Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 Viðmerking: Fyri nøkrum døgum síðani frættist (úr Danmark, sjálv- andi), at føroyingar høvdu gjørt eina fullkomiliga út- skifting í samráðingarstøð- inum fyri fundinum við donsku stjórnina 2. mai. Hetta kundi boðað frá góð- um, tí dag undan degi er tað blivið alt meira greitt, at før- oyska samráðingarnevndin á fyrsta fundinum bert gjørdi sjálvmál — og tað í hópatali. Óprofessionellir provokatørar Sum danskir fjølmiðlar og FF-blaðið í Føroyum hava víst á, er tann mynd, sum landsstýrið og tess fjølmiðl- ar hava borið føroyingum um samráðingargongdina á fyrsta fundinum ógvuliga langt frá veruleikanum. Samgongan roynir at for- telja okkum, at danir vóru ólátaðir og tóku føroyingar á bóli við eini stivrendari støðu, samstundis sum teir lótu almenninginum upp- lýsingar, sum teir høvdu fingið í trúnaði. Men nú vís- Ríkisrættarsamráðingar: Latið provokatørin sita eftir Ásannandi at danskt fíggjað loysing ikki er væntandi, er mest rabiati parturin av samgonguni í staðin farin eftir totalari konfrontasjón. Skal nakað henda, er neyðugt, at hesin partur verður skerdur. Tíverri sýnist ikki so at vera. ir tað seg, at landsstýrið kravdi allar samráðingar myrkalagdar, legði fyri stjórnina lyklatøl, ið vóru burturúr vón og viti og skuldsetti danskar ráðharrar at vera ósiviliseraðar. Har- afturat hevði landsstýrið, bert fáar dagar undan sam- ráðingarfundinum eitt fjøl- miðlashow — sum vanligt uttan ein einasta kritiskan spurning — har danir fingu eina rokning á millum 30 og 90 milliardir fyri NATO støðirnar í Føroyum. Henda taljongleran í sjálvum sær var nóg mikið til longu frammanundan at forpesta samráðingarandan. Og tá so landsstýrið harafturat á sjálvum samráðingarfundi- num royndi at gíðslataka donsku stjórnina, er ikki so løgið at landsstýrið fekk eitt mótspæl, sum eftir stuttari løtu gjørdi, at landsstýrið mátti biðja um time-out. Time-out og out og out Eftir fundin royndi lands- stýrið at lata seg í martýr- búna. Væl stuðlaðir av før- oysku miðlunum gjørdu tey eitt stórt nummar burturúr, at forsætismálaráðharrin fór á tíðindafund einsamallur. Hetta var óreint, søgdu tey. Men eisini hetta, vísir tað seg nu, var ein reingjan av tí, sum veruliga fór fram. Tað er nevnliga komið fram, at danir fleiri ferðir sendu boð til føroysku samráðing- arnevndina —sum nú hevði hildið time-out í fleiri tímar — at nu mátti avtalaði tíð- indafundurin haldast. Tíð- indafólkini høvdu tá bíða í tímar og dead-line nærkað- ist. Tó — landsstýrið var ikki sinnað at enda sítt time- out. Og tískil fór forsætis- ráðharrin einsamallur á tíð- indafund. Á tíðinda- fundinum greiddi hann so frá, hvat stjórnin hevði sagt á samráðingarfundinum. Men sambært firtnu lands- stýrisfólkunum var tað ólát- að av forsætismálaráðharr- anum at greiða tíðindafólk- unum frá, hvat danska stjórnin hevði sagt. Í heila tikið sýnist tað sum um landsstýrið heldur, at dansk- ir politiskir myndugleikar ikki hava rætt til at hava eina meining í málinum. Hetta hóast landsstýrið ætlar at binda danskar myndugleik- ar fíggjarliga og umsiting- arliga í mong ár framyvir. Danir skulu ikki ditta sær at hava nakra meining um, hvussu teirra framtíðar leik- lutur skal verða. Konfrontasjónskós til heimabrúks Tá landsstýrið langt um longi mátti ásanna, at ópro- fessionella diktatkósin ikki eydnaðist, bleiv øll orka løgd í at hjúkla um