týsdagur 2. mai 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 83 - 2. mai 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 83 - 2. mai 2000
JÁKUP MØRK
GÍ-Sumba 2-0 (0-0)
Einki var at taka seg aftur
í, at gøtumenn vóru favo-
rittar, tá teir sunnudagin
skuldu royna seg móti
sumbingum.
Sumba, sum nú spælir
triðja árið á rað í bestu
deildini, hevur sum aðalmál
at varðveita sessin í fremstu
røð, meðan gøtumenn hin-
vegin hava verið »liðið« í
føroyskum fótbólti seinasta
tíggju ára skeiðið ella so.
Tey bæði seinnu árini
hava málríkastu dystirnir á
árinum júst verið uppgerð-
irnar millum GÍ og Sumba,
so mong vóru helst, sum
væntaðu, at Sumba enn
einaferð skuldi verða ka-
nónføði hjá gøtumonnu-
num. Harumframt høvdu
gøtumenn nakað av hevna,
tí sæð í bakspeglinum var
tað júst javnleikurin suðuri
í Sumba, sum kostaði teim-
um gullmerkini í fjør, so alt
talaði fyri einum greiðum
heimasigri.
Tamur fyrri hálvleikur
Líkt var tó beinanvegin til,
at sumbingar als ikki ætlaðu
at geva nakað frá sær, nú
teir høvdu lagt leiðina norð-
ureftir.
Allan fyrra hálvleik løg-
du teir sera stóran dent á
verjuspælið, har Marlon
Kjærbo, sum nú aftur spælir
Trýstið gav úrslit
1. deild: GÍ vann heimadystin móti Sumba við tveimum málum móti ongum,
men tað var ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at stigini vórðu fingin til
høldar
við Sumba, royndi at stýra
monnum sínum.
Taktikkurin hjá sumbing-
um eydnaðist eisini rættu-
liga væl, tí fyrstu trý kort-
erini megnaðu teir at halda
skurunum frá fatinum, so-
leiðis at tað framvegis stóð
á jøvnum, tá farið varð til
hálvleiks.
Áskoðaravinarligan fót-
bólt var tó ongantíð talan
um hesi trý korterini.
Sumbingar góvu sær góðar
stundir til at avgreiða deyð-
bóltsstøður sínar, og hetta
var eisini viðvirkandi til, at
ferðin á dystinum gjørdist
rættuliga lág.
GÍ átti alt
Í seinna hálvleiki legði
heimaliðið
beinanvegin
bragdligari fyri, men hóast
talan nú gjørdist um fleiri
vandamiklar royndir, so
eydnaðist tað teimum ikki
at skjota mál.
Eigil Olsen tók sær av tí
allarmesta, sum kom, og
var málverjin ikki á rætta
stað, so hevði hann træ-
verkið at líta á.
Sum dysturin leið, gjør-
dust teir á heimaliðnum al-
samt grammari at fáa mál,
og tá eini tíggju minuttir
vóru eftir at leika, var um
reppið at hetta kostaði. Jan
Poulsen slapp oman at bak-
linjuni, men tá hann skuldi
leggja bóltin út frá, heil-
kiksaði hann, og so var tann
royndin av ongum.
Lítla løtu seinni eydnað-
ist tað so heimaliðnum at
fáa bóltin í netið, men tá
hetta hendi, fingu teir kort-
ini góða hjálp frá sumbing-
um. Eitt skot varð sent úr
vinstru síðu, sum Eigil
hálvbjargaði, men tá Mar-
lon skuldi sparka bóltin
burtur, langaði hann til á
tvørtræið, haðani bólturin
støkk á høvdið á Óla og so
í málið.
Málið avgjørdi í roynd og
veru dystin, men áðrenn
dómarin hevði bríkslað fyri
seinastu ferð, høvdu gøtu-
menn aftur havt bóltin í net-
inum. Hetta hendi tá sum-
bingarnir vóru heldur óans-
nir í verjuni. Bólturin varð
trillaður tvørturum vøllin.
Hans Pauli Petersen fekk
fatur á honum og gjørdi
skjótt av. Kósin varð sett
móti málinum, og einsa-
mallur við Eigili kundi
hann sláa sigurin fastan.
Sumbingar harmaðust
Sum vera man, so vóru
sumbingarnir sera harmir
um, at annað stigið soleiðis
glapp teimum av hondum í
evstu løtu.
Ikki tí, sum skilst ásann-
aðu teir eisini, at GÍ sigurin
allarhelst var uppiborin,
men tá teir nú megnaðu at
halda málið reint í 85 min-
uttir, so er sjálvandi keðiligt
at standa eftir við ongum.
