Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 EDVARD JOENSEN Tvey tey fyrstu árini vóru linlig, sigur Vinjard Joen- sen, sum eigur landingar- miðstøðina í Sørvági. Lítið av fiski kom upp á land. Men nú Flakavirkið er byrj- Nú sær betri út Byrjanin hjá landingarmiðstøðini í Sørvági var trupul, men nú gongur betri, sigur Vinjard Joensen ( Mynd: Edvard Joensen) að aftur, er líkt til, at fleiri bátar avreiða í Sørvági. Vinjard Joensen lat land- ingarmiðstøðina upp í mai mánað 1998. Hann sigur, at tað hevur verið heilt óvan- liga slakt við fiski hesi bæði árini. Minni enn menn vita um, sigur hann. Slíkt er sera tungt at ar- beiða við, og tað hevur bara borið til við at halda út- reiðslunum niðri, sigur Vin- jard Joensen. So hann og familjan hava arbeitt rætti- liga nógvar bíligar tímar, greiðir hann frá. Men nú er nýtt flakavirk- ið latið upp í Sørvági, og tað sær út til at draga eitt sindur av fiski við sær. Tað koma fleiri bátar at landa, sigur Vinjard Joensen. Eitt sindur betri hevur tað eisini verið til fiskarí, letur hann at. Hendan dagin, Sosialurin vitjaði í Sørvági, lá Vestur- varði og landaði til flaka- virkið. Mest kongafisk, sum varð vigaður og skildur inni á landingarmiðstøðini hjá Vinjardi. Eisini høvdu nakrir bátar verið á útróðri dagin fyri, og tann fiskurin stóð inni á støðini klárur at selja um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya á Toftum. Vinjard Joensen sigur, at teir arbeiða í tøttum sam- starvi við Fiskamarknaðin. Og tað loysir seg eisini há teimum, sum avreiða. Út- róðrarmenninir eru væl nøgdir við, at teir sleppa av við fiskin í Sørvági og ikki skulu hava útreiðslur av at koyra hann inn á Toftir. Millum kassarnar var ein við væl av kalva í. Ein bátur hevði verið við kalvalínu dagin fyri, og tað hevði bara hepnast væl. Teir avreiddu fyri einastaðni millum 30.000,- og 35.000,- krónur hendan dagin. Annars eru tað bæði trol- arar og línubátar, sum sam- an við útróðrarbátunum leggja upp til landingar- miðstøðina í Sørvági, sigur Vinjard Joensen. Ein truckur kemur inn í høllina við einum kassa av kongafiski frá Vesturvarða. Fiskurin verður stoyttur í eitt vaskikar, haðani hann fer ígjøgnum skiljilinjuna, sum skilir hann í støddir. Tað standa fleiri kassar undir portrunum út eftir gólvinum, og har fer fiskurin í eftir stødd. Vinjard fer upp á ein platt at syrgja fyri, at fiskur alla tíðina kemur til flutnings- bandið, sum føðir sjálva skiljilinjuna, har ein ungur maður stendur og ansar eft- ir, at alt gongur, sum tað skal. Vinjard Joensen sigur, at hann plagar at hava ung- dómin til arbeiðis, tá tað ber til. Tey skulu eisini lærast. Men lærararnar skilir hann ikki. Skulkar ein rask- ur, ungur drongur tveir tím- ar úr skúlanum, eru teir eftir honum beinanvegin. Men sjálvir hava teir nú verið burtur frá í tveir mánaðar. -Nei, eg veit einki, sigur hann og ristir við høvdinum. Men tað er trupult at hava virki koyrandi í Vágum, let- ur Vinjard at. Flutningsmø- guleikarnir eru ikki nóg góð- ir. Tað er alt ov ofta, at tað steðgar upp um Vest- mannasund. Tað kunnu ganga tímar at bíða eftir flut- ningi, og tað kostar nógv. Vinjard gleðir seg til und- irsjóvartunnilin. ÓLAVUR Í BEITI – Sambært lógargrundarlag- num fyri landbúnaðin, er endamálið við landsjørðini, at hon í mest møguligan mun skal verða rikin sum vinnuligt jarðarbrúk, og hevur festari í hesum sam- bandi skyldu til at leggja tilrættis framleiðsluna í mun til marknaðarviðurskiftini, og hvat má haldast at vera fíggjarliga ráðiligt. – Fyrisitingin av lands- jørðini er við lóg løgd til Jarðarráðið. Tað vil siga, at Jarðarráðið skal fremja út- inningina av ásetingunum í galdandi lóggávu og hava eftirlit við, at hesar verða fylgdar. Við øðrum orðum eru umstøður nú fyri at seta í verk eina professionella fyrisiting av landsjørðini, herundir at fáa til vega neyvari stýringsamboð til at fremja endamálið við lóg- ini, tað vil siga: »at tað fyr- isitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna framleiðsluna av