Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 ÍtróttaSosialurin kann sjálvandi eisini lesast á alnetinum: www.sosialurin.fo Fótbóltslandsliðið skal í mars komandi ár spæla tveir HM undankappingardystir. Annar verður í Luksemburg 24. mars, og hin verður í Russlandi 28. mars. Fyrri dysturin verður í høvuðs- staðnum í Luksemburg, sum eitur Luksemburg. Tað er ikki heilt greitt enn, hvar hin dysturin verður, men tað tykist liggja í kortunum, at hann verður ikki í Moskva: – Vit hava skilt á russ- arunum, at teir eru ikki so hugaðir at leggja dystin í Moskva. Hetta kemst av, at tað er stórur møguleiki fyri, Fótbólturin í Føroyum hev- ur seinnu árini havt eitt rættuliga stórt íslett av jugo- slaviskum fótbólti. Árið í ár er einki undantak í so máta, og nú sær tað út til, at tveir jugoslavar afturat fara at blanda seg uppí. Sum vit áður hava sagt, so hevur KÍ í eina tíð arbeitt við at fáa tveir jugoslaviskar spælarar at hjálpa sær, og nú er navn sett á teir. Annar teirra er málverji. Hann eit- ur Zoltan Kujundzic, og hann er 32 ára gamal. Hann hevur higartil spælt í Spar- tak Subotitca, sum er í bestu deildini í Jugoslavia. Subotitca er næststørsti býurin í Jugoslavia, og fe- lagið er tað sama, sum To- mislav Sivic áður hevur spælt fyri. Tá Tomislav Si- vic var í Jugoslavia í vet- rarfrí, hevði hann ábyrgd av venjingini í gamla felagnum hjá sær, og tá var tað, at tað var avrátt, at royndi mál- FSF ætlar at flyta landsdystirnar Í staðin fyri at spæla í november og í januar ætlar Fótbóltssambandið at dystirnir móti Svøríki og Noregi skulu spæl- ast í mars Jugoslavarnir eru á trappuni Spæliloyvið hjá nýggja KÍ málverjanum er komið til FSF, meðan tað framvegis verður bíðað eftir tí hjá álopsspæla- ranum, sum kemur úr Jugoslavia og til KÍ verjin skuldi koma til Før- oya. Umframt at vera við í kappingini um plássið mill- um stólparnar á besta lið- num hjá KÍ er tað ætlanin, at málverjin skal luta burt- urav sínum royndum sum málverji við ungu málver- jarnar í Klaksvík. Hin spælarin eitur Mili- cevic Srecko. Hann er ein ógvuliga stórur álopsspæl- ari, sum er 22 ára gamal. Felagið, sum hann higartil hevur spælt við, eitur Obilic Zmajevo. Tað er ikki heilt greitt, nær útlendingarnir koma til Klaksvíkar, men teir vóna har norðuri, at tað verður heilt skjótt. Vit skilja á lagnum, at á- hugin millum jugoslaviskar fótbóltsspælarar at sleppa aðra staðni at royna seg er ógvuliga stórur. Hetta kemst ikki minst av, at tað er stór búskaparlig kreppa í land- inum, og at tað tískil loysir seg heilt væl at fara í vinnu aðra staðni, eisini sjálvt um talan ikki er um fótbólt og harvið lønir á hægsta vest- ureuropeiska støði. Fleiri útlendingar Sunnudagin spældi Tomi- slav Sivic fyri fyrstu ferð við KÍ. Hann var á vøllinum fyrsta tíman. Spælilioyvið hjá honum hevur higartil verið hjá B36, men nú er avtala gjørd millum feløg- ini, soleiðis at venjarin hjá KÍ eisini kann spæla við. Á liðnum hjá KÍ eru um- framt venjaran tveir aðrar útlendingar – Marek og Pa- zek, sum báðir eru pólver- jar. Reglurnar hjá FSF siga, at hámarkstalið á útlending- um á einum liði er fýra. Tað kunnu vera fleiri enn fýra útlendingar í einum felag, men í mesta lagið kunnu fýra vera inni á vøllinum í senn. Hjá KÍ er tað kortini eing- in trupulleiki, sjálvt um teir fara at hava fimm útlend- ingar í felagnum. Bæði To- mislav Sivic og Marek Wierzbicki hava búð í Før- oyum í fleiri enn trý ár. Sambært kappingarreglu- num grein 16 verður útlend- skur spælari roknaður sum útlendingur, um hann ikki hevur føroyskan borgara- rætt, og um hann ikki hevur havt fastan bústað í Føroy- um seinastu trý árini fram- manundan at umsókn um loyvisbræv verður latin kappingarnevndini. FSF