Gøtumenn fingu sostatt
fyrstu stigini á árinum, og
hóast flestu áskoðararnir
lata illa at, tá tosað verður
um vónirnar fyri árið, so
man tað neyvan vera at taka
ov dyggan til, tá vit gita, at
Johan ivaleyst fer at fáa
okkurt gott burtur úr.
Fyri einum ári síðani
vóru í øllum førum ikki
mong, sum roknaðu við, at
GÍ bert skuldi vera ein javn-
leik í Sumba frá meistara-
heitinum, men eisini ta
ferðina eydnaðist tað ven-
jaraúrmælinginum at fáa
úrslitini við sær.
GÍ-Sumba 2-0 (0-0)
1-0 Óli Hansen 84.
2-0 Hans Pauli Petersen 90.
Dómari: Birgir Sondum
GÍ:
Sunnvard
Joensen
-
Áslakur Petersen, Bartal
Eliasen, Leivur Hansen -
Rúni Justinusen, Jóan Pauli
Olsen, Magni Jarnskor,
Henning Jarnskor, Súni
Olsen - Óli Hansen, Hans
Pauli Petersen
Sumba:
Eigil
Olsen
-
Bergur
Winther, Marlon Kjærbo,
Dánjal Johan Joensen -
Mortan úr Hørg, Sasa
Tomajek,
Spasojé
Biberdzic, Hans Jacob
Thomsen, Nikola Biberdzic
- Eirikur Joensen, René
Thomsen
Meginpartin av tíðini vóru tað gøtumenn, sum royndu at skapa sær nakrar møguleikar, men i 85 minuttur megnaðu
sumbingarnir at verja fyri
Mynd: Jonhard Hammer
Helgi Justinussen ognaði B36 brotssparkið, sum teir
fingu um miðjan fyrra hálvleik
Mynd: Álvur Haraldsen
Tryggur
B36 sigur
2. deild: Í einum heldur linligum
dysti, vunnu teir næstbestu hjá
B36 sannførandi á teimum næst-
bestu hjá KÍ
JÁKUP MØRK
Tað vóru teir næstbestu
hjá báðum feløgunum,
sum brustu saman, tá
aðrudeildarliðini
hjá
B36 og KÍ fóru undir
landskappingina 2000.
B36 betur fyri
Longu tíðliga í dysti-
num tóktist tað vera
greitt, at ungu B36 leik-
ararnir vóru væl betur
fyri enn klaksvíkingar-
nir.
Fleiri ferðir leiktu teir
seg fram til vandamiklar
málmøguleikar, men tað
skuldi eitt brotsspark til,
áðrenn
B36
kundi
leggja seg á odda.
Hetta kom, tá Helgi
Justinussen royndi at
bróta ígjøgnum í vin-
stru. Beini vórðu tikin
undan honum, og dóm-
arin var ikki í iva. Karl
Leonsson takkaði fyri,
og við einum dundur-
skoti sendi hann bóltin
í málið.
Móti endanum av fyr-
ra hálvleiki eydnaðist
Johnny Joensen at økja
um leiðsluna, eftir inn-
legg úr høgru og eitt
sindur av aftur og fram
í KÍ brotssteiginum.
B36 yvirvágin helt
sær eisini í seinna hálv-
leiki, men fleiri mál
komu ikki í dystinum.
Ikki tí, møguleikarnir
trutu ikki, men skot-
royndirnar vóru í flestu
førum alt ov óneyvar.
Egin í mál
Sum nevnt, so var talan
á B36 liðnum um fleiri
ungar leikarar, og soleið-
is var eisini á KÍ liðnum.
Talan var tó ikki bert
um unglingar, tí í B36
málinum
stóð
Egin
Høgnesen. Einki er at
taka seg aftur í, at hetta
skapti tryggleika í aftasta
røð á B36 liðnum. Við-
haldsfólkini hjá B36
skulu tó helst ikki vænta
sær at síggja Egin á besta
liðnum aftur, men kortini
munnu tey fegast um, at
hann á henda hátt kann
vera við til at tryggja
framtíð felagsins.
B36 KÍ 2-0 (2-0)
1-0 Karl Leonsson (br.)
2-0 Johnny Joensen
Dómari: Hans F. Hansen
VB-B71 1-0 (0-0)
Sandoyingar vóru í sera
góðum skørum, tá teir seint
seinnapartin sunnudagin á
Drelnesi fóru umborð á
Smyril. Og tað var væl skil-
jandi. Útgangsstøðan á
Vágseiði hevði víst, at teir
einki høvdu havt ímóti at
hava stigið norður aftur við
í viðførinum, sum teir høv-
du suður við. Tá teir fóru
norður aftur, høvdu teir øll
stigini, og tað var væl
klárað.