heima- beitið. Samfeldu miðlarnir í Føroyum — við FF-blað- num sum glógvandi undan- takinum — blivu spentir fyri martýr- og konfronta- sjónsvognin. Endamálið var týðuliga eftir Dalgaska setn- inginum ”Hvad udad tabes, skal indad vindes”. Einastu ráð vóru at píska upp eina kenslu í Føroyum av at vera órættvíst viðfarin. Soleiðis skuldi áhugin í Føroyum fá- ast burtur frá jánkasliga út- pælinum hjá landsstýrinum. Og spoleiðis skuldi sjón- eykan vendast burtur frá tí veruleika, at ætlan sam- gongunnar ikki hongur saman — hvørki búskapar- liga ella ríkisrættarliga — og vil merkja minni sjálv- stýri og eitt karrátt lágløn- arsamfelag við minkandi fólkatali. Men tað fer ikki at bera samgonguni til áhaldandi at snúgva sær uttanum sjálv- gjørdu trupulleikarnar. Er nakar í samgonguni veru- liga áhugaður fyri eini ver- uligari, varandi og virðilig- ari loysn í ríkisrættarspurn- inginum, er tað í tøkum tíma at tey taka annað skinn um bak. Annars er stórur vandi fyri, at alt dettur á gólvið og endin verður eitt fram- haldandi eljustríð, sum fer at forða fyri viðgerð av øll- um øðrum spurningum í mong ár framyvir. ”Virtual reality” So tá tað herfyri kom fyri ein dag, at landsstýrið æt- laði at saðla um, vóru kanska nøkur, sum hildu, at nú hevði løgmaður gjørt bart — hevði stongt fyri ó- realistisku konfrontasjóns- leiðini, ja, kanska enntá hevði ásannað at skal nakað røkkast er neyðugt at skerja provokatørin og kanska lata hann sita heima eftir. Men so var ikki. Í staðin boðar landsstýrið frá, at nú hevur man funnið eitt nýtt katalog, har innihaldið er hitt sama, men litirnir eitt sindur annarleiðis. Og harafturat leggur løg- maður nýggj konfliktøki fram — og enn einaferð heimagjørd. Enn einaferð roynir landsstyrið at leggja fyri stjórnina ultimatum, sum í roynd og veru er pol- itisk gíðslatøka. Nú skal danska stjórnin binda seg í forhond til programm landsstýrisins. Á heimafrontinum leggur løgmaður hetta út sum at danir, um teir ikki ganga undir kravboð landsstýris- ins, kvetta alt samband og alt samstarv við Føroyar. Og hetta hóast allir danskir politikarar — úr øllum ætt- um og á øllum stigum — greitt hava sagt, at líkamikið hvør útgangurin verður, so verður framhaldandi sam- starv og samband millum Føroyar og Danmark. Men teir tilskila sær sjálvsagt rætt til at verða við til at avgera, hvussu hetta sam- starv skal vera. Og teir til- skila sær rætt til sjálvir at avgera, hvussu nógv og hvussu longi teir vilja gjalda og hvussu teirra umsiting skal brúkast í hesum sam- starvi. Niðurstøðan er tíverri, at beint undan øðrum samráð- ingarfundi finnur løgmaður nýggj konfliktøki, leggur hann fótonglar fyri samráð- ingunum. Og tað pínliga er, at hesar andsagnir eru sjálv- uppfunnar. Ja, landsstýrið sýnist at liva í tí, sum á nú- tíðarmáli verður rópt ”virt- ual reality”. Og tá eru útlitini vánalig. Bergur P. Dam Sjálvstýri, loysing Stutt fyri jól stóð eitt svar ella ein viðmerking til end- urgáva í Oyggjatíðindum fyrst í desember av fyrstu av 6 smávegis styttum smá- vegis broyttum greinum, sum fyrr hava staðið í Dag- blaðnum frá februar/mars 1995 og framhaldandi, 28 íalt, í Oyggjatíðindum til fyri treimum árum síðani. Trúgvi F. Guttesen sigur, at eg eri ørkymlaður um rík- isfelagsskapsmálið sum hann væl skilir, leggur hann aftrat, og at eg vil hava sam- bandskar, dansk sinnaðar føroyingar at fylta niður aft- aná eitt fullveldi. Hetta sein- asta ivist