leygardagur 22. februar 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bondafangari!
TAD ER altid so lætt at vera eftir-
klókur. Nú tað kemur fram i dags-
ins ljós, hvørji mistøk eru gjørd hesi
seinastu árini so eru mong skjót at
geva »hinum« alla skyldina. Og hes-
um hinum eru oftani politikarar og
tá serliga løgiingsmenn og teir,
sum í landsstýrinum hava sitið.
VIT SKULU ikki bera í bøtuflaka fyri
tey mistøk og tær skeivu avgerðir,
sum tiknar eru av teimum. Tær eiga
vit øll, so ella so, lut í. Sjálvandi
kunnu vit geva politikarunum
skyldina fyri eitt og alt, men tað eru
vit øll, sum valt hava teir aftur og
aftur, uttan stórvegis útskifting og
broyting.
EIN SPURNINGUR, sum av og á
hevur verið frammi, tá tað hevur
verið tosað um búskapin og hvat
hesin kann bera við so fáum menn-
iskjum, eru tær mongu iløgurnar
gjørdar eru í eitt nú orkuútbygging
og havnaútbygging. Tá stórarbeiði
eru gjørd liðug, so kunnu tey als
ikki brúkast, tí fyri at fáa nyttu av
teimum, mugu enn fleiri íløgur ger-
ast.
FYRST orkuútbyggingin hjá SEV.
Her fyrilá eitt risaprojekt, nevniliga
at fara undir at útbyggja vatnork-
una í Eysturoynni. Projektið, sum
var í fleiri stigum, kom at kosta
nógvar hundrað milliónir, tá tað
stóð heilt liðugt — nógv mettu tað
kom at enda í milliardklassanum, tá
avtornaði. Og mett var eisini — av
teimum, sum beinanvegin md6t-
mæltu projektinum — at henda
upphædd als ikki fór at svara til tað,
sum nú fekst burtur úr. Fyri at fáa
nakra sim helst nyttu, so varð
neyðugt aí gera eina so mikið stóra
iløgu, at henda fór lítla samfelag
okkara als ikki at bera.
MEN HVUSSU og ikki eydnaðist
tað SEV at »tvinga« projektið í
gongd. hetta í eini tíð, tá alt virk-
semið longu var yvirupphitað.
Einginskuldi prøva upp á at steðga
hesi ætlan. Hví ikki bara byrja í
smáum? Tað hevur so víst seg, at
tann parturin av henni, sum er
: — Pt Sosialurin
Uppseting: Pit Sosialurin
PH Pressen 1981
gjørdur longu er farin langt upp um
kvart milliardina, og hetta er sum
sagt bert ein partur av henni. men
verkætlanin kann als ikki brúkast
við vinningi, um hon ikki verður
gjørd liðug øll sum hon er. T.v.s. at
tå grønt ljås var givid at fara i
gongd, so varð í veruleikanum eis-
ini »givid« grønt ljós fyri øllum pro-
jektinum úr einum enda í annan.
Onkur vil kalla hetta bóndafangarí.
Nú 1. partur er gjørdur, vísir tað seg
nevniliga, at lítil og eingin nytta er í
honum, um ikki alt verður bygt.
LÆTT ER at vera eftirklókur. Men
áttu teir menn, sum hava gingið inn
fyri hesum projekti frá byrjan av,
ikki havt peningatilfeingi í framtíð-
ini við í myndini eisini? Var tað
veruliga ætlan teirra: at við at fáa
politikararnar at góðtaka fyrsta
byggistigið so høvdu hesir harvið í
veruleikanum bundiuð seg til alt
projektid?
OG ER IKK! sama galdandi fyri eitt
nú havnaútbyggingina í Havn? Tá
grønt ljós varð givið til at fara í
gongd, skuldi henda útbygging
Bústaður: Argjavegur 26
Teiefon:
Postadressa: Postsmoge 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Talefax: 14720
kosta so og so nógv, og vit skuldu
fáa eina brúkiliga havn. Men tå av-
tornar, og havnin hevur kostað stór-
ar upphæddir, vísir tað seg, at hon
kann ikki brúkast, um ikki so og so
nógvar milliónir verða nýttar aftrat.