Í góðveðrinum á Vágseiði
var VB leikliga omaná alla
tíðina. Í fyrra umfarinum
var yvirvágin ikki fullkom-
in, men vágbingarnir høvdu
fleiri gyltar møguleikar at
fáa málið, sum ivaleyst hev-
ði havt við sær, at talan hev-
ði verið um fleiri mál og
harvið tryggan sigur.
Popczynski sendi í stólp-
an, og Jón Pauli Olsen bíð-
aði ov leingi, og so fór
royndin við síðuna av.
Í 2. hálvleiki trýsti VB
sandoyingarnar í botn. Teir
høvdu fleiri stórar møgu-
leikar, men teir megnaðu
ikki at skora, og so hendi
tað, sum ikki er ókent í fót-
bólti: miðvallarin í vinstru,
Kári Nielsen, fór til bak-
linjuna og legði innfyri, har
nýggi havnarmaðurin á
sandoyarliðnum,
Høgni
Hansen, sum í fjør spældi
við ÍF, stútaði í kassan.
Ov lítið hugflog
Tá sandoyingar fingu mál
var seinna umfarið átta min-
uttir gamalt. Málið hevði
við sær, at VB trýsti upp-
aftur meiri fyri at vinna. Teir
raktu í stólpan, og teir mis-
nýttu fleiri ferðir, tá teir
royndu við langskotum, og
tá teir vóru einsamallir við
málverjanum.
Fyritreytirnar at skora
vóru serliga góðar, tá tað
restaði eitt korter. Popczyn-
ski gjørdist leysur, tá hann
hevði fingið tak á innleggi.
Bergleif Sólsker, sum hevði
verið í miðverjuni saman
við Jón Brekku og Bern-
hardi Petersen, togaði spæl-
andi venjaran niður, og
dómarin bríkslaði fyri brots-
sparki og vísti B71 mann-
inum reyða kortið.
Popczynski tók sær sjálv-
um av brotssparkinum, men
Nowisci tveitti seg rætta
vegin og bjargaði.
Síðsta korterið vóru allir
tíggju B71 menninir í og
kring
egnan
brotsteig.
Trýstið var øgiligt, men
uppløgdu
møguleikarnir
vóru ikki so ógvuliga nógvir
hesa løtuna. Vágbingar løg-
du bóltarnar út í síðurnar,
og í staðin fyri at koma til
baklinjuna og at leggja inn-
fyri, vóru teir ótolnir og løg-
du skrábóltar í brotsteigin,
og tað var barnamatur hjá
stórspælandi málverjanum.
Skotvenjing
– Eg eri ikki illa nøgdur við
spælið hjá okkum. Tað hekk
hampuliga væl saman. Vit
spældu okkum til nógvar
møguleikar, men vit vóru alt
ov ússaligir frammanfyri
málinum. Veðrið hevur ver-
ið so vánaligt, at vit í nógvar
vikur bara hava vant inn-
andura. Í síðstu viku vandu
vit uttandura, men avrikið
hjá okkum boðar frá, at ka-
nónirnar eru ikki nóg væl
stillaðar. Sjálvur haldi eg,
Valdemar stjól stigini
1. deild: Venjarin hjá VB hevur ilt við at fata, at tað skuldi bera til hjá hansa-
ra liði ikki at vinna á sandoyingunum, sum síðstu løtuna stóðu í egnum
brotsteigi
at Robert og eg eiga at skor-
a, sjálvt um vit ikki hava
havt so nógva skotvenjing.
Vit eru yrkisspælarar, og tí
eiga krøvini til okkara at
vera størri, enn tey eru til
amatørarnar.
Hetta sigur Krzystof Pop-
czynski, venjarin hjá VB.
Hann heldur, at landsmaður
hansara í B71 málinum,
Waldemar Nowisci, spældi
framúr væl, og veteranurin
hjá B71, Eli Hentze, er
samdur við VB venjaran:
– Eg haldi, at vit løgdu
allir meiri enn eitt hundrað
prosent í. Fyritreytirnar hjá
okkum batnaðu, sum tíðin
leið og teir ikki høvdu fing-
ið hol á. Valdemar Nowisci
kom til okkara í 1994, men
eg havi ongantíð sæð hann
verið so væl upplagdan,
sum hann var sunnudagin.
Tvær av bjargingunum vóru
í heimsflokki, og sjálvsagt
var Valdemar í eyka góðum
hýri, tá tað undir so stórum
trýsti eydnaðist honum at
halda landsmonnunum báð-
um í VB álopinum burtur
frá at skora.
Tveir nýggir
Bæði VB og B71 høvdu
nýggjar útlendingar á lið-
num. Hjá B71 var Alex
Nielsen fyri fyrstu ferð í á-
lopinum. Hann hevur spælt
seriufótbólt í Danmark. Tað
er venjarin hjá B71, Per
Langvad, sum hevur fingið
tætta og skjóta álopsmannin
til Føroya. Hann kom henda
vegin fríggjakvøldið, og
longu sunnudagin var hann
í B71 álopinum.
