Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 Annað umfarið í landskapp- ingini varð spælt í fínastu fótbóltslíkindum sunnudag- in. Fjúrtan mál vórðu skor- að í teimum fimm dystu- num. Sandoyingar, sum av mongum hava verið mettir at vera upplagt evni til nið- urflyting, vunnu einasta úti- sigurin. Fyrsti javnleikurin á ár- inum var í Sørvági. Har ha- va teir stríðst við at fáa skil á vøllinum, og sunnudagin var vøllurin góður, tá rættu- ligur landskappingardystur fyri fyrstu ferð nakrantíð varð spældur har vesturi. Tveir spælarar sóu reyða kortið. Annar var Bergleif Sólsker úr B71, og hin var Hans á Lag úr HB. Merk- isvert var tað, at tað hjá báð- um liðunum, sum spældu undirmannað, eydnaðist tað at vinna 1–0. Havnin fremst Tvey lið hava framvegis einki stig mist. Tey eru B36 og HB. Meistaraliðini frá ávikavíst 1997 og 1998 hava mist fleiri spælarar undan hesum kappingarár- inum, men higartil hevur hetta ikki bilað. Á Svanga- skarði hevði B36, sum vann rudduligan 3–1 sigur á B68, sammett við teir ellivu, sum vóru mest á liðnum í fjør, sjey nýggjar menn á lið- num. HB vann 1–0 á KÍ í Gun- dadali. Sammett við teir ell- ivu, sum vóru mest á lið- num í fjør, vóru bara fýra eftir millum teir fyrstu ell- ivu sunnudagin. Bæði frá B36 og HB eru spælarar farnir í onnur feløg – ikki minst í B68 – men tilfarið í høvuðsstaðnum tykist vera eins gott, og tað var, áðrenn havnarfeløgini funnu uppá at fara út á bygd eftir manning til bestu lið- ini. Í høvuðsstaðnum eru tey so smátt farin at kynda upp- undir lokaluppgerðina mill- um B36 og HB. Hin fyrra verður í áttanda umfarinum, sum er á skránni 4. juni. Inntil tá kann nógv venda niður, sum nú vendir upp, men at bæði B36 og HB fara at stríðast um fremstu plássini, er tað neyvan na- kað at ivast í. Klaksvíkin púra sør Fyri hálvari aðru viku síðani gav Sosialurin út eitt serligt fótbóltsblað. Í blaðnum varð spurt, hvussu fleiri, sum fylgja væl við í fót- bóltinum, roknaðu við, at gongdin fór at vera í 1. deild. Felags fyri tey flestu var, at tey roknaðu KÍ at vera mest upplagda evnið til meistaraskapin. Nú tvær vikur seinni sær støðan hjá KÍ einki serlig út. Meistararnir og steypa- vinnararnir frá í fjør hava einki stig fingið. Teir hava tapt tvær ferðir 1–0, og tað vil siga, at teir higartil ikki hava skorað. Enn eru nógv stig at spæla um, og enn fer tað ivaleyst at bera til hjá klaks- víkingum at blanda seg millum tey fremstu. Einki er at ivast í, at Tomislav Sivic og klaksvíkingar rannsaka seg sjálvar. Teir hava arbeitt nógv og mið- víst, og nú hava teir ryggin móti múrinum. Óhepna gongdin byrjaði, tá teir taptu móti NSÍ bæði leygardag og mánadag. Nú klaksvíkingar skulu royna at berja seg uppundan aftur úrslitaliga skulu teir á heimavølli spæla tvær ferðir móti VB – fríggjakvøldið í steypakappingini og sunnu- dagin í landskappingini! Vágbingar vera svangir, tá teir koma til Klaksvíkar. Ósigurin móti sandoyingum nívir sjálvandi sera dygt. Hini Higartil eru bara tvey umfør spæld, og tað kann vera so skjótt, at tað vendir. Saman við havnarliðunum eru teir í NSÍ teir einastu, sum hig- artil ikki hava tapt. Tá teir stutt undan leikloki skoraðu til 3–2 í Sørvági, mundu teir kenna tað vera sigursmálið, og so vóru teir ikki nóg ans- nir. Komandi sunnudag verður toppdystur í Runa- vík, tí tá fær NSÍ vitjan av HB. FS Vágar kom á stiga- talvuna hesa ferð. Tá teir í 1997 vóru í 1. deild, vunnu