Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 EDVARD JOENSEN Eftirlitið hjá Strandfaraskip- um Landsins varð herfyri varugt við, at óreglusemi var í avrokningunum hjá einum av bussførarunum hjá Bygdaleiðum. Maðurin slapp at greiða síni viður- skifti við stovnin og varð síðan burturvístur beinan- vegin. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at málið er umleið hálvan annan mánað gam- alt. Eftirlitið gjørdi vart við, at tað, sum maðurin avrokn- aði, ikki samsvaraði við tað, sum ferðafólkatalið við bussinum átti at givið. Mað- urin varð innkallaður og fekk møguleika at avrokna munin við Strandferðsluna. Síðan var hann uppsagdur upp á standandi fót. Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan fekk tann størra partin av pengunum beinanvegin. Restina varð gjaldsavtala gjørd um, og hana hevur maðurin punkt- liga hildið, sigur strand- ferðslustjórin. Einki politi- mál varð burturúr. Reidar Nónfjall sigur, at tað er av sera stórum týd- ningi, at eftirlitið virkar, og at tað fær fylgjur, um okkurt ikki er, sum tað eigur. Tað eru umleið 60 innkrevjarar á stovninum. Umborð á skipunum og í bussunum. Bussførari burturvístur Óreglulig avrokning var orsøkin til, at ein bussførari hjá Bygdaleiðum varð sagdur úr starvi upp á standandi fót Ein bussførari hjá Bygdaleiðum varð herfyri koyrdur úr starvi, tí samsvar var ikki millum inntøku og avrokning ( Tilvildarlig savnsmynd) Teir skulu so avrokna tað, sum inn kemur, við stovnin, og tað hevur gingið væl, sigur stjórin. Tá so eitt slíkt dømi kortini er, hevur tað týdning, at tingini verða sett upp á pláss beinanvegin. Strandferðslan hevur ann- ars bygt út eina nýggja skip- an, sum fer at gera tað lætt- ari at fylgja við, hvussu støðan er. Ferðakortini verða gjørd elektronisk, so- leiðis at til ber at klippa mánaðarkortið, tá farið verður í bussin ella umborð á skipið. Samstundis skrá- settir kortið talið á ferða- fólkunum, og kann stovn- urin á tann hátt fáa hagtølini beinanvegin. Hetta ger aft- ur, sigur Reidar Nónfjall, at alla tíðina ber til at halda seg ajour við, hvussu nógv fólk ferðast hvar, og hvar setast skal inn. Hendan skipan tryggjar eisini, at fólk ikki ferðast ókeypis, samstundis sum hon betrar trygdina við júst avrokning millum eitt nú bussførara og stovn. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandafaraskipum Lands- ins, sigur, at tað er ikki bara fíggjarligt óreglusemi, stovnurin slær hart niður á. Klagur, sum koma um starvsfólk, verða eisini við- gjørdar í stórum álvara, og tekur tann klagaði ikki betri partar fyri, hevur hann einki at gera hjá Strandferðsluni meira. Stovnurin er til fyri at tæna kundunum, sigur stjórin. Annars sigur Reidar Nón- fjall, at Strandferðslan hev- ur eitt sera áhugavert tilboð um avloysara fyri Smyril, nú hann skal í dokk um tvær vikur. Talan er um eitt enskt skip, sum kann fáast fyri rímiligan penga. Og góðar vónir eru um, at tað fer at eydnast at fáa hetta skipið, áðrenn Smyril fer í dokk tann 15. mai. Ætlandi skal Smyril vera aftur í rutu til jóansøkuna, sigur strand- ferðslustjórin. Fiskasølu Samtakið marknaðarførir eitt stórt úrval av fiskavørum í egnum merki til marknaðir í meira enn 30 londum. Høvuðsskrivstovan er í Tórshavn og felagið hevur dótturfeløg í Stóra Bretlandi. Fraklandi og Danmark. Føroya Fiskasøla er størsta