Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 Vit hava bara lovað tað, sum vit megna at halda ÁKI BERTHOLDSEN –Tað, sum hevur ein tann størsta týdningin er, at vit hava ikki lovað nakað, sum vit ikki kunnu halda. Høgni Hoydal, Lands- stýrismaður í undirvísing- armálum er sera fegin um, at tað eydnaðist at fáa semju í lag við Lærarafelagið sunnukvøldið. Men hann er minst líka fegin um, at hann heldur, at tað hevur eydnast at end- urvinna eitt álit ímillum Lærarafelagið og lands- stýrið. týdning, at hann hevur tryggjað lærarunum, at nú skal tann nýggja fólkaskúla- lógin gjøgnumlýsast, men at onki verður sett í verk fyrrenn semja er fingin um, hvattað kevur. – Tað haldi eg fekk veru- ligt glið á samráðingarnar, sigur hann. Men sostatt hevur Høgni Hoydal eisini fingið viðhald í einum av sínum høvuðs- krøvum, nevniliga, at spurn- ingurin um nýggju fólkaskúlalógina skal ikki tengjast uppí sjálvar sátt- málasamraðingarnar. – Nú er greitt, at tað er fíggjarmálastýrið, sum skal samráðast um lønarviður- skiftini, men at Undirvís- ingar og Mentamálastýrið skal samráðast um undir- vísingarmál og onnur við- urskiftin. Men sjálvandi kunnu broytingar eisini føra við sær broytingar í lønarvið- urskiftunum. ikki lovað ov nógv Landsstýrismaðurin í und- irvísingarmálum sigur, at tað, sum hevur størstan týdning, er, at hvørki hann, ella Karsten Hansen, hava lovað nakað, sum teir ikki megna at halda. – Vit hava ikki lovað, at at seta meiri pening av til skúlan, ella at leggja eyka- játtanir fyri tingið. – Vit lova bara tað, sum vit kunnu halda. – Tað er tað týdningar- mesta, um tað skal eydnast at skapa álit aftur ímillum Lærarafelagið og Lansstýr- ið. Høgni Hoydal heldur, at tað er av størsta týdningi, at mál verða loyst í sátt og semju, heldur enn við verk- føllum. – Men skal tað eydnast, má álit verða ímillum part- arnar. Og skal álit verða í- millum partarnar, so skal samskifti vera. – Og eg eri avbera fegin um, at vit nú hava fingið hetta samskifti í lag við Lærarafelagið, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at skal tað eydnast at fáa fólkaskúla- lógina at virka, at er ta neyð- ugt at samskifta við tey, sum skulu arbeiða undir lógini. Hann hevur tí fult álit á, at nevndararbeiðið, sum nú skal gerast, fer at føra til eitt gott úrslit. Hann heldur ikki, at ó- semjan er so stór ímillum partarnar m.a. um arbeiðs- tíðina. – Men hetta er ókunnugt fyri lærararnar, tí teir vita ikki, og teir skulu eisini hava tíð at laga seg til eina nýggja skipan, hana, sigur Høgni Hoydal. Elsa Birgitta og Høgni Skriva undir Høgni Hoydal sigur, at tað, sum gjørdi, at tað kom glið aftur á samráðingarnar var, at nevndin í Lærara- felagnum kundi vátta, at hon kundi seta sína bind- Høgni Hoydal og Elsa Birgitta Petersen skriva undir nýggjan sáttmála seint sunnukvøldið. Ósemjan ímillum partarnar er ikki so stór, heldur Høgni Hoydal andi undirskrift á ein sátt- mála. Hann sigur, at tann nýggja semjan byggir í høv- uðsheitum á semingsupp- skotið, sum varð vrakað á páskum, við ymsum broyt- ingum. –Tað, sum var tað tyngsta málið, var spurningurin um arbeiðstíðina. – Hetta er eitt mál, sum vit máttu hava semju um nú, tí tað hevur ligið óloyst so leingi. – Men nú skulu vit seta okkum saman at gera eitt uppskot um arbeiðstíð, sum skal roynast í verki í eini skiftistíð, áðrenn tað verður sett í gildi. Harumframt eru nakrir niðurskurðir komnir afturat. Høgni Hoydal metir tað eisini at hava sera stóran –Eg eri avbera fegin um, at vit hava fingið álit aftur ímillum Landsstýrið og Lærarafelagið. Tað skuldi forða fyri, at slíkar ó- semjur taka seg uppaftur, sigur Høgni Hoydal Til Matna ❉Laksapaté við salati og heima- bakaðum