Hvussu danin hjá sand-
oyingum fer at roynast, fæst
at síggja, tá hann fer at venja
seg við undirlagið.
Tað sama kann sigast um
jugoslavan Predrag Zivko-
vic, sum var vongverji í
høgru hjá VB – bæði í
Sumba og ímóti B71.
Sunnudagin fór hann av
vøllinum, tí hann hevði ein
snudd í knænum. Bæði fyri
bóltførleikan og likams-
førleikan tekur tað sína tíð
at venja seg við graslíkis-
vallirnar.
JH
VB-B71 0-1 (0-0)
0-1 Høgni Hansen
VB:
Bjarni Johansen – Predrag
Zivkovic, Eyðun Jacobsen,
Janus
Kjærbo,
Eyðun
Kjærbo – Tórður Holm,
Mikael í Lágabø, Milan
Kulic, Jón Pauli Olsen –
Robert
Cieslewicz,
Krzystof Popczynski
B71:
Valdemar Nowisci – Rúni í
Soylu, Bergleif Sólsker, Jón
Brekku, Bernhard Petersen,
Jógvan Jón Petersen – Eli
Hentze, Julian Floresco,
Kári Nielsen – Høgni
Hansen, Alex Nielsen
NSÍ–HB 4–1 (3–1)
Hóast HB fekk fyrsta
málið, so var tað skjótt,
at tað leygardagin var
greitt í Runavík, at NSÍ
hevði meiri málsókna
fólkið.
Hjá HB vóru nógvir
ungir menn á liðnum.
Undantøkini vóru teir
báðir gomlu 1. deildar-
menninir, Gunnar Mohr,
sum nú er formaður í
HB, og so Kaj Leo Jo-
hannesen, sum er for-
maður í partafelagnum
Havnar Fótbóltur.
Í 1. hálvleiki vóru hesir
báðir í álopinum. Eftir
steðgin loysti Kaj Leo
Johannesen unga mál-
verjan Danny Rasmus-
sen av.
Í Runavík staðfestu
teir longu eftir tíggju
minuttir, at máltevinum
hjá Gunnari Mohr bilar
einki. Gamli málrevurin
kom ímillum, tá teir í
NSÍ verjuni spældu uppá
tvørs, og royndi maðurin
var tryggur, tá hann kom
einsamallur við Ólavi
Højgaard, sum annars
stóð seg væl í málinum.
Tað gingu bara tveir
minuttir, so hevði mið-
vallarin í vinstru, Bergur
Djurhuus, javnað. Aftur
hesa ferð var talan um
óskettið verjuspæl. Berg-
ur skoraði beinleiðis
uppá hornaspark. Bóltur-
in kom flatt móti mál-
inum og fór inn við
nærra stólpanum.
NSÍ meiri
málsøkið
Á hálva tímanum stóð-
u teir báðir tvíburðarnir
hjá NSÍ, Jan og Ken Nón-
klett, fyri leiðslumál-
inum. Miðvallarin Ken
Nónklett royndi við skoti
móti málinum, Danny
Rasmussen hálvbjargaði,
og álopsmaðurin Jan
Nónklett var fyrstur á
returinum.
Stutt undan steðginum
økti Bergur Djurhuus, tá
hann fór ígjøgnum í vin-
stru og royndi við skoti
úr rættuliga spískum.
Tað sást væl, at talan
var um fyrsta landskapp-
ingardystin. Spælið var
einki at reypa av, og ferð-
in hevur onkuntíð verið
hægri. Í 2. hálvleiki hev-
ði HB bóltin meiri enn
teir í NSÍ, men HB megn-
aði ikki at spæla seg til
stórvegis møguleikar. í
staðin var tað Fróði
Jóannesarson, sum í 2.
hálvleiki var skiftur inn í
álopið hjá NSÍ, sum
staðfesti sigurin.
Fimm minuttir vóru
eftir, tá hann fekk bóltin
mitt fyri málinum, dró eitt
vet til høgru og smekkaði
í handara síðunetið.
JH
2. deild: NSÍ–HB 4–1 (3–
1)
0-1 Gunnar Mohr
1-1 Bergur Djurhuus
2-1 Jan Nónklett
3-1 Bergur Djurhuus
4-1 Fróði Jóannesarson
2. deild: Næstbestu runavíkingar-
nir vunnu greiðan sigur á teimum
hjá HB, sum bæði hevði forman
og nevndarformann á liðnum
Ikki gekk long tíð, áðrenn Gunnar Mohr staðfesti,
at máltevið framvegis er í lagi
Waldemar Nowicki var uttan samanbergin besti maður á Eiðinum sunnudagin, tá hann
nærum einsamallur tryggjaði B71 øll stigini