teir í 13. umfarinum einasta sigurin. Hann var á heima- vølli 24. august. Úrslitið móti ÍF var 4–2. Um tað fer at eydnast komandi sunnu- dag at vinna fyrsta sigurin í ár er rættuliga ivasamt, tí tá verður mótstøðuliðið í Gun- dadali B36. GÍ hevur ikki nógv fólk. Sunnudagin fingu teir stig- ini móti Sumba, og tað var týdningarmikið. At B71 fekk øll stigini í Vági fer ikki at gera uppgávuna hjá GÍ í triðja umfarinum tor- førari. Sunnudagin skal GÍ til Sands. Higartil hevur B71 verið uppií tveimum stuldrum. Teir vóru harmir um í yvirtíðini í fyrsta um- farinum at missa stig móti HB. Hesa ferð kendu teir seg hava fingið ríkiligt í Vági. Sumbingar stóðu seg bet- ri í Gøtu hesa ferð, enn teir hava gjørt undanfarin ár. Í Havnin aftur í hásætinum Hóast B36 og HB higartil hava spælt við nógvum nýggjm fólki, so hava teir fingið fulla úrtøku. Hesa ferð megnaðu bæði havnarliðini á pappírinum torførar uppgávur fjør taptu teir 7–2, og í fyrraárið vann GÍ 11–1. Komandi sunnudag koma toftamenn suður á Krossin. Um B68 skal hugsa um at røkka málinum, sum er at GÍ–TB 2–3 (0–3) Nógv verður í neyðini nýtt, og neyðin lærir nak- na kvinnu at spinna. Hetta eru væl kend orð- atøk, sum sannleikin í enn eina ferð er prógv- aður hesa síðstu vikuna. Fótbólturin á Tvøroyri kendi seg so sperdan, at teir góvu avboð til tveir teir síðstu dystirnar í bólkaspælinum í kapp- ingini um løgmanssteyp- ið. Frítíðin frá kapping- ardystum varð ikki bara brúkt til at fáa skaddu spælararnar at koma fyri seg í og til at venja í. Tíð- in varð eisini brúkt til at skava so mikið av peng- um saman, at tað bar til at fáa tveir spælarar aðra staðni frá at hjálpa TB. Sum vit søgdu í síðstu viku, so kom Óli Johan- nesen í síðstu viku heim úr AGF til at hjálpa barn- dómsfelagnum. Óli var á miðvøllinum í Gøtu leyg- ardagin. Tað var týðuligt, at hann var ikki heilt komin seg eftir skaðan, sum hevur hildið honum burtur frá venjing, men bara tað at Óli var við, tóktist vera íblástur fyri hinar. Milan Cimburovic var í fjør fyrst spælandi ven- jari hjá NSÍ. Eftir at sam- starvið teirra millum var hildið uppat, spældi Milan við hvalbingum, og eftir summarsteðgin var hann eisini venjari hjá Sumba. Í ár er Milan Cimburovic framvegis venjari hjá Sum- ba, men hann spælir við TB. Leygardagin var hann í miðverjuni hjá tvørá- monnum. – Hann venur við okkum mánakvøld, so venur hann sumbingar hini kvøldini, áðrenn hann spælir við okk- um leygardag, sigur Lynge Nielsen, sum er venjari hjá TB. Tá góður hálvur tími var farin tóktist tað sum at TB skuldi vinna stórsigur í Sarpigerði. Teir fingu hol á í 11. minutti. Dan Morten- sen, sum var í álopinum saman við Halli Christian- sen og Bárðuri Dimon var í álopinum hjá TB, legði inn- fyri úr høgru, og ein av ver- juspælarunum, sum var kroystur av Halli Christian- sen, sendi bóltin í málið. Á hálva tímanum økti Hallur Christiansen, tá hann stútaði hornasparksinnlegg úr vinstru frá Bárði Dimon í kassan. Miðvallarin í høg- ru, Teitur Rasmussen, økti lítla løtu seinni til 3–0.. Eftir honrasparksinnlegg úr høg- ru frá Andrá Dalfoss, kom bólturin út frá til kant- spælaran, sum úr 20 metrum smekkaði til. GÍ setti trýst á gestirnar í 2. hálvleiki, og tað var um reppið, at tað eydnaðist teimum at koma afturíaftur. Á tímaslagnum minkaði Símun Petur Justinussen um munin, tá hann sendi brotsspark framvið Hermani Mortensen, sum hesa ferð vardi TB málið (Magni Hentze er framvegis skaddur). Fýra minuttir seinni var Magni Jacobsen upp á spæl. Hann hevði verið kærkomin at havt á besta liðnum hjá GÍ, men miðvallarin ynskir ikki at leggja so nógv í venjingina, sum tað krev- st í 1. deild. TB var skelkað, tá GÍ sendi langar bóltar fram í brotsteigin, og tað var fleiri ferðir um reppið, at GÍ fekk mál. Eina ferð høvdu teir bóltin á tvør- trænum, men í síðsta enda vóru tað Óli Johannesen, Milan Cimburovic og hinir av Tvøroyri, sum fegnaðust. Teir fingu øll stigini, men teir ásannaðu eisini, at avrikið kann ger- ast betur, enn tað var hesa ferð. JH Cimburovic spælir við TB 2. deild: Tað er ikki bert Óli Johannesen, sum er kom- in til Tvøroyrar at styrkja um liðið B36 koppaði B68 á Toftum, tó at tað ikki alla tíðina var so bókstaviligt, sum á myndini omanfyri Mynd: J. Jacobsen blanda seg millum tey fremstu, so skulu teir hava trý stig í Sumba. Avrikið móti B36 vísti, at sjálvt um toftamenn hava fingið fleiri spælarar afturat, so eru teir ikki serliga væl fyri við fólki. Hesa ferð var Jan Pe- tersen skaddur, og holið eft- ir hann tóktist tað vera tor- ført at tippa. JH Meðan B36 vann á Toftum, tók HB sær av KÍ, so nú eru tey bæði høvuðsstaðarfeløgini ovast í bestu mansdeildini Mynd: Álvur Haraldsen JÁKUP MØRK HB-KÍ 1-0 (1-0) Fyrri partur av stóra klassi- karanum í føroyska fót- bóltsheiminum skuldi leik- ast í Gundadali sunnudagin, tá tey bæði mest vinnandi feløgini í landinum, HB og KÍ skuldu royna at Umframt at tað sjálvsagt altíð stendur nógv á, tá lið- ini hittast, so var kanska eyka nógv trýst á KÍ leika- runum undan hesum dyst- inum. Púra óvæntaða tapið móti NSÍ fyri viku síðani, skuldi vaskast burtur aftur, og harumframt vildi ein ó- sigur eisini viðført, at før- oyameistararnir høvdu mist seks stig, nærum áðrenn landskappingin var komin í gongd. Tomislav við Tað var eisini greitt, at klaksvíkingar løgdu nógv fyri í royndunum at vinna dystin. Ósemja hevur verið millum fyrrverandi felag hansara, B36, og venjara- num sjálvan, og hetta hevur havt við sær, at spæliloyvi hansara alla tíðina hevur verið í høvuðsstaðnum. KÍ hevði tó gingið fíggj- arligu treytunum hjá havn- armonnum á møti, soleiðis at Tomislav Sivic taldist millum teir 22 menninar, sum beint undan klokkan trý gingið skrúðgongu inn á ovara vøll. Leikandi KÍ venjarin hev- ði hesuferð ikki valt eitt heilt so álopshugað út- gangsstøði, sum hann ofta hevur gjørt áður. Flata ver- jan var umskipað, soleiðis at Jan Andreasen aftur var á vanliga leiklutinum sum sweepari, og hóast tað á pappírinum kanska skuldi vera ein 3-4-3 uppstilling, so tóktist Rógvi Jacobsen ógvuliga einsamallur á toppinum, tí Heðin og Tomislav, sum skuldu stuð- la álopsmanninum, tóktust meira at vera miðvallar- heldur enn álopsleikarar. Álopskent spæl var held- ur ikki talan um fyrstu løt- una av dystinum. Ta einu ferðina var Heðin tó nær við, eftir at Tomislav og Rógvi høvdu leikt seg ígjøgnum í høgru, men Bárður Johannesen í HB málinum fekk vart fyri. Sum hálvleikurin leið, megnaði KÍ tó at flyta spæl- ið alt meira oman á HB hálvuna. Við Marek sum miðvallarovasta, megnaðu teir fleiri ferðir at spæla HB miðvøllin tunnan, soleiðis at John og serliga Harley kundu leggja innfyri úr síð- unum. Tað var tó so at siga ongantíð, at nakrir serligir málmøguleikar spurdust burtur úr hesum, tí HB mál- verjin ella verjuleikarar hansara fingu fatur á allar- flestu