týsdagur 2. mai 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 83 - 2. mai 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 83 - 2. mai 2000
Monnunum gekst ikki eins væl, og manningin á Eystur-
oyingi mátti taka til takkar við 16. plássinum
Myd: Dagfinn Olsen
DAGFINN
OLSEN
AV
SCILLY OYGGJUNUM
Um vikuskiftið hava føroy-
skar bátsmanningar luttikið
í heimsmeistaraskapinum í
kappróðri í gig á Scilly-
oyggjunum. Hetta er 3.
ferðin, at føroyingar eru við
og gjørdust úrslitini góð.
Tað eru vinnarar í 10
mannaførunum, ið umboða
Føroyar. Í ár hava menninir
á Eysturoyingi luttikið og
kvinnurnar á Jarnbardi. Tað
er fyrstað árið, at føroyskar
kvinnur luttaka.
Føroysku
kvinnurnar
megnaðu at vinna seg inn á
eitt samanlagt 5. pláss og
kunnu sostatt rópa seg tær
5. bestu í heiminum.
Hjá monnum varð talan
um eitt samanlagt 16. pláss
og tað er eingin loyna, at
heilt nøgdir eru menninir
ikki við hetta.
Mergjaðar kvinnur
Serliga vóru tað kvinnurnar
á Jarnbardi, ið hava staðið
fyri teim góðu úrslitunum.
Kappingin byrjar við, at all-
ir bátarnir rógva. Í ár luttóku
68 bátar, ella fyri at nýta
enska orðið, so er talan um
eina gig, sum róð verður í.
Í hesum fyrsta umfarinum
gekk væl hjá kvinnunum og
tær løgdu seg aftanfyri
heimsmeistararnar frá í fjør
úr Hollandi. Lagnan vildi
tó, at tá tær nærkaðust landi,
stýrdu hesar báðar giggirnar
innanskers. Tað vísti seg
seinni, at hetta var ikki eftir
reglunum og tískil endaðu
kvinnurnar eftir koldøming
í bólki B, hóast tær komu á
mál sum nummar tvey.
Í næsta umfarinum komu
tær á mál sum nummar 3
og komu sær upp í A-bólk-
in. Í 3. umfarinum komu tær
á mál sum nummar 5 og í
finaluni gjørdust tær eisini
nummar 5.
Samanlagt endaðu føroy-
sku kvinnurnar á einum 5.
plássi og má hetta sigast at
vera óført. Tað er einki at
taka seg aftur í, at tað vóru
føroysku kvinnurnar, ið fólk
høvdu á munni á Scilly-
oyggjunum um vikuskiftið,
eftir at tær í fagrasta veðri
umboðaðu Føroyar í heims-
meistarakapingini í kapp-
róðuri í gig fyri fyrstu ferð
og stóðu fyri frálíkum úr-
sliti.
Ikki nøgdir
Manningin á Eysturoyingi
mannaði føroysku giggina,
Sowenna, í mannfólkaróð-
rinum. Tað gjørdu teir eisini
í fjør, og fingu eitt saman-
lagt 8. pláss.
Í ár gekk ikki eins væl og
tað varð eitt samanlagt 16.
pláss til føroysku rógvarar-
nar.
Í fyrsta umfarinum við
øllum 68 luttakarunum
gjørdust føroysku menninir
nummar 16 og endaðu í B-
bólkinum.
Í næsta umfarinum koma
teir á mál sum nummar 3
og komu sostatt upp í A-
bólkin.
Men í 3. umfarinum kom-
u teir á mál sum nummar
11 og máttu niðuraftur í B-
bólkin, tí bert 10 teir fyrstu
halda seg í bólkinum.
Ludvík Justinusen, báts-
formaður, dylir ikki, at
manningin er ikki nøgd við
úrslitið. Hann leggur tó dent
á, at teir í 3. umfarinum róð-
u taktiskt. Teir hildu seg
liggja sum nummar 9. Teir
góðtóku heldur ikki dómin
og nakað av stákan stóst av
hesum, men eftir at hava
sæð filmin, vendist ikki aft-
ur og talan var um eitt 11.
pláss.
Í finaluni í B-bólkinum
kom føroyska manningin á
mál sum nummar 4 og sa-
manlagt gjørdist tað til eitt
16. pláss til manningina á
Eysturoyingi í heimsmeist-
arakappingini í kappróðuri
í gig á Scillyoygjunum.
