Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. februar 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

00 Pr UT ØE 50 Síða 14 Koyrdar úr felagnum Konurnar, sum átóku sær at vaska Eysturskúlan í Havn, eru nú strikadar sum limir í Havn- ar Arbeiðskvinnufelag Í gjár fingu fimmav teimum átta kvinnunum, sum nú vaska Eysturskúlan í Havn, bræv frá Havnar Arbeiðs kvinnufelag, at tær eru strikadar sum limir í felag num. Grundgevingin hjá nevndini í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag fyri at koyra tær úr felagnum er, at tær eru arbeiðsgevarar, sum hava aðrar í arbeiði - Tað er ikki beint, at vit eru arbeiðsgevarar. Vit vóru tvær, sum átóku okk- um at standa fyri vasking im, men vil eru alla, sum vaska, og vit fåa allar tima løn, 10 verður skattað sum vanlig A-inntøka, Mina Poulsen sum stendur fyri vaskingini Strid kom i, tå Eystur- skúlin bjóðaði út arbeiðið við at vaska Eysturskúlan, og tvær av vaskikonunum vegna átta fingu arbeiðið. Fleiri onnur ulboð komu inn, og hesar, sum nú vaska, høvdu ikki lægsta tilboðið Men teirra tilboð var lægri enn hjá hinum bólkinum av fyrrverandi = vaskikonum, sum frammanundan høvdu vaskað. Tær, sum nú verða koyrdar úr felagnum, halda, at nevndin hevur forbrotið seg við at koyra tær úr fel- agnum, ti tær meta seg at vera vanligir løntakarar. Mina Poulsen sigur eisini, at tær fingu tvær aftrat sær uppi at vaska, og tå hesar fóru til Havnar Arbeids- kvinnufelag at lima seg inn i felagið, varð limaskapur syttur teimum. Tað skilir hon als ikki. Tær hava allar goldið limagjaldið rætt- stundis. Sigur Onnur Cira, Bara fyribils Vígdis Johannesen, for- kvinna í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, váttar, at fimm av vaskikonunum á Eyst- urskúlanum hava bræv um, at tær fyribils ikki kunnu vera limir i felag- num. Avgerðin er grundað á upplýsingar frá eini av vaskikonunum, og tær fimm fáa í brævinum at vita, at tær kunnu blíva limir aftur, tá tær ikki longur eru arbeiðsgevarar. Hetta má als ikki skiljast sum nøkur hevnd, tí um so var, høvdu vit bíðið allar átta farið úr felagnum. Vit hav afingið at vita, at fimm standa fyri arbeiðinum og eru sostatt arbeiðsgevarar Tær, sum arbeiða hjá teim- um, eru framvegis limir, sigur Vígdis Johannesen. Hon dugir ikki at síggja, at hetta málið er nakað at rumbla við. Havnar Ar- beiðskvinnufelag er felag fyri løntakarar og ikki ar- beiðsgevarar. Tí varð hetta sugið tikið, sigur hon. - Og sum vit eisini siga í brævinum ul teirra, eru tær vælkomnar aftur í felagið, tá tær ikki longur eru ar- beiðsgevarar, sigur Vígdis Johannesen. Havnar Arbeidskvinnu- felag hevur årsadalfund leygardagin. Eingin ivi er um, at spurningur um vask- ingina á Eysturskúlanum og limaskapurin hjå vaskikon- unum verða umrøddir. randi Bergmenn eru altíð til reiðar at spæla til veitslur og annað. TIf. 13961 Amnesty International Skrivstovan í Vágsbotni er opin mánadag, miku- dag og friggjadag ki. 11—16. Tif. 15816. | I | Í fingið | 83 Hetta er nývalda rådleggingarnevndin fyri sjúkrahúsverkið. Frá vinstru: Jonhild Kjærbo, Sverri Midjord, Jógvan Lútzen, Nr. 36 — 21. februar 1992 