eg í er vent til mín persónliga. Eg helt, at ongin grund var til at ivast í, at eg eri á loysingarsíðu. Eg haldi meg ikki hava sagt nakra- staðni í greinunum, at sam- bandskir føroyingar skulu flyta niður aftaná fullveldi, heldur ikki lagt upp til tað. Her skal eg leggja aftrat, at sjálvandi hava føroyingar, sum hava føroyskan bústað- arrætt, somu rættindi. Trúgvi F. Guttesen nevnir so eitt uppskot um samríki við Danmark í sama við- fangi, sum tosið um ørkym- lanina um ríkisrættarligu viðurskiftini, so hann kemur næstan at siga, at eg skuldi kunnað tikið undir við tí. Tað geri eg ikki. Í uppskot- inum, Sambandsflokkurin arbeiðir við nú, um Samríki, er onki nýtt hent frá støðuni frammanundan eins og í ríkisfelagsskapsuppskotin- um hjá J. Eidesgaard fyri Javnaðarflokkin undir navninum Sjálvstýri. Hvørki brýtur við ríkisfel- agsskapin, sum hann higar- til er kendur. Hetta er eisini trupult, tí gera tey tað, skal sambandsflokkurin næstan til at niðurleggja seg sjálv- an. Javnaðarflokkurin skal til at taka frástøðu frá fyrru søgu síni, tí undir krígnum, serliga í 1946. Eisini sigur Trúgvi F. Guttesen, skilt við hetta, at eg skal hava skrivað í grein- unum, at summir føroyingar síggja niður á aðrar orsakað av politiskari støðutakan á hvør sínari síðu í loysingar- málinum. Tað ljóðar sum um tað er sagt í tí smáa í dagligdegnum, sum eg ikki minnist meg hava sagt og kann láturliggera trupulleik- an. Eg nevni hetta í sam- band við starvseting í tí al- menna og alment líknandi størvum, hjar so nógv er goldið úr Danmark, so støð- an til tað landið illa er uttan- umkomandi at hava týdn- ing. Tað er ikki so nógv at síggja niður á sum at vit ikki eru javnbjóðissettir har. Skúlin er í flestu førum í Keypmannahavn ella Áar- ósa og øðrum býum niðri. Samskiftið har endar fyrr ella seinni hjá dønum, tá lagað skal verða fyri starvi. Hetta er viðmerking til mesta ella alt av tí, ið stóð í stutta stubbanum í Dimma- lætting stutt inn í desember síðsta ár, endurtikið á síðu 2 í Sosialinum fáar dagar seinni. Mannbjørn J. Jacobsen ÓLAVUR Í BEITI – Tørvur tykist vera á at útbyggja amboðini í verandi lóggávu, tað vil siga at fáa til vega greiðar reglur og mannagongdir fyri fremjing av lógarinnar ásetingum. Hetta tí at nógv bendir á, at soleiðis sum lógin higartil hevur verið umsitin, hevur ov lítil dentur verið lagdur á at brúka tey amboð, sum eru tøk í galdandi lóggávu – her verður serliga hugsað um, at tað ikki hevur fingið avleiðingar, tá t.d. jørðin er fallin í órøkt. – Vantandi handhevjanin av lógarinnar ásetingum kann partvíst tilskrivast, at eingin politikkur hevur ver- ið fyri landbúnaðin, og eis- ini at eingi krøv hava verið sett til jarðarfyrisitingina. Jarðarfyrisitingin hevur líka til 1995 verið politiskt sett, tað vil siga at krøvini til Jarðarráðið einamest hava snúð seg um at hava eina breiða politiska umboðan í ráðnum, og ikki at hava pro- fessionella fyrisiting av landsjørðini. – Staðfest er, at ov lítil dentur hevur verið lagdur á at menna landbúnaðin. Skuldarbyrðan hjá festi- bóndum er eitt tekin um, at endamálið við landsjørðini ikki er rokkið. Ov stórar í- løgur eru gjørdar í fjós, neyt v. m, sigur Finnbogi Arge í nýggja tilmælinum, tá ið hann umrøður karmar. Skuldin 98 mió. kr Og upplýst verður, at skuld- in til Jarðargrunnin var pr. 31. des. 1999 156 mió. kr., harav fallin gjøld pr. 1. des. 1999 vóru 20 mió. kr. Av teirri samlaðu skuldini til Jarðargrunnin eru 38 mió. kr. ella 24% lán hjá ognar- monnum ella privatum fyr- itøkum (MBM o.