Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr. 83 - 2. mai 2000 JÁKUP MØRK FS Vágar-NSÍ 3-3 (1-1) Talan var um eina søguliga løtu, tá bestu mansliðini hjá FS Vágum og NSÍ fóru á vøllin sunnudagin. Hetta var nevnliga fyrstu ferð, at fyrstudeildardystur í fót- bólti skuldi leikast í Sør- vági. SÍ hevur fyrr verið í bestu deildini, men tá æt deildin meistaradeildin. Harumframt var veðrið eisini av tí allarfagrasta, og henda blandingin hevði gjørt sítt til at rættuliga fitt av fólki hevði leitað sær til Sørvágs at fylgja saman- setta liðnum, sum nú aftur hevur vunnið seg upp í bestu deildina. Onkur vildi kanska vera við, at tað boðaði ikki frá góðum, at runavíkingar vóru fyrstu gestirnir. NSÍ hevur nevnliga havt eitt løgið ár higartil, har teir hava tapt alt heima í steypa- kappingini. Á útivølli hevur hinvegin ligið betri fyri. Tríggir dystir í steypakapp- ingin góvu níggju stig, og í landskappingini eydnaðist tað at basa klaksvíkingum í Klaksvík, so eftir hesum hagtølum at døma, var talan um ein sera torføran heima- dyst. Ivasamt brotsspark Vágamenn vóru tó teir, sum løgdu bragdligari fyri, og dysturin var ikki gamal, tá Birgir Joensen fekk fyrsta møguleikan at leggja vert- irnar framum, men púra leysur við málverjanum eydnaðist tað honum ikki at fáa mál. Eftir hetta fingu bæði lið- ini tó nøkunlunda skil upp á verjuspælið, soleiðis at hvørki av liðunum hevði nakrar serligar málmøgu- leikar. Tað eydnaðist tó vágamonnum at leggja seg á odda, tá Darius fekk longt eitt innkast til John, sum við høvdinum beindi bóltin í málið. Eftir hetta var kanska líkt til, at vágamenn høvdu tam- arhald á tí mesta. Onkrar skotroyndir vóru frá báðum pørtum, men teir opnu møguleikararnar var als ikki talan um. Leikarar og áskoðarar høvdu kanska sligið seg tols við, at 1-0 eisini skuldi vera hálvleiksstøðan, men tá tveir minuttir vóru eftir av hálvleikinum, bríkslaði dómarin brádliga fyri brots- sparki. Vágamenn vóru í øðini um dómin, og sum skilst, so ásannaðu runa- víkingarnir eisini, at talan í øllum førum var um eitt sera tunnan dóm. Sjúrður Jacobsen takkaði tó fyri møguleikan, og setti bóltin í netið, soleiðis at javnstøða aftur var á máltalvuni. Jónstein skeyt perlumál Seinni hálvleikur var einans fimm minuttir gamal, tá Jónstein Petersen skeyt vakrasta málið í dystinum. Hetta hendi eftir at Gert dróg fram við verjuleikara í høgru og sendi innfyri. Jónstein møtti bóltinum við fullari ferð, og langaði bólt- in í netið uttan nakran møguleika hjá Remi at ver- ja fyri. Heimaliðið royndi so aft- ur at trýsta á NSÍ málið, men spælið var alt ov ó- skipað og óstøðugt til at nakrir stórir møguleikar spurdust burturúr. Tað eydnaðist teimum tó at javnað, og aftur hesa ferð var talan um deyðbólts- støðu. Fríspark varð sent innfyri úr høgru, og við nærmasta stólpa eydnaðist Tór Ingar Akselsen at seta høvdið á bóltin. Støðan helst sær so at sig- a allan dystin, men tá einans tveir minuttir vóru eftir at leika, legði NSÍ seg enn einaferð á odda. Talan var ikki um nakrar vandamikla