu rættindi verka-
fólkið hevur. Men hann er so eisini vorðin
til dagin, tá víst verður á skeiva og órætt-
vísa gongd í samfelagnum. Nú landsstýrið
í dag skal undir annað umfarið í samráð-
ingunum um framtíðar støðu Føroya er
eisini rætt at vísa á, hvussu stóran týdning
tað hevur at kunna varðveita somu rættindi
og livikor í framtíðini eisini. Tað kann so
ikki koma uppá tal, at tey lægstløntu í
samfelagnum skulu spenna lívreimina inn
til tess, at vit kunnu fáa meira sjálvstýri,
meðan t. d. aðrir bólkar megna at halda
fast um síni rættindi.
Broytingar eiga at gerast í okkara ríkis-
rættarligum viðurskiftum. Vit mugu taka
størri ábyrgd av okkum sjálv og hesum
samfelag. Tað stendur rimmarfast. Men
vit mugu tryggja okkum, at tað ikki verður
sjálvstýrið ella fullveldið í sjálvum sær,
sum gerst málið. Heldur enn at stríðast
um orð og heiti, so skulu vit skipa samfel-
ag okkara soleiðis, at vit veruliga verða
før fyri at ráða og stýra okkum sjálvum.
Tað snýr seg um at tryggja grundarlagið
undir framtíðar samfelag okkara. Tað snýr
seg ikki um at kroysta eina skipan ígjøgn-
um, sum kanska ein spinkul meiriluti kann
taka undir við.
Vilja vit veruliga landinum tað besta, so
latið okkum nýta høvi at byggja upp ein
sjálvberandi búskap, sum í framtíðini
verður grundarlagið undir teirri stjórnar-
skipan, sum fólkið í Føroyum tá ynskir.
Viðmerking:
Nú ein dagin visti Sosialur-
in at siga, at Niels Nattestad,
skúlastjóri á Venjingarskúl-
anum, legði upp til at lata
próvtøkuna í fólkaskúla-
num fara í ár, og heldur nýta
tíðina fram til summarfrí-
tíðina til vanliga skúla-
gongd.
Hetta eru skila orð frá ein-
um skilagóðum skúlastjóra.
Men hetta er ikki bara skil-
agott í ár.
Vilja vit ein framkomnan
fólkaskúla, er ein tann
størsti bágin júst próvtøkan
í tí líki, hon enn er í. Hon er
ein leivd frá eini farnari tí
og í allari síni veru ein and-
søgn við andan í teirri lóg-
gávu, vit hava um fólka-
skúlan nú á døgum.
Hon er besta einstaka
trygdin fyri, at nútíðar ar-
beiðs- og undirvísingar-
hættir hava ilt við at vinna
frama í gerandisdegnum í
skúlanum.
Tað skuldi ikki verið
neyðugt at nýtt læntar fjaðr-
ar at próvføra fyri hesum, tí
vitanin um, hvat ið darvar
og hvat ið fremur fjøltáttaða
undirvísing, er gerandis-
kostur í undirvísingini á
Læraraskúlanum, og hon
hevur ið hvussu er verið tað
seinastu 25 árini. Eg fari
kortini at taka til danska
professaran Steen Larsen,
sum eitt kvøldið í farnu viku
helt fyrilestur í handilsskúl-
anum í Havn.
Í eini grein í Skúlablað-
num, og seinni í Viðskera-
num, tók eg uppaftur eftir
hann ein setning, sum hann
skemtandi, og eitt sindur
argandi, plagar at byrja fyri-
lestrar sínar við, og serliga
tá ið hann veit, at nógvir
lærarar eru millum áhoyr-
ararnar.
Hann byrjar ofta soleiðis:
“Vita tit, hví lærarar eru
so klókir?” Og hann svarar
sjálvur:
“Tað er tí, at teir gera tað
arbeiðið sjálvir, sum næm-
ingarnir áttu at gjørt.” Men
álvara er sjálvandi aftanfyri,
tí her liggur í veruleikanum
sjálvt grundarlagið undir
allari framkomnari undir-
vísing.
Einki kemur av sær sjálv-
um. Tú lærir av tí arbeiði,
sum tú leggur í tað. Tí er
tað so umráðandi, at børnini
í skúlanum fáa høvi at ar-
beiða og at vera virkin, so
tey nøra um sítt forvitni og
læra at læra saman við lær-
arum, sum vita hetta, og
sum duga at halda teimum
til.
Hetta kvøldið á Handils-
skúlanum sótu aðalstjórin í
Undirvísingar- og Menta-
málastýrinum og ovasta
leiðsla fólkaskúlans.
Hetta, ið vit sótu og
hoyrdu, er fremsta vitanin
á pedagogiska økinum í
Púra beint Natti
okkara tí.
Allar neyðsemjur burtur
av hesi leið eru ein leið burt-
ur frá fólksins skúla, tí tá
verða lærarar fólkaskúlans
alt meira “instruktørar”, ið
við ymiskum snildum onk-
ursvegna skulu trútta lær-
dóm niður í børnini, heldur
enn at leiða børnrini at gátt-
ini á teirra egna vísdómi, og
tá kunnu vit koma í ta vit-
leysu støðu, sum summi í
álvara halda vera tað einasta
rætta: At ungdómar dumpa
í fólkaskúlanum.
NB: Meðan eg siti og
skrivi hetta, hoyri eg, at
verkfallið á fólkaskúlaøki-
num er av.
Eg rokni við, at próvtøk-
uætlan liggur klár til í
summar, og skal ikki leggja
upp til meira ótryggleika
enn tann, sum longu valdar.