hevur áður staðfest, at útlendingar, sum búgva í Føroyum størsta partin av árinum, tí teir spæla fótbólt her, eru at rokna sum fast- búgvandi í Føroyum, sjálvt um teir í vetrarsteðginum eru í heimlandinum, har fleiri teirra hava konu og børn. JH at tað verður kavi í Moskva í mars. Enn hava vit ikki fingið nakra fráboðan um, hvar dysturin verður, men í sovornum førum hava russ- ararnir ofta spælt niðri við Svartahavið. Hetta sigur Jens Erik Magnussen, sum er formað- ur í landsliðsnevndini hjá Fótbóltssambandinum. Fyrireikingarnar Eftir 1–0 sigurin á Liktin- stein síðsta mikukvøld var Allan Simonsen rísin, tí hann helt ikki, at spælarar- nir vóru nóg væl fyri. Hjálp- arvenjarin hjá honum, Jógv- an Martin Olsen, helt, at lik- amliga støðan hjá spælaru- num var ikki av leið, tá tað varð havt í huga, at spæla- rarnir høvdu spælt fýra steypadystir í eina viku, og at teir dagin undan dystar- degnum høvdu ferðast lang- a teinin úr Føroyum og nið- ur til Liktinstein. Formaðurin í landsliðs- nevndini og bæði venjarin og hjálparvenjarin vóru samdir í, at tað verður neyð- ugt at fyrireika landsliðsárið øðrvísi komandi ár, enn tað hevur verið gjørt undanfarin ár. – Vit hava seinnu árini verið á venjingarlegu sunn- anfyri um mánaðarskiftið januar/februar. Tað kann væl vera, at vit eisini fara á eina sovorna legu komandi ár. Men tað verður neyðugt eisini at gera nakað við fe- lags fyrireikingarnar í mars, staðfesti Jens Erik Magnus- sen á ferðini í Liktinstein. Flyta NM dystirnar Jens Erik Magnussen á- sannaði eisini, at fyrireik- ingarnar mugu gerast í sam- starvi við spælararnar, sum eisini hava aðrar skyldur at taka sær av. Hetta helt Allan Simonsen eisini vera at stór- um týdningi, tí hann dugdi ikki at síggja nyttuna í at fara á venjingarlegu kanska bara við sjey av spælaru- num, sum skulu verða mill- um teir fyrstu ellivu í Luks- emburg og Russlandi. Sambært skránni skal landsliðið spæla tveir úti- dystir í NM kappingini í vetur. Tann fyrri skal spælast innandura í Svøríki í november, og tann seinni skal spælast innandura í No- regi í januar. – Vit hava heitt á fótbólts- sambondini í Svøríki og Noregi um at flyta hesar báðar landsdystirnar. Okk- ara ætlan er at flyta teir til í mars, soleiðis at teir kunnu brúkast sum beinleiðis fyri- reikingardystir til útidyst- irnar í HM undankapping- ini, men enn vita vit ikki, hvat sviarnir og norðmenn- inir fara at siga til ynskið hjá okkum, sigur Jens Erik Magnussen. – Vit fara á norðurlend- skan fund í Finnlandi á ó- lavsøku, og tá vóna vit at fáa greiðu á, um tað ber til at flyta dystirnar móti Svø- ríki og Finnlandi. Hetta sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssam- bandinum. Fundurin í Finn- landi verður frá 27. og til 30. juli í ár. Næsti landsdysturin verð- ur á Tórsvølli 16. august. Tá skulu Føroyar og Danmark spæla í norðurlendsku kappingini. JH Tomislav Sivic fær í næstum tveir landsmenn afturat sær í leikarahópin hjá KÍ Venjingarstøðan hjá okkara monnum var ikki nóg í Liktinstein herfyri, og tí roynir FSF nú at broyta fyrireikingarnar komandi ár Forkvinnan í Lærarafelagnum fult álit á semjuni: Ikki fleiri verkfall sum hetta í mínari tíð sum formaður – Vit hava havt ein mann hinumegin borðið, sum var ein „problemknúsari“ og tað var tann avgerandi munurin, sigur Elsa Birgitta Petersen ÁKI BERTHOLDSEN – So leingi eg eri forkvinna í Føroya Lærarafelag verða tað ikki fleiri stríð í fólka- skúlanum, sum hetta. Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærara- felag, hevur fult álit á semj- uni, sum varð gjørd við Landsstýrið seint sunnu- kvøldið og sum gjørdi ein enda á sjey viku langa verk- fallinum í fólkaskúlanum. Í hesi nýggju semjuni hevur Lærarafelagið fingið fleiri avgerðandi mál við afturímóti teirri semju, sum 78% av lærarunum vrakað- ur á frumatkvøðu á páskum. – Eitt høvuðsmál er, at ætlanin at seta arbeiðstíð- irnar hjá donskum lærarum í gildi í Føroyum er slept. – Ístaðin fyri skal ein ar- beiðsbólkur setast at gera uppskot um eina nýggja ar- beiðstíð fyri føroyska skúl- an. Nevndin skal verða liðug 31. desember í ár. Men tað stendur eisini í semjuni, at verður nevndin ikki liðug til tíðina, ella fæst ikki semja, kann landsstýr- ismaðurin í undirvísingar- og mentamálum áseta ar- beiðstíðina einsamallur. – Er Lærarafelagið í veru- leikanum sostatt ikki sett fullkomiliga út av spæl- inum? –Nei tað er hon avgjørt ikki. Tað er soleiðis, at ein- hvør nevnd byggir á herð- ararnar á øllum teimum nevndum, sum áður hava verið og hvør hevur sínar fortreytir at arbeiða útfrá. – Og hetta er ein áseting, ið varð gjørd í avtaluni, sum varð gjørd um arbeiðstíð í 1998, sigur Elsa Birgitta Petersen. Men sett út av spælinum heldur avgjørt ikki, at lærar- arnir eru. –Vit hava tveir av fýra limum í nevndini, sum skal gera nýggju ásetingarnar um arbeiðstíðina. Uppskot- ið skal til ummælis hjá lim- unum í Lærarafelagnum. – Og harafturat skal tað roynast í verki á nøkrum úr- valdum skúlum í skúlaárin- um 2001-2002 fyri at vita, hvussu tað riggar, áðrenn tað verður sett í verk í full- um líki frá 2002. Ikki aftur í mínari tíð Eftir hesi seimjuni eru tað annars rættiliga nógvar nevndir við umboðum fyri Lærarafelagið og Lands- stýrið, sum skulu setast at arbeiða við ymsum málum. Umframt arbeiðstíðina, skal nevnd setast at greina út, gera metingar og mæla til, hvussu nýggja fólka- skúlalógin skal setast í verk, og, hvussu hetta ávirkar viðurskiftini hjá læarunum. Nevnd skal eisini setast at fáa viðurskiftini hjá lær- arunum á Sernámsdeplinum í rættlag og nevnd skal gera eina nýggja reglugerð fyri álitismannaskipanina. Arbeiðsbólkur skal eisini setast at gera tilmæli um viðlíkahald av søvnum og bólkur skal setast at end- urskoða tørvin á tímaniður- skurði til telduvørðar og skúlaleiðslur. Vit hava spurt Elsu Birg- ittu Petersen hetta ikki bara er at útseta trupulleikan og um hon ikki innast ikki stúr- ir fyri, at alt hetta nevnd- ararbeiðið bara fer at føra til fleiri ósemjur, sum líkast hesari? Men tað er hon ikki. Tvørturímóti hevur hon fult álit á, at eitt gott úrslit fer at spyrjast burturúr. – Eg veit væl, hví hendan ósemjan tók seg upp sigur hon. Men hon vil tó ikki útgreina hetta nærri. Og hon leggur doyðin á, at tað verða ikki fleiri ó- semjur sum hendan, so leingi, hon er formaður í Føroya Lærarafelag. –Tað skal ikki henda undir mínari leiðslu, at ó- semja aftur fer at taka seg upp um orð og fólk, sigur Elsa Birgitta Petersen. Ein „problemknúsari“ Vit spurdu hana um tað er tí, at Lærarafelagið hevur fingið størri álit á Lands- stýrið nú, enn tað kanska hevur havt? – Tað veit eg ikki. Men eg má siga, at í samráðing- unum hesar báðar dagarnar hava vit havt ein mann hinu- megin borðið, sum onkus- vegna hevur verið ein „problemknúsari og tað fekk rættiligt glið á sam- ráðingarnar. Hon sipar til Høgna Hoy- dal, landsstýrismann í und- irvísingar- og mentamálum. – Vit hava alla tíðina kravt, at hann kom upp í samráðingarnar, tí fyrstani tá fingu vit høvi at tosa við okkara rætta mótpart og ar- beiðsgevara. Fleiri batar Hon er annars ikki samd við Karsten Hansen, tá ið hann sigur, at semjan, sum varð gjørd sunnudagin víkur ikki nógv frá teirri semju, sum varð løgd fram beint fyri páskir. – Vit eru ikki ovurfegin um sáttmálan. Men heilt so galin er hann ikki, annars høvdu vit ikki skrivað undir –Vit so frægt afturat við í sáttmálan, sum ikki vóru við í páskasemjuni, sum fall, at nú