landsjørð- ini« og ásetingina í lógini um at »festari m.a. hevur bústaðarskyldu og skyldu at framleiða av festinum mest møguligt sæð í mun til marknaðarviðurskiftini, og hvat annars má haldast at vera fíggjarliga ráðiligt«, sigur Finnbogi Arge m.a. í drúgva tilmælinum um framtíðar landbúnað í Før- oyum. Og víðari sigur landbún- aðarmálaráðharrin, at av tí at eingin samanhangandi politikkur nakrantíð er orð- aður fyri landbúnaðin, er ilt at meta um góðskuna av jarðarfyrisitingini higartil, tí einki ítøkiligt er at meta hana útfrá. Áðrenn - ella um - ítøkilig stig verða tikin til møguligan broyttan bygnað í landbúnaðinum og harav fylgjandi broytingum í gald- andi lóggávu, er neyðugt at hava greiðar ætlanir fyri landbúnaðin, sum verða at staðfesta í einum ítøkiligum landbúnaðarpolitikki. 150 festir – Mett verður, at tað á um- leið 150 festum kunnu vera møguleikar og umstøður fyri vinnuligum landbúnað- arvirksemi burturav. Fyri hinar festarnar skulu betri umstøður skapast fyri at fáa eina møguliga hjávinnu við síðuna av landbúnaðarvør- uframleiðsluni. Ætlanirnar fyri framtíðar landbúnaðin snúgva seg í høvuðsheitum um at tátta í útinningina av ásetingunum í galdandi lóg- gávu, og við heimild í hesi lóggávu at seta í verk greið- ar fyrisitingarligar manna- gongdir, so trygd fæst fyri, Jørðin nýtast til vinnuligt endamál Við støði í galdandi lóggávu fer Vinnumálastýrið at miða ímóti at byggja upp eina fyrisiting, sum er væl samskipað, gera greiðar og vællýstar mannagongdir og virka á høgum tænastu- og vitanarstigi, sigur Finn- bogi Arge m.a. í tilmælinum viðvíkjandi framtíðar landbúnaði í Føroyum at endamálið í galdandi lóg verður rokkið. – Jørðin skal, har tað ber til, nýtast til vinnuligt end- amál, og fær tað avleiðingar fyri framíhjárætt festarans, tá misrøkt og skyldur mót- vegis Jarðargrunninum ikki verða hildnar, sigur Finn- bogi Arge í tilmælinum. Og mælt verður Løgting- inum til at taka undir við ætlanunum fyri framtíðar landbúnaðin og setta stevn- umiðið. Tað er, at landbún- aðurin - sum vinnugrein - skal vera fjøltáttaður, burð- ardyggur og so vítt gjørligt kappingarførur. Landbúnað- urin skal eisini elva til liv- andi útoyggjar og varð- veitslu av náttúruni, og lagast til krøv brúkarans um matdygd og -tryggleika, umhvørvisvernd, djóra- heilsu og vælferðina hjá húsdjórum. – Við atliti at hesi fjøltátt- an skulu setast í verk greið- ari fyrisitingarligar manna- gongdir, herundir vinnu- fremjandi tiltøk, ið hava til endamáls at menna land- búnaðarvinnuna. Endamálið við landsjørðini er, at jørðin - við virðing fyri omanfyri- nevndu fjøltáttan - verður rikin sum vinnuligt jarðar- brúk, sigur Finnbogi Arge m.a. í tilmælinum. Landingarmiðstøðin í Sørvági fekk eina tunga byrjan. Tvey tey fyrstu árini vóru vánalig til fisk. Men nú flakavirkið er komið, sær betri út EDVARD JOENSEN Gjáarsmolt økir framleiðsl- una við umleið eini helvt. Úr 800.000 smoltum upp í 1,2 milliónir smolt árliga. Hendan økingin er møgulig, tí ein nýggj høll við fýra stórum kørum er bygd. Sofus Johannesen, nevndarformaður í Gjáar- smolt, sigur at teir tóku tíggju fimm metur kør niður og settu fýra átta metur kør upp aftur í staðin. Hesi fýra nýggju kørini rúma umleið dupult so nógv sum tey tíggju, sum vórðu niðurtik- in, sigur Sofus Johannesen. Í fiskatali verður mun- urin nógv størri. Í hesum nýggju átta metur kørunum ganga umleið 100.000 fisk- ar í hvørjum, meðan tað eru Gjáarsmolt byggir út Nýggj høll er bygd, sum ger, at framleiðslan er økt við umleið eini helvt. Samstundis er nýtt biofilturannlegg gjørt, so vatnið verður endurnýtt og úrtøkan verður eisini nógv størri av tí sama, sigur Sofus Johannesen. Til ber við ljósregulering at gera kunstigan vetur nær sum helst á árinum, og soleiðis kann altíð latast smolt at seta út, sigur hann. Miðað verður eftir, at rognini komandi ár eisini skulu hitaregulerast, soleið- is at klakt verður einar seks vikur fyrr á árinum. Á tann hátt ber til at hava heyst- smolt í hampiligari stødd longu í juli