Moli skal gerast. Og soleiðis kundi
verið hildið fram at tikið dómi úr
føroyska samfelagnum, tá talan
hevur verið um at gera iløgur.
NÓGV HEVUR verið tosað um iløg-
urnar, sum ikki áttu at verið gjørdar
í eitt nú svartkjaftaskip. Men fáur
hevur í veruleikanum gáað um tær
risastóru iløgur, sum gjørdar í al-
menn og kommunal projekt, iløgur,
sum tå avtornaði, ikki kundu brúk-
ast til nakað sum helst, uttan at
brúktar vóru uppaftur fleiri millión-
ir. Vatnorkuútbyggingin í Eystur-
oynni og havnaútbyggingin í Havn
eru bert tvey dómi um hetta sokall-
aða bóndafangarí, sum serliga kom-
andi ættarlið skulu svíða fyri.
Hava ikki livad
upp til Krevini
Ein av høvudsorsøkunum til hetta er, at vit tey seinastu nógvu
árini hava havt eina stuðulsskipan, ið hevur sloppið okkara
sølulidi undan at finna ein væl betalandi og harav kravmiklan
marknað skrivar Tummas Arabo, landsstýrismaður í 4. part-
inum av greinarød síni um "Vinnulívspolitikk".
Hann heldur fyri, at fáa vit skaðiliga løtuvinningsment-
alitetin í sóluliðnum burtur á annan hátt, verður væl neyðugt
at avlúsa bransjuna, um ikki annað so politiskan veg.
4. partur
Tann reyði tráðurin, sum
er skrivað frammanfyri, er
at okkara framtíðar
vinnumeguleikar liggja í,
at vit gera okkum greitt
hverjir okkára marknað-
armeguleikar eru, síðani
taka bestikk av teimum,
seta okkum okkara mál og
velja strategi, og hereftir
nýta okkara fremsta til-
feingi, arbeiðsmegina til
at nekta teir tervir,
marknaðirnir hava, og
sum vit kunnu ala fram
við teirri ráveru og teirri
vitan, ið vit hava.
Skal hetta eydnast okk-
um, krevst dugleiki í at
fylgja við og kanna teir
marknaðir, ið kunnu koma
upp á tal hjá okkum, og
opið umreða í ellum liðum
í vinnuni um hesar megu-
leikar, so avgerð kann
verða tikin um málsetning
við so breiðari undirtøku
sum gjerligt.
Skulu vit nýta megu-
leikar, ið eu á teimum væl
betalandi marknaðum utt-
anum okkum, mugu vit
rokna við, at krevini til
tann einstaka og virkir
verða stór. Tey seinastu
nógvu árini eru vit ikki
von við innan hevuðs-
vinnu okkara at liva upp
til stórvegis krev, ið eru
sett okkum uttaneftir.
Mín vurdering er, at ein
av høvudsorsøkunum til
hetta er, at vit tey sein-
astu nógvu árini hava
havt eina stuðulsskipan,
ið hevur sloppið okkara
seluliði undan at finna ein
væl betalandi og harav
kravmiklan marknað. Vit
hava selt bíligar og
óproffessionellar = verur.
Sølulidi er sostatt sloppi
undan krøvum. Hetta
hevur so aftur fert við
sær, at virkisleiðslur eru
slopnar undan krevum, og
hetta hevur so at enda
ført við sær, at virkis-
leiðslurnar — eisini eru
slopnar undan at seta
starvsfólkum krev.
Skulu vit klára okkum
væl í framtíðar vinnusam-
felagnum, so krevst dug-
leiki og stødug útbúgving
av fólki við marknaðar-
kunnleika, kunnleika til
marknaðarrekt, til mál og
mentan og í distributión.
tað krevst góð leiðsla og
stødug útbúgving av okk-
ara leiðslum, so mál
kunnu verða sett og mest
effektivt fylgd. Tað
krevst kunnleiki og innlit í
gongdina í okkara næstu
marknaðum hvat lógum
og reglum viðvíkur, og
hverji serlig almenn krev
koma at verða sett. Tað
krevst innlit og útbúgv-
ing í at fylgja við í teimum
»trends« av ymiskum
slagi í okkara næstu
marknaðum, ið kunnu
boða frá komandi broyt-
ingum og nýggjum megu-
leikum. Tað krevst stødug
upplæring og útbúgving
hjá virkisleiðslum og ar-
beiðsfólki, at laga seg til
tey krev av heilsuligum,
tekniskum og umhvervis-
ligum slagi, ið okkara
marknaðir seta og vænt-
ast at fara at seta.