ø.), restin er lán til festarar og felags- hagar, sum eisini kunnu vera ognarhagar. Samlaða skuldin hjá festibóndum til Jarðargrunnin er d.d. góðar 98 mió. kr. Nógv størsta út- lánið er til fjós, har rest- skuldin pr. 31. des. 1999 var 86 mió. kr. Restskuldin av seyðahúslánum var 4.8 mió. kr. og av maskinlánum 4.7 mió. kr. – Samanbera vit landbún- aðin og alivinnuna, er stórur munur á framleiðsluvirði- num og virðisøkingini hjá hesum vinnum. Men í nær- um øllum øðrum viðurskift- um hava hesar vinnur felags eyðkenni. Grundarlagið hjá hesum vinnum er jørðin og firðirnir, sum er at meta sum »ogn« hjá tí almenna. – Landbúnaðarvinnan hevur í dag nakrar av teim- um somu trupulleikunum at dragast við, sum alivinnan hevði miðskeiðis í 80-un- um, tá kapitalgrundarlagið hjá vinnuni var ov veikt, og talið av virkjum - vegna húsagang - minkaði mun- andi. Festini smá og kapitalveik – Einstøku festini eru í fleiri førum smá og kapitalveik. Ov lítið er gjørt burtur úr at gagnnýta royndir úr øðrum londum, og lítið og einki granskingarvirksemi er far- ið fram í landbúnaðarvinn- uni. Støða verður ikki her tikin til, um 399 festir er ov nógv ella ikki; men tað er ein sannroynd, at fleiri fest- arar hava ikki megnað at hildið skyldur sínar, hvørki tá talan er um gagnnýtslu, røkt av jørðini ella skyldur- nar mótvegis Jarðargrunni- num. – Skuldarbyrðan hjá festi- bóndum er at meta sum ein tann størsti trupulleikin hjá vinnuni, og samstundis ein verulig forðing fyri at náa setta endamálinum við landsjørðini, nevniliga, at tað fyrisitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna framleiðsluna av landsjørðini. – Tí metir Vinnumálastýr- ið tað vera av átrokandi týdningi at fáa greitt henda part, t.v.s. skuldina til Jarð- argrunnin, skjótast til ber og samstundis fáa trygd fyri, at støðan ikki endurtekur seg. Vinnumálastýrið hevur tí í samráð við nýggja Jarðar- ráðið gjørt uppskot um regl- ur fyri, hvussu eftirgeving av skuld til Jarðargrunnin kann fara fram, sigur Finn- bogi Arge. Saneringsavtala Og uppskotið er m.a., at gjaldsorkan verður ásett fyri hvønn garðin sær, og út frá mettu/ásettu gjaldsorkuni, verður skuldarbyrðan ásett, og skuldin til Jarðargrunnin, sum er omanfyri ásettu gjaldsorkuni, verður av- skrivað. Festari, hvørs skuldarbyrða til Jarðar- grunnin verður avskrivað, skal lata Jarðarráðnum allar Eingi krøv sett til jarðarfyri- sitingina Jarðarfyrisitingin hevur líka til 1995 verið pol- itiskt sett, tað vil siga at krøvini til Jarðarráðið einamest hava snúð seg um at hava eina breiða politiska umboðan í ráðnum, og ikki at hava professionella fyrisiting av landsjørðini, sigur landbúnaðarmálaráðharrin Finnbogi Arge upplýsingar, sum Jarðarráð- ið metir vera neyðugar fyri málsviðgerðina. Hann skal upplýsa, hvørt hann eigur fasta ogn og um henda ogn er veðsett, hvørt hann eigur innistandandi pening, virð- isbrøv ella onnur virði, hvørt hann hevur leysaskuld, eisini um hon ikki hevur samband við garðsraksturin. Jarðarráðið kann treyta sær, at privata skuldin eisini verður um- ella niðurskrivað. Verður talan um saner- ingsavtalu, sum festarin undirskrivar, eigur at verða ásett, at um hann ikki heldur saneringsavtaluna, missir hann festið, og hevur tá eingi endurgjaldskrøv mót- vegis komandi festara ella Jarðarráðnum.