støðu, tá Sonni Petersen fekk bóltin í høgra borðið. Verjuleikararnir fingu eisini bóltin av honum, men tað eydnaðist kortini Sonna at vinna hann aftur, og eftir at hava krúllað seg ímillum fýra verjuleikarar, trillaði hann bóltin útfrá so Eddie Mikkelsen kundi senda bóltin í netið. Sum vera man tóktist vágamenninir nakað nipnir eftir hetta, men enn eina- ferð fingu teir togað seg á javnt, og enn einaferð eftir deyðbóltsstøðu. Hesu ferð varð tað Darius, sum við høvdinum stýrdi frísparks- innleggið í málið, og løtu seinni var dysturin lokin. Mugu venja deyðbóltar Sostatt eydnaðist vága- monnum at fáa sær fyrsta Dýrir deyðbóltar 1. deild: Í fyrsta fyrstudeildardystinum, sum er leiktur í Sørvági, fingu áskoð- ararnir seks mál á matarlepanum, men sjálvt spælið var kortini ikki nakað at reypa um stigið á árinum til høldar. Hesum hava teir eftir øllum at døma eisini tørv á, tí komandi dystirnir eru alt annað enn lættir, tá teir skulu spæla móti havnarlið- unum báðum, sum í løtuni eru nummar eitt og tvey á stigatalvuni. Runavíkingar megnaðu enn einaferð at vinna sær stig á útivølli, men tað má vera tankavekjandi, at øll trý málini vórðu sett inn við høvdinum, og at øll trý komu eftir deyðbóltsstøður. FS Vágar-NSÍ 3-3 (1-1) 1-0 John Johansen 25. 1-1 Sjúrður Jacobsen 43. (Br.) 1-2 Jónstein Petersen 50. 2-2 Tór Ingar Akselsen 67. 2-3 Eddie Mikkelsen 88. 3-3 Darius Magdisauskas Dómari: Petur Reinert FS Vágar: Remigius Mikoliunis - E- mil Hentze, Zilvanuis Zu- dis, Darius Magdisauskas, Jack Johansen - Sonni Jo- hansen, Hannus Olsen, Al- bert Ari Thomassen, Tór Ingar Akselsen - John Jo- hansen, Birgir Joensen NSÍ: Rúni Joensen - Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Lang- gaard, Kári Hansen, Sjúrður Jacobsen - Dánjal Hansen, Ian Højgaard, Djó- ni N. Joensen - Gert Lang- gaard, Christian Høgni Ja- cobsen, Jónstein Petersen Stigini fóru norðaneftir 2. deild: Hóast tað var Royn, sum hevði bóltin meira, so fingu EB/ Streymur flestu málini, og so fóru stigini av oynni JÁKUP MØRK Royn-EB/Streymur 1-2 (1-1) Mangan hava hvalbingar verið at sæð frammalaga í næstbestu deildini, og onkuntíð hevur tað eisini verið um reppið, at teir hava vunnið sær sess í bestu deildini. Tað eru tó nøkur ár síð- ani, at so var, og seinnu árini hevur liðið verið na- kað niðarligari í deildini. Mett út frá fyrsta dyst- inum, sum varð leiktur sunnudagin, verður tað heldur ikki í ár, at hval- bingar skulu reisa seg aftur. Royn favorittar EB/Streymur var beinan- vegin, sum samanlegg- ingin var veruleiki, at finna í bestu deildini. Steðgurin tá gjørdist tó nakað stuttur, og síðani hevur liðið verið at funn- ið í næstbestu deildini. Onkuntíð hevur eisini verið um reppið, at fe- lagsliðið noyddist niður í aðru deild, og serliga hevur tað tá verið byr- janin av kappingarári- num, at teir hava havt tað tungt. Tí var kanska vænt- andi, at Royn skuldi verða drúgvara liðið hesu ferð, men tá 90 minuttir vóru leiktir, vóru tað tó sundalagsmenn, sum lógu omaná. Spæl men ikki mál Ikki tí, tað