gildu vit, at vit áttu at skriva undir, tí vit høvdu neyvan komið longur í hesum umfarinum. – Vit skulu eisini hugsa um, hvat hin møguleikin var. Tað var, at páskaupp- skotið varð lagt fyri tingið og samtykt við høvd og gørnum og so høvdu vit verið verri fyri, enn vit eru nú. Formaðurin í Lærarafel- agnum sigur, at fleiri tíma- niðurskurðir eru komnir við í sáttmálan, eitt nú er ikki so heilt lítið komið afturat hjá skúlaleiðslum. Somuleiðis skulu floks- lærarar hava endurgjald, um nýggjar reglur fyri teirra ar- beiðið verður orðað. Eisini skúlabókasøvnini hava fing- ið afturat og vit hava fingið fleiri trygdir við í sáttmálan. Harafturat eru nakrar finnur fluttar, sum eru til okkara fyrimun. –Hon hugsar fyrst og fremst um, at tey fingu forðað fyri, at arbeiðstíðir, sum eru gjørd til donsk við- urskifti vórðu smoygt niður- yvir okkum. Ístaðin skulu føroyskar arbeiðstíðir setast í verk. Harafturat hugsar hon um tær nevndir og teir arbeiðs- bólkar, sum skulu setast at arbeiða við ymsum málum. Karsten Hansen: Lítil munur á Tað er lítil munur á semjuni, sum varð gjørd sunnukvøldið og semingsupp- skotinum, sum lærararnir vrakaðu á páskum, sigur Karsten Hansen ÁKI BERTHOLDSEN Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmál- um, er rættiliga væl nøgdur við sáttmálan, sum nú er gjørdur við Lærarafelagið, og at skúlin aftur er komin í rættlag. – Í høvuðsheitum er rætti- liga lítil munur á hesari semjuni og tí semingsupp- skotinum, sum varð felt á páskum, í hvussu so er, hvat peningi viðvíkur. – Lønarhækkingin er tann sama og niðurskurðirnir eru at kalla teir somu. Har eitt sindur er komið afturat nú, er tað drigið frá onkra aðrastaðni, so at tær broytingar, og tær flytingar sum eru gjørdar, hava fíggj- að seg sjálvar innanfyri karmin, sum varð lagdur fyri páskir. –Tess meiri tímaniður- skurðir, ið ávísir bólkar hava fingið, tess minni er lønarhækkingin hjá ein- staklinginum. –So tær umflokkingar og lønarniðurskurðir, sum eru gjørdir, og lønarviðurskifti annars, er á sama stigi sum í semingsuppskotinum, sig- ur Karsten Hansen. Hann sigur, at annars eru tær broytingar sum eru gjørdar, mest at roknað sum ætlanaryvirlýsingar av yms- um slag. Annars fegnast hann um, at skúlin nú aftur er farin at virka. – Vit máttu hava eina loysn nú, tí tað er longu blivið ov seint hjá teimum, sum skulu til próvtøku. – Fingu vit ikki eina sam- ráðingarloysn í vikuskift- inum, hevði málið enda í tinginum. Og Karsten Hansen dylir ikki fyri, at hann er fegin um, at tað slapst undan at fara í tingið. –Eg eri ímóti at loysa slíkar ósemjur í tinginum. –Men í hesum føri var støðan heilt serlig, tí tá ið til stykkis kom, vísti tað seg, at vit høvdu samráðast við eina nevnd, sum onga heim- ild hevði. Og Karsten Hansen legg- ur afturat, at tað var heilt avgerðandi fyri víðari sam- ráðingum hetta vikuskifti, at nevndin í Føroya Lærara- felag hevði heimild at gera ein sáttmála. – So tá ið vit høvdu fingið vissu fyri at so var, ruddaði tað slóð fyri, at farast kundi undir sam- ráðingar aftur, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Og so heldur hann eis- ini tað, at tað hevði sína ávirkan, at Landsstýrið hevði sett eitt evstamark fyri, nær semja skuldi vera funnin. – Men so skulu vit heldur ikki gloyma, at báðir partar høvdu størsta áhuga í at fáa málið loyst, leggur hann afturat. Elsa Birgitta og Høgni Heilsast Elsa Birgitta Petersen og Høgni Hoydal taka í hondina á hvørjum øðrum eftir lokið verk. Bæði hava tey fult álit á, at eitt gott úrslit fer at spyrjast burturúr teimum avtalum, sum eru gjørdar. Tað, sum fekk glið á samráðingarnar var, at Høgni Hoydal kom uppí-og at Lærarafelagið hevði heimild at gera eitt sáttmála upp á standandi fót.