Føroyingar í gig
Føroyingar luttóku á fyrsta
sinni í hesum slag av kapp-
róðuri fyri trimum árum síð-
ani. Tá mannaðu vestmenn-
ingar bátin. Í fjør vóru tað
eins og í ár Eysturoyingar
og so eru kvinnurnar eisini
komnar við í ár.
Tað var Richard Hardman
frá Amerada Hess, ið fekk
hugskotið at fáa føroyingar
við. Hann er síðani á ungum
árum komin nógv út á
Scillyoyggjarnar, og tá hann
so sá kapróður á ólavsøku,
fekk hann hugskotið og fór
til verka. Føroyingar fingu
síðani Brendan at venja í. Í
dag er tað The Faroese Part-
nership, ið er høvuðsstuðul
hjá føroysku rógvarunum.
Í byrjanini var ikki lætt
hjá føroyingum, tí talan er
um annan róður og annan
bát, enn føroyingar eru van-
ir við. Fyrsta umfarið er ein
teinur uppá 3200 metrar og
hini eru 2200 metrar.
Báturin er ein sonevnd
gig og ein situr ikki í somu
síðu, sum árin er. Heldur
ikki togar ein árina inn at
búkinum, men hon skal
líkasum framvið rógvara-
num. Eisini takið í árini er
øðrvísi.
Scillyoyggjarnar liggja
við suðurendan á Onglandi
- Landsend - og talan er um
ítróttargrein, ið er komin í,
tí menn av Scillyoyggju-
num fyrr plagdu at kappast
um at verða fyrstir út til tey
stóru skipini, sum komu
hesa leið. Menn av Scilly-
oyggjunum kundu vinna fitt
av peningi við at verða losar
hjá skipunum.
Hetta var helst eisini
neyðugt, tí talan er um
nógvar oyggjar og sker, so
ikki er lætt at finna veg, er
Føroysku kvinnurnar tóku øll á bóli
Kappróður:Um vikuskiftið hava føroyingar luttikið í heimsmeistaraskapnum í kappróðuri í gig á Scillyoyggjunum.
Serstakliga úrslitið hjá kvinnunum tók øll á bóli, tá tær kláraðu seg frálíka væl í innleiðandi umførunum og saman-
lagt gjørdust nummar fimm í heiminum
ein ikki staðkendur. Søgan
sigur frá nógvum bjarging-
um og nógv eru vrakini runt
um oyggjarnar.
Fólkið á vøkru oyggju-
num livir einamest av ferð-
avinnu og talan er um reint
og partvís órørt umhvørvi.
Umleið 1700 fólk búgva á
oyggjunum.
Men um vikuskiftið vóru
tað føroysku kvinnurnar,
sum fólk hevði á munni, eft-
ir at tær eftir sína fyrstu lut-
tøku, kunnu vera ernar av
at eiga heiðurin sum tær 5
bestu í heiminum innan
kappróður í gig.
Kvinnurnar á Jarnbardi tóku øll á bóli, tá tær megnaðu at vinna sær eitt fimtapláss í heimsmeistarakappingini fyri gig. Hetta er fyrsta ferðin, at
føroysk kvinnumanning hevur roynt hetta slag av róðri
Mynd: Dagfinn Olsen
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1
Brøndby 27
13
- 7
- 7
50
30
20
46
2
Herfølge 27
13
- 5
- 9
39
41
-2
44
3
Viborg
27
12
- 6
- 9
41
40
1
42
4
AaB
26
10
- 11
- 5
46
28
18
41
5
Silkeborg26
11
- 7
- 8
42
28
14
40
6
Lyngby
27
12
- 4
- 11
41
41
0
40
7
AB
27
10
- 8
- 9
37
32
5
38
8
FCK
27
11
- 4
- 12
38
31
7
37
9
OB
27
8
- 9
- 10
28
35
-7
33
10 AGF
27
8
- 7
- 12
30
41
-11
31
11 Vejle
27
6
- 10
- 11
34
53
-19
28
12 Esbjerg
27
6
- 4
- 17
29
55
-26
22
Støðan, danska superligan
Úrslit, danska superligan
30.04
AB-FC København
0-2
30.04
AGF-Esbjerg
4-3
30.04
Vejle-Lyngby
4-0
30.04
Viborg-OB
2-4
30.04
Brøndby-Herfølge
5-0
01-05
AaB-Silkeborg
(Leiktur eftir evstamark)
Komandi dystir
03.05
FC København-AGF
07.05
Esbjerg-Brøndby
07.05
Herfølge-Lyngby
07.05
Silkeborg-Viborg
07.05
OB-AGF
07.05
AB-Vejle
Herfølge varð hølvað av, tá
teir seinnapartin sunnudag-
in í tí, sum í Føroyum hevði
verið mett at vera heilt gott
summarveður, taptu 5–0 í
Brøndby. „Legestue“, róptu
væl hýrdu og nógvu Brønd-
by áskoðararnir fram móti
dystarenda.