bóltunum. Hin vegin hendi ikki tað stóra. Størstur vandi tóktist vera á ferð, tá lítli kviki Bárður Mortansson royndi at bróta ígjøgnum, men hann fekk tó sera lítlan stuð- ul frá viðleikarum sínum. Størsta møguleikan fekk Bárður tó sjálvur, tá 28 min- uttir vóru leiktir. Rúni Nol- søe breyt ígjøgnum høgru megin, og sendi ein bólt innfyri. Bárður kom renn- andi við fullari ferð, men púra leysur framman fyri málinum, megnaði hann ikki at fáa skot á bóltin. Móti endanum av fyrra hálvleiki hendi so tað, sum allir klaksvíkingarnir vóru bangnir um. Bárður hevði bóltinum í vinstru síðu og sendi eitt bólt innyvir málið. Bólturin kom sera nær mál- inum, og ikki var líkt til, at nakar serligur vandi var á ferð. Gunnar í KÍ málinum kendi seg tó somikið órógv- aðan av Jón Róa, at hann ongantíð fekk fatur á bólt- inum, soleiðis at Gigi ístað- in kundi setta høvdið á bólt- in, sum fór í tóma málið. KÍ leikararnir vóru í øð- ini, tí teir mettu Jón Róa hava gjørt fríspark móti málverjanum, men at síggja til hevði Gunnar eins nógva skuld sjálvur. Báðir lupu teir nevnliga alt ov tíðliga upp, og tá Jón Rói var farin áð- renn, kom hann nærum at liggja á rygginunum hjá Gunnari, tá hesin fór upp. Hevði Gunnar ístaðin bakka tvey fet, er einki at ivast í, at hann stillisliga kundi loft- að bóltinum, men so var ikki, og HB var nú á odda 1-0. Megnaðu ikki at skora Í seinna hálvleiki helt KÍ liðið fram at trýsta. Beint sum hálvleikurin byrjaði, hevði Heðin stóran møgu- leika, men hann fekk ikki skot á bóltin. Klaksvíkingar royndu sostatt framhaldandi at trýsta, men í hinum end- anum vóru havnarmenninir nú eisini nógv hvassari, enn teir høvdu verið fyrra um- farið. Tvær ferðir var um reppið, at teir øktu um leið- sluna, men fyrru ferð prik- aði Símun bóltin á stongina, meðan sami leikari seinni skeyt beint í krovið á mál- verjanum. Møguleikararnir hjá HB førdu eisini við sær, at KÍ alla tíðina mátti ansa eftir í verjupartinum, hóast teir eisini máttu satsa. Møgu- leikar høvdu teir tó fleiri av, og tað einu ferðina var eisini líkt til, at tað hevði eydnast teimum at javna. Tað var tá Heðin sendi eitt kanónskot á undirsíðuna av tvørstongini, bólturin støkk í svørðin og út aftur í spæl, men uppfylgjandi skallarin fór við síðuna av málinum. Linjuverjin veitraði tó við flagginum, og tá dómarin helt hann veitra fyri, at bólturin hevði verið innanfyri, tá Heðin skeyt, dømdi hann mál. Frøin var sjálvandi ovur- honds stór á KÍ leikarunum, men alt meðan teir fegnað- ust um málið, gjørdi linju- verjin dómaran varugan við, at hann hevði veitrað fyri rangstøðu í næstu mál- royndini. Stutt eftir hetta varð HB liðið skorið niður í 10 mans, tá Hans var ov seinur, og ístaðin jarðlegði Rógva við einari fúlari eftirtakling. Longu áðrenn frísparkið fyri hetta varð tikið, átti HB liðið helst eisini at verið skert enn meira. Í trunka- num av fólki, sum bíðaðu eftir frísparkinum, langaði Florin til Rógva, so hesin enn einaferð lá skerflatur. Hvørki dómarar ella linju- verjar sóu tó hendingina, so HB leikararnir sluppu við hvøkkinum. Tíðin var nú farin at halla, og trýstið frá KÍ gjørdist alt meira desperat, og hetta opnaði eisini fyri mótálop- um, men hóast HB í einum tveimum førum hevði sera góðar umstøður, so megn- aðu teir ongantíð at gera sær rættuliga dælt av hesum. Framman fyri HB málið kundi Heðin havt gjørt sítt til fyri at fáa javnvág í rokn- skapin, men fyrru