Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. februar 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

aað RRS EA Nr. 36 — 21. februar 1992 Ikki heilt nøgdir men teir eru fegnir um at hava verið við. Frá vinstru: Jóannes Maouritsen, Per Kallsberg, Dånjal Pauli Mohr og Helgi Joensen. Mynd: Randi Fóroyingarir stóðu seg rímiliga væl í stóru bridge-kappingini í Reykjavík seinasta vikuskifti Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen, Helgi Joensen og Dånjal Pauli Mohr eru ikki nøgdir vid endaliga úrslit sítt í Icelandair Open - bridgekappingini. sum savnar bridgespælarar úr fleiri londum. Aðrir bridge- spælarar í Føroyum halda tað ikki vera so galið avrik, at føroyingar endaðu í miðjni bæði í parakappingini og í lið- kappingini. Teir gjørdust nr. 27 og 28 av 48 pør- um, og teir blivu nr. 30 av 64 liðum í lið- kappingini. - Men vit áttu at kunn- að spælt betur og fingið betri úrslit til endans, søgdu føroysku spælarar- nir, tå kappingin var av. Vantandi venjing Tað krevur ikki bara at duga at spæla men eisini at orka at spæla fyri at fáa góð úrslit í slíkari kapping. Í parakappingini spældu øll 96 spøl - tvey spøl móti hvørjum gðr- um, og í liðkappingini spældu teir tíggju ferðir tíggju spøl. Kappingin gekk frá friggjakvøldi til månakvøld. f bådum kappinginum lógu føroyingarnir væl fyri leingi, men dragnadu í báðum førum, tå nøkur få spøl vóru eftir. Tað gekk serliga væl i parakappingini hjá Helga og Dánjal Paula, sum fingu góða byrjan, lógu sum nr. 10 til 15, upp á 7. pláss einaferð, men út á leygardagin fór at ganga illa. Jóannes og Per lógu meira javnt og riðaðu um 20. pláss og dragnaðu so eitt sindur aftrat. I liðkappingini lógu teir fýra eisini heilt leingi umleið á tíggjunda plássi, men so taptu teir stórt nakrar ferðir. Til seinast vunnu teir nakað, men ikki nóg mikið til at koma uppaftur. Vunnu móti sterkum Tað er vert at geva gætur, at í báðum kappingunum gekk teimum fleiri ferðir avbera væl móti sterkum spælarum. Helgi og Dánjal Pauli spældu næst- an javnt móti íslendsku heimsmeistarunum Guðmundi Páll Arnarsyni og Þorláki Jónssyni í parakappingini, Jóannes og Per fingu fleiri stig, tá teir spældu móti so mæt- um monnum sum Zia Mahmood og Eric Rod- well (sum liva av at spæla bridge), og føroyska liðið vann m.a. á danska lið- num Novo Nordisk, sum endaði á 8. plássi í lið- kappingini. Helgi Joensen, lið- skiparin, er ikki i iva um, hvi endaliga urslitid ikki gjørdist betri: Teir eru ikki vanir vid at spæla so langa kapping og als ikki vanir við at spæla móti so nógvum sterkum spæl- arum. Teir lúgvaðust, áðrenn kappingin var komin at enda. Læruríkt Sjálvt um úrslitið ikki var so gott, sum teir høvdu vónað, eru teir fegnir um. at teir fóru við. Icelandair Open er ein frálíka góð kapping, sum øll kunnu læra nakað av at vera við í. At sleppa at royna seg móti ødrum spælarum, sum hava aðra spæliskip- an, at spæla móti heims- ins sterkastu spælarum og ikki minst at vera við í eini sera væl skipaðari kapping. Parakappingin Parakappingin før fram å tann, at hvørt parid spældi tvey spøl móti hvørjum av hinum pørunum. Eitt sindur ófriðarligt