leygardagur 22. februar 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A TO
SE
——
OS |
A
ERE
Nr. 37 — 22. februar 1992
SS
Síða 3
Tummas Eli Hansen — fyrst og fremst kendur frå fótbóltslandsliðnum og B36 — byrjar nú fyri seg sjálvan sum el-
innleggjari. »Eg klári at greiða alt el-arbeidi bæði skjótt og væl úr hondum,< sigur hann.
Tummas Eli >í støtinum«:
Seg Sjálvan
26 ára gamli havnarmaðurin, ið tey flestu
vælsaktans kenna frá EM-landsliðnum í
fótbólti, fer nú undir egið virksemi. Hann
bjóðar seg fram sum el-innleggjari
Mynd: Kalmar
Øll kennast vit við navnið,
og øll hava vit sæð hann í
altjóða dysti — um ikki
annað gjøgnum sjónvarp-
ið.
Talan er um tann 26 ára
gamla havnarmannin og
fótbóltsspælaran, Tumm-
as Eli Hansen, sum nú
byrjar fyri seg sjálvan sum
el-innleggjari.
»Eg byrjaði fyrst at læra
til elektrikara í november
1983 hjá Kára av Reyni,
og varð eg líðugur í
1987,< greiðir Tummas
Eli sjálvur frá. >Síðani
arbeiddi eg sum sveinur í
tvey ár, til eg fór á skúla,
so eg kundi verða
góðkendur el-innleggjari.
Tað vil siga, at eg kann
hava egið virki, ið leggur
el inn, og hava fólk í
arbeiði, um tørvur skuldi
verið á ti.«
Síðst í desember mánaði
varð Tummas Eli liðugur
við skúlan, og er hann nú
góðkendur el-innleggjari
Og ikki kann sigast, at
hann drálar við at koma í
gongd.
Vístu stóra vælvild
»Har eg havi arbeitt
frammanundan, hjá Kára
av Reyni, var ikki so nógv
arbeiði, so nú byrji eg bara
fyri meg sjálvan,< sigur
Tummas Eli. >Annars má
eg bera bæði Kára og skúl-
anum tøkk fyri stóra væl-
vild, ta tíð eg havi verið á
landsliðnum. Til dystirnar
var ongantíð nakar trupul-
leiki við at fáa frí, so ein
kundi fara við. Slíka væl-
vild gloymir ein ikki, tí
uttan hana kundi ein jú als
ikki verið við á landsliðn-
um.<
Fyribils roknar Tummas
Eli vid, at hann verdur
einsamallur um el-inn-
leggjaraarbeiðið, men
skuldi nógv verið at gjørt,
kundi hann hugsað sær at
fingið annadhvørt ein
svein ella ein lærling at
hjålpt sær.
»Mest rokni eg vid at
fåa at gera i Havn, men
um arbeiði er aðrastaðni,
so taki eg tað vid, ti í
hesum døgum ræður um at
taka tað, ein kann fåa,«
sigur hann. >Aður bar til
næstan at velja og vraka,
sum einum sjálvum lysti,
men so er ikki longur.
Tann, ið hevur eitt arbeiði
at fara til hvønn dag, skal
prísa seg lukkuligan fyri
tað.<
Velst um so nógv
Sum nevnt omanfyri —
hóast tað neyvan er neyð-
ugt — man Tummas Eli
Hansen ikki minst vera
kendur frå fótbóltslands-
liðnum, ið fekk so mong
frálík úrslit í EM-undan-
kappingini. Um hann
verður við í HM-undan-
kappingini eisini, veit
Tummas Eli ikki sum er:
Fyrst og fremst er tað
jú ein spurningur, um ein
verður úttikin av landsliðs-
venjaranum ella ikki, men
burtursæð frá tí, so verður
tað sjálv sagt arbeiðið, ið
ger av, hvussu stundirnar
vera ul HM-fótbólt. Og
har eri eg í eini tvistødu, tí
samstundis sum mær
hevði dåmad væl at havt
nóg mikið at gjørt, hevði
mær eisini dámað væl at
verið við landsliðnum, har
ein hevur havt so nógvar
stórar upplivingar.<
>Mítt stersta ynski:
B36 sum FM-vinnari«
Heima spælir Tummas
Eli við havnarfelagnum
B36, sum tey seinnu árini
hevur ligið rættiliga væl
fyri í landskappingini, og
fleiri ferðir hevur verið
gullinum nær
Ja, fleiri ferðir hevur
tað verið nær við, at vit
hava vunnið FM-heiti,
men enn eigi eg tað á, ti
øll hesi árini, eg havi spælt
fótbólt, havi eg enn ikki
upplivað eina einastu ferð
at gerast føroyameistari,«
sigur Tummas Eli. »So tað
er mítt heilt stóra ynski
fyri hetta komandi árið, at
vit í B36 vinna FM-heiti
hesaferð, nú so lítið hevur
vantað í hjá okkum allar
hinar ferðirnar.<
Eingin ivi um, at eitt
FM-heiti skuldi verið hon-
um vælunt. Men tað velst
eisini um, hvussu væl tað
liggur fyri hjá hinum sam-
an við honum at vera“ >í
støtinum«.