útflutningsfelag í Føroyum við einum árligum umsetningi uppá DKK 850 mió. Fiskasølu Samtakið hevur professionel starvsfólk, ið dagliga virka í einum altjóða umhvørvi. S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Føroya Fiskasøla P/F • P.O. Box 68 • FO-110 Tórshavn • Tel +298 345 345 • Fax +298 345 300 • e-mail: faroe@faroe.com Fiskasølan sóknast eftir leiðara til KT deildina hjá felagnum. KT deildin hjá Fiskasøluni er mannað við einum persóni, sum hevur ábyrgd av at reka og menna nýtsluna av KT skipanum felagsins innan- lands og uttanlands. Vit leggja dent á, at KT deildin við eini heildarmeting hjá felagnum í huga kann stuðla dagliga virkseminum í Samtakinum. Vit nýta MS Office, Navision Financials, NT Server, Meta Frame og onnur forrit. Starvið Starvið hjá KT leiðaranum umfatar m.a.: • at menna KT skipanir hjá Fiskasøluni • at leggja KT framtíðarætlanir hjá felagnum • at reka og umsita KT útbúna • at veita support til brúkarar innanlands og uttanlands • at luttaka í menning av interneti og intraneti • at arbeiða við og samansjóða ymisku forritini • at luttaka í verkætlanum • at gerast serkønur nýtari av Navision Financials Umsøkjarin Tú er miðvísur, samstarvshugaður, opin fyri avbjóðingum og kann arbeiða sjálvstøðugt. Vit leggja dent á, at tú hevur eina viðkomandi ástøðiliga útbúgving innan KT, umframt royndir í verki. Fiskasølan er eitt altjóða virki og tað er tí ein treyt, at tú dugir væl at orða teg á føroyskum og enskum máli. Vit bjóða Eitt avbjóðandi og sera mennandi starv í einum altjóða virki, har tú skal luttaka í orðingini av eini KT langtíðarætlan fyri alt Samtakið. Vit kunnu bjóða eftirútbúgving og eina góða løn, sum samsvarar førleika tínum. Umsóknin Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving verður at senda til Starvsfólkadeildina hjá Fiskasøluni skjótast gjørligt ella í seinasta lagi mánadagin, hin 22. mai 2000. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Árna Arge, fíggjarstjóra, tel. 345 345. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. KT leiðari www.faroe.com JOHN JOHANNESSEN ÚR KEYPMANNAHAVN Í dag verður annað umfar av samráðingunum millum donsku stjórnina og lands- stýrið um ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum í framtíðini. Føroyska sendinevndin kom seinnapartin í gjár til Keypmannahavn, her samráðingarnar verða í dag. Undan samráðingunum hevur brævaskifti verður millum løgmann og danska statsministaran. Partarnir eru ikki samdir um, hvussu samráðingarnar skulu fara fram. Løgmaður vil hava greið boð frá dønum um, teir eru Ósamdir um samráðingarnar Undan ssamráðingunum millum donsku stjórnina og landsstýrið í dag, eru partarnir ósamdir um, hvussu samráðingarnar skulu fara fram áhugaðir í at verða við í tí, sum landsstýrið kallar frælsan felagsskap millum londini, ella um Danmark ætlar at kvetta alt samband við Føroyar í framtíðini. Ætla at halda avtaluna Danski statsministarin sigur í einum brævi til løgmann, at danska stjórnin er sinnað at samráðast um uppleggið, sum føroyingar komu við á fundinum 17. mars. Statsministarin sigur, at danska stjórnin ætlar at halda seg til avtaluna, sum varð gjørd á fyrsta sam- ráðingarfundinum. Tað vil siga, at partarnir fara at tosa um partar av upplegginum fyri at fáa greiði á, hvørjar fylgjur ein sáttmáli millum Føroyar og Danmark fer at