Líggjas Joensen, formaður, og Obert Eliasen Nógvir fundir eru nú I Sjukrahusverkinum Ráðleggingarneyndin fyri sjúkrahúsverkið virkar nú aftur og hev- ur havt sín fyrsta fund í fýra ár. Nógvir aðrir fundir eru eisini um umbyggjan og umskipan av virkseminum á sjúkrahúsunum Týsdagin hevði stýri fyri Landssjúkrahúsið fund um hølisvidurskiftini á Lands- sjúkrahúsinum. Á hesum fundinum gekk stýrið ígjógnum teir tríggjar møguleikarnar, sum arki- tekturin Ami Winther, vísir á, til at útvega Landssjúkra- húsinum nýggj hóli. Tá starvsfólkini á Lands- sjúkrahúsinum í fjør vrak- aðu umbyggingaruppskot- ið, ein arbeiðsbólkur hevur gjørt, tók stýrið undir við teimum. Stýrið dugdi væl at síggja, at tað ikki var besta loysnin at fara undir um- bygging fyri 60-70 mío. krónur, umbyggingin fór at varða 6-7 ár, og arbeiðið í sambandi við umbygging- ina fór at darva tí dagliga arbeiðinum á sjúkrahúsi- num. Nýggj uppskot Liggjas Joensen, formaður í stýrinum fyri Landssjúkra- húsinum, kom tá við hug- skotinum at seta skjøtil á at útbyggja, og arkitekturin varð so biðin um at koma við uppskotum. Hetta varð gjørt í samráð við Jóannes Eidesgaard, landsstýris- mann í heilsumálum. Bygg- ingin skuldi vera partur av framtíðar sjúkrahúsi. Eitt er at innrætta kjallara og eina hædd, eitt kjallara og tvær hæddir, og triðja uppskouð er at innrætta kjallara og tríggjar hæddir á nýggjum bygningini, sum skal verða 840 fermetrar. At byggja triggjar hæddir við kjallara er mett at kosta umleið 47 mió. krónur, og uppskotið er at byggja yvir 6-7 ár. Hetta skuldi borið til, tí ílóguætlanin fyri næstu fimm árini sigur 50 mió. krónur. Líggjas Joensen dámar væl hetta uppskotið. Tað kann byggjast so við og við, arbeiðið fer ikki órógva virksemið, sum er á sjúkra- húsinum, og tað fer eisini at bera ul at flyta inn í tað nýggja so við og við. - So er bara spurningurin, hvat politikararnir vilja, sigur Líggjas Joensen, for- maður í stýrinum fyri Landssjúkrahúsið. Uppskotini eru nú send landsstýrinum. Tað er ikki bara hetta stýrið í heilsuverkinum, ið heldur fund í hesum døgum. Í seinastu viku hevði fel- agsstýrið fyri tey trý sjúkra- húsini fund í Suðuroynni. Einki itøkiligt kom burturúr tí fundinum. Hósdagin í seinastu viku hevði ráðleggingarnevndin » Mi Sjúkrahúsverkið fund. hetta var fyrsti fund hjá neyndini síðan mai mánað 1988. Stígur kom í tá, tí fløkja var í valinum av limum til nevndina, og mitt í øllum brast samgongan. Men nú er nevndin so vald, og í henni sita Líggjas Joensen, formaður, Jonhild Kjærbo, Sverri Midjord, Jógvan Liitzen og Obert Eliassen. Álitið á borðinum Fyrsti fundurin snúði seg mest um at gera arbeiðs- setning og leggja arbeiðs- gongdina. Sambært reglu- gerðini skal nevndin fyrst og fremst ráðgeva teimum trimum sjúkrahússtýrun- um. I 1988 hevði nevndin álit frá Dans Sygehusinstitut at arbeiða út frá. Hetta álitið liggur framvegis á borð- inum og kann nýtast sum grundarlag, sjálvt um tíðin er farin frá onkrum pørtum í álitinum, sigur Líggjas Joensen. Ráðleggingarnevndin hevur ikki ásett sín næsta fund, men hann verður væntandi í mars mánaði. randi 5 P Fl í | 3 | + 4 Á Á £