breyði ❉Heilstoktur lambsryggur við grønmeti, Bordlaise sós og Pom a la Creme ❉ Sjokolátuyvirtrekt ístrifla við berjamorli og róma Eisini fæst bílig gisting Altíð vælkominá RICHARD RAGNVALD á Hotel Föroyum Leygarkvøldið 13/5 Kostnaður fyri tiltakið kr. 295,- Bílegging á tel. 31 75 00 RICHARD RAGNVALD undirheldur undir borðhaldinum og INJOYERS spæla til dans RICHARD RAGNVALD Tel. 317500 Sosialurin - 311820 Forsølan av atgongumerkjum er byrjað Føroysku genturnar úr at gera í New York Langi fríggjadagur 21.04.00 Ja so komu vit loksins í gjár úr Íslandi til New York – alt ferðalagið var nokk so útlúgvað, men eisini var hópurin sera spentur til alt tað nýggja og stóra, ið eyðkennir USA. Men longu tá ið vit skuldu gjøgnum »Checkpoint Charlie« (pass kontrol) høvdu vit eitt sindur av trupulleikum or- sakað av, at onkur av tollar- unum ikki vildi góðtaka, at vit vóru føroyingar – men vildi hava okkum at vera danir. Eftir eina løtu loysti trupulleikin seg so – haldi sjálvur, at tollarinir vóru í so óblíðir – men eftir gjøll- ari umhugsni – so er talan um, at her hendir sera nógv óhugnaligt – teir spyrja eis- ini, hvat fyri slag av privat- um ørindum tú hevur, tá ið tú vitjar land teirra eins og fleiri aðrar heldur løgnar spurningar. Um kl. 21 komu vit so við bussi til hotel okkara The Waldorf Aspen, ið ligg- ur á Park Avenu 301 í Man- hattan (havi sjálvur ikki sæð so stórt hotel fyrr), bara tað, at tað eru 27 elevatorar, og tað eru 42 hæddir,1250 kømur + 150 suitir, fitnes sentur/hárfríðkan/nógvir handlar, og øll »service« er sjálvandi møguliga allar 24 tímar, ið er rættuliga vanligt her. Tað at páskir eru, leggur tú ikki til merkis, her er alt opið sum vanligt. Eitt sermerkt er at leggja til merkis: »Non smoking« hevur rættuliga gjørt vart við seg – tað er ringt at finna eina kaffibar ella matstað, har tað er loyvt at roykja, og í summum støðum er bert loyvt at roykja eftir kl. 13.00. Í dag hava modellirnar so vant síðani kl. 10.00 til kl. 15.00 – eisini hevur ein kendur fotografur verið og tikið myndir av teimum, ið vit so sleppa at síggja seinni í dag. Fotografurin eitur Ismanz. Bill Clinton og tær føroysku modellirnar á sama hotelli í New York 25.04.00 Í gjár var aftur ein hektiskur dagur hjá »modellunum«, tær eru til ymiskar kapping- ar, og nógvir dómarar vóru og hugdu at teimum í teim ymisku kappingunum. Mill- um annað vóru dómarar frá Cosby (instruktørurin) + instruktørurin í Home Alone II og ein, ið hevði arbeitt við øllum filmunum hjá Sylvester Stallone – og meðan kappingarnar fóru fram varð alt hotellið kann- að fyri tryggleika – vaktar- menn komu inn atkanna øll rúm, har vit búgva, og sjálv- andi ikki uttan grund, tí at Bill Clinton skuldi gista her í tveir dagar - á ovastu hædd er ein president »suita«. Tær føroysku modellirnar ætla at fáa hann á tal, um hvat hann heldur um loys- ingina – men í skrivandi stund er tað ikki eydnast. Í dag (fríggjadagin) hevur verið rættuligt rok í, allar (modellirnar) vóru bidnar at koma til samtalu hjá teim 63 modelbureaunum, ið hava fylgt við kappingunum allar dagarnar, og tað varð ikki smávegis av samrøðum + fotografering tær skuldu til. Tær skuldu m. a. hitta: Boss models Elite models Diva models Ford models World models Y‘DR models Del Marco models New York models Flash models Kappingin her er hørð, so lagið er sjálvandi gott hjá teimum, ið skuldu til nógvar samrøður og kanska ikki so gott hjá teimum, ið høvdu fáar. Men hetta hava tær fingið at vita hvønn dag: »You have to loose or to win« sum tey siga her, men framvegis so er væl skrúvað saman, so ferðaliðið er klárt til at taka »ups and downs« sjálvt um eg má ásanna, at »diddunum« eisini leingist heim