Varð okkurt gjørt við hetta
til næsta skúlaár, so var okk-
urt gott komið burtur úr søg-
uliga verkfallinum í fólka-
skúlanum.
Pauli Nielsen
rektari læraraskúlans
Er ætlan landsstýrisins til
samráðingarnar 2. mei, at
skapa so stóra øsing sum
møguligt, fyri á tann hátt at
finna eina undarførðslu fyri
at inndraga ein altjóða eyg-
leiðara?
Komandi týsdag skal
landsstýrið aftur á fund við
donsku stjórnina. Fyrri
fundurin partana millum
(tann 17. mars í ár) gjørdist
ein sannur rokfundur, mill-
um annað av tí at lands-
stýrið ætlaði, at einki skuldi
leka út til almenningin.
Hvørki føroya fólk, ella um-
heimurin skuldu fáa nakað
at vita um samráðingarnar.
Landsstýrið ætlaði
loynifund
Landsstýrið
ætlaði
og
kravdi av donsku stjórnini,
at hon gekk við til, at einki
skuldi leka út. Samráðing-
arnar skuldu eftir landsstýr-
isins ætlan enda á Jóansøku,
uttan at orð varð grett fyri
føroya fólki ella øðrum um,
hvussu gongdin undir sam-
ráðingunum hevði verið. Alt
skuldi haldast dult.
Landsstýrið hevði eisini
áðrenn samráðingarnar, við
trúnaðarstempling og hótt-
anum um revsing, roynt at
múlabinda bæði andstøðu
og uttanlandsnevnd løgting-
sins.
Sjálvandi segði danski
forsætisráðharrin kortanei
til hesa loyniætlan hjá
landsstýrinum.
Tað er nevniliga full-
komiliga óhugsandi í einum
av fremstu demokratium í
heiminum, sum Danmarkar
ríki er, at lagna føroya fólks
verður avgjørd, uttan at
fólkið veit av.
Landsstýrið
breyt siðvenju
Afturat hesum breyt lands-
stýrið eisini við alla sið-
venju, við at boða øllum
179 fólkatingslimunum til
fundar á Christiansborg áðr-
enn orðaskiftið í Fólkatingi-
num. Fólkatingslimir sóðu,
at etikettin var sum hjá eini
bananrepublikk, og tí møttu
færri enn 10 fólkatingslimir
upp til fundin. Hetta mink-
aði eisini um føroyska trúð-
virði.
Orðaskiftið í Fólkatingi-
num um samráðingarupp-
leggið frá donsku stjórnini
vísti annars, at stjórnin fekk
Er endamálið at skapa øsing?
dygga undirtøku.
Er endamálið
at skapa øsing?
Komandi týsdag skal lands-
stýrið aftur á fund við
donsku stjórnina. Vit eru
mong sum gita um, hvat
landsstýrisins ætlan er til
henda fundin.
Er ætlanin so sum ábend-
ingar eru um, so skal tann
stóra konfliktin skapast, fyri
at fáa sett Danmark í so
ringt ljós sum møguligt.
Hetta skal síðani nýtast sum
undarførðsla fyri at biðja
um altjóða eygleiðara, at
luttaka í samráðingunum.
Er tað veruliga so gali, at
landsstýrið at skapa so stóra
øsing sum møguligt, fyri at
forpesta viðurskiftini ímill-
um londini?
Livst so spyrst!
28. apríl 2000
Edmund Joensen
Í hesum døgum hava vit
verið vitni til, hvussu avbera
nógv manglar í, til at før-
oyingar eru nóg vaksnir til
at taka nakað fullveldi. Enn
einaferð hava vit sjón fyri
søgn, at um ein yngri polit-
ikkari roynir at bróta upp
úr tí díki, sum tann eldra
ortodoksa generatiónin vað-
ir í, ja so skal hann av øllum
alvi dragast niður í sumpin
aftur, og helst høvdið undir
kav.
J. S. Kass vísir reina og
sunna ábyrgdarkenslu, tá
hann markerar, at hann vil
arbeiða fyri at fáa ein meir-
iluta í løgtinginum fyri at
steðga hesum verkfalli sum
nú hevur vart ein stóran
part av einum skúlaári! Í
hesum førinum má ein
spyrja, hvat hevur størri pri-
oritet, framtíðin hjá børnu-
num og harvið eisini fram-
tíð Føroya, ella eitt absurd
stríð ímillum eitt fakfelag
og fíggjarmálastýrið. Tað
stríðið, sum er ímillum hes-
ar partarnar, má loysast upp
á onkran annan hátt enn at
báðir partar bert blíva við
at halda upp á sítt, og so
ikki bakka ein tumma. Tað
er eisini sjálvsagt, at tá løg-
tingi viðtekur eina nýggja
fólkaskúlalóg, so má løg-
tingi taka avleiðingarnar av
hesum og gjalda tað sum tað
kostar. Ella veit høgra hond
ikki hvat vinstra ger?
Fíggjarmálaráðharrin
uppførir seg ógvuliga und-
arligt tá hann nærum hóttir
J. S. Kass við avleiðingum
um hann ger álvara av síni
ætlan. Tað er J. S. Kass sum
tekur stig til at fáa ein enda
á hesum fyri samfelagið
sera skammiligu støðu, og
um Karsten Hansen ikki
hevur nakað betri uppskot
til at loysa trupuleikan, ja
so kann hann ikki koma við
slíkum tápuligum gamlam-
annasnakki mótvegis Kass
sum eftir øllum at døma tek-
ur hetta mál í nógv størri
álvara enn nakar annar pol-
itikkari.
Jarðfrøðilesandi
Hilmar Simonsen
Drív á Jákup Sverri Kass