Sjálvsagt var hetta eyð-
mýkjandi fyri Jákup Mikk-
elsen at fáa oman yvir seg.
Men føroyska málverjin,
sum
leygardagin
stóð
royndina, tá teir kekkaðu
skaðan í ælboganum, nýtt-
ist ikki sjálvur at taka á-
byrgdina fyri tapið á seg.
Sambært viðmerkjara-
num í TV3, Svend Gehrs,
sum man vera royndasti
fótbóltstíðindamaðurin í
Danmark, so var Jákup
Mikkelsen besta maður á
liðnum hjá Herfølge.
Sjálvsagt er tað hugaligt
at hoyra hjá Jákupi Mikk-
elsen, men tað nyttar ikki
nógv, tá tað alíkavæl fara
fimm mál ígjøgnum. Øll
vórðu tey skotin úr stuttari
fjarstøðu, eftir at teir væl
uppløgdu gulu og bláu –
Herfølge var hesa ferð í
hvítum og svørtum – høvdu
spælt seg framvið allari ver-
juni.
Fund í vikuni
Herfølge hevur sammett
við Brøndby mist átta stig í
teimum tíggju umførunum,
sum eru spæld, síðani teir á
grækarismessu fóru undir
aftur kappingina, og í løtuni
er tað einki, sum bendir á,
at Herfølge skal vinna
meistaraskapin:
– Í vikuni fara vit at hava
fund um støðuna. Munurin
millum í heyst og nú í vár
hevur verið, at í heyst skor-
aðu vit upp á teir flestu av
møguleikunum, sum vit
høvdu. Í vár hava vit bara
skorað í trimum av tíggju
dystum, og tað er sjálvsagt
ikki nóg gott. John Faxe
Jensen gav okkum ein or-
duligan uppsang í hálv-
leikssteðginum, men tá vit
mistu ein mann var einki at
gera, og teir skoraðu trý mál
í 2. hálvleiki, sigur Jákup
Mikkelsen.
Herfølge er purrað út og
noyðist at fara úr baróna-
seingini, har teir hava verið
í eitt hálvt ár, er tað, sum
donsku fjølmiðlarnir siga.
Teir rokna ikki við, at Her-
følge verður meistari. Held-
ur rokna teir við, at størsta
avbjóðingin til Brøndby fer
at koma frá AaB. Meist-
ararnir frá í fjør hava havt
gott tak á tí síðstu vikurnar.
Í gjárkvøldið spældu teir
móti Silkeborg, og um teir
vunnu tann dystin, so vóru
teir javnir við Herfølge í
stigum og tvey stig aftan-
fyri oddaliðið.
– Vit vónaðu at enda í-
millum fýra tey fremstu lið-
ini. Hesum arbeiða vit
framvegis fyri, og eydnast
tað, so sleppa vit at spæla í
Europa komandi kapping-
arár. Men tað verður stre-
við, sigur Jákup Mikkelsen.
Todi aftur í álopinum
FCK var og vitjaði grann-
arnar á Gladsaxe stadion.
8.683 áskoðarar nýttu góða
veðrið, tá tey sóu Toda
Jónsson og liðfelagarnir
vinna 2–0.
Í vikuni uppundir dystin
fekk Ole Mørch, fyrrver-
andi venjarin hjá Herfølge,
sekkin í AB, tí teir vóru ikki
nøgdir við úrslitini. Ole
Mørch kom til AB, tá
Christian Andersen fór úr
AB og til FCK. Tað er meiri
enn eitt ár síðani Christian
Andersen fekk sekkin í
FCK, so tað gongur lívliga
fyri seg.
Kim Brink hevði hesa
ferð sett Toda Jónsson í
fremsta álopsplássið. Tað er
merkisvert, tí frammanund-
an skaðnum, sum hevði við
sær, at Todi fyrr í ár ikki
fekk vant, varð hann mettur
sum ein hin besti miðvall-
arin í vinstru síðu í super-
liguni.
Todi, sum spældi 70 min-
uttir og varð tikin út stutt
eftir at FCK hevði skorað
til 2–0, skoraði ikki, men
hann hevði fleiri góðar frí-
spælingar av liðfeløgunum.
Tíðliga sneiddi hann fram-
við tveimum, áðrenn hann
gleið framvið málverjanum
og eitt sindur út í vinstru.