vóru kanska hvalbingar, sum høvdu bóltin meira, men tá kom til málmøguleikar, gekk tað rímuliga javnt á. Útiliðið legði seg á odda á hálva tímanum. Andrias fekk ein bólt inni í brotsteiginum, og hann langaði bóltin í netið. Stutta løtu seinni javn- aði heimaliðið, tá Gisli Sveinbjørnsson varð spældur leysur. Støðan helt sær so na- kað inn í seinna hálvleik. Tá fekk Eyðfinn Joensen ein bólt stungnan fram í- millum, og einsamallur við málverjanum setti hann bóltin í netið. Hvalbingar royndu at trýsta eftir hetta, og tað eydnaðist teimum eisini at fáa mál. Málið, sum Gisli skeyt, varð tó koll- dømt fyri rangstøðu, og so gekk tað sum tað gekk. Serliga hjá útiliðnum var talan um nógv ungt fólk, so kanska boðar hetta frá eini framtíð, har felagsliðið aftur verður at síggja í fremstu røð. Áð- renn hetta mugu teir tó vinna sær nakrar royndir, og tað er ikki víst, at allar fara at ganga eins væl og tann í Hvalba. Royn-EB/Streymur 1-2 (1-1) 0-1 Andrias Dahl 1-1 Gisli Sveinbjørnsson 1-2 Eyðfinn Joensen Dómari: Eiler Rasmussen EB/Streymur fekk góða byrjan á grasinum í Hvalba Mynd: Áki Bertholdsen Tríggjar ferðir høvdu runavíkingar bóltin í málinum, men taptu deyðbóltsstøðurnar viðførdu, at tað bert kom eitt stig burturúr. Vágamenn vóru tó heldir ikki nøgdir við úrtøkun, so javnleikur hevur helst verið á einari leið Fjórða árið á rað og fyri fjórðu ferð í alt fór B36 av Svangaskarði við øllum trimum stigunum. Og hóast gestirnir ikki høvdu bóltin stórt meiri enn vertirnir, so var sigurin sannførandi. B68 megnaði ikki at seta B36 verjuna undir trýst. Teir báðir álopsmenninir vóru hildnir í stuttum tjóðri av Mikkjali Thomassen og Herberti í Lon Jacobsen. Hóast vongspælararnir hjá B36 vóru so framrættaðir menn sum Bjarni Prior og Magni á Lakjuni, so var tað í 1. hálvleiki so eiðasørt, at B68 megnaði at bróta ígjøg- num í borðunum. Tað royn- dist eitt sindur betur í 2. hálvleiki, tá Øssur Jacobsen (kom í 1. hálvleiki inn fyri skadda Eyðstein Skipanes) fleiri ferðir streyk til bak- linjuna í vinstru og sendi krossbóltar í brotsteigin, men tað spurdist einki burt- urúr, m.a. tí Egil Zachari- asen dugdi sum aftasti mað- ur væl at lesa spælið. Jan Guttesen arbeiddi sum ein hestur mitt á B36 miðvøllinum, og Ronnie Samuelsen tykist rættuliga at hava fingið høvdið fyri seg á framrættaða miðvall- arplássinum. Jens Kristian og høgra beinið At tað var dyggur smeitur hjá B68, at treiski veteran- urin, Jan Petersen, ikki var við, var sjón fyri søgn. Høg- ra verjuborð var sum ein opnahjallur. At miðvøllurin í høgra borði var ússaligur í verjupartinum gjørdi fyri- treytirnar hjá B36 uppaftur betri, og hvítklæddu menn- inir tóku av. Tá teir komu á odda eftir fýra minuttir, stóð Jens Kristian Hansen púra leysur við handara stólpa, eftir at ein B68 verjuspælari hevði snittað frísparksinnlegg úr høgru frá Bjarna Prior víðari. Og tá liðformaðurin á landsliðnum eisini økti til 2–0, var tað eftir uppspæl í vinstru. Eitt sindur fram- manfyri miðstrikuna fang- aði B36 vánaligt útspark frá B68 