ferðina skeyt hann, ístaðin fyri at spæla upp á tvørs, og seinnu ferðina gjørdi hann heldur skjótt av, tá hann púra leys- ur skeyt á brotsteigarmark- inum. Nærri enn tað sama komu klaksvíkingarnir ikki, og tí kundu HB leikararnir fegn- ast, tá dómarans floyta hev- ði ljóðað fyri seinastu ferð. Tannleyst álop Størsta orsøkin, til at KÍ heldur ikki hesu ferð fekk stig við sær, er, at teir als ikki tykjast hava vunnið á missinum av Kurt Mørkøre. Enn er kanska nakað tíð- liga á árinum, soleiðis at rætta gliðið ikki er komið á sjálvt spælið, men kortini megnaðu teir fleiri ferð at bróta seg ígjøgnum í síð- unum. Bóltarnir komu eis- ini væl innfyri, men í flestu førum var álopið alt ov tannleyst. Ikki tí, Rógvi er framúr sterkur við høvdi- num, men hann hevur ikki styrkina hjá Kurt, og tí megnaði hann ongantíð at skapa vandamiklar støður burtur úr innleggunum. Hinvegin var hann mað- urin handan flestu KÍ KÍ saknar framvegis Kurt 1. deild: Føroyameistararnir úr Klaksvík taptu eisini næsta landskappingardystin á árinum, tá teir í Gundadali máttu lúta 1-0 fyri HB, hóast teir sjálvir høvdu fleiri møguleikar at skjóta mál møguleikarnar, tá hann flei- ri ferðir fekk snittað bóltin víðari, soleiðis at Heðin kundi renna bóltin upp, men sum longu nevnt, so spur- dist heldur einki burtur úr hesum. Hjá HB er støðan eitt sindur øðrvísi. Málsetning- ur teirra er ikki heilt so høg- ur, sum hann er hjá klaks- víkingunum, og tí er ikki sama trýstið á leikarunum. Nýskipanin av liðnum tyk- ist longu nu vera væl ávegis, men kortini hava leikararnir ikki funnið seg heilt til rætt- is á øllum plássum. Serliga tykjast Jón Rói Ja- cobsen og Símun Eliasen at hava trupulleikar við spæl- inum. Eingin ivi er um, at fótbóltsevnini hjá Jón Róa eru góð, men enn eru nakrir manglar. Serliga er tað í renningini uttan bólt, at hann kann betra seg, og her kann hann uttan iva læra nógv av álopsfelaga sínum, Bárða Mortanssyni. Símun hevur higartil altíð leikt mitt á miðvøllinum, og nú hann er staddur vinstrumegin, tykist hann als ikki hava funnið seg til rættis. Styrki hansara hevur eisini altíð verið at hann megnar at blandað seg upp í so at siga alt á miðvøllinum, men hetta kemur als ikki til sín rætt nú. Sama trupulleiki hevði Sámal Erik eisini, tá hann í seinna hálvleiki hevði loyst Gigi av. Samanumtikið er tó líkt til, at spælið hjá nýggja HB liðnum er á eini leið, og í øllum førum hevur felagið við hesum eitt gott grund- arlag at byggja framtíðar fyrstudeildarlið felagsins á. Hvørt hetta verður nóg mik- ið til at vinna heiðursmerki longu í ár, er helst ov tíðliga at siga enn, men fyribils hevur úrtøkan verið 100%, og tað man ikki vera so heilt av leið. HB-KÍ 1-0 (1-0) 1-0 Gigi 43. Dómari: Jens Petur Bratta- líð HB: Bárður Johannesen - Jóhan- nis Joensen, Florin Mihá- escu, Hans á Lag, Janus Jo- ensen - Gigi, Ingi Rasmus- sen, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen - Jón Rói Jacobsen, Bárður Mortansson KÍ: Gunnar á Steig - Ove Ny- sted, Jan Andreasen, Niclas Niclasen - Harley Berthold- sen, Jan Joensen, Mark Wi- ersbicki, John Ryan - To- mislav Sivic, Rógvi Jacob- sen, Heðin á Lakjuni Hvat skal til fyri at venda gongdini? Tomislav Sivic hevur nóg mikið at hugsa um í hesum døgum Mynd: Álvur Haraldsen Hans á Lag sá reytt, tá fáir minuttir vóru eftir at leika, men kortini megnaðu liðfelag- arnir at halda fast um tepru leiðsluna Mynd: Álvur Haraldsen