Men i øllum førum er
Tummas Eli »i støtinum«
uttan fyri vøllin, har hann
sum sagt nú bjóðar seg
fram sum góðkendan el-
innleggjara — sum eisini
verður sagt í eini lýsing
aðrastaðni í blaðnum í
dag: >Alt el-arbeiði verður
skjótt og væl úr hondum
greitt! <
er
ma
hj.
11 Storno
--tin trygd fyri goðsku!
H..J. Michetsen
Handan á 6, Tórshavn
tlf. 1.4414 — fax 1.8045
Talvan gongur fyri
= = = Fr =
Heimamissiónina
Í morgin gongur talvan í føroysku kirkj-
unum til frama fyri tað arbeiðið, ið Hin
Kirkjuliga Heimamissi6nin í Føroyum ger
35 missiónshús, 20 ung-
dómsarbeiðir, 52 sunnu-
dagsskúlar, 10 barnakór
og 15 streingjakór.
Hetta eru nøkur av telu-
num, ið Hin Kirkjuliga
Heimamissiónin í Feroy-
um kann lýsast við.
Heimamissiónin, ið sá
dagsins ljós í 1904, man í
dag vera ein tann virkn-
asta missiónsrerslan her á
landi.
Heimamissiónin hevur
ongantíð fingið nakran al-
mennan stuðul, tí alt hev-
ur verið fíggjað við gávum
frá fólki, og soleiðis kemur
eisini at vera framyvir.
Nú sunnudagin, ella ein
av komandi sunnudegum,
verður hevið at lata eina
gávu til Heimamissiónina
við gudstænasturnar í
kirkjum okkara.
Virkin rørsla
Heimamissiónin hevur í
ell hesi 88 árini lagt
stersta dentin á at vera
boðandi rersla millum fólk
okkara. Ein vekingar-
rersla millum bern, ung
og eldri innan kirkju okk-
ara.
Hyggur tú runt um
landið, so vitna missións-
hús og aðrir bygningar
um fólk, har hetta lá
fremst, at næstin og
grannin máttu uppliva
hetta sama: At Jesus
gjerdist stórur fyri teim-
um.
Fyri at styrkja og
menna arbeiðið hevur
Heimamissiónin sett fólk í
tænastu sum trúboðarar,
ráðgevarar, skrivarar o.a.
Heimamissiónin gevur
trý bleð út — Trúboðin,
barnablaðið Spírin og
Sunnudagsblaðið. Trúboð-
in hevur 1760 haldarar,
Spírin 900, meðan Sunnu-
dagsblaðið verður borið í
hvert hús í landinum. Av
eðrum telum kann nevn-
ast, at tað úti um landið
eru 20 ungdómsarbeiðir,
10 juniorarbeiðir og fleiri
smákór og bólkar.
Umframt tey vanligu
metini kring landið, verð-
ur hvert ár skipað fyri
fleiri sterri og smærri til-
tekum, m.a. leiðara-, sang-
og bíbilskeiðum, eins og
skipað verður fyri sterri
metum og eðrum felagstil-
tøkum, ið savna ein hóp
av fólki.
Fyri at tryggja at
Heimamissiónin eisini í
framtíðini kann vera við í
hesum týdningarmikla ar-
beiði, verður í letuni ar-
beitt við at gera stóra og
vælútgjerda Leguhúsið í
Nesvík liðugt.
Í letuni verður arbeitt
við sjálvbodnari arbeiðs-
megi um kveldarnar, og
gongur arbeiðið væl fram-
á.