málverjanum, spælt varð í vinstra borð, har Ronnie Samuelsen og Mag- ni á Lakjuni vóru fadrar. Hesin seinni nevndi legði innfyri til John Petersen, sum ætlaði at snara um seg sjálvan og royna móti mál- inum. Hetta eydnaðist ikki, og so legði John út frá til Jens Kristian Hansen, sum úr 21 metrum og við høgra beini sendi flatt dygst úti við stólpan. Jákup á Borg brendi Fram til seinna málið, sum kom í 36. minutti, hevði B36 givið eitt sindur av vøllinum frá sær. Aftaru menninir hjá B68 fingu loyvi at spæla ímillum sín, men tað eydnaðist ongantíð at gerast vandamiklir fram- mi á vøllinum. Marcello Marcellino legði eina ferð innfyri til Súna Fríða Jo- hannesen, sum við veikum stútara rakti tvørtræið, men Tróndur Vatnhamar varð ongantíð noyddur rættuliga at vísa, hvør dugur er í hon- um sum málverji í 1. deild. At B36 fekk tvey mál í 1. hálvleiki var í minna lagið. Tað kann serliga Jákup á Borg, sum fyri tað mesta helt seg í høgru, skriva und- ir uppá. Tríggjar ferðir mis- nýtti hann stórar møguleik- ar. At hann í 16. og 32. min- utti megnaði at fáa bóltin uppum var næstan ófatuligt. John enn eina ferð Síðani John Petersen í 1997 fór at spæla við B36, hevði hann í seks landskapping- ardystum móti B68 skorað níggju mál, ella í miðal 1,5 mál. Aftur sunnudagin var hann dýrur fyri toftamenn. Í útgangsstøðuni var John Petersen álopsmaður, men hann tók dúgliga lut í upp- byggjandi spælinum. Níggju minuttir eftir steðgin slerdi John Petersen B36 sigurin rimmar fastan. Magni á Lakjuni, sum tað átti at verið pláss fyri longri frammi á vøllinum, legði innfyri úr vinstru, og John Petersen smekkaði bóltin í handara stólpan, áðrenn hann fór í kassan. Ei undur í, at lagið var gott á sólsíðuni, har høvuðs- stuðulin hjá B68, Føroya Tele, forvann sær nøkur oyru. Samrøðurnar um far- telefonirnar og suður í høv- uðsstaðin vóru nógvar. Ikki sannførandi Á Toftum vilja teir fegnir standa seg betri, enn teir hava gjørt síðstu sjey árini. Í ár tykjast teir hava fólk og venjara til tað, men avrikið sunnudagin boðaði ikki frá góðum. Øssur Hansen var við í nógvum á miðvøllinum, men hann hevði ikki nógv- an stuðul – heldur ikki frá landsliðsfelaganum, Fróða Benjaminsen, sum annars hevur havt eitt gott kapp- ingarár higartil í ár. Brasiliumenninir stóðu saman við nógvum av hin- um veikir í myndini. Jákup Eli Olsen stríddi seg tólv minuttir fyri leiklok til fyr- stu veruligu skotroyndina. Úr 20 metrum sendi hann nett í sama stað, sum bólt- urin fór, tá B36 økti til 2–0. Eftir at B68 hevði minkað um munin, fluttu teir fólkið longri fram á vøllin. Hetta bar nógvar møguleikar við B36 skeyt fýrverk á Svangaskarði 1. deild: Hóast toftamenn høvdu bóltin eins nógv sum mótstøðumenninir, so vóru teir púra vandaleysir í álopspartinum, meðan verjuparturin var óvanliga tunnur sær í báðum endum. B36 menninir vóru ofta tríggir móti einum verjuspælara, men teir megnaðu ikki at fáa mál. Jann Ingi Petersen er ein av ungu toftamonnunum. Hann kom á vøllin í 2. hálv- leiki, og avrikini hjá liðfe- løgunum sunnudagin kundu bent á, at ungi og evnaríki maðurin fer at fáa meiri spælitíð í komandi dyst- unum. JH B68–B36 1–3 (0–2) 0–1: Jens Kristian Hansen 5. 