var av at skula skifta borð so týtt, men tað gekk kortini væl og skjótt við sera avgjørd- um og dugnaligum kapp- ingarleiðara og klokku, sum boðaði frá á veggi- num. "So hvort sum tvey spøl vóru spæld, vórðu úrsliuni savnað inn, og lítla løtu eftir fekk hvort parið uppgerð, sum vísti, hvussu nógv stig spølini góvu, og hvussu stødan nú var í kappingini. Alt gekk sera skjótt og uttan mistøk. Urslitini vórðu eisini so hvørt sligin upp å vegin, so åskodarar kundu fylgja vid. Liðkappingin Liðkappingin var upp á tann mátan, at framm- anundan var lutakast um, hvør skuldi spæla móti hvørjum. Tá úrslitið aft- aná fyrstu dystirnar varð greitt, vórðu liðini sett saman eftir fyrsta úrslit- inum, so tey kappaðust við javnlíkum. Tað vóru 10 dystir, og 10 spøl í hvørjum dysti. Ein løta gekk at skifta millum dystirnar, tí úr- slitini skuldu roknast út, men tað gekk heilt skjótt. Av ti at føroyingarnir stóðu seg so væl teir fystu dystirnar, sluppu teir at royna seg móti fleiri sterkum liðum. Icelandair Open, sum nú 1 Sida 15 hevur verid hildin 11 år å rað, er besta tilboðið, sum føroyskir bridgespælarar hava uttanlands. Tad er so dyrt at fara til kappingar å meginlandinum, ti bara ferdasedilin til Danmarkar kostar nógv. Icelandair leggur hesa kappingina til rættis saman við Bridge- felag Íslands og bridge- felagnum í Reykjavík, og tey hava tilboð il útlendingar um ferð og innvist fyri sámuligan penga. At luttaka kostar einki fyri útlendingarnar. Íslendsku pørini gjalda umleið 1100 fø. krónur fyri at luttaka, og ís- lendsku liðini gjalda 1600 fø. kr. Tað skal tó viðmerkja- st, at sjálvt um tað slepst til Íslands fyri rímiliga "nphædd, er neyðugt at leggja nakað aftrat fyri kost í eina viku. Teir fýra fýra føroysku luttakararnir mæla til, at føroyskir bridgespælarar eitt annað árið fara væl mannaðir at luttaka. Tað er ikki neyðugt at vera millum fremstu spælarar fyri at luttaka, tí hetta er ein opin kapping. Øll fáa nakað burturúr at vera við í slíkar kapping, halda teir. randi Meira frá Bridgehátíð 1992 - Icelandair Open - verður í Sosi- alinum leygardagin | Ósjónligi Býurin Ungmannafelagið Keld- an úr Skálavík fer nú at ferðast við leikinum Ó- sjónligi Býurin. Leygardagin tann 22. í hesum verða sýn- ingar í Atlantis Bio kl. 16.00 og kl. 19.00. Leikurin er sum fyrr sagt frá ógvuliga aktu- ellur og sjálvt um sjálvur karmurin um leikin er eitt ellisheim, so viðger hann nógv týðandi samfelagsmál, hvar spurningurin um lív og deyða eins og er tann reyði tráðurin. Lívið er í sær sjálv- um bæði láturligt og grátuligt og soleiðis er eisini hesin leikur, sum til Klaksvíkar kanska eisini ber eitt brá av tí absurda. Hetta er nútíðar- dramatikkur, og er tað sera áhugavert og ikki sert djarvt, at eitt so lítið felag sum Keldan, tekur upp henda tátt. Men givið er, at sjón- leikur i Føroyum verð- ur bert áhugaverdur, um vit eisini taka upp evni, sum lýsa okkara samfelag upp á gott og ónt í gaman og álvara. So norðoyingar, latið ikki hetta hevið fara frá tykkum, men vitjið í Atlantis Bio í morgin, tí sum ummælini av leikinum hava sagt frá, so verða tit ikki svikin. NYBESYGE I DANMAKK 5 2 et =