Tað krevst stødug upp-
læring hjá virkisleiðslum
og arbeiðsfólki í at verða
kunnug við krev keypar-
anna og virða tey, so eitt-
hvert arbeiði verður gjert
so nærlagt sum giørligt
vid ti fyri eyga at lika
hesi krøv til fulnar.
Eitt er at vita, hvat
krevst. Eitt annad og
meiri tydningarmikid er
at gera nakað við tað.
Menniskjaliga lyndið er
ofta soleiðis, at vit gera
einki, so fullfíggjað, sum
vit helst innast inni vita,
at vit áttu ella kundu
gjørt. Vit goyma okkum
aftanfyri orð sum »tad er
ikki so farligt«, >tað gong-
ur nokk« ella »er hetta
ikki nóg gott?« 0. s. fr.
Viðhvert tykjast vit at
leggja eina æru í ikki at
gera okkara besta. Tað er,
sum um vit ikki tora at
koma í ta steðu at siga:
hetta er mítt verk, gjert
av einslistum og tað
besta, eg dugi at gera.
Fla er tað tað, at vit
skammast við at gera nak-
að so gott, at vit kundu
verið róst? Ella er tað
tann nógv umtalaða
»Jantelogin«, ið stórtrív-
ist her hjá okkum, ið vit
eru bangin fyri? Okkurt er
tað, tí fyrr í tíðini t.d.
gjørdu reiðarar og virkir
sera nógv burturúr, at
teirra klipp- ella saltfiskur
hevði fingið virðislen á
framsýning. Í dag tykist
tað sum virkir, ið fáa rós
ella medalju fyri góða
veru, hava lyndi til at gera
lítið burturúr váttanini
um eitt dygdarverk. Fólk,
ið standa aftanfyri, spyrja
eftir, um virkið so hevur
fingið hægri prís á veruni.
Í spurninginum liggur so
ofta, at hevur virkið ikki
fingið hægri prís — og
nógv hægri prís — so er
virkið og fólkini, ið har ar-
beiða, mestsum bara út-
nyttað.
Er tað ein ótti fyri, at
onnur vilja útnytta okk-
um, sum ger, at vit helst
bara vilja gera tingini »på
det jævne«. Ella kemst
hetta av, at vit ikki vilja
skara framum hini, ið vit
virka saman við, ella er
tað óttin fyri at koma í ta
steðu, at okkara besta
ikki er nóg gott?
I framtíðini mugu vit
burtur frá »på det jævne«-
filosofiini. Hinvegin mugu
vit ikki lata sundurlyndið
og Klondyke-mentalitetin
fáa fótin ov nógv fyri seg.
Serliga kravið um at sam-
skipa kreftirnar at rekka
samfelagslig felags mál
úteftir, tykjast at vera
truplar — serliga í seluliði-
num. Um vit ikki á ti øki-
num fáa skaðiliga letu-
vinningsmentalitetin
burtur á annan hátt, verð-
ur væl neyðugt at avlúsa
bransjuna, um ikki annað
so politiskan veg.
Ein týdningarmikil fyri-
treyt verður tí eisini at fáa
til vega skipanir, ið ikki
taka hugin hja tí einstaka,
hjá virkjunum, hjá stovn-
um og hjá leiðsluni altíð at
gera sítt besta, burtur. Vit
eiga ongantíð at vera
negdir við, at móttakarin
av okkara veru, okkara
tænastu og insatsir bert
er negdur. Málið má vera,
at móttakarin er fullnegd-
ur og vil kenna tað sum
eitt stórt afturstig, um
hann ikki framhaldandi
kann fáa okkara veru,
okkara tænastu ella okk-
ara insats. Undirluta-
kenslur — at vit verða út-
nyttaði ella at vit ikki tora
at duga — eiga ikki fram-
haldandi at forða okkum í
at taka við avbjóðingum.
(framhald)
aan