0–2: Jens Kristian Hansen 36. 0–3: John Petersen 54. 1–3: Jákup Eli Olsen 78. B68: Magnus E. Poulsen – Mannbjørn Nesá, Jan Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen – Marlon Jorge, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes – Marcello Marcellino, Sú- ni Fríði Johannesen B36: Tróndur Vatnhamar – Mikkjal Thomassen, Egil Zachariasen, Herbert í Lon Jacobsen – Bjarni Prior, Jan Guttesen, Ronnie Samuel- sen, Jens Kristian Hansen, Magni á Lakjuni – Jákup á Borg, John Petersen ÍF–LÍF 2–1 (1–0) Munurin í málum var ikki so stórur, og hóast leir- víkingar síðstu løtuna av øllum alvi royndu at kom- a afturíaftur, tá teir høvdu minkað um munin til 2– 1, so var tað heimaliðið í Fuglafirði, sum hevði øll stigini, tá Tummas Pauli Olsen bríkslaði fyri síðstu ferð. Hetta var ikki óvæntað, tí fuglfirðingar hava mót- statt LÍF havt fyrimunin av at spæla í bólkaspæl- inum í steypakappingini og harvið hava teir fingið nógvar góðar venjingar- dystir. Leirvíkingar sakna fleiri av spælarunum, ið vóru á liðnum, sum í fjør telvaðist um eitt pláss í bestu deildini. Útgangs- støðan hjá Hans Mouritsi Foldbo boðaði frá, at leir- víkingar høvdu verið nøgdir við javnleik. Teir høvdu nógv fólk aftarlaga á vøllinum, og so royndu teir við longum bóltum til liðformannin, Kristian í Vági, og skjóta Petur Sjúrðarberg. Hjá ÍF tóktust nervar at vera uppií fyrstu løtuna, men um miðjan 1. hálv- leik fingu teir meiri tak á spælinum, og seks min- uttir fyri hálvleik var væl upplagdi Rúni Petersen, sum var í álopinum sam- an við Bárði á Lakjuni, fyrtu ferð uppá spæl. Bólturin kom fyrst innfyri Fuglfirðingar bastu grannunum Her sleppur Marlon framat, men meginpartin av tíðini var tað Magni, sum var omaná Mynd: J. Jacobsen úr vinstru, so varð hann sendur í høgra borð, har Roy Róin, sum stóð sterk- ur í myndini, legði flatt innfyri. Rúni Petersen var fyrstur á við nærra stólp- an. LÍF legði eisini í 2. hálvleiki varðliga fyri. Tólv minuttir vóru farnir, tá Rúni Petersen økti. Innleggið kom úr høgru, og álopsmaðurin var staddur í málteiginum, tá hann fekk loyvi at temja bóltin og smekka hann framvið Trygva Olsen í málinum. Eftir at ÍF, sum misnýtti tríggjar stórar møguleik- ar, hevði økt um leiðslu- na, flutti LÍF fólkið longri fram á vøllin. Hetta ó- rógvaði týðuliga ÍF, sum misti rútmuna. LÍF mink- aði um munin í 66. min- utti. Steingrím Skoralíð, sum var vongspælari í høgru, legði fríspark innfyri. Teir drálaðu í ÍF verjuni, og so var Kristian í Vági fyrstur á og stútaði í kassan. LÍF trýsti síðstu løtuna, men leirvíkingar megn- aðu ikki at javna. JH ÍF–LÍF 2–1 (1–0) 1–0: Rúni Petersen 39. 2–0: Rúni Petersen 57. 2–1: Kristian í Vági 66 . Dómari: Tummas Pauli Olsen 2. deild: Fyrsta stigið hjá ÍF á leiðini móti fyrstudeild varð tikið, tá teir leygardagin vunnu granna- uppgerðina móti LÍF Nú hava fuglfirðingar aftur orsøk til at fegnast