fáa. Statsministarin vil tó ikki taka støðu til, um Danmark og Føroyar í framtíðini skulu verða í frælsum felagsskapi, tí tað hevði verið at avgjørt úrslitið av samráðingunum, áðrenn føroyska samráðingarupp- leggið rættiliga er viðgjørt. Olja trumfur Nógv fundarvirksemi hevur verið millum politikkarar og embætisfólk í Føroyum seinastu dagarnar. Sosialurin skilir, at lands- stýrið hevur avgjørt at brúka møguligar inntøkur frá eini oljuvinnu sum trumf í sam- ráðingunum hesaferð. Tað eru tveir møguleikar at nýta oljuinntøkur í sam- ráðingunum. Antin skulu oljumilliónirnar viga upp fyri skuld til danska statin, ella skulu tær mótroknast blokkstuðlinum. Samráðingarnar millum donsku stjórnina og lands- stýrið verða í Forsætismála- ráðnum í dag. Tær skulu eftir ætlan byrja klokkan 12.30 føroyska tíð og enda í kvøld klokkan 20.00. Sosialurin fer at fylgja samráðingunum, og tíðindi verða løgd á Internet-Sosi- alin, sum er ókeypis á nýta, meðan samráðingarnar eru Almannapensiónir og broytingar í skattinum Hækkaður pension- istafrádráttur Allir pensiónistar fingu við broytingunum í pensións- lógini hægri pensión. Fyri at hækkingin skuldi síggjast aftur til fulnar í tøkum pen- ingi hjá tí einstaka, hevur verið neyðugt at gera broyt- ingar í skattingini av pensi- ónum. Tí er sonevndi pen- siónistafrádrátturin hækk- aður hjá øllum pensiónist- um. Serligur frádráttur Hækkingin í frádráttinum hjá øllum pensiónistum er tó ikki nóg mikið, um eisini hægstu og miðal fyritíðar- pensiónistar skuldu merkja hækkingina í pensiónini til fulnar. Tí samtykti løgtingið samstundis broytingar í skattalógini, sum geva hes- um pensiónistum ein serlig- an frádrátt í pensiónsinntøk- uni. Frádrátturin skuldi fremjast við at broyta lut- fallið millum skattskylduga og ikki-skattskylduga partin av pensiónsútgjaldinum. Frádrátturin er ein mesta- upphædd á tann hátt, at hann ikki verður latin fult út, um skattskylduga við- bótin hjá einum pensiónisti, orsakað av aðrari inntøku, minkar. Henda broyting hevur við sær, at miðal og hægstu fyritíðarpensiónistar við pensiónsútgjaldinum fyri mai fara at fáa eina fráboð- an frá Almannastovuni við broyttum viðbótum. Serliga persónliga viðbótin, ið er skattafrí, er hækkað, meðan vanliga viðbótin, ið er skatt- skyldug, er lækkað. Ein minni partur av pensiónini verður sostatt skattaður. Pensiónsupphæddin tilsam- ans er tó hin sama sum frammanundan. Broytingarnar eru lýstar í talvuni niðanfyri, sum tó einans lýsir viðurskiftini hjá teimum miðal og hægstu fyritíðarpensiónistum, sum ikki hava aðra inntøku og tí fáa fullar upphæddir. Miðal fyritíðarpensiónistur – giftur Ásettar Broyttar upphæddir upphæddir Viðbót 2.483 1.158 Serlig persónlig viðbót 160 1.485 Tilsamans 2.643 2.643 Miðal fyritíðarpensionistur – stakur Ásettar Broyttar upphæddir upphæddir Viðbót 3.003 1.653 Serlig persónlig viðbót 160 1.510 Tilsamans 3.163 3.163 Hægsti fyritíðarpensiónistur – giftur Ásettar Broyttar upphæddir upphæddir Viðbót 4.430 2.938 Serlig persónlig viðbót 160 1.652 Tilsamans 4.590 4.590 Hægsti fyritíðarpensiónistur – stakur Ásettar Broyttar upphæddir upphæddir Viðbót 5.695 4.303 Serlig persónlig viðbót 160 1.552 Tilsamans 5.855 5.855 Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, og Anfinn Kallsberg, løgmaður á veg á samráðingarfund í mars Mynd: Jens Kristian Vang