eftir sjeikum/ foreldrum og vinfólkum, skuldi eg heilsa frá bólkinum. Kl. 15 í dag er bólkurin so sloppin leysur her í Man- hattan til kl. 18 – so nú verða allir handlar í nánd vitjaðir. Skal viðganga, at tað er gott at hava gott tol. Tá allar »diddurnar« skulu passa klæðir ella kanna ymisk luktilsi – tann eini sermerkti kvinnuhandilin tætt við okkum er á 7. hædd, og fann eg útav, at bert 1/4 av tí hæddini bleiv nýttur til mannfólk. Kl. 18 skal so hópurin út á eitt etistað fyri sera ung fólk. Annars má eg siga, at tann føroyski bólk- urin er ógvuliga harmo- niskur og væl skrúvaður saman – júst sum eitt gott væltrenað hondbóltslið – tær hjálpa hvørjari aðrari og eru sera góðar at styðja hvørja aðra í teim ymisku greinunum, tær skulu arbeiða við. Ein bólkur, sum foreldur kunnu vera stolt av, og sum uppførir seg sera væl, sjálvt um programmið hjá teimum er strævið. Gissur Patursson hevur sent okkum hesar ferðafrásagnirnar frá túrinum hjá føroysku modellunum í New York ÓLAVUR Í BEITI – Landbúnaðurin eigur - sum vinnugrein - at vera fjøltátt- aður, burðardyggur og so vítt gjørligt kappingarførur. Landbúnaðurin skal eisini vera mentanarberari og elva til livandi útoyggjar og varð- veitslu av náttúruni, og lag- ast til krøv brúkarans um matdygd og -tryggleika, um- hvørvisvernd, djóraheilsu og vælferðina hjá húsdjórum. – Við atliti at hesi fjøltátt- an skulu setast í verk greiðari fyrisitingarligar manna- gongdir, herundir vinn- ufremjandi tiltøk, ið hava til endamáls at menna landbún- aðarvinnuna. Tað vil siga, at vinnuliga nýtslan, t.e fram- leiðslan av landbúnaðar- vørum, í størri mun skal verða lagað eftir marknað- inum. Í teoriini hendir hetta skjótt og liðiliga, tí hvør ein- stakur er eggjaður til at síggja til, at teir faktorarnir, viðkomandi ræður yvir, kasta sum mest av sær. Hav- ast skal tó í huga, at markn- aðarskipanin ikki í sær sjálvari syrgir fyri øðrum, enn at ynski brúkaranna í stóran mun verða fylgd, sig- ur Finnbogi Arge. Og sagt verður eisini í til- mælinum hjá landbúnaðar- málaráðharranum, at ætlanin er tí ikki dag frá degi at av- taka verandi landbúnaðar- studningar, men heldur at endurskoða galdandi skipan, við atliti til at menna vinn- una. Her verður serliga hugs- að um ráðgeving, royndar- virksemi og stuðul til verk- ætlanir t.d. innan framleiðslu av vistfrøðiligum landbún- aðarvørum o.ø. At nýta tey amboð, sum eru tøk í gald- andi lóggávu, at tryggja bú- setingarmynstrið í út- oyggjum, her verður hugsað um bústaðarskyldu festar- ans, og at skapa møguleikar fyri, at aðrar vinnur kunnu ganga saman við land- búnaðinum. – At landbúnaðurin í størri mun fær strategiskan týdn- ing sum eitt slag av tilbúgv- ing í krepputíðum, tá tørvur er á at hava framleiðslu- orkuna í landinum, og verður málsetningurin í hesum sam- bandi tí at økja um fram- leiðsluna av fóðri og minka samsvarandi um innflutning- in. Málsetningurin fyri fram- tíðina hjá landbúnaðinum verður at eggja til, at vinnan kann verða sjálvberandi og sum frálíður skapa avkast. Landbúnaðurin skal eisini vera mentanarberari Hetta er fyrsta fortreytin fyri, at vinnan kann gerast bú- skaparliga stabil. – Skal landbúnaðarvinnan skapa framburð í samfelag- num, má hon vera innovativ, hava dagførda vitan og fjøl- táttað samskifti. Samstundis má hon liva upp til tey krøv, samfelagið setir henni og - við virðing fyri settum stevn- umiðum - skal landbúnaðar- vinnan, so vítt gjørligt sjálv skipa fyri sínum viðurskift- um, sigur Finnbogi Arge. S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Tel 30 30 30 · Fax 30 30 31 · www.tele.fo Føroya Tele er skrásett hjánavn hjá P/F Telefonverkið · Reg. no. 2697 Skrivstovustarv Skrivstovustarv