mánaða. Teir hava ikki lívfisk sjálvir norðuri við Gjógv. Rognini fáa teir frá Fiska- aling og av Fútakletti. Alt smoltið frá Gjáar- laks hevur higartil verið selt til Faroe Salmon, sum hevur alistøðir í Norðoyggjum. umleið 15.000-16.000 fiskar í einum fimm metur kari. Tá tosað verður um fimm og átta metur kør, er tað diametur, nevnt verður. Átta metur kørini eru eisini væl hægri enn hini, tí verður rúmmunurin so stórur. Eisini fær støðin biofilt- ur, soleiðis, at vatnið verður endurnýtt. Tað vil siga, at sama vatnið fer fleiri ferðir í gjøgnum anleggið, áðrenn tað fer á sjógv. Vatnið verð- ur hitað. Hitin fer at liggja um eini 16-18 stig. Hetta er ikki heilt klárt enn, men roknað verður við, at um einar tvær vikur, verður alt liðugt. Hetta, at kørini standa inni, ger, at tað ber til at stýra vøkstrinum væl betri, Nýggju átta metur kørini fara at økja framleiðsluna hjá Gjáarsmolti við eini helvt, sigur Sofus Johannesen, nevndarformaður ( Mynd: Jens Kristian Vang) Men nú framleiðslan er økt so munandi, verður helst eisini selt aðrastaðni, sigur Sofus Johannesen. Farið varð undir hesa útbyggingina seinasta summar, og nú er um tað lagið, at alt er liðugt. Fiskur hevur verið í nýggju kørun- um síðan hálvan januar mánaða. Sofus Johannesen sigur, at teir fara at seta út nú fyrsta dagin. Og tá teir so um einar fjúrtan dagar fara at seta yngul í aftur stóru kørini, skuldi biofiltur skip- anin verið liðug, soleiðis at vatnið kann hitast. Tá fer fiskurin at vaksa nógv skjót- ari enn fyrr. Hendan útbyggingin, sum nú er gjørd, kostar um- leið seks milliónir krónur við allari teknisku útgerðini, sigur Sofus Johannesen. Og tað metir hann, at Gjáar- smolt klárar. Felagið er hampiliga væl fyri, og eing- in trupulleiki hevur verið við at fingið fígging, sigur hann. Tað arbeiða í løtuni fimm mans hjá Gjáarsmolt. Hendan nýggja útbyggingin hevur gjørt, at tann fimti júst er komin aftrat teimum fýra, sum annars vóru fast á støðini. Vanligt vikuskifti Einki soleiðis út yvir tað vanliga er komið á politirapportina í Havn um vikuskiftið EDVARD JOENSEN Seinasta vikuskiftið var stilt og friðaligt, verður sagt av politistøðini í Havn. Eini fýra smærri ferðsl- uóhapp vóru. Til dømis koyrdi ein bilur út, har hann annars hevði treytaleysa víki- skyldu. Og tíverri var ein annar bilur, sum helt væl standa til og koyrdi, har hann átti. Men saman- stoytur varð. Eingin fólkaskaði hendi tó í nøkrum av hesum ferðsluóhappunum, sigur vakthavandi á politistøð- ini í Havn. Tríggir vórðu tó tiknir fyri at koyra við kenning um vikuskiftið. Av hesum var ein, sum koyrdi á prutli. Og tað er ikki loyvt at koyra ávirkaður á prutli heldur enn í bili, so hann fær eina bót fyri tað. Okkurt herverk hevur verið, umframt tvey inn- brot. Og sum so mangan, varð løgreglan eisini boð- send í samband við húsa- ófrið. Nakað av fullum fólkið hevur gingið í býnum um vikuskiftið, sigur vakt- havandi. Seks hava tey havt á støðini at sova rúsin út. Fólk, sum eru avdottin ella bara ikki vinna upp hús og ikki duga at siga frá, hvar tey búgva. Eitt skifti leygarmorg- unin vóru tríggir inni í senn, verður sagt av pol- itistøðini í Havn. Eitt størri mál hevur løgreglan tó havt um vik- uskiftið. Tað er málið við trolaranum Sæborg, sum vaktarskipið Gorm tók norðanfyri. Tað málið verður skriv- að um aðrastaðni í blað- num. Til Matna ❉ Fesk súpan ❉ Lambasteik ❉ Kaffi/te og íslagkøka Altíð vælkominá HUGNAKVØLD -serliga ætlað eldri fólki Hóskvøldið 11/5 HUGNAKVØLD Tel. 317500 Øll eru vælkomin, bæði bólkar og einstaklingar Tilmelding á tel. 31 75 00 Janus Petersen Sosialurin - 311820 Kostnaður fyri tiltakið kr. 150,- Eisini fæst bílig gisting JANUS PETERSEN sigur frá, JOHAN MORTENSEN spælir harmoniku og syngur og eisini verður felagssangur og klavertónleikur GSM • NMT 450 Sosialurin - 311820 NOKIA 3210 Kr. 2.095.- NOKIA 6150 Kr. 3.195.- Øll eykaútgerð til tína NOKIA fartelefon NOKIA 650 Kr. 4.295.- NOKIA 640 Kr. 3.195.- NOKIA 8210 Kr. 4.495.- NOKIA 8850 Kr. 6.645.- NOKIA 7110 Kr. 3.645.-