Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hjalti i Jákupstovu, fiskifrødingur: Vit kunnu veiða millum 110-120.000 tons árliga Nr. 37 — 22. februar 1992 --Við skynsamari stovnarøkt hevði útflutningsvirðið í fjór verið 500 milliónir hægri. Vit Mugu ansa eftir, tá ein góður árgangur er komin fyri seg at spara uppá hendan, soleiðis at vit fáa eina javnari veidunøgd. Vit hava bæði verið ov gramm og tikið ovmikid út, náttúran hevur eisini verið kørg og gávumild, sigur hann Ein ein góður árgangur av eitt nú toski er komin undan er ikki einstíðandi við, at neyðugt er at uppfiska hann beinan- vegin. Skilabetri er at dríggja hann yvir fleiri ár, soleiðis, at vit eisini kunnu veiða nakað tey ringu fiskiårini. Vit føroyingar mugu trúgva uppá, at fiskur goymist livandi í sjónum. Og okkara uppgáva er so at dríggja, soleiðis at vit fáa eina javnari veiðunggd hvert árið, hetta má verða nidurstødan av fyrilestrinum Hjalti i Jåkupstovu helt á aðalfundinum hjá Sjó- vænubankanum. -Veiðan av botnfiski undir Føroyum hevur verið í stóðugari minking síðan 1985 frá umleið 140.000 og til í fjør beint undir 100.000 tons. Niður- gongdin í nøgd er eisini ein munandi niðurgongd í útflutningsvirði Hjalti í Jákupstovu 500 mill Høvdu vit veitt 140 000 tons í fjør og tey høvdu verið avreidd fyri sama prís sum á uppboðs- søluni i januar, so var avreitt fyri eitt virðið uppá 1,3 milliard. Hinvegin høvdu vit bert nøgdina at selja sum vit veiddu i 1991, so varð virðið beint omanfyri 800 milliónir. Her er ein munur uppá 500 milliónir, segði Hjalti í Jákupstovu. -Eg veit væl, at hendan samanbering er ov einføld, men eg havi gjørt hana fyri at lýsa, at stovnsrøkt, ella manglandi stovnsrøkt og náttúrligar broytingar eru pengar, nógvir pengar, sigur hann. segði 500-1000 arbeiðspláss onkunstaðni -Tala vit síðan tær 500 milliénirnar og rokna at 2/5 fara til manningarnar, ella 200 milliónir krónur, sum aftur kann roknast um til 1000 rimuligar årslønir á sjónum, Varð nøgdin landað til føroysk virki, høvdu hesi 40.000 tonsini kanska borið ødrum 1000 arbeiðsplássum á landi. --Men vit skulu íkki leggja okkum eftir at veiða 140.000 tons, heldur ikki 100.000 tons, men milum 110.000 - 120.000 tons. Munurin samanmett við í dag hevði kanska tá verið 500-1000 arbeiðspláss. Sjálvt hetta talið hevði munað væl hjá almennastovuni, segði Hjalti í Jákupstovu. Ov stór orka --Hóast ávaringar, so bygdu vit í åttatiårunum og seinni ein veiðuflota, í rikiliga var førur fyri at veiða 140.000 tons undir Føroyum. Eisini útbygdu vit eina flaka og mót- tøkuorku uppi á landi til minst somu nøgdir, sigur hann. --Bankarnir hildu seg kunna vera við at fíggja hesa ovurorku, tí útlán teirra til virkir og kanska serliga skip vóðru tryggj- aði av landskasaveðhaldi. Hinvegin vóru æutlánini ul hús, sekundærvirki, bilar 0.s.fr., ið eisini vórðu og keypt útfrá eini veiðunggd uppá 140.000 tons ikki tryggjaði av nøkrum veðhaldi, sigur Hjalti í Jákupstovu --Hvat er tað so sum er hent. Er tað náttúran, ið spælir okkum eitt puss, ella eru tað vit, ið hava verið ov mikið gromm. Sannleikin er ikki antin ella, men bæði og. Vit hava bæði verið og gromm og tikið ovmikið æut, og eisini hevur náttúran bæði verið kørg og verið gávumild, sigur Hjalti í Jákupstovu. -Søgan vísir okkum, at Vit av vanligum botnfiska- Sløgum undir Føroyum bert allar fægstu år kunnu fiska 140.000 tons og tey år hetta ber til eiga vit at lata vera við at gera tað, sigur hann. Bert okkara egna —Vit hava hoyrt hvussu nógvir útlendskir trolarar royndu undir Føroyum i gomlum døgum, og hvussu naskir teir vóru. lesa vit í bløðunum sæst misnøgdin við hesa ráns- veiðu í heilum. --Tað ber ti til at gita, at veiðutrýstið eftir toski og hýsu tá eisini hevur verið stórt. Javna veiðan eftir toski bendir eisini á at so er. Skiftandi veiðan vísir tá, um tað er rætt, at bert tilgongdin hevur verið eitt sindur skiftandi. Ein munur er tó, og hann er, at útlendingar og eisini vit, áðrenn fiskimarkini vórðu flutt út, høvdu møguleikan at fara aðrastaðir at fiska, um lítið var at fáa. Vit hava bert hesar grunnarnar og kunnu tí ikki flyta, um lítið er at fáa. Vit hava tí hildið á at fiska, við Studningi, eisini aftaná at vit áttu at flutt úr toskaveiðuni fyri fiska- loysi, sigur Hjalti í Jákup- StOvu. 1982 stórsti árgangur Í 1982 kom ein tann stórsti árgangur nakrantíð undan, síðan vit byrjaðu at gera stovnsmetingar undir Føroyum. Hesin var grundarlagið fyri stóru veiðuni av toski mitt í åttatiårunum. Argangurin var fiskadur upp skjótt og effektivt, og tá tilgongdin í seinnu helvt av hesum tíggjuáraskeiði hevur verið vånalig, er úrslitið vorðið sum tað er. —Eg rokni við, at veiðan í ár verður eini 10-12.000 tons minni enn í fjør. Orsøkin er tíverri sera einføld. Í tíðarskeiðnum 1985-87, tá tann sera góði árgangurin av toski frá 1982 var inni í fiski- skapinum, veiddu vit hvort ár umleið 50 prosent í tali av honum. Úrslitið var, at hann var uppfiskadur í 1988 og árgangirnir seinni hava verið ovsmáir til at hildi fiskiskapinum uppi, sigur Hjalti í Jákupstovu. --Ein positiv broyting er tó hend í dag. Nú sýna okkara politikkarar í stór- an mun vilja til at friða grunnarnar, sigur Hjalti í Jákupstovu. jústinus