Hann kundi havt roynt við
høgra beini móti málinum.
Todi valdi heldur at spæla
út frá til ein meiri leysan
liðfelaga, men tá kom ein
móstøðumaður ímillum.
David Nielsen hevur inn-
til í vár verið fremsti maður
hjá FCK. At hann nú hevur
mist plássið hevur havt við
sær, at álopsmaðurin, sum
Kim Brink í síni tíð í OB
uppdagaði í Norðurjyllandi,
nú vil sleppa burtur úr fe-
lagnum.
Botnurin lyftir seg
FCK droymir framvegis
um europeiskan fótbólt eftir
summarsteðgin, og tað eru
framvegis møguleikar fyri
tí. Men í fyrstu atløgu hugsa
teir um at sleppa undan
hóttanini av niðurflyting.
Esbjerg,
sum
tapti
Jákup og teir skulu
hava kreppufund
Sigurin hjá FCK var kærkomin, tí flestu av liðunum í botninum hava síðstu
vikurnar havt viðrák
undirhaldandi og málríkan
dyst í Århus, tykist vera
fokið, meðan stríðið um hitt
niðurflytingarplássið fram-
vegis er stórt. Tað eru seks
umfør eftir at spæla, og
FCK er á áttanda plássinum
níggju stig frammanfyri
Vejle, sum er næstniðast,
men sum sunnudagin styrk-
ti sína støðu við at smyrja
Lyngby av.
Hjá FCK eru tað fimm
stig fram til fjórða plássið,
sum ber atgongumerki til
UEFA Cup við sær. Kom-
andi sunnudag skal FCK
spæla á heimavølli móti
meistaraliðnum úr Aalborg.
Herfølge skal spæla á
heimavølli móti Lyngby.
JH
Sunnudagin varð fyrsta
umfarið í næstbestu nor-
sku deildini á skránni. Út
frá einum føroyskum sjó-
narmiði er áhugin fyri
hesi deildini sjálvsagt
tengdur at, at tríggir før-
oyskir landsliðsspælarar
eru partur av liðnum hjá
Sogndal.
Føroyska liðið legði
fyri á heimavølli móti L/
F Hønefoss. Úrslitið var
1–1, eftir at Sogndal hev-
ði verið á odda 1–0 í 1.
hálvleiki.
Í síðstu viku luttóku
Julian Johnsson og Kurt
Mørkøre ikki í venjingini
fyrrenn hóskvøldið, men
alíkavæl vóru báðir á lið-
num sunnudagin.
Vit søgdu í síðstu viku,
at í fimtan venjingardyst-
um hevði Kurt Mørkøre
skorað tíggju mál. Tað er
einki at undrast á, at teir
í Sogndal hava stórt álit
á føroyska landsliðs-
manninum sum mál-
skjútta.
Men í fyrstu royndini
at leggja lunnar undir
uppflytingina, sum teir í
Sogndal so ógvuliga
fegnir vilja hava til høld-
ar í ár, eydnaðist tað ikki
hjá Kurt Mørkøre at
skora. Heilt sørur var
hann kortini ikki, tí hann
var við í uppspælinum til
málið.
Longu í annað kvøld
skal Sogndal aftur í eldin.
Tá er annað umfarið í
næstbestu norsku deildini
á skránni. Sogndal skal
spæla á útivølli móti Lyn.
Hetta liðið taldist í fjør
ímillum kappingarneyt-
arnar hjá Sogndal í stríð-
num um at vinna eitt
pláss í bestu deildini.
Hans Fróði Hansen er
triðji føroyski landsliðs-
maðurin í Sogndal. Vit
hava áður sagt, at hann
var so óheppin fyri einum
mánaði síðani at bróta
óstbeinið fyri aðru ferð í
ár og fyri triðju ferð í alt.
Hans Fróði hevur verið í
Føroyum, har teir hava
sett brotið samanaftur.
Men hann er ikki farin
undir aftur venjingina í
Sogndal, so tað er lítið
sannlíkt, at hann verður
nakað serligt við hesu
megin summarsteðgin.
JH
Sogndal
ikki nøgdir
Føroyska liðið í norskum fótbólti
megnaði bara javnleik á heima-
vølli í fyrsta umfarinum
Fyrstu ferð í langa tíð var Todi Jónsson at síggja í FCK-álopinum, eftir at hann fleiri dystir hevur leikt á miðjuni. Á
myndini sæst álopsfelagið hansara, Zuma
Mynd: Álvur Haraldsen